hósdagur 13. mars 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 13. mars 2003
23
Komandi leygarkvøld
fer føroyski
songfuglurin at hava
live-framførslu á
føroyska
dansistaðnum í
Keypmannahavn
KEYPMANNAHAVN
Jákup Mørk
Føroyska
dansistaðið
í
Keypmannahavn,
Jack-
ways, hevur seinsta árið
fingið fótin alt meira fastan
millum føroyingar í høv-
uðsstaðnum.
Einamest hava tað verið
leygarkvøldini, sum hava
verið ætlað føroyingunum,
og tó at skráin ikki hevur
verið so øgiliga nógv øðr-
vísi, enn hon er á flestum
vanligu donskum dansi-
støðum, so hevur undirtøk-
an verið góð. Sjálvandi
hava føroysku starvsfólkin
og føroyska ølið sítt at siga,
men í aðrar mátar líkist
umhvørvið heilt nógv tí
danska.
Nú verður tó ein roynd
gjørd at gera staðið til eitt
sindur meira føroyskt. Sum
eina roynd hava eigararnir
av Jackways fingið før-
oysku Eivør Pálsdóttir til
Danmarkar,
og
leygar-
kvøldið fer hon at hava
live-framførslu.
H e t t a
verður skipað sum eitt lítið
slag av hugnakvøldið, har
Eivør í einar tveir tímar fer
at sita við guitaranum og
spæla og syngja løg av
ymsum slag.
Suni Skylv Reinert, sum
er ein av eigarunum sigur
um nýggja tiltakið, at hetta
fyrst og fremst verður gjørt
sum ein roynd.
- Vit hugsa sjálvandi altíð
um, hvussu vit kunnu gera
umhvørvið enn betri, og nú
fara vit so at royna hetta.
Eivør byrjar sína fram-
førslu um hálvgum-tíggju
tíðina, og fer so at spæla og
syngja í einar tveir tímar,
sigur hann.
- Eftir framførsluna hjá
Eivør verður plátuvendari,
soleiðis sum vit vanliga
hava tað leygarkvøld, men
ætlanin er, at hesir fyrstu
tveir tímarnir skulu líkjast
meira einari hugnaløtu. Tí
hava vit eisini gjørt av, at
tað
verður
avmarkað,
hvussu nógv fólk sleppur
inn hesar tímarnar, so fyri
at vera vís í at sleppa inn,
eiga fólk helst at tryggja
sær atgongumerki undan
leygarkvøldinum.
- Sum sagt, so er hetta í
fyrsta umfari ein roynd,
sum vit gera. Men tað sigur
seg sjálvt, at um hetta tykist
hava góða undirtøku, so
fara vit avgjørt at skipa fyri
líknandi tiltøkum við jøvn-
um millumbilum, sigur
Suni Skylv Reinert at enda.
Felagið hevur valt at
leikbanna leikara
restina av
kappingarárinum
HONDBÓLTSROK
Páll Holm Johannesen
Leiðslan í VÍF hevur tikið
avleiðingarnar av rokinum,
sum var í dystinum millum
Kyndil og VÍF sunnudagin.
Felagið hevur valt at revsa
leikara við leikbanni rest-
ina av kappingarárinum.
Vestmenningar
hava
sambært tíðindaskrivinum
gjørt
eina
reglugerð,
hvussu slíkir tilburðir sum
sunnudagin skulu revsast.
Onki stendur í tíðinda-
skrivinum um, hvør leikari
talan er um. Talan at allar-
helst um rumenan, Piti
Negru, sum var ein av
leikarunum, ið var í rokan-
um ímóti endanum av dyst-
inum. Fleiri kyndils-fólk
vildu vera við, at Piti gjørdi
seg harðliga inn á ein av
kyndilsleikarunum, tá hes-
in var á veg av bonkinum á
vøllin.
HONDBÓLTSROK
Páll Holm Johannesen
Annar
av
dómarunum
sunnudagin í dystinum
millum Kyndil og VÍF,
Kristian Johansen, er fegin
um, at VÍF hevur tikið í
egnan barm, og tikið av-
leiðingarnar av tilburðinum
sunnudagin.
- Hatta er ótrúliga flott av
vestmenningum,
sum
sanniliga vísa góðan ítrótt-
aranda, tí hondbóltssam-
bandið kann ikki gera tað
stóra við málið, sigur
Kristian Johansen
Dómarin
sunnudagin
leggur afturat, at um Kyndil
var í somu støðu, so høvdu
teir ivaleyst eisini tikið
avleiðingarnar.
