mikudagur 27. mars 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16 =
Nr. 60 — 27. mars 1991
Oyggjaleika-
nevndin og
milliónin, ið
Stríðið millum nevndina, ið skipaði fyri Oyggjaleikum í 1989, og ÍSF er
eitt stríð um makt og pengar. Eitt stríð har tríggir persónar úr Oyggjaleika-
neyndini meta seg hava rætt at velja seg sjálvar fyri lívstíð, at umsita
1.285.490,82 kr., ið er avlopið eftir Oyggjaleikir 1989. Hetta vil stjórnin í
ÍSF ikki góðtaka. Stjórnin hevur gjørt greitt, at uppskotið um grunnarnar
kann góðtakast, men stjórnin skal hava endaligu avgerðina og skal velja
persónarnar, íð skulu umsita grunnarnar, sigur Jon Hestoy í grein síni um
fræfuna.
Summarið liggur fyri
framman, og harvið lut-
tøka hjá ítróttafólki
okkara á Oyggjaleikunum
í Alandi.
Fyrireikingarnar hava
verið nógvar, peningur
skal fáast til vega, túrurin
skal skipast. Sersambond-
ini og feløgini hava
fyrireikað seg sum best til
ítróttakappingarnar.
Øll eru vit spent at
síggja hvussu ítróttafólk
okkara fara at roynast í
Alandi. Hava hini ítrótta-
fólkini betrað seg nógv
síðan seinast? Man úrslitið
fara at gerast líka so gott
sum á teimum væleydnaðu
Oyggjaleikunum í Føroy-
um fyri tveimum árum
síðani?
I øllum fyrireikingunum
til hesar oyggjaleikir ligg-
ur enn ein ósvaraður
spurningur. Hvussu varð
nú við Oyggjaleikunum í
Føroyum? Eru teir lidnir?
Sunnukveldið farna
varð hetta málið enn eina
ferð tikið upp í Sjónvarpi
Føroya, har formaður ISF,
Heðin Mortensen, og fyrr-
verandi formaður í „Fyri-
reikingarnevndini til
Oyggjaleikir í Føroyum”,
Niels Nattestad, greiddu
frå sínum sjónarmiðum.
Sum formaður í Svimji-
sambandi Føroya, og har-
við stjórnarlimur ISF,
meti eg, at málið ongantíð
er blivið lýst nóg væl.
Henda grein mín er ein
roynd at lýsa tað, ið er
farið fram í hesum, ser-
stakliga seinastu 18 mán-
aðirnar.
Makt og pengar
Gjøgnum sjónvarpsglugg-
an fáa vit við jøvnum mill-
umbilum amerikanskar
sendingar, ið fyri stóran
part byggja á bardagan
um makt og pengar.
Stríðið millum fráfarnu
Oyggjaleikanevndina og
ÍSF er eisini í stórum eitt
stríð um makt og pengar.
Makt: Hvør hevur av-
gerðarrættin? Er stjórnin í
ISF myndugleiki oman
fyri Oyggjaleikanevndina?
Og pengar: Hvor hevur
endaliga avgerðarætt um
avlopið eftir Oyggjaleik-
irnar?
Eg skal her royna at
greina hetta málið, so væl,
sum eg nú dugi. Ætlan
mín er at greina málið í
tveimum. Maktina fyrst,
hver hevur avgerðarættin
innan føroyskan ítrótt.
Síðan vil eg royna at
greina, hvat er farið fram í
hesum máli, síðan
Oyggjaleikirnir = endaðu
fyri skjótt tveimum árum
síðani.
Undir ÍSF? Oman fyri
isF?
Í sjónvarpinum seinasta
sunnudag segði Niels
Nattestad, at Oyggjaleika-
neyndin ikki var undir-
nevnd undir ISF.
Hesum eri eg
samdur við Niels
stað í. ,
I 1987 setti ISF eina 6-
manna nevnd, ið hevði til
uppgávu at skipa fyri
Oyggjaleikum í Føroyum í
1989.
Tá henda nevnd varð
vald, bleiv eitt stórt mistak
gjørt. Nevndin fekk onga
reglugerð at ganga eftir.
Seinni fóru útskiftingar
í nevndini fram.
ikki
Natte-
Tá Oyggjaleikirnir
nærkadust, sat ein
Oyggjaleikanevnd, ið
afturat sær hevði eina
trímanna figgjarnevnd.
Á ein ella annan hátt er
okkurt farið í gloymi-
bókina, sum fólk verða
skift í nevndini, tí seinasta
sunnukvøld sigur Niels
Nattestad i Sjónvarpi
Føroya, at nevndin ong-
antid er vald av ISF, og
sostatt ikki er undir ISF.
Við í hesum skal takast
tann veruleiki, at Oyggja-
leikanevndin alla tíðina
húsaðist í ÍSF-húsinum.
ISF hevur goldið telefon-
rokning fyri Oyggja-
leikanevndina og annað.
Oyggjaleikanevndin var í
allar mátar ein partur av
Ítróttasambandinum.
