hósdagur 4. apríl 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 62 — 4. apríl 1991
Johnny Thomsen
Eitt samveldi á vegamóti
»Eitt óslítandi samveldi
av frælsum lýðveldum
hevur mæta Russland
sjóðað saman í allar
ævir...«
Ur ti sovjettiska
tjodsanginum.
Í einum landi við meira
enn hundrað ógviliga ym-
iskum fólkaslogum hevði
verið logið, um ikki ósemj-
ur og mótsetningar
onkuntíð stungu seg upp.
Men sjálvt hjá fólki,
sum helt seg kenna Sov-
jettsamveldið rættiliga
væl, mundi tað koma
óvart, at mótsetningarnir
millum tjóðir og einstakar
republikkir í Sovjettsam-
veldinum vóru so hvassir,
hóast flestell væl vistu, at
ofta varð kávað út yvir
spenningarnar.
Her sum í so mongum
eðrum førum hevur stýrið
hjá Gorbatjov frá undan-
farnum stjórnum arvað
floktar og eftir ellum at
dema næstan óloysandi
spurningar. Sumt gongur
langt aftur í tsartíðina,
sumt er eitt úrslit av
terrorinum í Stalintíðini,
annað er skapt sum frá
leið av sovjettstýrinum.
Hver av teimum fjúrtan
ikki-russisku samveldis-
republikkunum og næstan
hvert einasta fólkaslag og
hver minniluti í Sovjett-
samveldinum hevur sína
segu, hvat viðurskiftun-
um við Russland, Sovjett-
samveldið, russarar og
onnur félkasløg viðvíkur.
Í einum landi við so
nógvum fólkaslogum, har
eitt fólkaslag, nevniliga
russarar, er næstan helvt-
in av fólkinum, meðan
hini í stedd liggja frá ein-
um 40 mill. til nekur frá
hundrað, slepst ikki und-
an, at mentan, mál og
politisk áhugamál hjá hes-
um fólkaslagi verða domi-
nerandi.
Hin vegin so hevur tað
ongantíð verið nakað per-
sónligt privilegium at
verið russari. Russarar
liva ikki betur enn fólk
annars í Sovjettsamveld-
inum, ofta verri.
Men her er ikki bara tal-
an um ein mótsetning
millum aðalstjórn og sam-
veldisrepublikkir ella mill-
um russarar og onnur
fólkasleg. Eisini innan-
hýsis í teimum ymsu sov-
jettrepublikkunum eru
tungir = tjóðskaparspurn-
ingar at dragast við.
Í einari blaðgrein er ikki
rúm fyri eini viðgerð av
teimum sovjettisku tjóð-
skaparspurningunum út í
æsir, lat meg tí taka tvey
demi um tvær republikkir,
sum eru ógvuliga ólíkar,
A titnur
}
ONCE MIR Bj
: t fh"
Russarar i Tallinn i Estlandi mótm
æla ti teir taka sum eina tjóðskaparliga hóttan. >Nei
til tjóðskaparligt stríð, ja til vinarlag millum tjóðirnar< stendur t.d. á paroluni fremst á
myndini Mynd: Fakta om Sovjetunionen nr. 7-8/1989
hvat teimum seguligu,
mentunarligu og tjóð-
skaparligu viðurskiftun-
um viðvíkur, og á tann
hátt kanska geva lesarun-
um eina hóming av,
hvussu fløkjasligir hesir
spurningar kunnu vera.
Taka vit t.d. Georgia, so
búgva har folkasløg, sum
ofta hava verid og hava
følt seg undirkúgað ikki
so nógv av russarum og ti
sovjettisku aðalstjórnini
sum av ti størsta fólka-
slagnum í landinum,
nevniliga georgiarunum.
Einki bendir á, at tann
georgiska tjóðskaparrersl-
an er sinnað at veita t.d.
abkhasum og osetum tey
somu rættindi, sum
georgiarar sjálvir krevja
mótvegis Sovjettsamveld-
inum. Eftir øllum at døma
er ikki ætlanin at geva
teimum rættindi yvirhev-
ur.
Við valið til Ovastu Sov-
jettina í Georgia fekk tjóð-
skaparfylkingin >Tað
runda borðið — Frítt
Georgia« 155 limir,
kommunistaflokkurin hin-
ar 64. Tey sjónarmið, sum
verða ferd fram av fylk-
ingini, geva onga ábend-
ing um ein ábyrgdarfull-
an, demokratiskan poli-
tikk mótvegis eðrum tjóð-
um í landinum ella tíans-
heldur móti eðrvísi hugs-
andi. Tverturímóti, vinna
hennara sjónarmið frama,
er ikki óhugsandi, at tað
fer at syndra landið, har
ymisk fólkasleg hava liv-
að saman í túsund ár og
meira.
Tað er tí ikki at undrast
á, at hvørki abkhasar ella
osetar hava víst nakran
serligan eldhuga fyri
georgiskum sjálvstýri.
Teir vænta sær einki gott
í einum sjålvstødugum
Georgia.
Um so er, at eitt sjålv-
stødugt Georgia verður
sett å stovn, er litil ivi um,
at henda georgiska chau-
vinisman fer at koma
dyggiliga aftur um brekk-
ur.
