mikudagur 27. mars 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahi
Krisjan Dahi
Kalmar Lindenskov
Fyritaksstjóri
ljósmyndari
Gleðiligar
páskir
FOROYINGAR flestir hava
enn tann góða siðin at ynskja
vinum og kenningum einar
góðar páskir. So man eisini
fara at vera til hesa halguna.
Vit vita tó, hóast ynskini eru
eins vælmeint sum undanfar-
in ár, at væl truplari verður
hjá mongum at hava einar
góðar páskir í víðum verðslig-
um týdningi, tí nógv heim
hava ikki havt líkinda saman-
hangandi inntøku í drúgva tíð
og útlitini fyri bata í so máta
eru ikki tey bestu.
EINS og vit fegnast um góða
fiskiskapin seinastu dagarnar
og hartil góða prísin, stúra vit
sanniliga eisini fyri tí degi, tá
uppfiskað verður, tí skulu há-
marksveiditølini haldast,
røkkur tad ikki årid ut.
HVAT so er til råda at taka,
veit eingin rættuliga, men ålit
okkara verður at seta til tey
-
&
ME SOSI aley - A
RS $
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith -
Dagny Joensen - Ólavur W. Hegnesen -
Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard
Útgevari: — P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosiaturin
Prent: P/f Pressan 1981
vinnuligu tiltøk, sum fråbod-
að hava verið. Alivinnan er,
hóast álvarsligar fíggingar-
trupulleikar, helst ein av
frægastu glottunum, men vit
biðja øll til, at gongd skjótt
fæst á virkingina av innflutt-
um fiski. At okkurt verður
roynt í so máta vita vit, men
enn er ov lítil gongd komin á,
so spennandi verður at frætta
um úrslitini í so máta frá teirri
virkisleiðslu, sum í hesum
døgum hevur verið á ferð í
Alaska í hesum grindum.
RINGT er at seta ov stórar
vónir til tað, ein ikki við vissu
hevur, og um ætlanirnar við
innflutta ískoytisfiskinum
fara at halda, vita vit ikki,
men allur doyur má og skal
leggjast á henda møguleika.
Vit vita ikki við vissu, um hes-
in fiskur er til, men vit vita, at
víðari útflutningur av hesi
vøru helst verður strangari
tollaður eitt nú á EEC-markn-
aðinum. Men hóast tað er
hetta helst einasti »stutt-
skygdi« møguleiki til at fáa
"pf
ÆI CA RE
fleiri hendur aftur í arbeiði.
VIT, sum minnast vánaligu
fimtiårini og byrjanina av
sekstiárunum, minnast eisini
longu rødirnar av bíðandi
lossingar- og landingarmonn-
um, sum í vónini um at fáa ein
dag ella báðar tveir, trúliga
lógu framvið hvørja ferð skip
legði at bryggju. Bíðingin var
eitt, meira eyðmýkjandi var
at verða umlopin, tá formað-
urin gekk ta tungu gongd
fram við hesum arbeiðsfúsu,
men bert kundi velja nakrar
fáar burturúr.
HETTA vóru viðurskifti, vit
valla vildu bjóðað fólki í dag.
Men hugsa vit okkum bert
eitt lítið sindur um, so er íkki
langt frá, at sama skipan enn
er galdandi í hesum okkara
arbeiðsfátæku tíðum. Munur-
in er bert, at nú er formaðurin
skiftur út við tað skrivstovu-
veldi, sum, um hjálp skal veit-
ast ngkrum sambært reglu-
gerðir v.m., nærum má venda
ranguni út á fólki.
Bústaður: Argjavegur 26
Telefon:
Hava
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
14720
Argir
11820 Telefax:
FREMSTA påskaynski okk-
ara fyri land og fólk skal ti
vera, at vit í fyrsta lagi fáa
eina virðiligari stuðulsskipan
fyri okkara ov mongu tómu
hendur, at gongd kann fáast
á aftur á hesar hendur og at
vit hvør í sínum lagi vísa
neyðuga tolið og viljan til í fe-
lag at bera tær byrðar, ið
summi í dag knógva meira
undir enn onnur.
TAÐ skæra ljósið, ið birtist
um heimin hin páskamorgun,
hevur alt síðan hildið lív í vón
okkara um ein betri dag.
Gævi tað hesar páskirnar var
so, at tær viknandi vónir
teirra mongu, sum í hesum
vánaligu tíðum hava hórað av
hesa virkisniðu, aftur birtast
til livsjåttandi og mennandi
yrki — fyri oll.
Í iva
Dimmalætting nýtir eitt-
hvert høvi til at sannføra
føroyingar um teir ovur-
stóru fyrimunir vit fáa sum
EF-limir. Blaðið skrivar
m.a. í oddagrein í gjár:
Tá ið á fyrsta sinni spur-
ningurin um at velja
ímillum limaskap í Felags-
marknaðinum ella at vera
framvegis í Frihandils-
marknaðinum tók seg upp
í Noregi, vísti seg eingin
ivi at vera um har, at
meirilutin av fólkinum av-
gjørdur var fyri ikki at
fara upp í Felagsmarknað-
in.