HSF hjálparsleyst
Hondbóltssambandið kann
ikki gera nakað við keðiliga
tilburðin sunnudagin, tí
dómararnir sóu ikki hend-
ingina. Møguligar avleið-
ingar av einari slíkari hend-
ing, er treytað av frágreið-
ingini frá dómarunum. Tá
hesir ikki sóu hendingina,
stendur honbóltssambandið
á berum.
Spurningurin er so, um
sjónvarpsupptøkur
av
hondbóltsdystum skal nýt-
ast í framtíðini sum prógv,
tá slíkt rok sum sunnudagin
tekur seg upp.
- Í løtuni hava vit ikki
loyvi at nýta sjónvarpsupp-
tøkur, men tað kundi verið
sera hent í fleiri førum,
vísir Kristian Johansen á.
Sjónvarpsupptøkur eru ei
heldur loyvdar sum prógv í
altjóða dystum, og enn
røkist ikki fyri, at tær vera
loyvdar í nærmastu fram-
tíð.
Kristian Johansen sigur
at enda, at sjónvarpsupp-
tøkur høvdu bæði verið til
gagns fyri dómararnar og
sanniliga eisini hondbólts-
spælararnar.
VÍF tikið avleiðingarnar
Formaðurin í VÍF, Jógvan
Sigurd Poulsen, hevur saman
við venjara og liðformanni í
felagnum, avgjørt at
leikbanna leikara fyri
tilburðin sunnudagin ímóti
Kyndli
Mynd: Savnsmynd
Kristian Johansen, dómari sunnudagin:
-Ótrúliga flott av
vestmenningum
Landskappingardysturin
í
manshondbólti
09.03.03 millum Kyndil
og VÍF, 1.deild menn.
Vísandi til tað óhepnu
og
lítið
ítróttarliga
støðu, ið tók seg upp,
seinast
í
omanfyri
nevnda landskappingar-
dysti í Høllini á Hálsi,
sunnudagin
09.03.03,
hevur nevndin í VÍF,
saman við venjarum og
liðformanni, viðgjørt til-
burðin og dystin sum
heild.
Niðurstøðan
hjá
omanfyri nevndu er, at
fleiri tilburðir í dystin-
um eru átaluverdir og
lítið sømiligir og berða
ikki brá av ítróttaranda.
VÍF
harmast
lítið
sømuligu atburðirnar og
ásannar, at um hond-
bóltsleikur skal fara
fram á sømiligan hátt og
í góðum ítróttaranda,
eiga leikarar ikki at
sleppa órevsaðir frá tí-
likum tilburðum.
VÍF hevur tí á fundi
10.03.03,
tikið
hesa
avgerð:
»Ger leikari felagsins
seg sekan í grovum broti
á ítróttarandan og av
hesi orsøk kann koma
øðrum
–
viðleikara,
mótleikara, dómara ella
áskoðara – í vanda, kann
felagið revsa viðkom-
andi. Nevnd, venjarar
og liðformaður taka av-
gerð um, hvør revsingin
skal verða.«
Vísandi til seinastu
løtuna
í
dystinum
09.03.03, hevur VÍF av-
gjørt at taka sína ábyrgd
av tí óhepnu støðu, ið
tók seg upp og hevur
revsað leikara við leik-
banni, restina av kapp-
ingarárinum.
Við hondbóltskvøðu
VÍF
Føroyski
sangfuglurin
skal komandi
leygarkvøld
spæla á
føroyska
dansistaðnum
Jackways
Tíðindaskrivið
frá VÍF
Eivør á Jackways
23
Venjaraparið í Brønd-
by, John Faxe og
Michael Laudrup,
hava tol við Jón Róa,
sum fær tíð at venja
seg við lopið frá før-
oyskum fótbólti til
superligafótbólt
ÚTISETAFELAG
Páll Holm Johannesen
Fyrrverandi HB-leikarin,
Jón Rói Jacobsen, hevur
rættiliga gjørt vart við seg í
Brøndby. Sambært hjálpar-
venjaranum í Brøndby,
John "Faxe" Jensen, er ungi
havnarmaðurin sum eitt
frískligt í Brøndby-hópin-
um. Ummælið ber boð um,
at føroyingurin seinastu
tveir mánaðirnar hevur bitð
frá sær í danska meistara-
liðnum.
