mikudagur 27. mars 1991síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 60 — 27. mars 1991
heyst, møtti fyri Oyggja-
leikanevndini. Hetta varð
ein ikki sørt hugstoytandi
fundur. Tað tyktist, eins og
Bjarni Vilhelm var farin
„hinumegin borðið“.
Bjarni metti tó, at Oyggja-
leikanevndin varð ein
undirnevnd undir ISF.
Hetta var rættiliga sjálv-
sagt, eftirsum at Bjarni
Vilhelm var komin inn í
nevndina, tá Hedin Mor-
tensen á heysti 1988 fór úr,
eins og hann alla hesa tíð-
ina eisini sat sum skrivari í
starvsnevndini hjá ÍSF.
Spurdur beinleiðis, hvar
hann metti, eitt møguligt
undirskot av Oyggjaleik-
unum hevði endað, svar-
aði Bjarni Vilhelm, at tað
uttan iva hevði farið til
stjórnina í ÍSF.
Eisini fýltist Bjarni Vil-
helm á, at eingin hevði
takkað Oyggjaleikanevnd-
ina fyri tað stóra arbeiðið
hon hevði gjørt.
Persónliga kundi eg
bara greiða Bjarna Vil-
helm frá, at eg fegin vildi
takka Oyggjaleikanevnd-
ini fyri tað stóra arbeiðið,
ið gjørt var. Men hetta átti
at gerast, tá arbeiðið var
endað. Eg hevði væntað,
at okkurt hátíðarhald fór
at verða, tá nevndin end-
aði arbeiðið sítt og legði
fram frágreiðing og rokn-
skap.
Samd stjórn um
grunnabýtið
Eisini fekk Bjarni Vilhelm
tey heilt greiðu boðini frá
stjórnini, at vit vóru til
reiðar at góðtaka býtið av
peninginum í tveir grunn-
ar. Men málið var eitt
stjórnarmál og skuldi tí
leggjast fyri stjórnina til
endaliga avgerð.
Við hesum væntaði eg,
at stjórnin hevði rætt
hondina fram, og um ill-
stóða var, so kundu vit
sjálvandi greiða hana.
Síðandi kemur ein frá-
greiðing frá Oyggjaleika-
neyndini, dagfest 28.
november 1989, ein frá-
greiðing, sum flestu
stjórnarlimir mettu at vera
rættiliga ófullfíggjaða.
Hetta var ikki ein frá-
greiding, ið kundi hjálpa,
um vit aftur skuldu skipað
fyri stórari itrOttastevnu í
Føroyum.
So gott sum eingin
stjórnarfundur er farin
afturvið, uttan at málið
um „Nevndina til fyri-
reiking av Oyggjaleikum í
Føroyum" var til viðgerð-
ar.
Flestu stjórnarlimir
mettu, at hetta var eitt
mål, ið størsta varsemi átti
at verða víst. Partvíst tí at
peningurin sum so ikki var
eitt yvirskot, men partur
av einari trygd uppá 1,5
millión, ið Landsstýrið
hevði stillað fyri
Oyggjaleikanevndina. Otti
var fyri, at peningurin
skuldi fella aftur í lands-
kassan í staðin fyri at
koma ítróttinum til góðar.
Og partvíst tí, at tað tænur
ongum endamáli, at
ósemja innan ISF verður
viðgjórd aðra staðir enn
innan egnu karmar
okkara.
6. januar varð bræv sent
til Føroya Landsstýri, har
greitt varð frá, at stjórnin
í Ítróttasambandinum ikki
kundi góðtaka framferð-
ina hjá Oyggjaleikanevnd-
ini. Hetta bræv varð sent
til løgmann, Jógvan Sund-
stein, Signar Hansen, ið
hevði ítróttamál, og Ivan
Johannesen, ið hevði
fíggjarmál.
Á stjórnarfundi varð
avgjørt enn eina ferð at
kalla Oyggjaleikanevnd-
ina inn til fundar fyri at
royna at fáa greiðu á
fløkjuni.
Mikudagin hin 28.
februar varð so fundur
hildin millum starvsnevnd
ISF og „Fyrireikingar-
nevndina av Oyggjaleik-
um 1989“. Fyri Oyggja-
leikanevndina var bert
møttur Niels Nattestad,
hóast at allir nevndarlimir
høvdu fingið fundarboð
beinleiðis.
A fundinum legði Niels
Nattestad fram ein
ógrannskoðaðan rokn-
skap, ið sýnti eitt yvirskot
uppá 1,3 milliónir krónur,
tá trygdin frá Føroya
Landsstýri varð roknað
við.
