hósdagur 13. mars 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 13. mars 2003
15
14
Nr. 50 - 13. mars 2003
Týsdagin varð nýggja
fløgan hjá Brandi
Enni løgd fyri danska
almenningin, og hann
roynir seg nú av álv-
ara uttan fyri land-
oddarnar. Unglingur-
in av Tvøroyri hevur
nú tikið tey fyrstu fet-
ini uttan fyri grulvi-
garðin í Føroyum.
Sjálvur vónar hann, at
fløgan fer at selja væl
í Danmark
TÓNLEIKUR
Stefan í Skorini
Keypmannahavn: Týsdag-
urin var ein merkisdagur
innan føroyska tónleika-
heimin. Unga føroyska
stjørnuskotið Brandur Enni
var henda dagin á gøtuni
við eini nýggjari fløgu, sum
er ætlað danska marknaðin-
um.
Í sambandi við útgávuna
hevði plátufelagið Name,
sum stendur fyri útgávuni,
skipað fyri konsert í stási-
ligu hølunum Palads mitt í
Keypmannahavn. Øll áhug-
að vóru vælkomin.
Brandur sang nakrar av
sangunum á nýggju fløg-
uni. Eisini sang íslendska
gentan Jóhanna Guðrún ein
sang saman við Brandi.
Harumframt sang Guðrun
Sólja Jacobsen av Tvøroyri,
sum í løtuni er við í kapp-
ingini Stjerne for en aften á
DR.
Brandur Enni er enter-
tainari burturav, og hóast
sín ungan aldur sæst týðu-
liga, at hann er vanur at
standa á palli. Hann megn-
aði saman við einum væl-
uppløgdum James Olsen at
fáa lív í áhoyrarafjøldina,
sum fyri tað mesta taldi
heilt ung fólk. Genturnar
skríggjaðu, og fólk veipaðu
við ørmunum í tí stúgvandi
fulla biografsalinum.
Byrjað varð við einum
dokumentarfilmi,
har
áskoðarin fekk innlit í
gerandisdagin hjá Brandi,
og hvussu tað er at arbeiða
við upptøkum í studio og
videoløgum. Síðani varð
farið til tónleikin, har
Brandur gav áhoyrarunum
ein forsmakk uppá júst út-
givnu fløguna.
Væl nøgdur
- Hatta var super. Hetta er
fyrstu ferð, at eg havi fram-
ført í Danmark, og tað er
eitt sindur øðrvísi enn í
Føroyum og Íslandi, sigur
Brandur, sum er væl nøgd-
ur við útgávuna sum heild.
- Tað tekur langa tíð hjá
einum og hvørjum tónleik-
ara at finna sín rætta sound,
men eg eri nøgdur við úr-
slitið, og vónandi verður
hetta ikki tann seinasta
fløgan, sigur hann.
Meðan vit standa og
práta í gomlu jarnbreytar-
støðini í Keypmannahavn,
sum nú er biografhøli,
kemur ein ung genta og
spyr um autograf. Eisini vil
hon hava eina mynd tikna
av sær og Brandi. Hetta er
nærum gerandiskostur hjá
tí vælumtókta dronginum
av Tvøroyri, og hendan
hepna gentan fær enntá eitt
klemm.
- Eg haldi, at fløgan
hevur neyðugu góðskuna,
so at hon kann standa seg
millum allar hinar her niðri
í Danmark, og eg vóni eis-
ini, at hon fer at selja væl,
heldur hann fram, eftir at
samrøðan varð órógvað eitt
lítið bil.
Tað seinasta lagið hevur
Brandur sjálvur gjørt orð
og lag til, og hetta eru
fyrstu ferð, at eitt av hans-
ara egnu løgum er givið út.
- Tað er umráðandi eisini
at gera okkurt sjálvur, og
man verður meira viður-
kendur
sum
tónleikari.
Lagið er tó ikki við á fløg-
uni, bara tí at eg havi skriv-
að tað, leggur hann dent á.
Og hann hevur ætlanir um
at skriva enn fleiri sangir
sjálvur. Brandur spælir
frammanundan trompet og
klaver.
Rødd í broyting
Brandur er 13 ára gamal og
gongur í 7. flokki. Nakað,
sum kann geva Brandi
trupulleikar, er, at rødd
hansara er í broyting.
- Eg haldi ikki, at tað er
nakar trupulleiki, at røddin
er broytt, síðan mína sein-
astu fløgu. Eg klári ikki
líka høgar tónar longur,
men røddin er hinvegin
blivin sterkari, greiðir hann
frá.
Tað nervar sostatt ikki
sangaran, at røddin ikki er
hin sama longur, og góðsk-
an á tónleikinum versnar
ikki av hesi orsøk, munnu
tey flestu vera samd um.
Mainstream
Fløgan hevur trettan sker-
ingar, og allir sangirnir eru
á enskum. Átta av sangun-
um vóru eisini á tí fyrstu
fløguni, sum nevndist Wait-
ing in the Moonlight. Allir
teir føroysku sangirnir á tí
fyrru fløguni eru sáldaðir
frá, og fimm nýggir sangir
á enskum eru tiknir við
ístaðin.
Tónleikurin kann best
lýsast sum mainstream
popptónleikur, sum kann
fanga nógvar av teimum
ungu lurtarunum.