Danska superligan fer
aftur av bakkastokki leyg-
ardagin. Við føroyskum
eygum er størstur spenn-
ingur, um føroyski lands-
liðsleikarin verður við í
Brøndby-hópinum,
tá
meistararnir úr Brøndby
seinnapartin leygardagin
fáa vitjan av Viborg.
Tað er rættiliga stórt trýst
at seta á 19 ára Jón Róa Ja-
cobsen, at hann alt fyri eitt
skal vinna sær pláss í
Brøndby-verjuni. Hin før-
oyski leikarin í superliguni,
Todi Jónsson, nýtti á sinni
yvir eitt ár, áðrenn hann
gjørdist fastur maður á
superliga-liðnum hjá Lyng-
by. Tað kann tí tykjast held-
ur veruleikafjart, at Jón
Rói, eftir bert tveir mán-
aðir, skal eydnast at fáa
pláss á Brøndby-liðnum.
Skoðsmálini hjá føroyska
landsliðsleikaranum hava
verið góð higartil, og tí er
tað kanska ikki so heilt
veruleikafjart, at Jón Rói
verður ímillum teir 16
leikarnar, sum venjara-
parið, Michael Laudrup og
John Faxe, ætla at hava
fyrsta dystinum leygar-
dagin.
Misjavnir venjingar-
dystir
Brøndby fór undir fyrireik-
ingarnar til várhálvuna
fyrst janurar-mánað, og
síðan hava Michael Laud-
rup og John Faxe dýkt á
sínar menn. Í alt hevur
danska meistaraliðið leikt
10 venjingardystir.
- Úrslitini og spælið í
venjingardystunum
hava
verið misjøvn, men vit eru
væl fyrireikaðir, nú kapp-
ingin byrjar aftur, sigur
John Faxe við Sosialin.
Miðskeiðis í februar var
Brøndby á venjingarlegu í
Turkalandi. Flestu feløgini í
superliguni fara vanliga á
venjingarlegu uttanlands,
har heitari er í veðrinum, og
vallirnir eru í betri standi.
Á ferðini í Turkalandi
vórðu fleiri venjingardystir
leiktir, og allar mans sluppu
at royna seg. Sambært
John Faxe var venjingar-
leguna í Turkalandi vera
sera væleydnað, har høvi
var at síggja, hvør dugur
var í nýggju leikarunum,
sum eru komnir til felagið í
vetrarsteðginum.
Jón Rói hevur leikti teir
fyrstu venjingardystirnar í
verjuni, men seinastu dyst-
irnir hevur hann sitið á
beinkinum. Brøndby var í
seinastu viku í Onglandi,
har teir leiktu ímóti Brent-
ford og Charlton. Í dystin-
um ímóti Brentford, fekk
Jón Rói sítt fyrsta mál í
Brøndby-troyggjuni.
Hava tol við Jón Róa
Brøndby hevur mist fleiri
týðandi leikarar í vetrar-
steðginum, og í teirra stað
eru tríggir ungir leikarar
komnir. Umframt Jón Róa,
so eru áleyparin, Karsten
Johansen, komin úr Næst-
ved og Niki Zimling úr
unglingaliðnum í Brøndby-
hópin.
Spurdur um, at tá so
týðandi leikarar sum Mog-
ens Krogh, Allan Ravn,
Thomas Lindrup og Peter
Madsen ikki eru at finna í
hópinum longur, um eitt
felag sum Brøndby ikki átti
at havt sett leikarar við
størri royndum við, svarar
John Faxe, at tað sær hann
ikki sum nakran trupul-
leika, tí felagið hevur altíð
gjørt nógv við ungdóms-
arbeiðið.
- Teir ungu hava klárað
seg væl í venjingardystun-
um, og eg og Michael óttast
als ikki at seta ungu
leikararnar á vøllin, tí teir
skulu eisini venja seg við
leikferðina í superliguni,
sigur hjálparvenjarin.
John Faxe ásannar, at tað
kann tykjast eitt stórt lop
hjá nýggju leikarunum at
venja seg við leikferðina alt
fyri eitt, og tí er neyðugt at
ein hevur tol við ungu leik-
arunum.
- Vit fara at geva Jón Róa
hetta hálva árið, hvør dugur
er í honum, og hvussu hann
megnar at umstilla seg til
superliguna, tí lopið úr før-
oyskum fótbólti til super-
liguna er stórt, vísir Brønd-
by-hjálparvenjarin á.
Jón Rói hevur verið í
Brøndby í góðar tveir mán-
aðir, og Michael Laudrup
og John Jensen, hava tí
fingið høvi at hyggja nærr
at dygdunumhjá føroyska
landsliðsverjuleikaranum.