Á hesum fundi gjørdi
Niels Nattestad vart við,
at hann var ógvuliga bils-
in, tá hann og hinir í
nevndini fingu fundarboð,
tí tey vistu einki um, at
nøkur ósemja ella illstóða
var millum nevndina og
stjórnina. So tað tykist
ikki, at Bjarni Vilhelm
hevði latið boðini frá
stjórnarfundinum 12.
oktober 1989 fara víðari.
Farvæl og takk
Meira hendir so ikki í
málinum, men 26. juni
verður sent bræv frá
ítróttasambandinum — til
allar limirnar i Oyggja-
leikanevndini, har seinasta
brotið ljóðar soleiðis:
ÍSF skal tí við hesum
skrivi boða tykkum frá, at
tit eru leys av uppgávu
tykkara í sambandi við
arbeiðið í oyggjaleika-
nevndini, og vilja vit sam-
stundis nýta høvid at takka
tykkum øllum fyri dygdar-
gott arbeiði.
Men tað hevur uttan iva
týdning fyri Oyggjaleika-
nevndina, at tað skal vera
hon, ið endar samstarvið.
27. juni verður bræv sent
til ÍSF, dagfest 24. juni frá
Oyggjaleikanevndini.
Brævið er soljóðandi:
Sum áður boðað frá av-
gjørdi nevndin fyri
Oyggjaleikirnar 1989 at
seta avlopið frá leikunum í
tveir grunnar. Reglugerðin
fyri grunnnarnar er gjørd
og verður send ÍSF fyrsta
dagin. Sostatt metir nevnd-
in fyri OyL 89 arbeiðið sítt
at vera lokið og takkar fyri
seg.
Undir brævinum standa
sjey nøvn: Bjarni Wilhelm,
Líggjas Joensen, Niels
Nattestad, Ruben Andre-
sen, Marjun Hanusardótt-
ir, Børge B. Hansen og
Jón Rasmussen. Fyra av
hesum sjey hava skrivað
undir brævið, tað eru:
Líggjas Joensen, Niels
Nattestad, Børge B. Han-
sen og Ruben Andresen.
Nú byrjar tann harði
kjarnin i Oyggjaleika-
nevndini at hómast .
Ár 1990, týsdagin 29. mai
á Hvítanesvegi í Hoyvík
Tá hetta brævið verður
sent til ÍSF, er mangt ann-
að farið fram í loyndum.
ÍSF fær ongar reglugerðir
sendandi frá OyL 89.
Formaðurin í Ítrótta-
sambandinum fær frá
Jógvani Sundstein,
løgmanni, at vita, at skriv
er komið til Landsstýrið
frå Oyggjaleikanevndini,
og i ti sambandinum
verður hin 20. juli skriv
sent til Føroya Landsstyri,
har ISF bidur um at fåa
avrit av skrivinum frå
OyL 89.
27. juli sendir Føroya
Landsstyri avrit av skriv-
inum frå OyL 89.
Hetta er bræv frå
Oyggjaleikanevndini, dag-
fest 18. juni 1990, undir-
skrivað av Jógvan Páll
Lassen. Fotokopi av fund-
arbókini fyri stovnan av
grunnunum báðum og
tvær vidtøkur, ein fyri
„Fgroya Ítróttsavn“ og ein
fyri „Ítróttagrunn Fer-
oya“.
Hetta eru sera áhuga-
verd skjól. Fotokopi av
fundarbókini haldi eg er
av serliga stórum áhuga.
Tað byrjar soleiðis:
Ar 1990 tydagin 29. mai
kl. 21.30 kom nevndin fyri
Oyggjaleikunum 1989
saman á bústaðnum hjá
Jógvan Páll Lassen adv.,
Hvítanesvegi 41. Hoyvík.
Møttir vóru:
Líggjas Joensen
Børge B. Hansen
Niels Nattestad.
Eisini var Jógvan Páll
Lassen við á fundinum.
Leggið til merkis, at
sjey-mannanevndin nú er
minkað niður í tríggjar.
Tað má sigast at vera ein
rættiliga lítil meiriluti.
Hesir tríggir saman við
advokati Jógvan Páll Las-
sen avgera so at seta "/3 av
yvirskotinum eftir
Oyggjaleikirnar, ella
838.993,88 kr. í Ítrótta-
grunn Føroya, og ' í
Ítróttasavn Føroya, ella
419.496,94 kr.
Eg leypi nú til við-
tøkurnar fyri grunnarnar
báðar, og er orðaljóðið í
flestu greinum eins fyri
báðar. Serstakliga grein 7
tykist mær at vera sera
áhugaverd, og er hon so-
ljóðandi:
$ 7. Nevnd.
