Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. apríl 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 61 — 3. april 1991 Tað er gamaní, Jákup Danielsen, at koma tær í Útvarp Feroya og gabba um alt, tú nú skal seta í gongd á Blindastovni Fer- oya. At tú kemur tær at vera so framligur, og nú, tá tú endiliga sjálvur slapp framat, eftir tógvið stríð og baks á ymiskum front- um, og nú tað hevur eydn- ast tær at seta klandur og split bæði eina og aðra- staðni, nei Jákup Daniel- sen, tú ert av sonnum tað mest óheldiga elementið. Og tú skuldi skammast, og goymt teg um tú hevði nakað skil í høvdinum. Tú veitst, — og vit eru nógv sum vita, hvussu tú hevur sitið á Almanna- stovuni og saman við Al- mannastovuni hevur mót- arbeitt at tann parturin av Blindastovni Feroya, nærmari verkstadarpart- urin, kundi fara í gongd, tað var tann parturin sum ilmannastovan skuldi leiga og reka. Og grundin til, at tit ikki vildu samstarva og seta verkstødina å stovn, var tann, at Almannastov- an setti tær treytir, at tey antin vildu hava allan stovnin ella vildu tey sabotera, — og tå Blinda- felagid ikki vildi geva all- an Blindastovnin frå sær, funnu tit å Almannastov- uni upp á bæði líkt og ólíkt, og legdust oman á peningin, sum var játt- aður av fíggjarlógini til raksturin av verksteðun- um fyri árini 1988, 1989 og 1990, mær er sagt, at tað eru 9 mill. kr. í alt. Tú Jákup Danielsen hevur sitið á Almanna- stovuni og havt almennar stovnar og umsóknir um stuðul av hesum, hendi, av fíggjarlógini. Tá vit nú eru komin so langt, at tú nú viðgongur hetta og sigur, at pening- ur var tekur, — og er tað undrunarvert, at so lítið kontrol er við tí peninga- mongd, Almannastovan fær at húsast við av skatt- gjaldarans peningi, so er tað ein spurningur hvar peningurin, sum komin er av fíggjarlógini, er nú! Hvat hesin peningur er brúktur til? Tí til Blinda- stovnin var í juni 1990 ongin peningur goldin í leigu, og heldur ikki megn- aðu tit at seta nøkur verk- stød í gongd, hverki í 1988, 1989 ella 1990. Viðvíkjandi Dagcentri og ljóðbókaframleiðslu, so er at siga, at hetta er ein gomul nýggjheit, Jákup Danielsen, sum longu Vóru sett á stovn, um ikki tú sjálvur lá í buktini og forðaði fyri tí, fyri at Al- mannastovan skuldi sleppa at stýra og leggja inn undir seg, eins og tit nú royndu at fáa klørnar á endurbúgvingarstovnin, sum nokk eisini skal eydn- ast, á ein ella annan hátt, sum t.d. við blokadu, ella royna aftur við tí fíggjar- liga, tað er ein effektivur máti, tí um einki fíggjar- ligt grundarlag er, er ringt at seta nakað á stovn. Í landsstýrinum liggja prógvandi skjal, sum greiða frá, at longu í 1988, í september, sendi eg um- sókn um loyvi til lands- stýrið, um at seta ljóð- bókaframleiðslu á stovn á Blindastovni Feroya, og var tá keypt útgerð til hesa framleiðslu; men eis- ini tað kostar pening, og vantaði tá ein innlesingar- um boks, og samstundis var sekt um loyvi at seta á stovn Dagcentur á Blinda- stovninum, men sum áður sagt, blokadan frá tykk- um setti eisini stopp fyri tí, tá tit bara, eins og her- setararnir í Christiania, fluttu inn, uttan at gjalda leigu, ella seta nakað á stovn. Og noktaðu at undirskriva leigusátt- mála. Nú kemur tú Jákup Danielsen og greiðir frá, at 1. apríl skal alt í gongd. Í Danmark hava tey nakað, tey rópa ein Aprils- nar; mær tykist at tú minnir um ein Aprilsnar, Jákup Danielsen. Í Útvarpinum henda dagin var tú spurdur um rundaðu hjernini á Blinda- stovninum; tær dámdi tey ikki, og helt fyri, at tey blindu merktu ikki so væl hesi rundu hornini; maka til skilaleyst svass: tú heldur sjálvandi at tað var betur, um tey vóru spísk, ein skuldi ikki trúð at tú hevur funnið út av, at tað eru blind og sjónveik fólk, tú starvast við, hesi horn- ini eru gjørd rund nettupp vid ti fyri eyga, at følk als ikki skulu renna seg inn i spisk horn og i samråd vid serkunnleika i Danmark innan blindaøki, men bet- ur var um tú eisini hevði eitt sindur av logiskum skili, um tú einki