hósdagur 13. mars 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 50 - 13. mars 2003
STEYPAKAPPINGIN
Bogi Simonsen
Leygardagin 9. mars vóru
hávlfinalurnar og sjálv
finalan í steypakappingini í
bridge leiktar í skúlanum í
Runavík. Tey fýra liðini, ið
høvdu spælt seg til hálv-
finalurnar, vóru hesi:
Per Kallsberg
Per Kallsberg – Dánjal
Pauli Mohr, Jóannes Mour-
itsen – Heðin Mouritsen
Eyðun Anthoniussen
Eyðun Anthoniussen
–
Símin Lassaberg, Magni
Jøkladal – Robert Langaard
Junior Buss Taxa
Bogi Simonsen – Rói á
Rógvu Joensen, Arnbjørn
Sivertsen – Hans Jacob
Petersen
Marner Joensen
Marner Joensen – Árni
Dam, Høgni Vesturklett –
Gunnar Mouritsen
Í tí einu hávlfinaluni møtt-
ust liðini hjá Per Kallsberg
og Eyðun Antoniussen, hin
hálvfinalan var millum lið-
ini hjá Junior Buss Taxa og
Marner Joensen. Liðið hjá
Eyðun Antoniussen syrgdi
fyri, at teirra dystur móti
Per Kallsberg ikki gjørdist
serliga spennandi, Eyðun
Antoniussen vann ein sera
tryggan sigur uppá 106 –
64. Hin hávlfinalan mill-
um Junior Buss Taxa og
Marner Joensen gjørdist
sera spennandi og væl leikt,
tá ið avtornaði vann liðið
hjá Junior Buss Taxa tó við
64– 52.
Finalan var sostatt mill-
um Eyðun Anthoniussen og
Junior Buss Taxa. Í finaluni
vóru 4 sektiónir uppá 10
spøl leikt. Her vóru sera
nógv svingspøl, so úrslitini
fyri hvørja sektión vóru
eisini heilt misjøvn. Tá ið
20 spøl vóru leikt, var liðið
hjá
Junior
Buss Taxa
aftanfyri við 46 imp. Hetta
er ein munur, sum ikki er
lættur at vinna innaftur í
bridge. Men við góðum
spælið og fitt av hepni
eydnaðist Junior Buss Taxa
at vinna sektión 3 við heili
56-0. Nú var aftur spenn-
ingur í. Sektión 4, hevði
ikki tað heilt stóra at bjóða
uppá, og endaði hon nær
um javnt, og sostatt vann
liðið hjá Junior Buss Taxa
finaluna og er steypavinn-
ari í Bridge 2003. Vinnarin
av finaluni skal umboða
Føroyar í sera sterkari
kapping, ið verður leikt í
Rottneros í Svøríki í døg-
unum 9-11 mai 2003. Í
kappingini luttaka allir teir
norðurlensku steypavinnar-
arnir.
Tøl frá finaluni
Spæl
Eyðun Junior
1-10 36 27
11-20 46 7
21-30 0 56
31-40 11 18
Tils.
93
108
Eitt av spølinum, sum
kostaði Junior Buss Taxa
dýrt, var hetta:
Meldingarnar eru:
Vestur
Eystur
Bogi
Rói
1rú
2kl
2rú
2hj
3nt
Sjálvur haldi eg, at eg ikki
meldaði mína hond serliga
væl. 2rú er ok, men at leypa
í 3nt eftir at makkarin
meldaði nýggjan lit og so-
leiðis vísir styrki, er ikki
eitt gott meld. Makkarin
hevði ongan møguleika fyri
at vita, at mín rútari er
gangandi, og valdi tað
sikra. Tað kostaði 13 imp,
tá ið Símin og Eyðun meld-
aðu og vunnu 6 rút. Teir
meldaðu kortini soleiðis:
Vestur
Eystur
Símin
Eyðun
1rú
1hj
1sp
2kl
3rú
4ut
5sp
6rú
Landsliðini sett
Føroyski landsliðsvenjarin,
danin Svend Novrup, hevur
nú úttikið landsliðið, ið
skal umboða Føroyar í
Norðurlandameistarakappi
ngini, sum verður í Føroy-
um í mai 2003. Leikarnir
eru:
Bogi Simonsen – Rói á
Rógvu Joensen
Jóannes Mouritsen – Heðin
Mouritsen
Dánjal Pauli Mohr – Per
Kallsberg
Kvinnulandsliðið
sær
soleiðis út:
Marjun Restorff – Arnleyg
Mikkelsen
Jóna Grunnveit – Henriette
Svenstrup
Laila Danielsen – Maria
Christiansen
Marner Joensen, liðskipari
og venjari
Junior Buss Taxa vann steypakappingina
Liðið hjá Junior Buss Taxa vann steypakappingina um
vikuskiftið. F.v. Rói á Rógvu, Bogi Simonsen, Arnbjørn
Sivertsen og Hans Jacob Petersen
Gevari: V/A
Vestur:
Eystur:
Sp: D1072
Sp: EK
Hj: 6
Hj: E943
Rú: EKDB1082
Rú: 9
Kl: 9
Kl: ED765
Tíðindaskriv
Ingibjørg Poulsen, sum er í
Aalborg í lestrarørindum,
vann sær enn eitt heiðurs-
merki í Danmark tá hon
sunnudagin gjørdist numm-
ar tvey í Kúlustoyt á innan-
dura »Vestdansk Mester-
skab«. Tað er tað sum fyrr
æt Jysk-Fynsk mesterskab.
