mikudagur 27. mars 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 60 — 27. mars 1991
Hósdagin kl. 0.00:
WKRP in Cincinnati
WKRP skal vera sponsor til eina rock-
konsert, og ein vinmaður hjá Arthur
Carlson lovar at fáa ein enskan bólk at
vera við, tí hann kennir teir. Hetta eru
punkarar, sum kalla seg »Jordens af-
skum«, og teir ferðast nú í USA. Tá ið
teir koma til WKRP verða tað Venus
Flytrap og dr. Johnny Fever, sum skulu
taka sær av teimum, men tað verður ikki
so einfalt
Langafríggjadag kl. 20.03:
Masada
==
$ 3
Peter Strauss, David A. Block og Giulia
Pagano
Am. sendireð i 4 pørtum frå 1981 — bygd
å skaldsøgu hjå Ernest h. Gann. Hesin
søguligi leikurin snýr seg um stríðið um
Masada, eina borg í oyðimerkini við
Deyða havið.
Barbara Carrera og Peter O'Toole
Langa fríggjadag kl. 21.48:
The Wrong Arm of
The Law
Enskur filmur frá 1962. Pearly Gates er
oddamaður hjá nekrum ránsmonnum.
Men nú hevur hann fingið trupulleikar.
Tí hverja ferð, eitt rán er framt, kemur
legreglan og tekur alt frá teimum. Pearly
uppdagar skjótt, at talan er ikki um veru-
ligar legreglumenn, men um aðrar ráns-
menn. Hetta merkir, at hesir vita um
Pearly og teir. Pearly ger eina avtalu við
Scotland Yard. Saman við einum løg-
reglumanni leggur hann eitt stórt rán til
rættis og vónar at hinir fara at frætta um
tað. Men hesu ferð verður tann veruliga
løgreglan á staðnum — og umframt hev-
ur Pearly sínar egnu ætlanir
Peter Sellers spælir Pearly Gates.
Páskaaftan kl. 16.00:
Goldilocks and the
Three Bears
Ein sjónvarpsleikur um eina lítla gentu,
sum kemur heim til eina bjarnafamilju,
har eingin er inni. Hon royndarsmakkar
matin hjá teimum, roynir stólar og seng-
urnar, men so koma bjarnirnar og gentan
flýggjar ræðslusligin... men segan er
ikki liðug enn.
Páskaaftan kl. 17.00:
The Young Riders
Young Riders
Ein maður, Hawkes, er oddamaður hjá
nekrum monnum, sum berjast fyri at fáa
politiska ávirkan. At vinna sær tokka
manna millum, stjala teir pengar frá her-
inum og lata teimum fátæku. Ein agent-
ur hjá stjórnini setir seg í samband við
Kid og letur hann verða ein av sínum
monnum. Uppgávan hjá Kid er at finna
útav, hver Hawkes er. Men alt gongur
ikki eftir ætlan. Kid verður ákærdur fyri
morð, sum gentan hjá Hawkes hevur
framt, og noyðist at flýggja fyri ikki at
verða hongdur.
Páskaaftan kl. 22.00:
Lullaby of Broadway
Amerikanskur musical frá 1951. Sanga-
rinnan Melinda Howard vendir heim eftir
at hava ferðast uttanlands. Mamma
hennara, sum er kabaret-artistur, hevur
alla tíðina skrivað til Melindu um sína
egnu framgongd. Nú óttast hon fy
dóttirin er betri enn hon, og t
vinir sínar, Lefty og Gloriu, hjálpa sær at
gera tað torført hjá Melindu
í biður hon
Gene Nelson og Doris Day
Páskaaftan kl. 23.45:
Thriller
Ein genta verður funnin myrd í einum
lítlum enskum býi, og allir íbúgvarnir
verða skelkaðir. Tá ið ein onnur ung
genta, Betty, nakað seinni eisini verður
myrd, fara fólk at royna at hjálpa legregl-
uni at finna drápsmannin. Bókaverðurin
Liz Morris, sum var vinkona Betty, verð-
ur erkymlað, tá ið starvsfelagi hennara
Gille stutt eftir hvervur. Seint eitt kveld-
ið verður Liz læst inni í rúmi sínum á
bókasavninum, og sær hon, at ein maður
stendur og krógvar seg í einum skápi. ..