kennir til at starvast við blind og sjónveik fólk. Síðan er bert at siga, at stýrið fyri stovnin ikki hevur givið tær, Jákup Danielsen, nakað loyvi at fara í gongd við nekrum sum helst, — men har í- móti hava biðið teg um at kanna tervin av fólkum, sum eventuelt skul koma at nýta stovnin, og tað hevur tú ikki gjørt, og hevur helst ongan áhuga fyri at gera, tí í arbeiðs- forum aldri eru tað ikki nógv, sum koma at binda gøtukustar og bustir fyri 0,60 kr. í tíman, sum er tað ið eitt vart verkstað betalir, og uttan at fáa nakað prógv, um tey so standa í læru alla sína ævi, til tey liggja undir grønu torvu, tað er ikki ein menniskjaverdug til- vera at bjóða fólki, og ikki trúgvi eg, Jákup Daniel- sen, at tú sjálvur vildi funnið teg í tí, um tú og tínir líkar vilja bjóða blindum og sjónveikum fólkum. Eitt skal tú gera tær greitt, Jákup D., at tað er ikki ein spurningur um, hvat blind kunnu gera, tí tey kunnu gera nógv ym- iskt, bara karmarnir og fortreytirnar eru fyri tí, men eg fari bara at siga, livst so spyrst. Tú er komin tær til lið ugt seymað klæði, Jákup Danielsen, og tú smæðist ikki fyri at brúka mini hugskot og forarbeiði, og sum tú sær, J.D., so er tað míni uppskot til stuðul av rakstrinum av fíggjarlóg- ini, sum liggja til grundar- lag fyri, at tað, sum játtað er, — og ikki tað, sum tú sekti um av Almanna- stovuni, meðan tú enn sat har, ikki minni enn 7 mill. kr. er mær fortalt, men hvat palleba betalir, og sum áður sagt, so hevur Almannastovan altíð spart uppá oyruni og latið dálan rulla, tað er tú so vanur við. Ketty Videre Síða 13 Tvangsauktion | Pá dommerkontoret, C. Ployensgota 1 Tórshavn afholdes Torsdag den 18. april 1991 kl. 15.50 tvangsauktion over 1381, matr. nr. Tórshavn, beliggende á Hálsi, tilhør- ende P/f Idé Møblar under konkurs. Auktionen er begæret af P/f Idé Møblar under konkurs v/ advokat Olavur Jåkup Kristoffersen, Fr. Petersensgøta 9, Torshavn, telefon 1.1145. Ejendommen er en erhvervsejendom opført i 1982 på en 2.355 m? stor grund. Det bebyggede areal udgør 2.516 m? i 2 etager. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. menterne ligger dommerkontoret. Auktionsdoku- gennemsyn på Færøernes fogedret, den 26.03.97 Hans Mosbæk fm. VALUTAKURSIR USA Bretland V-Tyskland Svoríki Noreg Frakland Belgia Pund Króna Króna Sveits Holland Italia Finnland Island Eysturriki Spania Portugal Kanada Japan Yen Dollari .. „, 1139,60 Markur . Frankur . Frankur . Frankur . Gyllin ... Skillingur Pesetas . Escudos Dollari .. Ultimo 24 síðsta mán. 648,25 638,45 1128,00 383,50 105,51 98,41 112,87 18,630 447,70 340,15 0,5156 161,85 10,80 54,495 6,186 4,3920 551,00 4,6220 383,55 106,14 98,55 113,04 18,630 450,10 340,30 0,5145 162,50 10,90 54,510 6,175 4,3630 56025 4,6560 1025,00 3,5370 Irland Pund .. Grikkaland Drakmur 1021,65 3,5550 SE —vO Kelda: Føroya Sparikassi Stykkini ongantíð tilskorin Í Dimmalætting nr. 36 týsdagin 26. mars 1991, undir yvirskriftini »Kom til liðugt seymað klædir« hevur frå Ketty Viderø gjørt sær tann Omak at skriva lesarabræv um ym- isk viðurskifti viðvíkjandi Blindastovninum og mær persónliga. Tað nýggja í Føroya Deild: Amnesty International, Skrivstavan í Vá 'sbotni er opin månadag, miku- dag ce ; fríggjadag kl. 11-16. Tlf. 15816 allari = hesi óndsinnaðu skriving um mín persón v.m., er at nú hevur K.V. undirskrivað lesarabræv- ið. Tað, at eg eri komin til liðugt seymað klæði, er nakað nógv sagt, tí so vítt eg veit, eru klæðini ongan- tíð tilskorin og kunnu tí- skil ongantíð vera seym- að, men sjálvandi, tek- nikkurin er so frammar- laga, at eg kanska havi yvirsæð hesi klæði. Hver hevur betri skil ella logiskan sans vil eg ikki lata KV døma um, Við rattið er tað tú sum ræður ferðini! men prísi meg lukkuligan yvir at ikki oll eru líka. Jákup Danielsen cq HOVLIGA + Antin — ella— ikki bæði BILRØKT Plåtu- og Sproytuverkstaður Ger bil fyri fólk... úr bygd og í býr Pf. BILRØKT v/ Símin i Dali Akranesgeta 11 - Tlf. 15556 ; OKKARA GÓÐSKA - TIN TRYGD