Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. apríl 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 62 — 4. apríl 1991 Síða 3 NEYSTABØ-MÅLID. Ongar sersømdir' VARD NOYDDUR AT BAKKA Thomas Arabo, landsstýrismaður í ídnaðarmálum, var sinnaður at veita P/f Norð- streymi sersømdir í mun til tey krøv, ið Heilsufrødiliga Starvsstovan setur óðrum virkjum. Men eftir trý bróv og drúgt orðaskifti bakkaði landsstýrismaðurin Rættiliga harðmælt togtog- an var herfyri ímillum Heilsufrødiligu Starvsstov- una og landsstýrismannin í ídnaðarmálum, Thomas Arabo. Keglingsevnið var so- kallaða Neystabø-målid: hvørji krøv skuldu setast Víkavirkinum fyri at tað kundi lata upp aftur. Byrjaði uttan loyvi Tá Víkavirkið fór á húsa- gang í august í fjør, setti Heilsufrødiliga Starvs- stovan upp nøkur krøv, sum virkið skuldi lúka, áðrenn tað aftur kundi løg- gildast sum matvøruvirki. Men P/f Nordstreym, sum leigadi bygningin fyrr i år ul laksavirking, fór undir virksemi uttan at Heilsufrødiliga Starvsstov- an hevði løggilda virkið av nyggjum. Stjórin i P/f Norðstreym, Kristian á Neystabø, varð tiskil kunnadur um krøv- ini, sum virkið skuldi lúka. Nøkur krøv skuldu vera lokin, áðrenn virkið lat upp, og onnur fyri 1. au- gust í ár. Araboð: »Tad er OK! < P/f Norðstreym, ið varð steðgað av Heilsufrødiligu Starvsstovuni, helt, at krøvini vóru ov strong og kostnaðarmikil, og kærdi 4. febr. avgerðina til lands- stýrið. Landsstýrismaðurin í ídnaðarmálum Thomas Arabo gekk kæruni á meti í einum brævi til parta- felagið. Kristian á Neystabø, stjóri í felagnum, fekk um telefon at vita, at P/f Norð- streym kundi byrja »i morgin<. Brævið sjálvt varð kortini ongantíð sent, tí innihaldið í brævinum elvdi til rættiligt orðaskifti í korridorunum, sum tikið verður til. Uppii orðaskiftinum vóru Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóri, ið var misnøgdur við, at fiski- vinnuumsitingin ikki hevdi fingið málið ul viðgerðar frá landsstýrismanninum, Marjun Hanusardóttur og Ásmundur Guðjónsson, åvikavist stjóri og deildar- leiðari á Heilsufrødiligu Starvsstovuni, og Thomas Arabo, landsstýrismaður. »Hvi bara vit?« Eisini vóru fleiri enn eitt virki, ið lótu frætta frá sær: tey hildu onga orsøk vera fyri, at tey skuldu ganga undir kostnaðarmikil krøv, sum ikki eisini skuldu galda fyri Víkavirkið. Munnliga togtoganin endaði við, at eitt nýtt bræv varð sett saman í Tinganesi: bygningurin skuldi ganga undir tær treytir, sum Heilsufrgði- liga Starvsstovan setti við onkrum undantgkum; brævið varð 14. febr. undirskrivað - við ringum tannabiti, skilst - av einum gruggutum Thomas Arabo. Nakrar dagar seinni tekur hann nýggja avgerð í málinum. Nýtt bræv til Kristian á Neystabø, stjóra, verður sett saman og undirskrivað av lands- stýrismanninum. Innihald: P/f Norðstreym nýtist ikki at ganga undir tey krøv til virkisbygningin, sum vóru sett í fyrra skrivinum. Rok í Nesinum Elvdi fyrsta avgerðin til misnggdin, so skapti hend- an rættiligt rok. Heilsu- frødiliga Starvsstovan mót- mælti harðliga, og av fúta- skrivstovuni fall ein við- merking um, at tað fór at verða so gott sum Ogjørligt at reisa ákæru sambært matvgrulógini, um lands- stýrið slakaði í hesum føri: bæði virkiseigarar á