Brandur
hevur
eisini
fingið nøkur av teimum
størstu nøvnunum innan
tónleik í Føroyum at hjálpa
sær við fløguni. Eitt nú
hevur Óli Poulen ljóð-
blandað øll løgini, og
Ein av stigtakarun-
um aftan fyri fløg-
urnar hjá Brandi
Enni er Steintór
Rasmussen. Hann
ivast ikki í, at
Brandur hevur
formatið og nú
verður spennandi at
síggja, hvussu danir
fara at taka ímóti
nýggju fløguni
TÓNLEIKUR
Stefan í Skorini
Keypmannahavn: – Eg
eri rættiliga væl nøgdur
við tað endaliga úrslitið,
hóast okkurt møguliga
kundi verið eitt sindur
betri og øðrvísi. Saman-
umtikið er hetta ein góða
fløga, sum kann standa
seg á einum størri markn-
aði, heldur Steintór Ras-
mussen, sum er ein av
høvuðsmonnunum aftan
fyri útgávurnar hjá Brandi
Enni.
Hann heldur, at sangarin
hevur formatið at standa
seg uttanlands, men tann
stóri spurningurin er nú,
hvussu danir taka ímóti
Brandi, og um teir eru
sinnaðir at keypa fløguna.
– Komandi tíðina skulu
vit fyrst og fremst hugsa
um at selja og promovera
hesa fløguna og royna at
syrgja fyri, at hon kemur
víða um. Vit royna nú at
leggja brenni á báli, so at
login verður enn størri,
tekur Steintór til.
Stórt maskinarí
Við á fløguni hjá Brandi
eru tey flestu stóru nøvn-
ini í føroyska tónleika-
heiminum. Hesi eru savn-
að saman at spæla og
framleiða fløguna.
Steintór sigur, at tað
hevur verið eitt stórt og
tíðarkrevjandi arbeiði at
fáa alt hetta maskinaríi at
koyra, tí tað eru so nógv
fólk tengd at verkætlanini.
Fyri stuttum stovnaði
Steintór Rasmussen sam-
an við Eyðfinni Jensen
plátufelagið Name, sum
eisini stendur aftanfyri
nýggju
útgávuna
hjá
Brandi Enni. Plátufelagið
er føroyskt og hevur sítt
virksemi bæði í Føroyum
og í Danmark. Steintór
umboðar felagið í Føroy-
um, meðan Eyðfinn Jen-
sen er í Danmark.
Steintór Rasmussen sig-
ur, at tað er sera umráð-
andi at gera sær royndir í
Danmark, tí hesar kunnu
koma teimum til góðar
seinni. Henda fløgan kann
jú vera eitt stig á leiðini
víðari út í heim.
– Vit hava eina góða
vøru, og hon burdi tí fing-
ið pláss í útvarpsstøðum
og øðrum donskum fjøl-
miðlum, sigur Steintór at
enda.
Stigtakarin Steintór Rasmussen:
Brandur hevur formatið
Brandur Enni bjóðar Danmark av
Niclas Johannesen hevur
eisini smíðað fýra av
løgunum og verið við til at
framleitt okkurt teirra. Hesi
nøvnini skuldu borga fyri
góðsku, tá talan er um
tónleik.
Morgunsjónvarp og
barnasending
Nú verður so roynt at pro-
mota fløguna niðri í Dan-
mark, og í hesum sambandi
var Brandur við í barna-
sendingini hjá Bubber sein-
asta sunnudag. Har sang
hann nakrar sangir og prát-
aði annars við vertin. Hetta
er aðru ferð, at Brandur er
við í hesi sendingini.
Hósmorgunin
skuldi
Brandur so vera við í morg-
unsendingini hjá TV 2, har
prátað verður við fólk um
leyst og fast. Hetta verður
vónandi við til at økja um
áhugan fyri fløguni hjá
Brandi, og at fleiri fjøl-
miðlar fara at vísa honum
ans. Komandi dagarnar fer
Brandur at hava nakrar
smærri framførslur kring
Danmark í handilsmiðstøð-
um og aðrastaðni, har fólk
savnast.
Plátufelagið hevur eisini
fingið eina danska kvinnu,
sum hevur góð sambond
innan fjølmiðlaheimin, at
hjálpa Brandi fram á leið-
ini, og vónandi kann hon
lata fleiri stongdar hurðar
upp.
Spennandi
verður
at
síggja, hvussu henda fløg-
an verður móttikin í Dan-
mark. Komandi vikurnar
og
mánaðirnir
verður
greitt, um Brandur eisini
kann kveikja ein loga í
dønum, eins og hann hevur
gjørt í mongum føroyingi.
Nýggj fløga við Brandi Enni er komin í
fløguhandlar í Danmark. Henda útgávan man
vera tann størsta tónleikaliga verkætlanin,
sum føroyingar hava latið úr hondum, og
plátufelagið hevur lagt nógv fyri. Týsdagin
hevði Brandur konsert í Palads í
Keypmannahavn, og biografsalurin var fullur
av fólki
Mynd: Bárður Eklund
Íslendska Jóhanna Guðrún sang saman við Brandi í Palads týsdagin. Eisini Guðrun Sólja
Jacobsen, sum er við í »Stjerne for en aften« sang, sang fyri teimum mongu áhoyrarunum
Mynd: Bárður Eklund
C
M
Y
K
14