12. oktober 1989 gevur
Petur Even Djurhuus,
advokatfulltrúi, fyri
Advokatfelagið, Bryggju-
bakka 22, sína meting av
heimildum hjá Oyggja-
leikanevndin. Eg loyvi
mær at endurgeva niður-
stóðu hansara: Niðurstóða
min verður tí, at Oyggja-
leikanevndin ikki hevur
heimild til at ráða yvir tí
yvirskoti, ið leikirnir hava
givið, eftir at øll viðurskifti
í samband við sjålvar
Oyggjaleikirnar 89 eru
avgreidd. At taka avgerð
um at seta yvirskotið í
ítróttagrunnar, má sostatt
metast sum fallandi uttan-
fyri heimildina hjá
Oyggjaleikanevndini.
27. august 1990 er aftur
boð eftir Advokatfelag-
num, nú er tað Jógvan
Páll Lassen, ið er sakførari
fyri Oyggjaleikanevndina
og hevur staðið fyri tí løg-
frødisliga í sambandi við
stovnan av ítróttagrunni
og ítróttasavni, meira um
hetta seinni. Hann skrivar
bræv til sakføraran hjá
ISF. Serstakliga annað
brotið í brævi hansara er
sera áhugavert: Stødan
viðvíkjandi Oyggja-
leikunum 1989 var tann, at
stjórn ÍSFs seti eina
nevnd til at taka sær av
øllum (undirstrikað av
JPL) viðurskiftum, her-
undir ítróttarligum, fíggj-
arligum og annars alt sum
hevði við Oyggjaleikirnar
at gera. Ein greið stóða og
ein greið viðurkenning av,
at Oyggjaleikanevndin er
sett av stjórn ÍSF. At
Jógvan Páli Lassen metir,
Jon Hestoy, formaður Svimjisamband Føroya og
stjórnarlimur í ISF.
at nevndin hevur fingið
óavmarkaðar heimildir,
tað hevur minni týdning.
Bygnaður ÍSF
Fyri tykkum, ið ikki eru so
kunnug við bygnaðin í
ÍSF. kann eg stutt fortelja,
at Ítróttasamband Føroya
hevur sum grundarlag øll
itrottafeløg í Føroyum.
Hesi ítróttafeløg fara til
tveir aðalfundir um árið,
afru ferð á aðalfund í ser-
sa.abandi sínum:
Svimjisambandið fyri
svimjifeløgini, Fótbólts-
sambandið fyri fótbólts-
feløgini og so framvegis.
A hesum aðalfundum
verða nevndir valdar, ið
umsita ítróttin. Umframt
hesar aðalfundir, fara
itrottafeløgini á ein aðal-
fund afturat, aðalfundin
hjá Ítróttasambandi Før-
oya. Hesin aðalfundur er
hægsti myndugleiki í
føroyskum ítrótti. Her
verður ein trímanna
starvsnevnd fyri ÍSF vald.
Henda starvsnevnd
saman vid formonnunum i
øllum sersambondunum
er stjórn ÍSF. Stjórn ISF er
hægsti myndugleiki í før-
oyskum ítrótti millum
aðalfundirnar hjá Ítrótta-
sambandinum. Líimirnir
eru sum fyrr nevnt teir
tríggir valdir í starvs-
nevndini, og so formenn-
inir fyri tey tíggju sersam-
bondini, ið eru undir ÍSF.
Ein undarlig, men sonn
sega
Tá Oyggjaleikirnir vóru
lidnir, bíðaðu vit øll spent
eftir at hoyra endaliga
figgjarliga urslitid. Spenn-
ingurin bleiv ikki minni, tå
formaðurin í figgjar-
nevndini hjá fyrireikingar-
nevndin fyri Oyggjaleikir í
Føroyum 1989, Líggjas
Joensen, trein fram í sjón-
varpinum og kunngjørdi,
at hóast roknskapurin ikki
var liðugur enn, var eitt
yvirskot væntað.
Hetta var ikki hvønn-
dagskostur fyri okkum í
ítróttinum, ið knógva
undir trongum fíggjarlig-
um korum. Ein gjørdist
ikki sért errin, at vita seg
hava verið, um ein lítil, so
tó ein partur av hesum
stóra tiltaki.
Seinni hetta heysti varð
at lesa í blødunum, at
endaliga úrslitið gjørdist
yvirskot oman fyri milli-
ónina. Samstundis varð
kunngjørt, at „Fyrireik-
ingarnevndin til Oyggja-
leikir í Føroyum” hevði
avgjørt at seta yvirskotið í
tveir grunnar. Ein fyri eitt
ítróttasavn og ein fyri
framhaldandi føroyskari
luttøku í Oyggjaleikum og
ítróttakappingum uttan-
lands.
Høvdu fyrstu boðini um
yvirskotið gjørt ein glað-
an, so var tað ikki sért, at
seinnu boðini, um grunn-
arnar báðar loyptu hvøkk
á ein. Ikki visti eg betri
enn at eg varð partur av
einari stjórn, ið skuldi
góðkenna roknskap og
taka endaliga avgerð um
eitt møguligt yvirskot/
undirskot hjá Oyggja-
leikanevndini.
Stjórnarfund við vitjan
Kallað varð til stjórnar-
fund at verða 12. oktober
1989, og fyri at lýsa málið
fult út varð Oyggjaleika-
nevndin eisini kallað til
fundar.
Bjarni Vilhelm, fyrrver-
andi skrivarin í ÍSF, ið var
farin frá á aðalfundi sama