Ingibjørg stoytti kúluna út á
9.89 m.
Ingibjørg
hevur
fyrr
vunnið eitt i bronsu merkið
innandura og tvey bronsu-
merki uttandura til tað
Jysk-Fynska meistaraheit-
ið, og tvey silvurmerkið til
Amstmesterskabet. Haraft-
urat hevur hon tvey 5’ta
pláss frá donskum meist-
araheitum at vísa á, so ikki
kann sigast annað enn at
hon hevur bitið seg fasta í
toppin í Danmark tá man
tosar um at kasta. Tað
verður spennandi at fylgja
henni á komandi oyggja-
leikum har hon luttekur í
Kúlustoyt, Hamarkast og
Diskoskast. Hon eigur tað
føroyska metið í øllum hes-
um greinunum.
Ingibjørg Poulsen vann silvurmerkið í kúlustoyt
Ingibjørg Poulsen stoytti kúluna heilar 9,89 metrar og vann
silvurmerkið í Vestdansk Mesterskab
Jákup Mikkelsen spældi
allan dystin
Svenski landsliðs-
málverjin má
roknast sum fyrsta
val í Molde, men
Jákup ætlar at taka
kappingina upp
ÚTISETAFELAG
Páll Holm Johannesen
Seinnapartin týsdagin
leikti Molde venjingar-
dyst ímóti Hødd á gras-
líkisvøllinum í Molde.
Jákup Mikkelsen leikti
allan dystin, sum endaði
1-1.
Molde hevur higartil
leikt sjey venjingardyst-
ir, síðan fyrireikingarnar
til nýggja kappingarárið
í Noreg. Jákup hevur
leikt teir tríggjar, meðan
kappingarneytin, Eddie
Gustafsson, hevur staðið
hinar venjingardystirnar.
Í løtuni er svenski
landsliðsmálverjin
fyrsta val í Molde, men
Jákup hevur borið fram,
at hann ætlar sær at taka
kappingina
upp
við
svian.
Kappingarárið
í
Noregi byrjar 13. apríl.
Molde leikar fyrsta dyst-
in ímóti Odd Grenland á
útivølli.
C
M
Y
K
24
Nr. 50 - 13. mars 2003
25
CAMBRIDGE EXAMINATIONS
First Certificate in English (FCE)
og Certificate of Proficiency in English (CPE)
Tilmeldingarfreistin til próvtøkurnar í mai/juni 2003,
er úti 17.3.2003 kl. 12.00
Tilmeldingargjald:
First Certificate in English
700,00 kr.
Certificate of Proficiency
900,00 kr.
Skal gjaldast kontant við tilmelding, sum fer fram á
Setursskrivstovuni
kl. 9.00 - 16.00 vanligar dagar og
til kl. 12.00 mánadagin 17.3.2003.
Setursskrivstovan
J. C. Svabos gøta 14
tlf. 35 25 00
Sveisiarbeiði
Eg havi byrjað mína egnu fyritøku har alt sveisi-
arbeiði innan jarn, rustfrítt og alminium verður
gjørt, bæði umvælingar og smærri arbeiði.
Hevur hetta tín áhuga ring nátt sum dag.
Tlf. 422127/220957
LB Service
v/ Lars Bisgaard
Jørð í Sandavági
til sølu
Um hóskandi boð fæst er matr. nr. 168 og 164 við
ástandandi summarhúsi til sølu. Samlað vídd er
33.435 m2.
Tlf. 424155
Í samband við at starvsfólk fara/eru farin úr starvi og at nýggja Sambýlið undir
Kráarbrekku letur upp, verður søkt eftir røktarstarvsfólki at arbeiða í skiftandi
vaktum til Heimarøktina í Norðoyggjum, frá 1. apríl 2003 ella eftir avtalu.
Søkt verður eftir fólki við røktarfakligari útbúgving,so sum sjúkrarøktarfrøðing-
um, heilsurøktarum, sjúkrahjálparum og heilsuhjálparum. Umsøkjarar verða
settir í starv í Heimarøktini í Norðoyggjum, sum umfatar at arbeiða úti í býnum
og inni á stovni.
Ynskiligt er, at evt. umsøkjarar í umsóknini skriva hvar ynskt verður at arbeiða,
starvstíð og hvørja vakt (dagvakt, kvøldvakt ella náttarvakt).
Til Sambýlið undir Kráarbrekku verður søkt eftir einum fólki við kunnleika innan
heilsugóðan kost.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til økisleiðaran ella varaleiðaran
á tlf. 222783 ella 222643.
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
Heimarøktin Í Norðoyggjum
Bøgøta 34
700 Klaksvík
Umsóknarfreist: 27. mars 2003
Heimarøktin øki 4
Norðoyggjar
Røktarstarvsfólk
ELDRAFELAGIÐ NÓN
Aðalfundur verður mánakvøldið 17. mars 2003 kl
19.30
Eldrafelagið Nón
Volvo til sølu
Grá metal station V70, koyrt 57.000 km.
Petur Nolsø
Tlf. 311899
25