Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 59 — 26. mars 1991 Síða 5 HF- og studentaskúlarnir. Hóast trengri fíggjarkarmar Taka inn sum higartil Eingi boð eru komin frá Landsskúlafyrisitingini um at broyta mannagongdina í sambandi við upptóku av næmingum, og tí verður mannagongdin óbroytt HF- og studentaskúlarnir hava higartil tíkið inn allar teir umsøkjararnar, sum lúka treytirnar fyri at sleppa inn. Og tað fara teir eisini at gera í ár, hóast tað verður uppaftur trengri fíggjarliga enn í fjør. - Vit hava spurt um hetta, men einki svar fing- ið, upplýsa bæði Sámal í Skorini og Snorri Fjalls- bak, rektarar. »NOG GOÐ URSLIT« Upptøkumannagongdin er grundað á eina kunngerð frá Landsskúlafyrisiting- ini. Í henni stendur, at um- søkjarar skulu hava >nóg góð urslit« í åvisum læru- greinum. Skúlarnir umsita hesa kunngerð og harvið tulk- ingina av henni. Í stuttum ber til at siga, at hugt verð- ur eftir úrslitunum í før- oyskum, donskum, ensk- um, týskum, rokning/ støddfrødi, og dentur verð- ur lagdur á tey alt eftir hvørja útbúgving ella linju umsøkjarin ætlar sær inn á. ÚTBÚGVINGAR- POLITIKKUR ELLA PENINGUR? Eftir hesi mannagongd hava umleið 10% av um- søkjarunum verið sáldaðir frá. Tann áhugaverdi Spurningurin er so, um teir broyttu fíggjarkarmarnir hava við sær, at hesi tíggju prosentini fara at bólgna. Við gørum orðum: er tað útbúgvingarpolitikkurin, ið ger av, hvør skal sleppa inn og harvið hvat verður játtað av peningi, ella er tað fíggjarkarmurin, sum dikterar útbúgvingarpoli- tikkin, soleiðis at tulkingin av upptøkutreytum verður laga eftir hesum. HELST ÓBROYTT Rektararnir báðir eru á einum máli um, at nú so langt er útliðið koma valla ngkur politisk boð um at tátta í í sambandi við upp- tøkurnar. - Vit broyta ikki manna- gongdina uttan vit fáa tað at vita frá Landsskúlafyri- sitingini, sigur Sámal i Skorini. Tá umsóknirnar eru við- gjørdar og næmingatalið greitt, so mugu rektararnir seta seg at rokna eftir, hvat tað fer at kosta, at reka skúlan; verður raksturin dýrari enn tað, sum er játtað á fíggjarlógini, so verður skriv sent til fíggj- arnevndina um at fáa upp- hæddina hækkaða. NIDURSKURDIR Skúlin vid Gøtugjogv fekk í 1990 játtað 11,7 mió. krónur; hann brúkti umleið 100.000 krónur meira. Í ár eru settar 11,4 mió. krónur á fíggjarlógina til skúlan. Skúlin í Hoydglum fekk í 1990 játtað 19,95 mió. krónur; hann brúkti umleið 350.000 krónur meira. Í ár eru settar 19,32 mið. krónur á fíggjarlógina til skúlan. Sámal í Skorini, rektari við skúlan í Gótugjógv, dugir ikki í løtuni at meta um næmingatalið komandi ár; hann heldur, at eftir teimum tólum, sum hava verið frammi í fjølmidl- unum, so verður talið nakað stórri enn í verandi Skúlaári. Snorri Fjallsbak, rektari í Hoydglum, sigur, at sum hann dugir at meta støduna í løtuni, so fara sjey flokkar út, og níggju koma inn. NEYÐUGT VIÐ STØRRI UPPHÆDD - So tað er givið, at vit fara at senda eitt bræv til = - NYREDONOR figgjarnevndina, men hvussu stóra upphædd vit fara at biða um, ber ikki til at siga í løtuni, sigur Snorri Fjallsbak, ið