Hetta at Noreg tók hesa
stóðu kom eisini at ávirka
stóðu føroyinga, ti at vit,
um vit tóku aðra stóðu enn
Noreg, kanska vildu missa
framíhjá rættindi okkara í
norskum sjógvi, so løg-
tingið valdi ikki at lata
spurningin um limaskap í
Felagsmarknaðinum út til
fólkaatkvoðu; sum gjørt
var aðrastaðni.
Tala Dimalættingar og
Sambandsfloksins er
greið. Noreg valdi ikki at
vera limur í EF, og hetta
ávirkaði støðu føroyinga.
Nú tykist Noreg at vilja
sleppa sær upp í felags-
marknaðin,- ja so er tað
greitt, at eisini føroyingar
áttu at sloppi sær inn í
"hitan". Vit ivast. Men
Dimmalættin og Sam-
bandsflokkurin ivast ikki.
Eisini vansar
Ein av teimum mongu og
heitu talsmonnunum fyri
EF-likmaskapi føroya
innan leidslu Sambands-
floksins er Trygve Gutte-
sen. A landsstevnu flok-
sins herfyri taladi hann
søku EF's. Rødan var
endurprentad i Dimma-
lætting og hagani loyvdu
vit okkum at taka okkurt
brotið og gera onkra vid-
merking. Vit førdu fram,
at tá ein flokkur er so
altráður eftir at Føroyar
gerast limur í EF má hetta
vera tí at hesin sami
flokkur heldur, at vit einki
nytta at standa uttanfyri. Í
Dimmalætting í gjár hevur
Trygve Guttesen aftursvar:
Er ta kanska av berum
máttloysi, at Svóríki nú vil
søkja um limaskap i EF?
Var tad kanska eisini av
máttloysi, at danski Jav-
naðarflokkurin gjórdi alt
fyri at fáa danir við í EF?
At huldumaðurin, vegna
Javnaðarflokkin, letur
skilja, at vit fáa stórri
ávirkan uttanfyri enn
innanfyri, mega vit bera
yvir við, men hví ikki
upplýsa lesaran um
hvussu prosentvísa ávirk-
anin verður lutað land-
anna millum, og hvussu
tey smáu í felag kunnu
ávirka.
I ti føroyska Javnaðar-
flokkinum finnast organi-
seradir limir, sum ganga
inn fyri EF limaskapi eins
og summi gera
åtti Sosialurin at birt
uppundir eitt sakligt orða-
tað í
Sambandsflokkinum, og ti
skifti um fyrimunir og
vansar vid EF limaskapi,
heldur enn at bidja huldu-
mann leggja kjakid undir i
runu.
Líkinda samanbering má
sigast at vera at sammeta
Føroyar vid Svøriki og
Danmark. Hetta sigur ikki
so lítð um hvussu væl
undirbygdur EF-politikk-
urin hjá Sambandsflokk-
inum er.
At tosa um ta åvirkan
smålond hava og fara at
hava i EF kann Sambands-
flokkurin gera so leingi
honum lystir. Vit ivast i
hesi åvirkan. Vist kann
vera til tað umboð fyri
útjaðaratjóðir, sum eru
limir í EF. siga um sína
stóðu innatyri felagsskap-
in.
Tá Trygve Guttesen
mælir Sosialinum til at
lýsa bæði fyrimunir og
vansar við EF-limaskapi
kunnu vit bert viðmerkja,
at Sosialurin mótvegis
Dimmalætting umframt at
hava víst á fyrimunir eisini
eisini hevur víst á vansar.
Og teir eru ikki so fáir.
hjálp
fyri
neyðini
Varabýráðsformaðurin í
Havn Lisbeth L. Peter-
sen, sum eisini er
løgtingslimur fyri Sam-
bandsflokkin skrivar í
Dimmalætting um
almannapolitikk. Hetta
átti jú eisini at verið
hennara gki, tí hon er
eisini forkvinna í
Sosialu Nevnd í Tórs-
havnar Býráð.
Politikkur og mál
Sambandsfloksins á al-
mannagkinum er m.a. at
tey, sum hava hjálp fyri
neyðini, skulu fáa
stuðul og viðgerð, ið
ikki stendur aftanfyri
hana, sum fæst í hinum
Norðurlondum.
Lisbeth finast at
almennu nytsluni å
ymiskum økjum. M.ø.
vidvikjandi yvirtøkum
og bergholum sum
skattgjaladrin skal
gjalda.
Men hvørji vóru
sparirådini hjå
sambandinum tå alt i
hesum landi tóktist at
bera til? Fleiri tunnlar
undir Skålafjørdin.
Flogvgll í Eysturoynni.
Og sum
varabýráðsformaður í
Havn vildi hon eisini
hava flogvøll á
Glyvursnesi. Hetta vóru
Spariuppskot við lit.
Og hvussu vid ti
almannapolitikki hon
sjålv stendur fyri i
Havn. Her gjarar hon út
vid millum 8 og 9
miljónum um árið av
barnaansingarkontoini
til tey, sum als ikki nýta
barnagarðar og vøggu-
Stovur. Ikki eiti á
sparing.