John Faxe vísur á, at Jón
Rói hevur ein frágera góð-
an hugburð til fótbóltin,
gott yvirblik, sterkur í
luftini og skjótur. Størsta
dygdin hjá Jón Róa er
sambært hjálparvenjaran-
um, at honum dámar at
spæla fótbólt, soleiðis skilt,
at hann heldur seg til at
spæla seg frameftir vøllin-
um, heldur at sparka, sum
mangir verjuleikarar hava
lyndi til.
Hjálparvenjarin ásannar
tó, at føroyingurin hevur
nakrar veikleikar. Jón Rói
skal venja seg við at standa
rætt á vøllinum, og leik-
ferðina skal hann eisini
venja seg við.
Tá vit spyrja John Faxe,
um hvussu útlitini eru hjá
føroyinginum at fáa sátt-
mála við Brøndby, vísir
hjálparvenjarin ikki møgu-
leikanum aftur.
- Jón Rói er í holt við at
læra nógv nýtt, og alt eftir
hvussu hann fer at standa
seg í vár, fer at avgera um
vit fara at knýta hann til
felagið, sigur fyrrverandi
Herfølge-venjarin.
Ætla at vera besta
liðið í vár
John Faxe er bjartskygdur
um útlitini fyri restina av
kappingarárinum.
– Vit settu í byrjani av
kappingarárinum eina ætl-
an við Brøndby út í kortið,
og hóast úrslitini í heyst
ikki altíð vóru okkum til
lýtar, so ætla vit at halda
fast við hana greiðir Faxe
frá.
Venjaraparið í Brøndby,
Michael Laudrup og John
Faxe, boðaðu undan kapp-
ingarárinum, at spælskip-
anin skuldi leggjast um.
Teir vildu leggja seg eftir at
spæla mest undirhaldandi
fótbóltin í Danmark, og
kravið var tí til allar leik-
ararnir í Brøndby hava góð-
an bóltførleika.
Hóast Brøndby spældi
spennandi álopsfótbólt í
heyst, so vóru úrslitini ikki
altíð til vildar. Hjálparvenj-
arin vísur á, at hóast liðið
spældi besta fótbóltin, so
manglaði støðuleiki, og at
fáa umsett teir mongu mál-
møguleikarnar til mál.
Í Brøndby verður ikki
tosa um meistarheitið. Fe-
lagið ásannar, at frástøðan
er stór til FCK, og tí má
málið fyrst og fremst vera
at vinna sær sess í evro-
peisku kappingum í heyst.
- Vit ætla okkum at vera
besta liðið í vár, t.v.s at vit
ætla okkum at fáa flest stig
í várhálvuni, og um tað so
røkkur til at fáa FCK aftur,
tað má bara tíðin vísa, sigur
John Faxe at enda.
Leygardagin verður so
fyrsti dysturin hjá Brøndby
í kappingini í royndini at
fanga FCK aftur. Dysturin
verður ímóti Viborg, og
Faxe vil onki siga um ein
føroyingur verður í Brønd-
by-hópinum. Tað fáa vit at
vita seint hósdagin ella
fríggjadagin, tá hann og
Laudrup fara at kunngera
hópin.
Nr. 50 • hósdagur • 13. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Hjálparvenjarin, John »Faxe« Jensen:
– Jón Rói er sum eitt frískligt
lot í Brøndby-hópinum
Brøndby liggur í løtuni á øðrum plássi í super-
liguni, - níggju stig eftir FCK.
Liðið hevur vunni átta dystir, leikt fimm javnar og
tapt fimm dystir
Toppskjútti er Morten Wieghorst við sjey málum
Tilgongd: Jón Rói Jacobsen ( HB, leigaður),
Karsten Johansen(Næstved), Niki Zimling (ung-
lingaliðnum)
Frágongd: Mogens Krogh(givin), Allan Ravn
(Landskrona), Thomas Lindrup (OB), Peter
Madsen (Wolfsburg, leigaður), Mikkel Jensen
(Hammerby), Søren Krogh, Rafal Niznik og Søren
Larsen (allir leigaðir til Frem)
Fakta
Hjálparvenjarin í Brøndby, John Faxe Jensen, sigur, at teir í
Brøndby hava tol við Jón Róa Jacobsen, sum skal venja seg við
leikferðina í superliguni.
Mynd: Savnsmynd
C
M
Y
K
22