Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. apríl 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 61 — 3. apríl 1991 tíðindablaðið Marita Petersen, landsstýrismaður í skúlamálum: Síða 3 lkki somu útbúgving Í Norðoyggjum Ætlanin er ikki at hava ein vanligan studentaskúla í Norðoyggjum, men eina ótradi- tionella útbúgving, ið kann vera eitt tilboð í Norðoyggjum til norðoyingar Sámal í Skorini, rektari við HF- og studentaskúlan við Gøtugjégv, segði herfyri í blaðnum, at tað var burtur- við at byggja studentaskúla í Norðoyggjum umframt í Eysturoynni. - Studentaskúli eigur ikki at verða tægaður sundur: antin skal hann vera í Eysturoynni ella í Klaksvík, - íkki í báðum stóðum, var sjónarmið hansara. Úttalilsini frá rektar- unum komu sum viðmerk- ingar til sjånvarpssamrødu vid landsstyrismannin i skúlamálum, Maritu Pet- ersen. Marita Petersen noktar ikki fyri, at hon sjálv kann hava elvt til misskiljing. Hon leggur dent å, at tå hon nevndi miðnámsút- búgving í Norðuroyggj- um, so hugsaði hon ikki um 'ein traditionellan studentaskúla', sum hon tekur til. - Sjálvsagt skulu norð- oyingar hava møguleika fyri at taka studentsprógv í Eysturoynni, sigur Mar- ita Petersen. Men vit mugu eisini spyrja: hvat kunnu vit bjóða norðoy- ingum í Norðoyggjum? Hon vísir á, at í Norð- oyggjum er t.d. HF-skeið og tekniskur skúli, og spurningurin er, um hetta kundi samskipast til eina serliga miðnámsútbúgv - ing. Hon hevur eisini ann- að enn tekniska skúla í huganum, men hon er ikki serliga opinskárað, tá tað kemur ul at fortelja hvat hon hevur í huganum. - Tað ljóðar sum at HF í Norðoyggjum verður tikið ) av... ? Marita Petersen: - Ja, i tí líki vit kenna tað í dag, sí verður tað ukid av, men samstundis varðveitt í einum ødrvisi líki og á einum stóði, sum ikki lægri enn í dag. Marita Petersen sigur, at nú er so mikið utlidid, at eingin slík broyting verður í ár. ówh Skúlabyggingin í Kambsdali: Má umhugsast gjalla Landsstýrið hevur gjørt av at útseta byggingina av udentaskúlanum í Kambsdali. Marita Peter sen, landsstýrismaður í skúlamálum, sigur, at hetta er gjørt fyri at landsstýrið skal fáa eitt skotbrá til at hugsa seg um, hvgrt tað er rætta — ÅG = de loysnin, sum farið verður undir. Ikki bert peningur - Spursingarin er, um vit skulu fara undir tað pro- jektið, sum er klárt ella tað skal minkast, sigur Marita Petersen, ið leggur eina við, at talan ikki bert er um ein peningaspurn ing. - Vit mugu elsini hugsa um, í hvønn mun tað eru undirvísingarligir fyrimunir at byggja skúlar saman, sigur hon við tilvising ul handilsskúlan, 10 er i Kambsdali. Miðnámsútbúgvingarna r eru á einum vegamóti, sigur Marita Petersen, og tí mugu útbyggingarnar umhugsast væl. 'Bláa álitið" við í viðgerðina straks HF- og studentaskúla- skipanin er ein partur, ið er undir umskipan. Grundarlagið fyri hesum arbeiði er sonevnda “gula álitið", ið - stutt sagt - skjýtur upp eina trý ára HF-skipan. I sambandi við bygn- aðarbroytingina fyri HF- og studentaskúlarnar hev- ur orðaskiftið tikid seg upp um, nær og hvussu sonevnda “bláa áliuð' skal takast inn í málið. Álitið skjýtur upp, at føroyskt fær betri pláss, t.d. at lærugreinin føroyskt fær fleiri tímar, at “danskt verður strikad sum læru- grein og 'nordurlendskar bókmentir" verður nýggj lærugrein. Marita Petersen heldur Bæði peningaligir og undirvísingarligir fyrimunir mugu umhugsast. 'Bláa álitið“ skal vera við í viðgerðini av bygnaðarbroytingina innan HF- studentaskúlarnar Næmingarnir fremst - Tað er okkara skomm, at vit ikki hava vunnið før- oyskum tað pláss tað eig- ur, sigur Marita Petersen, ið er fullgreið yvir, at hetta er ein viðbrekin spurningur, tí uppskotið hevur við sær færri tímar fyri fleiri danir, sum und- irvísa í donskum. - Vit mugu finna eina loysn, sum tænir næming- unum best (m.a. soleiðis at vit ikki missa bestu útlendsku arbeiðsmegina), og so mugu vit loysa vansarnar, sum standast av, sum frægast, sigur Marita Petersen, ið upp- lýsir, at hesin spurning- urin eins og spurningurin um byggingina í Kambs- dali verður avgreiddur hesu megin summarfritid- ina. ówh