týsdagur 26. mars 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 59 — 26. mars 1991
áður fekk hópin av fiski,
ja, so hevur onkur verið og
„stolið“ fiskin ella grópað
feðina hjá fiskinum burt-
ur. Fiskimaðurin gloymir
her — og einki ringt sagt
um tað — ofta tað týdn-
ingarmesta: At bæði fisk-
urin og feðin hjá honum
svimur.
Undir ellum umsteðum
er einki at ivast í at årinini
av fiskiskapi á teir ym-
isku fiskastovnarnar eru
»sum ein dropi í havinum«
ímóti árinunum av
nevndu náttúrubroyting-
um. Tí tori eg eisini at
siga, at skipanin við upp-
høggingarstudlinum er
óivað ein hin stersta dára-
gerð, ið nakrantíð er
framd á hesum landi.
Skipanin er framd sum
eitt úrslit av einum ýlikóri
skipað av Fiskivinnu- og
Fiskirannsóknarstovuni
saman við onkrum »ongul-
i-reyv«-fiskimonnum. Ylir
tu nog leingi og nog hart
og hevur tú har afturat
slitið reyvuna á skúla-
bonki í útlondum eini 3-4
ár og fingið eitt feitt al-
ment starv, so er tú longu
ýli-serfreðingur. Tað und-
arliga er, at tað tykist
hava lítið og einki at siga
hvat tú ýlir fyri ella ímóti
(trolveiðu, línuveiðu,
skeljaveiðu o.s.fr.), tað
týdningarmesta er at tú
ýlir so politikarin hoyrir
teg.
Júst í hesum degum
uppliva norskir fiskimenn
tílíkar negdir av stórum
toski, lodnu og nú eisini
sild, ið eingin áður veit um
at siga, og tað av árgang-
um, ið fiskifreðingar
segdu vóru heilt »mis-
eydnadir«. Men gakk —
norsku ýlikórini høvdu
longu syrgt fyri at kvotur-
nar vórðu so smáar, at
skip hús og heim nú fara á
húsagang, meðan havið
kókar av fiski uttanfyri
stovudyrnar.
Í gomlum skjølum frå
Norður Noreg kunnu vit
lesa um fiskimannin, ið
byrjaði við einum húki
gjørdur úr jarni (áður varð
bert nýtt beinhúkar).
Hann varð hongdur, tí
sama árið varð fiskaloysi.
Vit kunnu eisini lesa um
hann, ið byrjaði við gern-
um — hann varð av somu
orsek dømdur at fara í út-
legd. Í nýggjari tíð eydn-
aðist tað ýlikórinum í 8 ár
at banna strandfaraskip-
ini (»Hurtigruten«) at
sigla til Lofoten i bestu
fiskiti har (jan./apr.). Og
soleiðis kundi tú hildið á-
framt. Men hvat? — Vit
hava jú druknað »heksir« í
Feroyum áður, og um vit
nú vegna aðra pátrúgv í
staðin fyri heksirnar
heggja upp tey gomlu
fiskiskipini og geva út-
lendingum tey nýggju. so
er tað hóast alt frægari —
ella hvat?
Tað eru bert 25-30 ár
síðani vísindin fann fram
á toluliga haldgóðar
hættir at máta uppruna-
framleiðsluna í havinum,
og enn er henda vitanin
ógvuliga óviss, serstak-
liga tá tað snýr seg um
árinini av upprunafram-
leiðsluni á tey ymisku
stigini í fødiketuni.
Alt eg havi sagt her um
fødiketur og uppruna-
framleiðslur er i dag
»pensum« i fólkaskúlan-
um, so óneyðugt skuldi
verid at endurtikid tilikt,
men eyðsæð kann tetta
ikki hava verið »pensum«
hjå okkara politikarum, ti
hvat uppliva vit i hesum
døgum? Ju, øll veida å
Føroya Banka er nú bann-
ad fyri at geva toska-
gýtingarstovninum frið —
og alt gott sagt um tað,
men so steðgar eisini lo-
gikkurin upp, tí sam-
stundis verður bannað at
veiða hemara á sama
grunni. Hemarin kann so-
statt ótarnaður fylla seg
við ellum tí gýtingartoski
honum lystir, tí okkara
politikarar hava enn ikki
lært at fyri hverji 1000
tons av hemara, vit kundu
havt fiskað her, kunnu vit
kanska fiska nærum
10.000 tons meira av
toski, hýsu og upsa!