leggur dent á, at skúlin fær ikki spart meira. - 90% av útreiðslunum fara til lønir, ein millión fer til útreiðslur sum olju, el. 0.s.fr., og eftir er bert ein millión, ið fer til beinleiðis undirvísingar- endamál: bøkur, søvn, tól, pappír, kopiering 0.s.fr. Hendan upphædd varð skorin niður í helvt fyri ári síðani, og verður hon skorin meira, so heldur øll undirvísing uppat, sigur Hoydalsrektarin. ówh TESTAMENTER DODO Upptøkurnar á hægru skúlunum Flestum eftir vild Flestu næmingar fáa ta útbúgving, teir helst ynskja, - í hvussu er tá talan er um studentaskúlanæmingar. Hetta vísir ein kanning, sum Jákup Strøm, lærari í samfelagslæru í Hoydølum, hevur gjørt. Av 440 næmingum í Hoydølum lótu 400 svararkið innaftur. 97,8% svaradu, at teir høvdu sett skúlan í Hoydølum ovast á listan, tá teir søktu. Bert níggju av teimum 400 vildu heldur havt verið onkra aðrastaðni; av teimum høvdu triggir sett hand- ilsskúlan ovast á ynskilistan. 327 næmingar ella 82% søktu í Hoydalar, tí teir hava ætlanir um at brúka útbúgvingina sum lopfjøl til hægri útbúgving; 50 næmingar ella 13% høvdu søkt í Hoydalar tí teir ynsktu at fáa eina almenna, bókliga búgving. 292 næmingar ella 73% av næmingunum høvdu tikið fráfaringarroynd úr 10. flokki. 264 næmingar ella 66% hildu eisini, at tað rættasta er at krevja, at umsøkjarar skulu hava tikið 10. flokk, áðrenn teir vera tiknir inn á skúlan. Av teimum 264 vóru 80 næmingar ella 20% av 400, sum hildu, at tað rættasta var, um umsøkjarar harumframt høvdu verið í vinnu í eitt ár, áðrenn teir vórðu ukinir upp. ówh Krevja meira utbugving Yrkisfelagið hjá studenta- skúla- og HF-lærarum er við at orða krøvini til nýggjan sáttmála Yrkisfelag Studenta- skúla og HF-lærara hevði ársaðalfund leyg- ardagin. Hetta felag velur ikki nevns, eins og onnur nar eru ikki av enn. Ein sáttmáli er tó meira enn ein spurning- ur um løn, og felagið hevur ti eisini onnur krøv at seta fram. Hesi gera á aðalfundi. Tey krgv eru heldur ikki lið- hava eina aðra valskip- = ugt orðað. an. Høvudskravid í ár Fundurin samtykti = verður at fáa rætt til eft- m.a. tvær yvirlýsingar, irútbúgving, sigur John baáðr um hølisvidur- Mortensen, formaður í skifti. Onnur um skúlan, = yrkisfelagnum. iðsamtykteratbyggjaá = Annars fer felagið at Kambsdali. Felagið vil krevja ræu til samráð- hava henda skúla bygd- íngar í sáttmálaskeið- an nú. Hin yvirlýsingin num fyri at tryggja seg snýr seg um vánaligu móti lønarmissi orsakað hølisvidurskiftini í Suð- avpríshækkan,og felag- uroynni. ið vil eisini hava nakað Sáttmálin hjá yrkis- afturfyri tær príshækk- felagnum gongur út 1. anir, sum hava verið august. Lønarspurning- síðan. galdandi såttmåli urin hevur felagið felags = varð undirskrivaður samrådingarum viðgðr- 1989. um feløgum. Tær mill- umfelags samráðingar- | | | A randi V4-tølini i dråtti nr. 885, t. 23. mars 1991 Tølini: 85 — 37 — 49 — 51 — 98 — 90 — 95 — 16 — 59 — 41 — 71 — 74 — 1 — 97 — 5 — 78. | Í Vinningur: 165.550,- kr. | Vinnarar: Triggir, ein ur Tørshavn, ein ur Klaks- vík, ein av Argjum, sum hver fær 55.183.- kr.