Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mars 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 58 — 23. mars 1991 Gamli prestagarðurin í Sandagerði er eitt satt prýði fyri Havnina, og umhvørvid í Sandagerði, nú sandurin aftur er komin til heiður og æru er ikki at kenna aftur. Her er ein friblettur, sum øll kunnu njóta, og er so frægt veð- ur, so skal vilja illa til, um tú ikki sært okkurt leikandi barnið á Sandinum. Á gamla prestagarðinum var heldur ikki heilt friða- ligt seinastu tvey árini av áttati árunum. Men so komu búskaparligu spar- ingarnar, sum raktu alt Studiekamarið í Sandagerði. fyrr og nú Myndina høgru megin bað Sverri Dahl samfelagið, og arbeiðið at seta prestagarðin í stand steðgaði upp. Nú hevur landstýrið aftur játtað pening til arbeiðið, og handverkarar fara til verka í næstum. Fyri at koma inní presta- garðin í Sandagerði skal tú fyrst inn í gjøgnum eitt mannshøgt portur, og komin innum hetta kennist tað, sum tíðin verður spol- að eini 200 ár aftur í tíðina. Hetta hava verið eini stór hús fyri 200 árum síðan og tey eru eins prýðilig í dag. Kalmar taka fyri nókrum árum síðan. FRA BOTNI Umvælingin av presta- garðinum er byrjað frá botninum. Gólvini eru tik- in upp. Síðan er drenað undir, og undirsløg eru skift í stóðum, aðrastaðni er býtt uppá tey. --Tá ein skal restaurerað eini tílík hús, er tað neyð- ugt at varðveita so nógv sum møguligt. Alt tað gamla er keldutilfar, og tí verður bert tað tilfar sum er fúnað ella rotið skift út, sigur Andrass Mortensen. --Tað eru fá hús, ið eru so væl varðveitt sum prestagarðurin í Sanda- gerði. Og tað kunnu vit takka Sverra Dahl, sála fyri. Hann búði í húsunum til hann doyði, og hann fór um tey. Tað er hansara æra, at húsini síggja út sum tey gera í dag. Hann hevur við kønari hond syrgt fyri, at húsini eru so væl varðveitt, sigur And- rass Mortensen. --Tað sum er eftir at gera, er regluligt smíði- arbeiði. Húsini skulu klæðast liðug uttan, gólvið skal leggjast í aftur og nøkur rúm skulu innrættast, sigur Andrass Mortensen. --Hetta er eitt av teimum stóru arbeiðunum, sum Føroya Fornminnissavn hevur staðið fyri. Snorri Dam Jacobsen timbur- meistari hevur staðið fyri smíðiarbeiðinum. Vind- eyguni eru eisini umvæld, sigur hann. -Húsini sum tey síggja út í dag eru frá 1850, men tey eru eldri. Tey eru bygd í 1790 og eru broytt nakað, men ikki nógv, sigur hann. LANDIÐ EIGUR Tað er Føroya Landstýri Nr. 58 — 23. mars 1991 Prestagarðurin í Sandagerði --Tað er eingin ivi 1 ein perla innan tei verður aftur farið |. Andrass Mortensen [ff [fy || ce 000 sum eigur prestagarðin í Sandagerði. Tað er ikki avgreitt hvat hann skal nýtast til, tá hann verður liðugt umvældur. Talan hevur verið um at gera hann aftur til próvstagarð. Men hetta er enn í Óvissuni. --Garðurin kann eisini nýtast til savn, eitt nú eitt kirkjusavn. Men hetta er bert mín meining, sigur Andrass Mortensen. Farið varð undir at um- væla prestagarðin í 1987 og arbeiðið var tá mett til at kosta góðar tríggjar milliónir, hetta tykist at fara at halda, FLEIRI PREST A- GARÐAR Frá 1630 og til Rasmus Jørgen Winther, sóknar- prestur fekk prestagardin bygdan i Sandagerdi høvdu prestarnir sjålvir perla at gamli prestagarðurin í Sandagerði er sóguligu bygningarnar vit eiga í dag. Nú lir at gera umvælingarbeiðið liðugt, sigur “oroya Fornminnissavn pt sær hús. yverri Dahl skrivar um lagerð í kirkjutíð- ium í 1982 og greiðir liga frå, hvussu stødan hjå prestunum til cstagardurin í Sanda- erði varð bygdur í 1790. Rasmus Jørgen Winther m til Føroya i 1780 og hann varð settur sum óknarprestur í Suður- streym. Hann var ein íðin maður og tað var millum nnað hann sum fekk Havnar Kirkju bygda. Sverri Dahl skrivar: "Tá Winther kom til Føroya noyddist hann at leiga sær innivist ymsar stadir i bynum, til hann fekk i lag í 1789 at fáa prestagarð bygdan „úti í Sandagerði". Har hevði hann sum sóknarprestur rætt til tvær kongsmerkur, ið játtaðar vóru Lucas Debes, sum var prestur frá 1651-1675 og eftirmonnum hansara í festi við kongiligum brævi frá 7. mars 1656." Rasmus Jørgen Winther sýnist tíðliga at hava reist spurningin um Sanda-- gerði, trúligast nakað um somu tíð sum hann biður um nýggja kirkju, hon varð vígd í 1788, sigur