Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 50 - 13. mars 2003 Leygardagin bjóðar Norðurlandahúsið til ein forvitnisligan seinrapart við svensk- um listafólkum, nú- tímans dansarum, rithøvunda og tón- leikara. Øll eru tey úr Umeå í Svøríki SVENSKT Tíðindi úr Norðurlanda- húsinum Rithøvundurin Katarina Mazetti telist millum mest lisnu svensku rithøvundar júst nú. Hon er fødd í 1944, er útbúgvin lærari og jour- nalistur. Fyrstu ferð hon gjørdi vart við seg sum rit- høvundur var í 1990. Í 1998 gav hon út skaldsøguna "Grabben i graven bredvid", ein kærleikssøga, har bóndin og bókavørðurin finna kær- leikan - á kirkjugarðinum. Skaldsøgan, sum er mill- um mest seldu í svenskum bókabúðum beint nú, varð í fjør gjørd til film, sum Kjell Sundvall leikstjórn- aði. Filmurin, sum varð frumsýndur í Svøríki í august, gongur enn fyri fullum húsum. Sami leik- stjóri hevur serliga lagt seg eftir at lýsa viðurskifti á bygd, oftani á ein ber- søgnan hátt. Modernaður dansur Bólkurin Nomo Daco telur fimm yrkislærdar limir, sum arbeiða við fríum dansi. Tey funnu saman í Umeå í fjør vár. Áður hava tey hvør í sínum lagi arbeitt við modernaðum dansi, breakdance, locking, jazz- dansi og kung fu. Hóast modernaður, hevur bólk- urin Nomo Daco eisini gjørt eina framførslu, sum byggir á norrønu guda- læruna. Ungu limirnir, sum hava annan fótin í dagsins ungdómsmentanini og hin í skúlaða nútíðar dansinum, eru Anna Ehnberg, Lina Lundin, Jimmy Nordvoll, Jakob Isaksson og Emil Rosen. Stílurin er persón- ligur, har ymsu dansararnir sleppa framat, men í einari kollektivari koreografi. Bach á hørpu Torbjörn Näsbom er yrkis- lærdur tónleikari við klas- siskari violin sum sergrein. Hann hevur lisið tónleik m.a. á kongaliga musikkon- servatoriunum í Brússel. Seinastu fýra árini hevur hann serliga lagt seg eftir at tillaga J.S.Bach og Marin Marais til svenska ljóðførið "nyckelharpa". Torbjörn hevur spælt í svenskum, finskum og russiskum symfoniorkestr- um og hevur verði á kon- sertferð við nøvnum sum til dømis Ann-Sofi von Otter. – Umframt klassiskan tónleik, spæli eg sjálvandi eisini fólkatónleik, sigur Torbjörn Näsbom. "Hann havi eg altíð við mær, fólkatónleikin. Pápi mín var spælimaður og lærari í tónleiki og fremstu fyri- myndir mínar eru Eric Sahlström og Viksta-Lasse frá Upplandi". Rundferð Tiltakið við ferðandi svensku listafólkunum byrjar í Norðurlandahúsin- um leygardagin klokkan 16. Danisbólkurin Nomo Daco fer at framføra mo- dernaðan dans, rithøvund- urin Katarina Mazetti fer at lesa úr egnum verkum og Torbjörn Näsbom fer at spæla á nyckelharpu. Eftir framførsluna, sum varir hálvan annan tíma, verður høvi at skifta orð við svensku listafólkini, sum fegin vilja knýta føroysk sambond. Umeå og Útnorður Svensku listafólki sum vitja í Føroyum, fara eisini til Reykjavíkar og Akureyri at framføra somu skrá. Um- framt at framføra, er eisini ætlanin at víðka um sam- bandið við Útnorður. Fyrsta stig í hesum sambandi tók Norðurlandahúsið í Føroy- um og Íslandi, tá føroysk og íslendsk listafólk vitjaðu í Umeå í Svøríki í oktober fyrrárið. Atgongumerki til svenska seinrapartin í Norðurlandahúsinum leyg- ardagin 15. mars klokkan 16 fáast fyri 100 kr í Hús- inum. Svenskur seinnapartur í Norðurlandahúsinum Katarina Mazetti Torbjörn Näsbom Bólkurin Nomo Daco Úr filminum »Grabben i graven bredvid« Nr. 50 • hósdagur • 13. mars 2003 • 77. árg. Eftir nøkur ár við óvissu um framtíðina hjá Daewoo, verður koreanska verksmiðj- an nú stýrd av Gene- ral Motors. Við hes- um samstarvi byrjar ein nýggj tíðarrokn- ing hjá Daewoo. Fleiri nýggir Daewoo bilar eru á veg BILAR Magnus Gunnarsson Nýggja felagið eitur GM Daewoo Auto & Techno- logy Company. Hetta felag hevur yvirtikið verksmiðj- urnar og eina menningar- miðstøð í Suðurkorea og eina stóra eykalutagoymslu í Hollandi. Fyrsti bilurin í nýggja samstarvinum er Daewoo Kalos, ið nú kemur á marknaðin. Kalos er tekn- aður av italska bildesignar- anum Giugiaro. Talan er um ein bil í umleið somu stødd sum t.d. Citroën C3 og Skoda Fabia við smart- um og nútímans linjum. Motorurin er ein 1,4 litur 4 syl. bensin við 83 hk. Bilurin kemur í fyrstu at- løgu sum hatchback við 5 hurðum, seinni kemur ein útgáva við 3 hurðum og ein sedan. Umframt Kalos kemur ein heilt nýggjur Daewoo Evanda, ið avloysir fyri tann størra Daewoo Le- ganza. Tann bilurin er í stødd við Ford Mondeo og VW Passat. Uttanfyri Evropa eitur tann bilurin Daewoo Magnus. Í oktober kemur ein avloysari fyri Daewoo Nubira. Kalos og Evanda koma á føroyska marknaðin í apríl/mai, sig- ur Jens Petur Jensen sølu- maður hjá P/F Esmar Simonsen, Daewoo umboð- num á Kambsdali. Daewoo - fleiri nýggjheitir á veg Daewoo Kalos. Ein nýggjur bilur sum í fyrstu atløgu kemur sum hatchback við 5 hurðum og 1,4 litur motori við 83 hk Daewoo Evanda er ein stórur bilur í stødd við Ford Mondeo og VW Passat. Uttan fyri Evropa eitur bilurin Daewoo Magnus Daewoo Kalos innan. Alt í evropeiskum stíli Kalos er designaður av italska bildesignaranum Giugiaro C M Y K 17 16