Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. apríl 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 tíðindablaðið Poul Grunnveit, bygdarráðslimur, skrivar: Nr. 61 — 3. apríl 1991 Vanlukka fyri Haldórs- vikar kommunu Nú komu so loksins tey tíðindi, at bátarnir >Keld- an« og >Atlantis< eru seld- ir frá okkum her í Vík. Hetta hevur ligið á ljóði eina tíð. Hetta hendir aftan á at allar royndir at keypa flakavirkið í Vík saman við bátunum aftur til bygdina eru miseydnaðar. Tað hevur nú í longri tíð verið arbeitt við hesum máli. Teir, ella rættari tey, sum hava verið við í hes- um ætlaða keypi eru: Øll Haldórsvíkar sókn 0.0., tað vil siga Haldórsvíkar kommuna, sum er tað allir skatta- borgarar í sóknini, og Hal- dórsvíkar arbeiðarafelag, sama sum sum umboðar ailar arbeið- arar á plåssunum, hetta % saman við privatum åhug ir gingið ser- lig vid hesum, alt min Var, at hetta p felag. sum vit her kalla partafelag undir stovnan, skuldi keypa alt virksemi, sum heyrdi til fyrrv. Víkavirkið. Tað er sjálvt flakavirkið, sum er ein bygningur fyri seg, og saltfiskahúsið, sum er ein annar bygningur, og hag- reiðingarlinjuna til alifisk, og ikki at gloyma, áður- nevndu bátar við teimum altavgerandi fiskiloyvum, sum vildi verið sjálvt lívs- grundarlagið undir fram- haldandi virksemi. Tað, sum er áhugavert at leggja sær í geyma er, at fullfiggjad avtala var fingin í lag millum avvarð- andi peningastoyn og hetta felagið undir stovn- an um hendan handil, og bankin vildi fíggja hetta samlað. Men hvat hendir? Jú, tað hendir tað ólukkuliga fyri arbeiðaran her í økin- um, at málið má leggjast landsstýrið til góð- »nningar, av ti at lands- tassin skuldi sleppa okk- at um kr. 10 mill., um hetta skuldi verða til nak- að. Tað eigur sjálvandi at nevnast her, at hetta mál- ið hevur staðið so mikið leingi uppá, at tað var eis- ini fyri hjá fyrra lands- stýri, men tað var hverki at høgga ella stinga í, men tá nýggja landsstýrið var skipað, royndu vit aftur, nú varð hildið at vera sum í pottinum, tí eitt av mál- unum var jú at fáa samfe- lagshjólini aftur at mala og at fáa arbeiði aftur til allar vinnuferar hendur. Men hetta var eitt stórt vónbrot fyri arbeiðara- fjøldina í hesum okkara lítia bygdarsamfelag. Hetta mál varð full- komuliga kveistrað av borðinum í um landsstýrin- Landsstýrismaðurin vildi ikki hoyra um hesa samlaðu virkisætlan frá bygdarfólkinum her, tí- verri. Tað, sum avgerandi myndugleiki hevði nógv í- móti var, at bátarnir vóru uppi í ætlanini. Men hvat nyttar virkið uttan skip? Hetta var nú einaferð av- gjørt av stigtakarunum, at so skuldi vera og hetta vildi eisini givið nógv ar- beiði. Hetta hevði so sam- stundis skundað undir at fingið arbeiðið í gongd aft- ur sum skjótast. Nú eru so skipini seld av bygdini og harvið tey týdningarmiklu fiskiloyv- ini. Tað er ikki einki, tí nær fáa vit fiskiloyvi aftur til Víkar? Skulu vit siga ongantíð? Eftir mínari áskoðan er hendan sóknin her hjá okkum so ruddiliga »bum- bað< nógv, nógv ár aftur í tíðina. Nú verður ikki neyðugt at útbyggja havnarlagið, tí hvat skulu vit nýta havn til, tá ongi skip eru. Sjálvandi veit eg, at myndugleikarnir hava aðrar ætlanir við flaka- virkinum enn vit hava, tí annars hevði úrslitið helst verði eitt annað, men hvat? Kemur tað at geva nógv arbeiði, eingin veit. Verður arbeitt bert ein dag ella fáar dagar um vikuna, og verða tað fleiri arbeiðspláss, eingin veit. Tað, sum vit hava brúk fyri, er arbeidi til allar hendur, sum tað einaferð var, tá virksemið blomadi í Vík og tey flestu