Sverri Dahl, sáli. UMSÓKN "Í hvussu er, skrivar Det kgl. danske Cancellie bræv, dagsett 5. apríl 1783 til Borchenhuus, stift- amtmans og L. Harboe, biskups, at kanseliið frá Hr. Rasmus Winther hevur fingið "Ansggning om en Præsteboligs Opførelse", at tað hevur vidgjørt spurningin, og hevur fingið tilsøgn um møguliga hjálp frå Den kgl. Handels Direction." og frá Niels Ryberg. Spurningurin er í 1784 lagdur fyri kong, og hann, A EEEEE— , Christian den Syvende, sigur i brævi, dagsettum Kiøbenhafn den 12. maj 1784, at: "Conferentzeraad Niels Ryberg har lovet at ville bidrage 1 å 300 rdr. og Directionen for den fær- øiske Handel 200 rdr. til bemeldte Præsteboligs Opbyggelse. Vi og desuden af Vores Skatkammer allernaadigst har tilstaaet 200 rdr. til disse Omkostningers Bestridelse." Kongur sigur í sama brævi seg hava sæð "Tegning og Overslag", ið vísir, at húsini fara at kosta 1479 ríkisdálar. Nógvar tingingar eru komandi árini um, hvør vil veita hjálp til smíðið. Her í stuttum bara, at 1787 skriva Brochenhuus, amtmaður og Balle, biskupur, eina "allerunderdanigst Erklæring” til kongs; millum annað har verður sagt, at: "Deres Majestæt ul sammes Opbyggelse allernaadigst har bevilget 700 rdr. og desuden skiænket Tømmer til Bygningen." Ætlanin var, sum Winther skrivar til Egtved handilsstjóra, 11 Martii 1789, at til "Omkostningernes Bes- tridelse skulde ske Sammenskud af Hans Majestæts Kasse, Handes! Directionen og Confe- rentzeraad Ryberg.” Hvørt sum er, fær hann år skrivi år Keypmanna- havn dagsett 21. oktober 1788, sum Andreas Djur- huus, próstur, kunnger honum 17. juli 1789 boð um; "at der til Præsteboligens Opførelse var foruden frit Tømmer, bevilget 700 rigsdaler.” JATTAN Nu jåttan er fingin, fer Winther til verka beinan- vegin. Hann keypir, tå kirkjan úti á Reyni verður seld á uppboði 1789: "En leer Hakke og noget Steen Sprænge Redskab til Præstegaarden: 21 gylden og 12,5 skind." Farið verður undir at laða grót og smíða í august mánaði 1789. Frá árunum 1798 og til 1791 eru annars rokniskapirnir frá Winther og kgl handli, id gjølla greida frå øllum tilfari, ið nýtt varð, hvørjir arbeiðsmenn vóru og smiðir, løn teirra og at Johannes Poulsen (1728- 1808), tann tiltikni Jóanes timburmadur, var byggi- meistari, sami sum bygdi Havnar kirkju i 1788 i felagi vid Johannes Han- sen, timburmanni (1749- 1819). So mikið langt er komið við smíðinum einaferð í september 1790, at presta- fólkini koma inn at búgva, sigur Andreas Djurhuus, próstur (1783-1814) í brævi frá 28. juni 1791, og frøir seg um, at tað hevur eydnast at fáa rætuligan prestabústað aftur í Suður- streymoy. Al so var prógvar eisini rokniskapur, sum Rasmus Jørgen Winther skrivar undir i Sandegierde den 5. Januarii 1791. ONGAR NÆVUR Sverri Dahl, såli heldur fram: "Andreas Djurhuus vid- merkir tó í nevnda brævi, sum stílað er ul Sufts- Befalingsmand Knuth og Biskop Balle, at húsini tá ikki vóru heilt liðug. Eitt, teir fingu ikki gjørt, var at tekja við nævur, tí at, sum hann og Winther siga í einum gðrum brævi, eingin nævur hevur verið at fáa í handlinum leingi. Tessvegna vóru húsini 0) Síða 11 €, AO viku- SKITTIÓ bert takt við pløgdum borðviði. Sverri Dahl heldur, at hús mega hava staðið frammanundan í Sanda- gerði og at tey hava hoyrt til tvey marka kongsfesuið. Tað sum Winther letur byggja er serstakliga eina serliga langa suðurlon og eina eysturlon uppí húsini. Hesar lonir standa enn næstan óbroyttar, uttan í hvussu er. Hann umskipaði kongs- húsini so, at tey komu at vera vesturlon í presta- húsunum: Tá má hann hava framt broytingar, men at hann skal hava brotið niður bæði tey og úthús, sum Begtrup (prestur 1800-1808) vil vera við, er bæði óvist og lítið eftirfarandi, saman- borið við, at hann sigur, Vinther ongan rokniskap at hava latið, sum ósatt er. Teir eru ul skjals. Rasmus Jørgen Winther doydi i 1799 og er grivin i Kirkjugardinum å Svina- ryggi. Tad er kirkju- gardurin i midbynum. Orð: Jústinus Eidesgaard Myndir: Kalmar Lindenskov Hvat prestagarðurin í Sandagerði skal nýtast til, tá hann er liðugt umvældur er ikki Urtagarðurin í Sandagerði. Fleiri av tréðunum stava frá, tá prestagarðurin varð avgjørt enn. Landstýrið eigur ognina. bygdur fyri 200 árum síðan..