Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 50 - 13. mars 2003 Nr. 50 - 13. mars 2003 21 Jaguar diesel Herfyri frættu vit at ein Jaguar stationcar er á veg. Næsta ár fæst Jaguar X-Type eisini sum diesel. Tal- an er um ein Ford V6 dieselmotor. Kelda: FDM / Motor Smart / Mitsubishi Á NedCar bilverk- smiðjuni í Hálandi, har Volvo S40 og Mitsubishi Carisma áður vórðu gjørdir, skulu nú ein nýggjur Smart og ein Mitsu- bishi Colt framleiðast. Bæði bilmerkini hoyra til Daimler- Chrysler. Kelda: FDM / Motor GM / Toyota General Motors hava sett ein pensioneraðan Toyota kvalitetsstjóra í starv. Hann skal vera við til at hækka kvali- tetin á amerikansku GM bilunum. Kelda: Motor Magasinet Opel sýna í hesum døgum ein smartan konseptbil á Genevé Motor Show. GTC hevur nøkur av teim- um hugskotum, vit fara at síggja í Opel bilunum í framtíðini BILAR Magnus Gunnarsson Tað hendir nógv innan bildesign í løtuni, heilt frá tí vanliga til tað heilt ekstrema. Designstjórin hjá Opel, Martin Smith, sigur at teir við hesum bilinum ynskja at vísa hvussu sport- ligur ein sportsedan við trimum hurðum og plássi til fýra ferðandi kann síggja út. Í samstarvi við Opel deildina fyri framkomnar bilar, satsaðu teir uppá ein smartan bil. Av tí at talan er um ein konseptbil, hava designarnir størri fríheit, enn um bilurin skal í fram- leiðslu. Tann lága runda taklinjan, saman við kraft- igu linjuføringini, fær bilin at síggja út sum hann altíð er klárur til at leypa avstað. Ein heilt nýggjur Honda Accord kemur á evropeiska markn- aðin í vár. Bilurin verður gjørdur sum sedan og stationcar við 2.0 og 2.4 litur bensinmotorum. Seinni kemur ein útgáva við 2.2 litur dieselmotori BILAR Magnus Gunnarsson Sjeynda generatión av Honda Accord kemur nú á marknaðin. Talan er um ein størri og rúmligari bil enn forgangarin. Í fyrstu syftu vera tveir bensinmotorar á skránni, ein 2.0 litur við 155 hk og ein 2.4 litur við 190 hk. Seinni kemur ein útgáva við 2.2 litur diesel- motori. Bilurin fæst eisini sum stationcar, tá eitur hann Accord Tourer. Við- førisrúmið á sedan er 450 litrar og 576 litrar á Tourer. Airbag-gardinur eru stand- ard. Navigatiónsskipan og leðurinntrekk er eyka- útgerð. Opel GTC - framtíðar bildesign Honda Accord – sum sedan og stationcar Honda Accord 2003. Modellið er ein blandingur av Mazda 6 og Alfa 156. Ein væl koyrandi bilur sum skal kappast við luksusbilarnar í sínum klassa. Leggið til merkis blunkljósini í síðuspeglunum GTC er ein sportsedan við plássi til fýra ferðandi Opel GTC er eitt designstudie sum sýnir hvussu Opel bilarnir fara at síggja út í framtíðini Leygarkvøldið 22. mars skipar áhuga- felagið Dragin fyri hugnakvøldi og dansi í Skálanum í Klaksvík HUGNAKVØLD Solby A. Eliasen Hugnakvøldið byrjar klokkan 21 við borðhaldi, har borðreitt verður við breyði við føroyskum við- skera. Tað verður ymiskt undirhald og skemt undir borðhaldinum eisini. Fel- agði Dansihugni fer eisini at sýna fram fólkadans. Tá borðhaldið er av um ellivutíðina lata dyrnar upp, og tá verður almennur gamlamannadansur við bólkinum Finnbogi Lisberg og vinmenn. Frá stuðulsfelagnum verður sagt, at um fólk ynskja at verða við til borð- haldið, so kunnu tey tekna seg á telefon 45 66 61 ella 45 62 82. Kostnaðurin er 170 krónur fyri alt, men bara dansur kostar 100 krónur, og tá er ikki neyð- ugt at tekna seg. Yvirskotið fer til Dragan, sum nú er komin so væl áleiðis, at tey miða ímóti, at hann fer at sigla í summar. Tað eru nú tíggju ár síðani, at arbeiðið upp á Dragan fór í gongd, og nú væntar so at siga bert trygdarútgerðin. Og tað er tað, at roynt verður at savna pening til nú. Teir sum hava arbeitt við at seta Dragan í stand, hava gjørt alt arbeiðið sjálv- bodnir, og tað er orsøkin til, at tað hevur tikið so langa tíð. Tí ongin peningur er til taks. – Vit smíða við aðrari hondini, meðan vit savna pening inn við hinari, sigur Hans Eli Hansen, formaður í áhugafelagnum. Tað er langt í millum, at nakað tiltak er fyri tey til- komnu í Klaksvík, so áhugafelagið Dragin vónar, at fólk møta fjølment upp til hugnakvøldið. Dragin skipar fyri hugnakvøldi Áhugafelagið Dragin skipar fyri hugnakvøldi og dansi leygarkvøldið 22. mars til tess at savna pening inn til trygdarútgerð til bátin Sunnudagin fer Eli Smith at sýna fram í Fuglafirði LISTAFRAMSÝNING Eirikur Lindenskov Sunnudagin komandi, tann 16.mars, letur Eli Smith úr Havn upp listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Tá framsýningin letur upp, fer Dreingjakórið Undir Brúnni í Havn at syngja. Við á framsýningini hev- ur Eli vatnlitsmyndir og oljumálningar. Framsýn- ingin verður opin til fyrst í apríl mánaði. Opið verður vanligar dagar, tá handilin í Ribar- húsi er opin. Leygardag og sunnudag verður opið kl. 15.30 til 17.30. Eli í Ribarhúsi Mynd: Eirikur Lindenskov Føroya Bjór við Páskabrúsi SODAVATN Tíðindskriv Føroya Bjór er nú komið við einari nýggjari soda- vatn til børnini. Hesaferð er talan um Páskabrús í 1 1/2 liturs- fløskum. Føroya Bjór hevur góð- ar royndir við Jólabrúsin- um, og tí væntar bryggj- aríið í Klaksvík, at Páska- brúsið fær eins góða mót- tøku C M Y K 21 20