Páskadag kl. 16.15:
En Karl í Køket
Svenskur filmur frå 1954. Kokkurin Olle
Larsson hevur spart sær pening saman,
tí hann ætlar at lata upp eitt hotell
saman við einum eðrum, fyri honum
ókendum, Torsten Lindstrem. Men hesin
ætlar at snýta Olle Larsson
Páskadag kl. 22.55:
Soap
Jodie flytir heim til Campbell við dóttir
síni. Mary fær at vita, at hon er við barn,
og Burt at hann bert hevur fimm mán-
aðir eftir at liva í. Danny er hugtikin av
tí svertu einkjuni, hann hitti í kirkju-
garðinum og hevur ein trupulleika —
beiggi hennara hatar hvítar menn.
2. páskadag kl. 19.00:
Stingray
»Nissur á loftinum«
Dr. Harriet Freedman frå Meadgrove
mentalsjúkrahúsinum setir seg i sam-
band við Stingray og greiðir frå, at onkur
hverja nátt kemur eftir sjúklingum við
tyrlu og kemur aftur við teimum morg-
unin eftir
tingray lovar at kanna málið,
og letu seg ÞIÐ
g r innleggja á sjúkrahúsið til
kanningar. Har frættir
hann, at dr
riet Freed ikki er lækni, men ein
skizofreni-sj úklingur Stingra) sær
skjótt, at okkurt legið gongur fyri seg
Týsdagin kl. 16.30:
Familjan Patridge
Øll familjan Patridge verður vakt á miðj-
ari nátt, tá ið pápi Shirley kemur at siga
teimum at hann og mamma Shirley ætla
at skiljast, tí tey hava einki at siga hverj-
um eðrum longur. Hann vil verða ungur
aftur og ætlar sær út í verðina við motor-
súkklu. Dóttirin og abbadóttirin halda
hetta vera eitt undarligt hugskot, og tá
ið kona hansara skjótt eisini kemur, verð-
ur alt eðrvísi...
Týsdagin kl. 22.33:
Mike Hammer
Cassie Conroy ringir til Mike um náttina.
Sigur hon er bangin, og hon kennir seg
hótta. Mike lovar at koma beinanvegin.
Hálvan tíma seinni kemur hann — men
ov seint. Hann sær hana detta útav
altanuni — deyð. Legreglan og bleðini
siga, at hetta var sjálvmorð, men Mike
heldur okkurt annað
Mikudagin kl. 22.18:
Benson
Gretchen Kraus fær eitt fjarrit úr Týska-
landi. Hon hevur arvað eini hús frá fastir
síni. Men fyri at fáa húsini, noyðist hon
at venda aftur til Týsklands og búseta
seg har. Hetta ferir við sær, at hon noyð-
ist at velja, tí hon hevði sett sær fyri at
gerast amerikanskur borgari
St. Martins Lane
Enskur filmur frá 1939. St. Martins Lane
London er staðið, har getusangarar
halda til. Ein tónleikari, Charles Laugh-
ton letur eina sangarinnu, Vivien Leigh
era vid i eini framførslu
Hósdagin kl. 23.03:
Mike Hammer
Gamli vinmaðurin hjá Mike, nevaleikarin
Sonny Gloves, skal royna seg aftur í
ringinum, Mike verður
hyggja at. Systir Sonny, Susan, sum
hugsar um heilsuna hjá beiggja sínum,
biður Mike kanna, um alt er sum tað
eigur við Sonny. Mike uppdagar, at
læknarnir hava givið honum falska
heilsuvåttan, og at Sonny ongan megu-
leika hevur at klára seg í einum dysti
og boðin at