Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri. Krisjan Dahl Fyritaksstjóri EEC einki fyri okkum EEC-kjakið, sum fyrr í vár eitt bil nærum var við at doyva alt annað her á landi, er nú so smátt við at fána burturaftur. IKKI tí, skulu vit trúgva teim- um monnum og felagsskap- um, sum mest løgdu upp til hetta kjak, so åtti tad ikki at verið minni neyðugt nú, vit eru komnir væl nærri tí degi, tá »innara marknaðarskipan EEC's« gerst veruleiki. TALAN var jú um at verða til- búgvin til at taka við teimum avbjóðingum og møguleik- um, hesin stórmarknaður kundi vera fyri Føroyar. HVORT til sína tíð, segði ein vísur maður, og er tað so, at hesir EEC-profetar nú halda, at vit kortini fara at bjarga okkum — um vit doyggja í syndini — og ikki fáa tikið okkum saman til greiða stóðu fyri ella ímóti, so var hetta kjak helst ikki so livs- neyðugt kortini. 1 N N av HE SQSiQale ID” SS RS . . pen TAX Trol og Krisjan Dahi Ljåsmyndari: Kalmar Lindenskov - prógvað, at kriggj hava *. HETTA sama helt ein skila- maður, bóndi í Trongisvågi, í hugaligari sending í sjónvarpi okkara — alt prátið um EEC var ikki so neyðugt, sum onk- ur vildi gera tað til, helt hann. Helst hevði hann allan rættin í hesum. Men handilssam- band, og tað gott, skulu vit sjálvsagt hava tann vegin. VIT vita hvat vit hava, men ikki hvat vit fáa, men viðvíkj- andi einari møguligari stødu- takan til EEC-limaskap ella ikki, eru vit í teirri sera hepnu stóðu, at vit hava besta møguliga sammetingar- grundarlag, ið hugsast kann, nevniliga sera beisku royndir- nar hjá útoyggjabúgvum Skotlands av hesum felags- skapi. VERANDI í somu trongstødu sum vit við ovurveiðu, alsamt minkandi fiskatilfeingi og teirri armóð, ið av hesum stendst, siga hesir frændir okkara, hvers livskor vit ikki finna líkari okkara egnu nakrastaðni, at EEC-lima- skapur Bretlands bara hevur gjørt ilt verri. 8 Ss sjónvarpssendingunum Blaðfólk- Randi Jacobsen - Tórfinn Smith - Dagny Joensen - Ólavur W. Hegnesen - Útgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/F Pressan 1981 RÆÐIÐ á innaru leiðunum, sum áður vóru teirra, hava teir mist — alt er nú bert EEC- sjógvur og bretski myndug- leikin og áhugin fyri hesum útjaðaragki er nú bert eitt eiti. TEIR menn, sum í ættarlið eftir ættarlið hava roynt hes- ar leiðir, eru burturkveistraðir til frama fyri stórtogarar utt- aneftir, og einastu leiðir, teir vita sær, eru innansyndis — innanfyri eitt jánkasligt seks og ein hálvan fjórðinga fiski- mark. Læra vit ikki av hesum beisku royndum suðuroyinga, hava vit kanska ikki betri uppibor- ið, enn at missa alt sjálvræði og at verða leiddir viljaleysir inn í hesa EEC-gloymskuna. Men tað ber ikki annað til, enn at vit skjótt fara at rakna við og vísa teimum durafjórð- ingin, ið framhaldandi birta upp undir slíka EEC-fyrijátt- andi talu. LÆRA vit okkum ikki at finna egna sjálvsvirði okkara uttan- fyri — hóast tollmúrar — enn minni gera vit tað innanfyri hetta hevur Finnbogi Bústaður: Argjavegur 26 Telefon: Raktu seymin á høvdid Postadressa: Postsmoga 76 110 Tórshavn 14720 Argir 11820 Telefax: EEC, sum, tá samanum kem- ur, kortini ikki er nakar al- heimur ella einasti møguligi marknaður okkara. TÍÐIN er avgjørt komin hartil, at vit føroyingar gera okkum sjálvum tann beina, at vit gevast við at halda okkum sjålvar vita best um alt og øll, gevast við at billa okkum inn, at vit nakrantid kunnu fåa åvirkan vid at fjeppast uppi i teimum stóru, gevast við at lata okkum tosa upp í lag av heimligum sum útlendskum stórpolitiskum profetum, sum bara elta sítt egna breyð fyri okkara kostnað, men her og nú gera av við okkum sjålvar, um tað er livsvert yvirhøvur at búleikast so rættuliga frælsir sum higartil á hesum oyggjum — og síð- ani uttan himpr ella lemjandi iva seta kós hareftir. EINASTA treytin fyri at