á- kærubonkinum og dómari kunnu bara visa til for- dømid í Haldórsvík. I ti skili varð hetta trida brævið ongantíð sent. Formliga endaði Neystabø- málið sostatt við brævinum úr Tinganesi 14. februar, ið tilskilar weytirnar fyri at virkið kann lata uppaftur. Vit royndu at fáa orðið á Thomas Arabo, men hann verður ikki at hitta fyrrenn mánadagin, varð upplýst úr Tinganesi. ówh Kristian á Neystabø, stjóri á P/f Norðstreym, fekk ikki sersómdir. Nú eru viðurskiftini á virk- inum í lagi Hanusardóttir, stjóri á Heilsufrødisligu Starvsstov- uni, hava havt úr at gera við at sannføra landsstyr- ismannin um, at reinførisstødid má haldast Marjun Hanusardóttir, HS: Undirgraving - um landsstýrið sum kærustovnur loyvir undantókum, ið fara langt niður um tað stóðið, sum er avtalað at halda Stjórin á Heilsufrødiligu Starvsstovuni, Marjun Hanusardóttir, var “í luft- ini', meðan Neystabg- málið ferðaðist aftur og fram millum Vík, Tinga- nes og Starvsstovuna. Hetta vita fróðar keldur at siga fyri Sostalinum. Undantsk óheppin Hóast Marjun Hanusar- dóttir er fyrikomandi, so er hon kortini einki fyri at tosa um konkret mál, sum hava verið til við- gerðar; starvsstovan hev- ur tagnarskyldu. Stjórin váttar kortini, at slíkt mál hevur verið til viðgerðar, og hevur einki ímóti at úttala seg um tað grund- leggjandi í málinum. - Landsstýrið viðgerð kærur yvir avgerðir, vit hava tikið, men tað kann ikki vera rætt, at lands- stýrið tekur avgerðir, sum beinleiðis undir- grava ta uppgávu, vit hava, sigur Marjun Han- usardóttir. Hon sigur, at uppgåv- an hjá landsstýrinum sum kærustovni má vera at taka dagar ímillum, hvgrt stovnurin hevur hildið seg til sínar heim- ildir, um hann hevur nýtt rætta mannagongd og at meta um, hvert nýggj krgv eru politisk góð- takilig í meira sakligari merking. Marjun Hanusardóttir upplýsir, at Starvsstovan hevur lagt eina linju i sambandi við alt mat- vøruvirksemi og hevur løggilda øll virki av nýggjum. - Gevur landsstýrið so loyvi til undantøk, ið fara langt, langt niður um tað stødid, vit hava lagt, so er eingin linja og so missa vit tamarhaldið á teirri uppgávu, vit skulu røkja, sigur Marjun Han- usardóttir, ið leggur dent á, at í hesum føri var talan um tilvirking av laksi, ið heilsufrødiliga er sera viðbrekið. Hon upplýsir, at P/f Norðstreym hevur fingið rættlag á teimum viður- skiftum, sum skuldu greiðast áðrenn virksem- ið kundi byrja aftur; felagið hevur fingið aðrar treytir, ið skulu lúkast fyri 1. august Ikki eindsmi Neystabø-målid er einki eindómi. Tidliga í 1989 stongdi Heislufrødiliga Starvsstovan Norðborg hjá P/f Joensen & Olsen í Klaksvík av heilsufrødi- ligum grundum; Anfinn Kallsberg, landsstýris- maður, lat virkið upp-- aftur við einum penna- stroki eftir at Mortan Olsen, stjóri, hevði gjørt eitt legg út í Tinganes. Í fjørheyst avgjørdi Heilsufrødiliga Starvs- stovan at tey nógv umtal- aðu 30 saltfiska-tonsini av Ennibergi skuldi fyribein- ast, tí tey vóru roykskadd og kolldømd sum fólka- matur av vrakarastovn- inum; tíðliga í november gav landsstýrið, útflutn- ingsloyvi ul fiskin eftir at Oddfridur Haraldsen, stjóri á Harfrost og ein av eigarunum av teimumn 30 tonsunum, hevði sligið upp á trådin ul Olaf Olsen, landsstyrismann.