hósdagur 4. apríl 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Óviðgjórdur fiskur av landinum
67 tons seld í |
Hanstholm í gjár
--Millum annað 40 tons av havtasku, sum kundi fingið nógv
betri pris, varð hon pakkað i Føroyum og seld á europæiska
meginlandinum, sigur ein fiskakeypari
Mýlingur og Lómur
við Bacalao. Myndin
er tilvildarlig. Mynd:
Hilmar Jan
Føroysku flakavirkini
klaga um ov litla råvøru,
men hóast hetta, so senda
fiskakeypararnir regluliga
fisk óviðgjórdan á
uppbodssølu ella til fastan
prís uttanlanda.
Í gjár vórðu seld 67 tons
av føroyskum fiski á
uppbodssøluni í Hanst-
holm.
-Harav seldu vit 17 tons
av laksi, men hesin var
fråbodadur fyri påskir,
sigur Jes Holm Sørensen,
aktiónmeistari i Hanst-
holm.
Nr. 62 — 4. april 199]
-Umframt laksin vart
havtaska seld fyri g68an
pris. Talan er un
6vidgjørdan fisk. Nakað
av upsa var eisini selt og
her lá prísurin frá 8.50-
15.00 krónur fyri kiloið,
alt eftir støddini.
BETRI PRIS
Ein fiskaseljari í
Føroyum, sum ikki vil
hava navnið í blaðið sigur
við Sosialin, at millum
annað havtaskan kundi
verið seldur fyri nógv
betri prís. um hon var
pakkað í smáað
flamingokassar í Føroyum
og sidan seld á
europæiska
meginlandinum, eitt nú í
Fraklandi. Hetta hevði
givið nakað av arbeiði í
Føroyum og meir pening
til landið.
--Tey 67 tonsini vit seldu
í gjár komu frá 10
ymiskum virkjum og
skipum í landinum. Eg vil
ikki upplýsa ngvnini á
sølumonnunum, sigur Jes
Holm Sgrensen
BACALAO
—Vit selja av og á fisk á
uppbodssølu uttanlanda
ella til keypara fyri fastan
prís. Tað er serliga ruddið,
havtaska og annan fisk,
sum vit selja í smáum
nøgdum. Men hetta er eitt
lottaríspæl. Og ofta gongst
illa at fáa kassarnar aftur,
sigur Leivur Michelsen á
Bacalao.
jústinus
Suðringar mótmæla
Okur vilja ikki
síggja Pride og
Dúgvuna
Iópundirskriftir savnaðar
Suðringar eru í ødini og
nú savna teir av grimd
undirskrifur móti at Pride
og Dúgvan skulu setast í
suðuroyarsigling tá
Teistin er i
uttanlandasigling. Hóast
triggjar tingmenn í
samgonguni kenna tei seg
snyttar og hava ongan
góðan í Tinganesi, siga
teir
Bert í Vági eru longu
hundraðtals undirskriftir
savnaðar og sama skilið er
kring alla oynna, sigur ein
uppøst suduroyarkvinna
vid Sosialin.
Listar til undirskrifts-
innsavnanina liggja kring
alla oynna, og ovast å
listunum stendur:
Til Føroya Landstyri:
„Vit undirritaðu krevja
at Føroya Landstýri
stedgar ætlanini um at seta
Dugvuna og Pride i
sigling til Suduroyar i
summar, medan Teistin
siglir til Skotlands. Hetta
er ein loysn, sum ikki
kann góðtakast."
Undirskriftirnar skulu
latast landstýrinum seinast
í vikuni og suðringarnir
meta, at hvørki Dúgvan
ella Pride kunnu avloysa
Smyril ella Teistan, sum
verða bundnir 2
landasigling
jústinus