so skal bera til, er at vit vilja. krígsútgerð Í 14 September skrivar løgtingsmaðurin Heini O. Heinesen grein um fiski- vinnu. Hann talar harðliga at trolaraflotanum, sum oyðir grunarnar. Greinin er eitt aftursvar til aðra grein, sum Andrias á Marknagili skrivaði. Heini skrivar m.a.: Andrias á Marknagili er fólkafloksmaður og tí kann ikki hava sína egnu meining um at fiska við skinsemi, tí so traðkar hann partamenn sínar á tærnar, sum hava heilar gongur av partrolarum og ikki at gloyma teir, sum framleiða útgerðina til hesi skip. Tað er søguliga prógv- að, at teir, sum framleiða krígsútgerð, eru orsøkin til tey flestu kríggini. Søgan hevur eisini mangan ført mannaættina fleiri hundrað ár aftur í tíðina, og hetta er tað, sum er hent við føroyska landgrunninum í dag. Uttan at leggja okkum út í samanberingina við fólkafloksmonnum og krígsútgerð kann bert ásannast, at troling á frammanundan ovroynd- um grunnum er einki minni enn ein krígsa- vbjóðing til lívsgrundarlag okkara. At menn, sum sjálvir hava beinleiðis áhuga í åvisum fiskihætt- um kunnu viðgera fiski- vinnuma sum heild sakliga er sum kókandi ísur. Innihaldið í skúlunum Í 14. September hevur Finnbogi Ísakson viðmerk- ingar til politiska partin av "Gott kveld": Nú kom tann stuttligasta løtan í sendingini. Marita Petersen royndi at síggja tilforlátirlig og sakleys út sum sjálv Mona Lisa, men tann royndin gav eitt komiskt upplivilsi í huga- heiminum hjá teimum, sum ikki bert hugdu, men eisini lurtaðu eftir tí, sum hon segði: Javnaðarflokkurin hevði ongi vallyfti givið. Í minsta lagi ongi vallyfti, sum kostaðu nakað. Hon heyði ið hvussu er ikki lovað nakað... Og so at siga frá øllum teimum fantistisku ætlan- um, hon hevur um skúla- skapin, sum skal endur- skoðast frá botni av...osfr. Rætt hevur Marita í, at Javnaðarflokkurin lovaði ikki nógv sum skuldi áleggja landskassanum tær stóru upphæddirnar, men misskilt, helst við vilja. Hinvegin lovaði Javnaðar- flokkurin, at hann vildi virka fyri, at samfelagið fór at virka aftur soleiðis at fleiri krónur komu í samfelagið og harvið eisi- ni í landskassan. Viðvíkjandi skúlamálum hevur Marita so mangan víst á, at politiska orða- skifti um hendan spurning eigur eisini at fevna um hvat skúlin skal inni- halda og ikki bert um bygningar og hvar hesir Skulu liggja. Hetta mugu vit geva henni rætt í. Skúlapolitikkur tjóð- veldisfloksins hevur tað vit vita um úr únginum og úr landsstýri verið, hvar skúlin skal byggjast og ikki so nógv um hvat hann skal brúkast til. Tað er tí gott, at vit hava fingið nýggjar tónar á hesum øki. Einhvør, sum fæst við at skriva blød må ásanna, at tað er ikki altíð at ein rakar seymin á hgvdið. Serliga tá hålvkvødd visa skal tulkast. Men tað kemur meira enn so fyri. Í hesum teigi høvdu vit onkra viðmerking til tað Trygve Guttesen, landsnevndarlimur í Sambandsflokkinum hevði sagt á landsstevnu floksins herfyri. Hann segði, at vit hava, sum vera man týðandi treytir, ið mega vera góðkendar áðrenn innliman (í EF), t.d. innan fiskiskap, hernað- arligar skyldur, ... Hann legði aftrat, at møgu- leikarnir at fáa okkara treytir viðurkendar eru munin størri í dag, enn teir verda um 5-10 år. Landsnevndarlimurin hevur enntå profetisk evni, sum skilst. Tad vit vistu å var, at tå Sambandsflokkurin fyrr í ár hevdi eina sera ullinta stóðu til EF- spurningin og longu nú eina so greiða fyri beinleiðis EF-limaskapi uttan at vit eru komin eitt vet longri hvat okkara treytum við- víkur, sigur tað okkum so mikið, at hesar "treytir" sum Sam- bandsflokkurin sigst seta fer hann skjótt at ganga frá. Síðani vit nevndu hernaðarmálið hevur Dimma júkað um, at Sambandsflokkurin als ikki hevur vidgjørt hendan spurning. Tað sama segði Dimma eisini um sjálvan EF- spurningin, sum nú er fyri hesum flokki so krystallklárur.