Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 63 — 5. apríl 1991 Síða 3 Skotsku útoyggjamenninir á kunningarferð í Foroyum | Forvitnir og bilsnir Sogdu seg hava hópin at læra í Foroyum, men skiltu ikki $ petti av framleiðsluúrvali og solu okkara. Skotska ferðalagið, sum í leiguflogfari kom til Fer- oyar leygardagin 23. mars, fór av aftur landin- um páskaaftan. Í sjey dagar hevur ferðalagið vitjað á fer- oyskum virkjum, luttikið á fundum við stovnar og felog, og hugt at bátum og skipum, sæð hvussu menn á Toftum hava skipað seg við egningarskúrum, í sambandi við dagútróður við smærri bátum, meðan teir á Eiði fingu hevi at síggja bátin hjá Trúgva Kallsoy, har menn vóru í ferð við at leggja um frá hemara til kalvaveiðu. Farið var til verka longu komudagin, tá tikið varð ímóti á maskinverkstað- num J.K. Joensen á Soni í Miðvági, har framsýning var av snellu- og línuút- búnaði. Sunnudagin 24.3. vitj- aðu gestirnir i Kirkjubø og áhugavert var, tá menn settu navn sítt í gestabók- ina í Roykstovuni, ein teirra var ættaður úr Kirkjubost og ein úr Kvivik. Okkurt er sostatt enn til felags, sjálvt um nekur hundrað ár eru liðin, síðan Feroyar og Sudroyar (nú Hebridurnar) frá 9. til 13. eld hoyrdu undir norsku krúnuna. Mánadagin 25.3. varð vitjað må Tórshavnar Skipasmiðju, har verk- freðingarnir á skipasmiðj- uni greiddu frá feroyskari skipasmidjusøgu. Seinni sama dag varð vitjað á roykivirkinum Samfisk, har serliga rein- ferið og maskinútbúnað- urin vakti ans. Mánakveldið var hildin fyrilestur og sýndur film- ur um línufiskiskap við sterri forum. Týsdagin 26.3. varð far- ið inn á Skálafjerðin. Fyrst varð vitjað á Teyma- og línuvirkinum hjá Ova Berg í Runavík, har stórur áhugi var fyri teim verum, ið har verða framleiddar. Av teymavirkinum varð farið inn á bátasmiðjuna AWI-boats, har skipað varð fyri royndartúrum við bátaslagnum AWI-33, ið tóktist hava serligan áhuga millum skotar. Hevi gavst eisini hjá nekr- um at síggja hvussu fer- oyingar bera seg at, tá lína verður sett og drigin. Seinnapartin týsdagin vóru gestirnir inn á flaka- virkinum Nyki á Toftum. Eftir vitjanina á flaka- virkinum varð hugt at havnarlagnum á Toftum. Skotarnir vóru serliga fegnir um vitjanina inni í egningarskúrinum har á staðnum. Mikudagin 27.3. varð ferðalagið býtt í fýra part- ar. Nakrir vitjaðu á Fiski- rannsóknarstovuni og á Heilsufreðiligu = Starvs- stovuni, meðan aðrir vóru á floti. Onkrir teirra tóku sær stundir at kanna laksa- trappurnar í Leynum Aftan á at hava vitjað á Sjómansskúlanum seinna- partin mikudagin, fóru skotarnir í handlarnar í Havn at keypa sær okkurt at hava við heim aftur av ferðini. Fyrrapartin hósdagin 28.3. varð vitjað á báta- smiðjuni Faroe Marine í Hvalvík og hjá Pf. Fiska- aling við Áir. Annars vórðu hósdagin hildnir fundir við m.a. for- mannin í Feroya Fiski- mannafelag, Óla Jacobsen og Kristjan á Neystabø, formann í Havbúnaðarfe- lagnum. Hósdagin kl. 2 vóru skotsku gestirnir í Tinga- nesi, har Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóri, og Arni Poulsen fyri Feroya Reið- arafelag tóku ímóti og greiddu frá feroyskum fiskivinnuviðurskiftum. Skipað varð eisini fyri fundi millum talsmenn fyri trol-, línu- og snellu- fiskiskap eðrumegin og so skotskar fiskimenn hinu- megin. Samlaði ferðahópurin áðrenn fráferð úr Vágum Ferðaleiðari var skotski fiskimannafelagsformað- urin Duncan MclInnes. Samanumtikið kann sigast, at skotar hildu okkum feroyingar vera frammarlaga, tá tað snúði seg um at veiða, og eisini hvat viðvíkti at framleiða útbúnað til vinnuna, með- an teir ivaleyst hava okk- urt at læra okkum, tá tað kemur til at fara um, at gera burturúr og at marknaðarfera fisk. Púra burturvið varð tað hildið at vera, hetta at gera sær stríð av at veiða við húki og so at »trola« fiskin upp úr aftur bátin- um. Meint verður her við hesum mátanum, at leggja trolnet (codend) niður í paunarnar og so bara krókin á posan, har fiskurin so verður kroyst- ur saman av síni egnu vekt. At meginparturin av tí, ið feroyingar fiska, verður gjørt til blokk — og enn verri — verður útflutt sum sovorðin, skiltu teir so púrt einki av. Við í skotska ferðalag vóru limir úr The Western num Isles Islands Counsil (Oyggjaumsiting- ini), og fyri Fish Industry Autority umframt eitt umboð fyri The Highland and Island Development Board Fyri BBC og Fishing News var tíðindamaðurin Hugh Allen við á ferðini Ferðaleiðari var skotski fiskimannafelagsformað urin Duncan Macinnes