leygardagur 23. mars 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 53 — 16. mars 1991
|
Listafelag
fimti
fyllir
Listafelagið Føroyar
fyllir í dag 50 ár.
Listafelagið er eitt
sera virkið felag og
stendur fyri at keypa
og stuðla føroyska
list. Í dag verður
móttgka klokkan
16:00 fyri innbod-
num í Listaskåla-
num.
Høvi at síggja
tekningar og modell
av nýggja Lista-
savninum, ið ætlanin
er at byggja. Lista-
felagið varð stovnað
í Keypmannahavn
fyri 50 árum síðan.
Listafelag Føroya eigur
ikki Listaskålan., hann
eigur landið.
jústinus
Fundur um
KUBA-ferð
Mánakvgldið klokkan
19.00 verður fundur á
Føroya Læraraskúla um
ferðina til Kuba í ár,
sum Felagið Føroyar/-
Kuba skipar fyri.
Fundurin verður hild-
in fyri at kunna limir í
felagnum og onnur á-
hugaði um ferðina.
Farið verður avstað 28.
juni og ferðalagið
kemur aftur til Føroya
1. august.
Hetta er ein ser-
merktur háttur at halda
summarfrí. Ferðin er
ein blandingur av at
arbeiða millum kuban-
ska fólkið og at ferðast
á oynni og hyggja seg
a lagvicikin fyri at
koma tætt at fólkinum,
at læra tey at kenna í
gerandisdegnum,
hvussu tey búleikast og
stríðast. So tætt at ger-
andisdegnum kemur
ein ikki á eini vanligari
charterferð. Og sam-
stundis eru ríkir møgu-
leikar at halda vanliga
summarfrítíð. Arbeitt
verður umleið 12 dagar
av ferðini, restin av
tíðini verða útferðir, og
ein kann slappa av á
teim frálíku sandstrond-
unum í tropiskum
veðurlagi.
jústinus
tíðindablaðið SpSjalurin
á
/
NSS
Viku
SKITUIO
ET ;
Tunnilin í fjallinum, sum gav hugskotið til navnið hjá eftirlønarfelagnum "Fjallið", knytir Leirvik og Gøtu
tættari saman, nú eru bert fáir minuttir at koyra millum bygdirnar.
Grannabyggir
samdar
Tey eldru í Gótu og Leirvík hava tikið seg
saman og stovnað eitt áhugafelag, "Fjallið"
Seinasta månakvøld
hittust eldri leirvíks og
gøtufélk í bygdarhúsinum
í Leirvík, at stovna eitt
pensionistafelag.
--Vit hava ikki viljað
kalla okkara felag fyri eitt
pensionistafelag, men
heldur eitt eftirlønarfelag,
tað ljóðar kanska eitt
sindur yngri, sigur Krist-
ianna Joensen , ein av
stigtakarunum úr Leirvík.
--Hóast vit nú hava
stovnað eitt felag, so eru
vit komin saman, síðan
bygdarhúsið varð bygt,
fyri fimm árum síðan.
Men tá hevur tað verið
bygdarhúsfelagið sum
skipar fyri, sigur Krist-
ianna Joensen.
—Vit hava hittst eina ferð
um mánaðin vetrar-
hálvárið. Vit hava havt
ymisk tiltøk, onkuntíð
hava vit havt gestir, sum
hava sagt frá, eitt nú Óli
Dahl fyrrverandi lærari úr
Klakksvík. Hann er fastur
og fúsur til jólahugnan.
Eisini hevur dr. Højgård
verið, Arni Olsen og
Jákup Kass fyri at nevna
nakrar, sigur Kristianna
Joensen.
—Vit fáa altid ein góðan
drekkamunn og so spæla
vit kort, yatsa og hugna
okkum.
NÓGV MANNFÓLK
--Ofta hava konufólkini
yvirvåg í pensionistafeløg-
unum, men hjå okkum er
eisini nógv mannfólk
limir. Felagið hevur longu
65 limir, og vit hava valt
at kalla tað "Fjallið"
eftirsum eitt fjall skilir
bygdirnar Leirvík og
Gøtu, sigur Kristianna
Joensen.
--Aldursmarkið fyri at
gerast limur í felagnum
hava vit sett til 60 ár. Men
hetta ganga vit ikki so
strangt eftir, fólk sum eru
avlamin ella einsamøll
kunnu eisini verða við. Til
tey ymisku tiltøkini plaga
at vera millum 40-60 fólk,
sigur hon.
ÚTFERÐIR
--Vit fara at gera onkra
útferð í summar, men
uttanlanda verður tað
neyvan í ár. Tað ber eisini
væl til at ferðast í
Føroyum, sigur hon.
Eftirlønarfelagid "Fjall-
ið" hevur valt eina nevnd.
Í henni sita Kristianna
Joensen, Suni Jacobsen og
Anna Justinussen úr
Leirvík, Halgerð Greger-
sen og Gunnleyg úr Gøtu.
Í Fuglafirði er eisini eitt
sera aktivt pensionista-
felag. Har eru nógvir limir
og felagið hevur fleiri
ferðir skipað fyri út-
ferðum, bæði heima og
uttanlanda. Fólk av Hell-
unum eru eisini limir í
hesum felag. jústinus
Big Guitars
From Memphis
Ein country/rock bólkur
úr USA er í Føroyum i
løtuni. Hann skal spæla
ísamband við at ársins
songrødd verður kosin. Í
hesum sambandi fara teir
at spæla í Club 20 í
Havn í 'sunnukvøldid.
Limirnir í bólkinum
eru ikki kendir í Europu,
men teir hava spælt
saman við kendum
nøvnum sum Chrystal
Gayle, Roy Orbinson,
Jerry Lee Lewis og Buck
Owens.
jåstinus