Venda vit okkum til
eina aðra republikk,
Ukraine, so eru viðurskift-
ini har heilt eðrvísi.
Nógv tann /stersti
minnilutin har eru russar-
ar. Hetta er ikki í sjálvum
sær nakað óvanligt, í ell-
um teimum ikki-russisku
sovjettrepublikkunum
búgva russarar, í summ-
um eru teir bara nøkur fá
prosent, í onkrari fleiri
enn tað upprunaliga fólka-
slagið. Her er bæði talan
um fólk, súm er komin
beinleiðis av sovjettstýri-
sins ávum, og um fólk,
sum eru eftirkomarar av
russarum, sum í øldir
hava búð á hesum leiðum.
Í pørtum av Ukraine
hava russarar búð í nógv
ættarlið og fela, at
Ukraine eisini er teirra
heimland. Seguliga sæð er
t.d. Suðurukraine partur
av Ukraine bara sum eitt
úrslit av russiskum stór-
veldispolitikki í 18. eld.
Heilt upp til okkara tíð
var fólkið í nógvum býum
í Ukraine fyri ein stóran
part russiskt (har tað ikki
var polskt), meðan bygdir-
nar vóru ukrainskar.
Tann ukrainska tjóð-
skaparrørslan og -kenslan
er ung og hevur ofta havt
ilt vid at fótað sær. Har-
afturat kemur, at tað
seguliga er stórur munur
á Vesturukraine og restini
av landinum, eins og tey
religiøsu viðurskiftini eru
alt annað enn einfeld.
Hetta sæst m.a. á skúla-
gongdini. Um alt Sovjett-
samveldið eru skúlar, har
tað lokala málið er undir-
vísingarmál, og skúlar,
har russiskt er undirvís-
ingarmål, men málið i
republikkini er lærugrein.
Í einum landi sum t.d.
Ukraine ganga at kalla øll
litauisk bern í litauisk-
mæltum skúlum, aðra-
staðni gongur stórur
Johnny Thomsen,
cand. mag. í russ-
iskum og enskum,
skrivar
partur ella meginparturin
av bernunum í russiskum
skúlum.
Í hvussu er í ukrainsk-
um býum hava flestell
børn, eisini ukrainarar,
gingið í russiskmæltum
skúlum.
Partar av tí ukrainsku
tjóðskaparrersluni gerast
nú meira og meira áleyp-
andi móti teimum russar-
um, sum búgva í landin-
um, har hava verið ikki so
fá dømi um yvirgang og
harðskap móti vanligum
russarum.
Kortini tykist, sum eis-
ini nógvir ukrainarar hava
ilt við at hugsa sær eina
framtíð uttan samband
við Russland (hóast tað
búskaparliga sæð eingin
ivi er um, at Ukraine
kanska er tann republikk-
in, sum best hevði verið
for fyri at klára seg einsa-
mell). Bæði seguliga,
mentunarliga og persón-
liga eru viðurskiftini mill-
um ukrainarar og russarar
ikki minni samantvinnað
enn viðurskiftini millum
foroyingar og danskarar.
Og hetta er ikki bara
galdandi fyri russarar og
ukrainarar. Hesi sam-
viðurskiftini millum ym-
iskar tjóðir í einum landi
hava eisini sett sær spor í
aðrar mátar: í miðal er
fjórða hvert hjúnalag í
Sovjettsamveldinum
blandað. Og hóast stórur
munur er frá landsparti til
landspart og frá fólkaslagi
til fólkaslag, sigur hetta
8088 CPU - 8 MHz
Serielt/parallelt stikk
20 Mb harðdiskur
5,25" diskil
14" EGA litskermur
v
=
be
v
<
[
3
Da
3
a
(0)
Le]
…
5
he]
3
v
F
ag
«
hú
v
gs
|
>
£
v
>
md
eitt sindur um, at tað ikki
bara er at siga tað at slíta
gomul bond — um hesi
bondini so ikki altíð vóru
serliga væl fagnað.
Framtíðarútlitið fyri
Sovjettsamveldið ella tey
lond, sum kanska spyrjast
burtur úr tí, sum nú er
Sovjettsamveldið, er í
summar mátar dapurt.
Eins og vit hava sæð í
Eystur- og Suðureuropa,
bendir nógv á, at gamlir
tjóðskaparligir mótsetn-
ingar og gamlir spenning-
ar aftur fara at kykna upp
og saman við teimum
mótsetningum, sum eru
komnir í undir sovjett-
stýrinum, fara at gera
leiðina frameftir trupla og
ófriðarliga. Vit hava longu
upplivað vápnaðar saman-
brestir millum fólk frá
ymsum fólkaslegum, og
fryktandi er fyri, at hetta
fer at vinda upp á seg.
Eingin lett loysn er at
síggja fyri framman.
Grundarlagið undir loysn-
um, sum koma í lag við
vápnamegi og makt, er
vekkult. Tær kunnu
kanska í eina tíð forða fyri
at ósemjurnar koma fram
í ljósmála, men beina fyri
teimum kunnu tær ikki.
ACER 500
EGINTELDA
Knappaborð v/102 tastum
Kr. 9.995,00
p. Teldu Team
Krosslíð 11 * Postsmoga 1144 * 110 Torshavn
Telefon 17066 ” Telefax 166890