mikudagur 27. mars 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 60 — 27. mars 1991
= ==
Einki nytist at vera til
hindurs fyri, at Jo-
hannes Berg persón-
liga kann bjóða uppá
og keypa ognir úr
trotabúnum hjá P/f
Johs. Berg v. Johs.
Berg o.g., P/f Berg
Motors v. Johs. Berg
0.Ø., Faroe Car v. Johs.
Berg 0.Ø., P/f Finans v.
Johs Berg o.g., P/f Bil-
service v. Johs. Berg
0.Ø. og Eysturoyar
Bilasgla v. Johs Berg
0.ø. Heftir hann ikki
persónliga í so stóran
mun, at hann ikki er
gjaldførur, so stendur
tað honum eins frítt og
ødrum at keypa úr
búnum
Halgir W. Poulsen, bústjóri:
Bilarnir seldir
fyri hægsta bod
Løgfrødiliga eru Johannes Berg persónliga og hvørt av hans-
ara egnu partafeløgum at rokna sum sjálvstóðugir og óheftir
hvør av óðrum. Tí er tað einki, ið forðar Johs. Berg persón-
liga at bjóða uppá ognirnar í sínum egnu trotabúgvum
Teir nógv umtalaðu 76
bilarnir, ið Johannes Berg
selir munandi bíligari enn
aðrir bilar kunnu fáast fyri,
eru keyptir úr parti av
trotabúnum hjá sama Jo-
hannesi Berg, nevniliga P/f
Berg Motors.
Sambært Johannes Berg
hevur hann keypt bilarnir
av berari vælvild mótvegis
Føroya fólki. Johannes
Berg heldur, at >at hann
við at keypa bilarnar skal
geva Føroya fólki høvi til
biliga at útvega sær sær
ein bil, tí tað er eingin
annar uttan førefingar, ið
skulu hava ágóðan av eini
slikari fyrimunssølu«,
upplysti hann fyri Dimma-
lætting 16. mars.
FRÍ KAPPING
- Bilarnir eru lýstir til sølu
í Dimmalætting av okkum,
sum umsita búgvið vegna
áognararnar, og tað vil
siga, at teir eru fingnir fyri
hægsta boð í kapping við
aðrar, sigur Halgir Winther
Poulsen, advokatur, ið er
annar av bústjórunum; hin
er Páll Nielsen, advokatur.
Nógv hevur verið tosað
um, at partafeløgini hava
verið 'tømd”, áðrenn tey
vóru rend á húsagang. Eru
greiðar ábendingar um, at
avgerðir í fyritøkum eru
tíknar við beráddum huga
fyri at fáa pening burturúr
føstu ognunum, so er
heimild við dómi at broyta
avgerðir um keyp, sølu,
gávur, lønir 0.2.
IKKI EYDSÆDDAR
VIRDISTØMINGAR
Slikar avgerdir yngri enn
tvey år kunnu broytast,
men tad er ikki serliga
vanligt, at tað verður gjørt.
Halgir Winther Poulsen
upplýsir, at bústjórarnir
enn ikki eru komnir so
langt, at spurningurin kann
svarast.
Ein onnur upplýsa fyri
Sosialinum, at tað helst
ikki er talan um beinleiðis
"tømingar' av teimum seks
partafeløgunum, sum Johs.
Berg sjålvbodin koyrdi å
húsagang, eftir at bil-
marknaðurin var rapaður.
Síða 3
FELAG OG
EINSTAKLINGAR
HVØR SITT
- Tey seks partafeløgini
hava hvørt sin roknskap,
og klåra tey ikki hvørt i
sinum lagi sinar skyldur,
so er ein lógligur útvegur
at senda tey á húsagang,
sigur keldan. Tað forðar
ikki fyri at einstaklingur,
te. í hesum føri Johannes
Berg, sum hevur verid
partaeigari, bjóðar uppá
ognirnar hjá trotabúðnum:
í so máta er hann løg-
frødiliga púra óheftur av
sínum egnu partafeløgum,
og heftir hann ikki per-
sónliga fyri skuld hjá
partafeløgunum., so stendur
tað honum eins frítt og
ødrum at bjóða uppá ogn-
irnar.
Tey seks partafeløgini,
sum eru farin á húsagang
eru: Johs. Berg, Berg Mot-
ors, Faroe Car, Finans, Bil-
service og Eysturoyar
Bilasgla.
ówh
Frá einum av vælvildarmonnum okkara
hava vit fingið áhugavert og hartil dygdar-
gott yrkingatilfar, sum vit í komandi degun-
um fara at prenta undir hesum teiginum
ávikavist mikudag og leygardag.
Talan er um egnar yrkingar eins væl og
týðingar — bæði verðsligar og andaligar.
Hóast vit hava mælt til annað, so hevur
hesin fróði yrkjari og týðari bestan hugin til
at vera ónevndum, men vit ivast ikki í, at
teigurin fyri tað verður okkum øllum til
stersta frægd og uppbyggingar.
Verandi seinasta blað undan páskum og av
tí at vit ikki koma aftur fyrr enn mikudagin
eftir páskir, prenta vit í dag niðanfyri stand-
andi yrking og aðrastaðni í blaðnum yrking-
ina »påskalj6d«.
Lat við kvøl meg
krossin verja
Komin á hin síðsta fundin
stóð við krossin sorgarbundin
móðir har, ið sonur hekk,
og um allan Ennistaðin
henda minnisríka dagin
eggjabrandur bitur gekk.
Halga móðir, mær hin besta,
mundi kveld í hjartað festa
sonur tín, sum doyði har.
Hann hin reini og hin mildi
fyri meg Hann doyggja vildi,
veita pláss í himni mær.
Háð og spott og høgg meg sær,
eg til krossin glaður fari
fyri sakir sonar tín.
Birt mær eld og ást í barmi,
gev mær megi, so eg armi
óttist ikki dómin min.
Lat við kvøl meg krossin verja
móti teim, ið á hann herja,
so eg njóta kann Hans frið.
Til eg liggi undir moldum
lýsi ljós Hans mær á foldum —
lýsi inn í deyðan við.
Katólskur
Amnesty International,
Fereya Delld:
Skrivstovan í Vágsbotni er opin månadag, miku-
dag og fríggjadag kl. 11-16. Tlf. 15816
Høllin á Hálsi
Nú hondbólturin er givin og fótbólturin
fer út, er møguleiki hjá fyritøkum og ein-
staklingum at fáa venjingartímar.
Tlf. 11475
millum kl. 14.30-18.00