arbeiðs- fólk høvdu nakað at fara til so gott sum hvenn dag. Men hendan ætlanin, sum vit her hevdu, er brostin og tað við lít. Nú hevði fólkið í sóknini ein góðan møguleika at ogna sær tað samlaða virksem- ið aftur, men hetta vann ikki frama, tað varð vrak- að av okkara egnu umboð- um, teir, sum hava verið ímóti, hava vunnið á teim- um, sum hava talað fyri hesi sek. Kanska skitsurnar á borðinum hjá myndug- leikunum siga, at flaka- virkið í Vík skal verða góðskingarvirki, alt gott um tað, men tað verður tað ikki eftir einum degi ella mánað, so, at áðrenn tað kann koma veruliga í gongd, verður soltið í mongum heimi, tað er einki at ivast í. Tað, sum ikki hevur eydnast okkum at fingið myndugleikarnar at skilt, er, at vit vildu hava virk- Nær sleppur fólk í Hal- dúrsvík og Tjørnuvik aftu ritl arbeiðis? semið í gongd aftur nú sum skjótast, í staðin fyri at bíða í fleiri mánaðir ella í áravís, til einaferð eitt hvert góðskingarvirki er komið upp at standa, tí tað hevði borið væl til at arbeitt seg fram ímóti víð- ari góðsking samtíðis sum arbeitt varð vanligt sum flakavirki og hagreiðing- arvirki til alifisk. Eitt er heilt vist, at fekk hetta felagið viðhald frá myndugleikunum, so hevði arbeiðið blómað aft- ur her norðuri og tað fyri langari tíð síðan, hetta er jú besta vártíð, og tá plag- ar at koma nógvur fiskur upp á land, men nú standa vit bert og hyggja at, tí- verri. Eg skal ikki her geva landsstýrinum alla skyld- ina av at tað ikki untist at fáa virkið aftur til bygd- ina sum eina samlaða loysn, men eg loyvi mær at ivast í, um lokalpolitik- arar hava talað nóg væl fyri hesi fyri okkum so týðandi sek. UM hetta kann hava ávirkað lands- stýrismannin, tað kann ein bert gita sær til, men tað er heilt greitt, at ein og hver ger sær sínar tankar um hetta. Tað sum eisini skal nevnast í hesum sam- bandi er, at tá Víkavirkið varð stongt í mai mánaða 1990 og gavst at taka í- móti fiski, var tað ikki tí at nakar banki ella nakar kreditorur kravdi hetta, men tað vóru vit sjálvi. Tað var við eðrum orðum nevndin, sum tá sat, sum valdi at stongja og koyra virkið í sjálvbodna lik- vidatión og at steðga øll- um virksemi og harvið senda alt fólkið til hús. Tað var nevniliga soleið- is, at kommunan setti tríggjar nýggjar limir í nevndina í Pf. Víkavirkið tað seinasta árið, og tað eru hesir menn, sum hava ta størstu ábyrgdina av, at steðan er sum hon er í dag. Teir áttu at verið so mikið at sær komnir, at teir ikki bert tóku avgerð um at stongja virkið, men at teir so sanniliga eisini áttu at borið so í bandi, at virkið kom í gongd aftur sum skjótast tá, men nú eru tíggju mánaðir síðan. Hesir menn tóku eina álvarsliga avgerð í mai 1990, sum ikki hevur rætt- að seg enn, hesir áttu at havt eina stóra ábyrgd hangandi omanyvir sær. Eg veit, at tað í síðsta enda var ein eykaaðal- fundur. sum tók undir við uppskoti nevndarinnar, men tað frítekur ikki nevndina fyri at hava ta sterstu ábyrgdina av hes- um. Tað kann kanska tykj- ast onkrum lesara legið, at eg skrivi um hetta nú, tá ið slagið kortini er tapt, men eg haldi, at sjálvt um hetta ikki broytir nakað í hesum áður so týðandi mál fyri okkum, sum her búgva, so eiga tey fólkini, sum í letuni ganga ar- beiðsleys í hesum norð- asta umráðnum í Norð- streymoy, at fáa lut í hes- ari gongdini av málinum. Her á plássinum eru leys- liga mett okkurt um 80% av fólkinum uttan nakra lenandi vinnu av týdn- ingi. Nú er ikki komið inn á smálutir í gongdini, men lat tað vera nóg mikið á hesum sinni. Poul Grunnveit, bygdarráðslimur