Grunnurin hevur eina
neynd við fimm limum, ið
eru:
Líggjas Joensen, stjóri,
Tórshavn
Børge B. Hansen,
byggitek., Tórshavn
Niels Nattestad, lærari,
Tórshavn,
Ruben Andrésen, av-
greiðslumaður, Tórshavn
meðan seinasti nevndar-
limurin verður valdur av
stjórn ÍSF's fyri eitt ár í
senn.
Aðramáta velur nevndin
I. og 2. tiltaksmann, sum
fáa sæti í nevndini, um
nevndarlimi varandi berst
frá.
Tríggir menn velja seg
sjálvan
Skal takast samanum, so
koma tríggir menn saman
eitt kvøldid í Hoyvík, teir
velja seg sjálvafyr uppá
lívstíð, at umsita
1.258.490,82 kr.
Ítróttasambandið fær
loyvi at velja ein mann í
hesa nevndir. Reglugerðin
kann bert broytast, tá
nevndin er samd um hetta.
Um onkur av hesum fýra
ikki longur vil ella kann
vera nevndarlimur, so
skulu teir sjálvir velja
nýggja limin.
Í Sjónvarpi Føroya
farna sunnukvøldid segði
Niels Nattestad, at teir
mettu seg hava vunnið
hesar pengar. Vidtøkurnar
sýna klárt, at Líggjas
Joensen, Børge B. Hansen
og Niels Nattestad mettu
seg bæði at hava vunnið
hesar pengar og at hava
rætt at ráða yvir teimum
til ævigar tíðir.
Nógvir spurningar standa
eftir
Tá eg sum stjórnarlimur
hyggi aftur á farnu 18
mánaðirnar og málið við
Oyggjaleikanevndini '89,
standa fyri mær nógvir
spurningar ósvaraðir.
Hvi vil Oyggjaleika-
nevndir. ikki leggja rokn-
skap og uppskot um býti
av yvirskoti fyri stjórnina?
Er málið íkomið av ein-
um persónbardaga?
= Hvat fær ein fyrrverandi
ISF-formann, ein fyrrver-
andi formann fyri Hond-
bóltssambandinum og ein
nevndarlim í Fótbóltssam-
bandinum at halda seg
kunna skalta og valta við
avlopinum eftir OyL 89?
Hvat fær Signar
Hansen, landstýrismann
við ítróttamálum, at góð-
kenna uppskotini um
grunnar og tvíhalda um
støduna, tå ISF hevur
boðað honum frå, at her
er skeivt farið fram?
Hvussu kann táverandi
løgmadur, Jógvan Sund-
stein, verji hjá ISF, góð-
kenna uppskotini um
grunnar, ið so beinleiðis
stríðir móti lógum og
reglugerðum ISF, og hví
tvíheldur hann um stød-
una, tá ÍSF hevur boðað
honum frá, at her er skeivt
farið fram?
Er politikkur blandaður
upp í málið?
siða?
Niðursteða
Ofta, tá eg havi hugsað
um, hvussu málið um OyL
89 skal viðgerast, hevur
eitt runnið fram fyri meg.
Hvussu hevði Niels Natte-
stad vidgjørt hetta málið,
um tað var uppkomi
meðan hann sat sum for-
maður í Hond-
bóltssambandi Føroya og
harvið stjórnarlimur? Eg
havi sitid í stjórn ISF
saman við Niels Nattestad
í tveimum umførum, og
ivist eg ikki í, at hansara
niðurstóða hevði verið
rættiliga lík míni.
Málið er í dag eitt mál
um prinsipp. Hver hevur
avgerðarættin innan før-
oyska ítróttin — ÍSF ella
nakrir persónar, ið ISF
hevur sett til eina upp-
gávu?
Eg vil leggja dent á, at
Oyggjaleikanevndin fyri
Oyggjaleikir í Føroyum
1989 er sett av stjórn ISF
og er harvid ein nevnd
undirløgd ISF.
Stjórnin hevur greitt
boðað frá, at hon einki
hevur ímóti, at yvirskotið
eftir OyL 89 verður nýtt
til ítróttasavn og ítrótta-
grunn. Men stjórnin krev-
ur, at endaliga avgerðin
um hetta skal takast av
stjórnini. Eins og tað má
verða stjórnin, ið avger,
hvór ið skal stjórna
grunnunum.
Vónandi sær Oyggja-
leikanevndin fyri Oyggja-
leikir í Føroyum 1989, at
hon er farin skeivt fram. Í
staðin fyri at berjast um
pengarnar átti hon saman
við stjórnini í ÍSF at skip-
að fyri grunnunum báð-
um, soleiðis at peningurin
kann koma føroyskum
ítrótti til góðar.
Jon Hestoy
formaður Svimji-
samband Føroya