leygardagur 23. mars 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6 r
OS
viku-
SKITUO
Eftir Justinus
Fidi seaard
sldfiðl
?
HUTKHO
drongur skuldi
i ga i kirkju
imdi ella ikki
ganga
um eg
Hetta var
fast hvønn sunnudag, og
tey børn sum ikki vórðu í
kirkju, sluppu heldur ikki
út at spæla, meðan kirkju-
gongd varð hildin. Hetta
var galdandi til vanligar
sunnudagsguðstænastur
pg halgidagar, tá eisini
varð farið í kirkju á kvøldi
yg so sjálvandi føstuguds-
Ænasturnar
Máttmikla kirkjuklokk-
an í Oyndarfirði kundi
irka ógvuliga órógvandi
ri smådrongin, sum í
"ki, tí nú var heil
Var ein ikkt heima, sc
it SKUNda sær til hus
-
ur eimum
Fyri meg virkaði kirkju-
gongdin oftast keðilig
Lestrarnir vóru torskildir
og tíðin gekk seint, hon
gekk tó við, eftir førimuni,
at sita so stillur sum gjør-
ligt, skeita eftir hinum
børnunum og hyggja eftir
onkrum, sum kanska var
stuttligt, kanska onkrum
sermerktum fólki.
Eg var altíð spentur eftir
at vita hvørja bøn deknur
fór at nýta eftir lesturin.
Tvær vóru at velja ímill-
um, onnur var ógvuliga
drúgv, og hin tók onga tíð
at lesa og so sat ein sjálv-
sagt og vónaði, at hann fór
at nýta ta Stytru, men hetta
hendi ógvuliga sjáldan.
Fyri meg sum barn vóru
skírishalgan og páskirnar
keðiligar, fleiri av døg-
unum í kirkju tvær reisur,
og tað var nógv fyri at
ganga sunnudagsklæddur
fýra dagar næstan út í eitt,
tó kom leygardagurin
linnandi ímillum.
Og so var tað eitt sum
eg í míni barnasál ikki
rættuliga skilti, og tað var
kirkjuligi ålmanakkin.
Stutt fyri jól byrjaði
Harrans ár, so komu jólini
Okkara líð
Hugleiðingar um fóstuna, hvussu hon kendist
sum smádrongur og hvussu hon kennist nú
við allari síni gleði um
Jesus føding og gåvum.
Tey vóru ikki meir enn
farin aftur um bak, so kom
enn eitt nýtt år, hvør so
tað átti. Og ein góðan
mánað seinni kom føstan
við lidingarsøguni. Í
mínum hugaheimi var
hann ikki meir enn føddur.
Nú skal Jesus knappliga
doyggja, vit hoyra dag frá
degi hvussu endin
nærkast. Hetta hendir ár
undan ári og vit kenna
leiðina til hansara vissa
deyða og uppreisn. Ein
løgin gongd frá gleði til
sorg, sum aftur endar í
gleði, og páskareggini
rulla annan páskadag.
Hetta vóru nakrar hug-
leiðingar um hvussu hend-
an tíðin kendist sum smá-
drongur. Í dag kann ein
hyggja eftir Hdingarsøguni
við heilt gørum eygum og
eisini fyri at verða eitt
sindur verðsligur, gleða
seg til nakrar frídagar við
góðum mati og hugnalig-
ari samveru saman við
sínum kæru.
I lidingarsøguni er Jesus
uttan kapping høvuds-
persónurin, hví hann
doyði fyri okkum er ein
reinur spurningur um
trúgv og hansara deyði og
uppreisn gevur teim sum
hella seg til kristindómin
vissuna um lívið aftaná
deyðan. Deyðan, sum
menniskjan hevur so ilt
við at góðtaka, og sum
hon ikki sleppur undan,
hvussu fegin hon vil.
Men er lidingarsøgan jú
ikki eisini ein spegils-
mynd av lívinum, manna-
lívinum, í gllum sínum
einfaldni og veldi?
Jesus verður snýttur, av
sínum næstu, Jesus verður
lagdur undir lygnir, hann
verður settur undir sálar-
ligt trýst. Og at enda verð-
ur hann krossfestur.
Krossfest verða vit
neyvan í dag, men harð-
skapur við deyðanum í
finaluni spírar kring allan
heimin.
Heimurin er ikki vorðin
betri í dag, enn hann var á
Jesu døgum.
Her ganga lutfalsliga
eins nógvir farisearar, sum
á Jesu døgum, hóast vit
eru milliardir fleiri íbúgv-
ar á klótuni nú enn fyri
2000 árum síðani.
Hvussu verður gerandis-
dagurin ikki mangan for-
pestaður av vøkrum orð-
um sum ikki halda, av
vøkrum práti, sum bert var
vakurt, einki annað.
Hvussu verður íkki
tosað aftanfyri ryggin,
skotið undir beltið, malið
uttanum kjarnina, fyri at
útseta tað, sum kanska
ikki er hugnaligt at
umrøda, men sum kann
verða altumráðandi fyri at
lívið skal ganga víðari, á
ein nøkulunda sømiligan
hått.
Lokabrøgdini, intrig-
urnar, tær trivast. Gongur
illa hjå grannanum, næst-
anum, so blómar slaturin,
fjødurin gert til fimm gæs,
slaturin mennist til tad
heilt ótrúliga. Og aftanfyri
slaturin, so svårur hann er
fyri tey, hann rakar, har
vaska vit hendur, eins og
Pilatus, tó í dag við ang-
andi ídnaðarsápu.
Eins og Jesus, so skulu
vit gjøgnum lívið. Um vit
trúgva ella ikki, so skulu
vit liva lívið, hvussu
vakurt ella ótespiligt tað
enn kann tykjast. Og fyri
tey sum trúgva, so var líð-
ingarsøgan hjá Jesusi ikki
til fánýtis. Hansara boð-
skapur er greiður:
-Tit skulu liva lívið, tit
verða ikki borin á lógvum,
men eg eri við tykkum á
ferðini.
Ein av okkara prestum
tók nakað soleiðis til í eini
prædiku nú í føstuni.
„Og einastaðni millum
livsbyrjan og deyða livir
Nr. 58 — 23. mars 1991
lívið revasi og
gerandis-
degnum millum tímiligar
lutir og deyðamerktar
livandi verur. Korini eru
so væl kend. Hóast kunn-
leika til teir vegir, lívið
kann snúgva sær eftir, so
er tað so mangan, at vit
verða tikin av bóli. Tað
óvæntaða hendir. Og so
fellur alt tað til jarðar, vit
settu vón og álit á."
„Í slíkum døprum løtum,
tá tunglyndið fer av stað
við sálini, er tungt at liva.
Tad er so vónleyst og
mótimikið, tá ætlanin við
lívinum brestur..."
„Inn í hesar vælkendu
hendingar frá gerandis-
degnum ljóða so orð Jesu.
Lyftið um trúfesti ber, tá
alt annað tykist at fara frá
okkum. Guðs lyfti halda, ti
tað er samljóð millum
Guð sjálvan og tað hann
sigur. Orðini skapa tað
tey nevna.
Fyri mær ber líðingar-
søgan tann einfalda boð-
skap, at hvussu dundrandi
órættvíst lívið til tíðir
kann tykjast at vera, so er
tað hóast alt glottar av og
á fyri framman, og tað eru
hesar glottar vit mega
krøkja okkum fast í og
verða hangandi.
Djúpt niðri úr svrtu
moldini og úr runufyltum
veitum spíra søljurnar.
#%
sirioast vil