Skulu vit fremja at-
gerðir fyri at varðveita
toska-, upsa- og hýsu-
stovnin, so hevði tað verið
skilabetri landsbúskapar-
liga at >premierað< hem-
araveiðuna enn td. at
veita uppheggingarstuðul
til elligomul skip, ið
kanska fiskaðu 3-400 tons
av fiski við toskaskræðu
árliga. Henda veiðinegd
svarar til umleið tað sum
50 tons av hemara hava
TT
350 MILL. TONS PLANTUPLANKTON (PHY-
TOPLANKTON) UM ÁRIÐ.
s{ |
Á JA
40 MILL. TONS ÆTI (ZOO- N UZ
PLANKTON) UM ÁRIÐ. =
"1 rr
Fa | >>
10 MILL. TONS FISKUR OG SKELJAFISKUR <>
UM ÁRIÐ.
MESTA VEIÐA Á FØROYALEIDINI Í DAG:
UML. 300.000 TONS.
Jú
xe
fe
Ag
Síða 11
kulkað í seg.
Spyrt tú okkara politik-
arar um orsekina til skila-
leysa bannið at veiða hem-
ara á Feroya Banka er
svarið: »Yvirfyri eðrum
fiskivinnutjóðum, ið vit
hava samvinnu við, er tað
nógv lættari at grundgeva
og fáa samtykt eitt bann
av allari veiðu á einum
åvisum øki«. Hverjum eru
vit bangnir fyri her? Eru
tað teir russisku og
norsku svartkjaftatrolar-
arnir? Hava russar og
norðmenn ikki fiskifrød-
ingar, ið vita at hemarin
er ein av havsins sterstu
ránsfiskum?
Nei, sannleikin er helst
nógv nærri hann, at vit
eru nakrir vatnknokkar,
ræðuskítar og vingliskølt-
ar, tá tað snýr seg um at
verja føroysk vinnuáhuga-
mál yvirfyri eðrum tjóð-
um, meðan vit ikki smæð-
ast við at skræða matin úr
munninum hjá okkara
egnu, og gongur tað ikki,
so eru altíð fjølmidlarnir
fúsir at opna hurðarnar
fyri teimum, ið ýla mis-
troysti niður í fólkið, so
allur nýggjur framtaks-
hugur brátt fánar burtur í
einki.
Við tí makt-skipan vit
hava í dag í fiskivinnuni,
og soleiðis sum hesi somu
makt-menniskju hugsa og
fremja sínar áskoðanir —
um tær so er rættar ella
órættar, so koma vit ikki
úr tí ørvitis naggatødn vit
eru komin í, fyrr enn vinn-
an sjálv (Fiskimannafelag-
ið, Reiðarafelagið, Skip-
arafelagið, Fiskavirkini/
Fiskaselurnar o.s.fr.) tek-
ur sær um reiggj og setur
royndan fiskifreðing og
royndar fiskimenn, ið
kunnu verja áhugamál
teirra, ið ynskja at land og
fólk skal blóma aftur.
Japanarar siga at tær
mongu búskaparligu
kreppurnar í Vesturheim-
inum hava sína orsek í at
vinnulívið hevur gloymt 5
sera týdningarmikil orð.
Hesi eru: Loyalitetur,
samstarv, åbyrgdar-
kensla, álit og samljóð.
Okkurt at hugsa um?
Góðar påskir!
Tormóður Dahl
3
8
£
Fl
z
=
E
t
x
#
;
£
Vit hava eitt stórt úrval av brúktum -
eykalutum til bilar. Er tað okkurt, vit ø
ikki hava á goymslu, so útvega vit LI
tað. -
:
E
K
6
>
B
E
6
*
E
=
=
=
z
#
Vit gera eisini smærri bilumvælingar.
Tlf. 16190 4 å Heygnum Mikla
Utlicitering
Målaraarbeidi i
Kommunu-
skúlanum i Gøtu
Gøtu kommuna bjóðar hervið innandura
málaraarbeiði út í almenna licitatión.
Arbeiðið fevnir um:
Somuleiðis vindeygu v.m.
Arbeiðið er ætlað at verða útfært í
summarfrítíð skúlans. Tilboðini skulu
vera Gøtu skúla (Auluni) í hendi mána-
dagin tann 25. apríl 1991, kl. 16.00, har
teir, ið boðið hava, kunnu vera hjá-
staddir.
Tilboðsmateriali kann fáast ímóti einum
bankadiskonteraðum kekki á kr. 1.000,-.
Tilfar kann bileggjast á tlf. 41667, Sørin
S. Djurhuus, Nordragøtu, ådrenn tann
4. april 1991.
Gøtu kommuna,
FR-510 Gøtu
ósanna