Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. apríl 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Fyrsta ársfjórðingin í flutti Atlantic Airwais 63 prosent av ferðafólkunum loftvegis millum Før- oyar og Danmark, sigur Atlantsflog Atlantic Airwais er fram- vegis vid yvirlutan i kapp- ingint við Maersk Air um ferðafólkini, sum ferðast loftvegis millum Føroyar og Danmark. Føroyska flogfarið tekur væl minni ferðafólk enn tað danska. Avikavist81 og 132 stólar eru í flogførunum. Samlagt í fjør flutti At- lantic Airwais 54 prosent av ferdaf6lkunum. Nú er teirra partur vaksin nógv. Fyri fyrsta ársfjórðingin í ár siga tølini hjá Atlantsflog, at Atlantic Airwais flutti 63 prosent av ferðafólkunum. Hettaer gott úrslit fyri før- oyska flogfelagið. Sam- stundis sum samlaða talið av ferðafólki loftvegis mill- um Føroyar og Danmark fall 58%, hækkaði talið av ferðafólki við Atlantic Air- Wals 6%. Hetta er Hari Mortensen, stjóri í Atlantsflog, sera væl nøgdur við. Hann setir eisini stórar vónir ul nýggju flogrutuna, Atlantic Airwais ætlar at byrja í summar til Billund. - Kunnu vit fara eftir øll- um teimum fyrispurning- um, 10 hava verið, fær rutan nógv, nógv stórri undirtøku, enn eg væntaði, sigur hann. 30% av ferðafólkunum, sum fara úl Danmarkar, Skulu víðari til Jyllands. Tað er ikki óhugsandi, at At- lantic Airwais fer at taka eitt sindur aftrat frá Maersk Air við hesi rutuni, tí, sum Atlantsflog vætlar, verður tað bíligari fyri fólk at flúgva beinleiðis til Billund enn fyrst til Keypmanna- havnar og víðari við innan- landsflogfari, sjálvt um ferðafólkini ikki gjalda nak- að eyka nú fyri ferðina til Jyllands, um tey hava boðað Atlantic Airwais er ein av teimum fáu føroysku fyritøkunum, sum kann lata væl at i hesum årum. Um summarið tá ferða- fólkatalið er stórst, kann væntast, at danska flog- felagið flytir fleiri fólk, ti danska flogfarið tekur fleiri fólk. Men saman- lagt flytir fóroyska fel- agið bróðurpartin frá frammanundan, at tey Skulu til Jyllands, og ley fara beinanvegin. Atlantic Airwais sent danska ferdslumåla- rådnum, sum skal kenna, ætlan sina um ferda- seðlakostnað, men ferðslu- málaráðið hevur íkki latið frættað frá sær aftur. Atlantic Airwais ætlar, at ferðasseðlin aftur og fram millum Føroyar og Billund Skal vera 600 krónur bíligari enn millum Føroyar og Kastrup. Hetta ber til, ti flogfeiagið sparir við ikki at skula gjalda fyri fólk við innanlandsflogførunum i Danmark, sigur Heri Mort- ensen, stjóri i Atlantsflog. hevur góð- randi Nógv herverk politistødirnar fridar- høgtidsdøgum Ira sera er hent paska- Ovanliga nógvir bilar Upp undir høgtidir og høg- tíðsdagar hevur Strand- ferðslan góðar dagar. Bæði fólk og bilar fara út at ferðast. Mikudagin og skírisdag var nógv at flyta hjá Smyrli úr Havn til Suðuroyar. Ein eykatúrur var á middegi mikudagin suður. men tá skipið skuldi suður aftur um kveldið, sluppu allir = bílarnir íkki við. Nógvir stóðu eftir á bryggjuni í Havn. Tann túrin fóru 104 bilar og 307 fólk suður. Hósdagin suður var sama lagið. Tá fóru 119 bilar og 356 við. ; Norduraftur var meira Javnt, og øll fingu bilin v ið, tå tey ætlaðu sær. randi Nr. 61 — 3. april 1997 Húgvan til sølu Húgvan, sum Jens Martin Knudsen hevði á høvdinum, tá hann vardi málið í landsdystunum í fjør, man vera Føroya mest kenda húgva. Onk- ur royndi enntá at fáa hendur á húgvuni. Men nú fer at bera til at ogna sær Jens Martin- húgvu. Í seinastuni hava um- leið 70 konur í Eystur- oynni sitid og kytt seg vid at binda. Tær binda allar tað sama: hvítar húgvur, eins og tann hjá Jens Martini, úr føroysk- um tógvi. Tógvið er spunnið á Snælduni á Strondum. Mamma Jens Martin, Gigga, bant húgvuna, ið gjørdist víða kend. Hon hevði einki ímóti at lata ødrum uppskriftina. Tað vóru Jens Martin og Jan Kløvstad, stjóri í Norðurlandahúsinum, sum fingu hugskotið at fáa gjørt fleiri húgvur. Teir hava báðir skipað seg í felag, sum saman við Eysturoyar Heima- virki standa fyri søluni. Eysturoyarkonurnar hava higartil bundið úti- við 1500 húgvur. Tær fyrstu verða at fáa í Eyst- uroyar Heimavirki fríggjadagin. Ætlanin er eisini at selja húgvuna á ødrum heimavirkjum í landinum fram til lands- dystin í Belfast um ein mánað. Húgvan skal eis- ini seljast í sambandi við dystir komandi vikur- nar. Sjey handrit Sjey handrit komu inn til hndritakappingina hjå Fróðskaparsetrinum um varðaggtur. Kappingin hevur heitið "Varðaggt- urnar - sýgur og hend- ingar." A innbodnari sam- komu fríggjadagin kl. 14.00 verður virdisløn latin luttakarunum.