mikudagur 27. mars 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 60 — 27. mars 1991
Langa friggjadag kl. 17.30: |
Vikivaki
Atli Heimir Sveinssons TV-opera, eftir
skaldsøguni Vikivaki hjá Gunnar
Gunnarsson, er fyrsta operan í Íslandi.
Verkið er umbiðið, skræddaraseymað til
miðilin. Fleiri norðurlendsk lond luttaka,
bæði fíggjarliga og við fólki. Úr Íslandi
kemur evnið, tónleikurin og megin-
parturin av leikarunum og sangarunum,
og verkið er innspælt í Íslandi.
Danmarks Radio Symfoniorkestur og
kamarkór luttaka undir leiðslu av finska
dirigentinum Petri Sakari, sum er >chef-
dirigentur< í Reykjavík. Úr Finlandi
koma leikstjórar, scenografur, fotografur
0.0. Klæði og skortar koma úr Noregi.
Vikivaki er ein nýmótans spekilsis-
sega, eitt gåtuført spæl, sum flytur seg
millum dreym og veruleika. Orðið
Vikivaki er heiti á einum íslendskum
ringdansi.
Langa fríggjadag kl. 21.15:
Tað farna var
ein dreymur
Axel Nielsen, sum hann æt áðrenn
hann fekk sær navnið Sandemose
„Morð, kærleiki og øvund er tað einasta,
ið loysir seg at skriva um«, hevur Aksel
Sandemose einaferð sagt.
„Tað farna var ein dreymur« er um ein
stóran rithevund, men eisini um eitt
kensluríkt sinni, sum ofta viðger evni,
sum eru hinumegin tað vanliga.
Sendingin um Aksel Sandemose er tí
ikki ein lýsing av einum menniskja frá
foðing til grev. Men ein ferð inn í eitt
menniskja, sum var á markinum til >tað
normala«.
Norski rithøvundurin Espen Haa-
vardsholm luttekur i sendingini.
Jørgen Melgaard og Per Mossin leggja
sendingina til rættis.
Påskaaftan kl. 17.30:
Side by Side
Í hesum sjónleikinum luttaka: Ulla
Henningsen, Birgitte Raaberg, Flemm-
ing Enevold og Hans Otto Bisgaard.
Amerikumaðurin Stephen Sondheim
hevur skrivað allar sangirnar.
Páskaaftan kl. 20.30:
»Gott kvøld!«
Hesaferå roynir tann 20 åra gamla Berit
Joensen úr Sørvågi seg við mikrofonini
framman fyri upptekutólunum. Um-
framt prát og tónleik í studio síggja og
hoyra vit frásagnir, sum eru festar á
band frammanundan.
Páskaaftan kl. 22.15:
Jack Lemmon
5 Á
Í 1976 og aftur í 1990 hitti Annett Wolf
kenda amerikanska sjónleikaran Jack
Lemmon.
Í hesi sending skulu vit hoyra um
meiningar hansara — tá og nú — um ar-
beiði hansara, privatlívið og hvussu hann
hevur tað saman við pápa sínum.
Páskadag kl. 19.55:
Manna millum
Í sendingini hoyra vit um tilburðin, tá 25
fiskagentur í Porkeri vóru um at drukna
á vánni.
Vitjað verður í vakstrarhúsinum hjá
Karl Hera Joensen í Klaksvík, har norð-
oyingar fáa hevi at leita eftir páskaliljum
og páskaeggum — tó bert í ein minutt.
Prátað verður við fyrrverandi sóknar-
prestin Torkil Beder um páskahegtíðina
og broyttar siðir.
Sjónbandaleg eru eisini á skránni.
Páskadag kl. 20.30:
Svimjigentan
Opera og svimjing eru vanliga hver sær.
Men í hesum filminum frá 1945 eru bæði
við. Heimskendi Wagner-tenorurin, Lau-
ritz Melchior, sum í ár hevði fylt 100 ár,
er saman við svimjistjørnuni Esther
Williams. Meðan hon svimur, syngur
hann
Sjónvarp Føroya
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum
2. páskadag kl. 15.05:
Húsið hjá Louisu
da. leikur
BN á
4
Preben Neergaard og Ghita Nørby
Louisa (Ghita Nørby) hevur havt nerva-
åfall. Tå i3 hon kemur heim til mannin
hjå sær Henry (Preben Neergaard), er alt
broytt. Nýtt innbúgv, nýggjar myndir
osfr. Og okkurt legið hendir millum
Henry og partamenn hansara i fyritøk-
uni (Poul Bundgaard og Louis Miehe-Re-
nard).
Hesin danski leikurin er frá 1977 og
tann seinasti hjá Leif Panduro.
2. páskadag kl. 20.00:
Ein útróðrartúrur
Í sendingini hittir Zacharias Hammer
Poul Veihe úr Porkeri. Hann greiðir frá
einum útróðrartúri, har 16 bátar úr bygd-
ini komu í ódnarveður, og var tað eitt
satt undur, at allir komu aftur at landi í
ellum góðum.
Í sendingi hoyra vit eisini Palla á
Heyggi syngja tveir danskar sangir, ið
vórðu nógv sungnir fyrst í tríati árunum.
2. páskadag kl. 20.30:
Girl Happy
Hetta er ein amerikanskur filmur. Tað er
Elvis Presley, sum spælir ein poppsang-
3 fødingardag sin
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist å tif. 15616
ari, sum skal ansa eftir einari, sum lesur,
(Shelley Fabares) i frítíð hennara. Påpi
hennara er nåttklubba-vertur og arbeiðs-
gevari hjå Elvis, og man hann ikki eisini
fara at verða verpåpi hansara?
2. páskadag kl. 23.10:
Seint kvold
Sending um eysturríkska listamálaran
Gustav Klimt og vinkonu hansara
Emilie Floges og um ávirkan teirra á list
og móta frá Wien.
Síðani ein sega um ein málning frá
1800-talinum.
Týsdagin kl. 21.10:
Spektrum
Ein sending um teknikk og vísind. Í juli
mánaða í 1990 róði Stig Jepsen frá Lyng-
by seg til heimsmeistaraheitið í próv-
tøkuuppgåvu síni — einari kano, bygd á
granskingarcentrinum í Rise.
Hosdagin kl. 21.20:
Trubadururin - Opera
Placido Domingo á palli í sambandi við
Tann 21.1. í ár fylti Placido Domingo
fimti, og í kveld skulu vit hoyra henda
kenda sangaran í operaini Trubaduren
eftir Verdi. Herbert von Karajan stjórn-
75, ar, og upptøkan er ein ævigur klassikari
millum sjånvarpssendingar