Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 50 - 13. mars 2003 Nr. 50 - 13. mars 2003 13 Kunningardiskurin skiftir eigara Teir, sum seinnu árini hava rikið kunningar- diskin á flogvøllinum í Vágum, hava sagt upp. Kunningarstov- an í Vágum fer vænt- andi at reka diskin í framtíðini KUNNING Edvard Joensen Flogvøllurin: Kunningardiskurin á flog- vøllinum fær nýggja leiðslu um ikki so langa tíð. Kunningardiskurin á flogvøllinum hevur verið rikin privat seinnu tíðina. Men teir, sum hava staðið fyri honum, hava nú sagt upp. Jákup Luni Lauritsen, sum er annar teirra, ið hev- ur rikið kunningardiskin, sigur, at hann heldur, at tíðin er komin til, at onnur - og her hugsar hann mest um Kunningarstovuna í Vágum - taka yvir, um vilji er til tess. – Eg vil fegin gera greitt beinanveg, sigur Jákup Suni Lauritsen, at her verð- ur farið fram í sátt og semju, og alt verður gjørt eftir egnum ynski. Eg havi annað virki í Sørvági, og tað fari eg at brúka mína tíð uppá, sigur hann. Ein onnur grund er, sigur Jákup Suni Lauritsen, at virksemið, sum hevur veirð til grund fyri kunningar- diskinum, er minkað mun- andi, nú virksemið hjá Strandferðsluni er minkað á flogvøllinum. Poul Jakup Thomsen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandfarskipum Landsins, váttar, at Strandferðslna hevur sagt avtaluna við kunningardiskin upp. – Fortreytirnar hjá okk- um broyttust munandi, so vit hildi ikki grundarlag vera fyri at halda fram við samstarvinum, sigur hann. Hann vísir á, at tá Súlan lá undir Standferðsluni, varð Mykinesleiðin umsitin av kunnigardiskinum á flogvøllinum. Nú er Myki- nesleiðin boðin út, og tann parturin av virkseminum hjá Strandferðsluni er burt- ur. Tá Vágatunnilin lat upp, minkaði ferðafólkatalið við bussunum heilt munandi, og tí er eisini minni sam- skifti tann vegin millum Strandferðsluna og kunn- ingardiskin. Eisini verður flogrutan boðin út fyrsta dagin, væntar Poul Jákup Thomsen, og so er Strand- ferðslan soleiðis meira ella minni heilt burtur úr mynd- ini. Eftir er tá bara eitt sind- ur av farmaflutningi, sigur hann. Jákup Suni Lauritsen sig- ur, at hann heldur tað vera rímiligt, at Kunningarstov- an í Vágum fær møguleika at reka kuningardiskin á flogvøllinum, og hevur hann tí eisini boðið Kunn- ingarstovuni at yvirtaka raksturin. Terji Nielsen, kunnignar- leiðari í Vágum, váttar, at Kunnignarstovan er í ferð við at finna eina loysn á málinum. – Tað er alneyðugt, at kunningardiskurin er á flogvøllinum. Tí tað er fyrsta inntrykkið fremm- andi ferðamaðurin fær av landinum. Og tað skal vera gott. Vit arbeiða við at finna eina loysn saman við Ferðaráðnum og hinum kunnignarstovunum í land- inum, sigur hann. Enn er eingin avgerð tik- in um framtíðina hjá kunn- ingardiskinum á flog- vøllinum. Men kunningar- leiðarin í Vágum er ivaleys- ur í, at har fer at vera lív eisini í framtíðini. Kunningardiskurin á flog- vøllinum fer at skifta leiðslu nakað skjótt. Arbeitt verður við at lata Kunnignarstovuna í Vágum yvirtaka raksturin av kunningardiskinum Mynd: Edvard Joensen Sambandsflokkurin hevur uppskot á tingi, sum skal fáa ferða- seðlaprísirnar hjá Strandferðsluni at kosta tað sama á øll- um rutum. Tjóðveld- ismaðurin í Suðuruoy fær nú kjansin at avgera málið, siga sambandsmenn FERÐASEÐLAPRÍSUR Edvard Joensen Uppskot Sambandsfloksins um sama kostnað á øllum rutum hjá Strandferðsluni er smatykt við aðru við- gerð. – Nú kann Hergeir Niel- sen í grundini gera av, um suðringar skulu ferðast fyri tað sama sum klaksvíkingar og sandoyingar, sigur Marj- us Dam, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Endamálið við uppskot- inum er, at tað skal kosta tað sama at ferðast við øll- um ferjunum hjá Strand- faraskipum Landsins í framtíðini, sigur Marjus Dam, sambandsmaður á tingi. Ikki soleiðis, at tað skal gerast dýrari norðan- fjørðs, men nógv bíligari at ferðast um Suðuroyarfjørð. Tá málið varð samtykt við aðru viðgerð, vóru nakrir tingmenn, sum ikki vóru á fundi. Teirra millum Hergeir Nielsen, tingmaður Tjóðveldisfloksins í Suður- oy. Hann kann nú, saman við eitt nú Jenisi av Rana, tryggja, at málið eisini verður samtykt, tá tað kem- ur til triðju viðgerð og so- leiðis vera við til at tryggja suðuroyingum nógv bílig- ari ferðaseðlar um Suðru- oyarfjørð, vísir Marjus Dam á. Hann sigur, at hetta er ikki eitt uppskot, sum bara kann fellast við at vísa á, at tað fer at kosta landskass- anum ov nógv, og at neyð- ugt verður við eykajáttanar- lógum. Tí uppskotið gong- ur út uppá, at broytingin skal koma í gildi á nýggjár- inum komandi, soleiðis at tað júst slepst undan at órógva verandi fíggjarlóg við tí, sigur Marjus Dam. Hergeir kann avgera prísin Verður uppskot Sambandsf- loksins samtykt við triðju viðgerð, fara suðuroyingar at ferðast nógv biligari enn í dag um Suðuroyarfjørð Mynd: Leivur Nygaard C M Y K 13 12