fríggjadagur 5. apríl 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SpSjalurin Síða 5
Nr. 63 — 5. apríl 1991
SR
Hotel Bakkin
5
US
Hotel Bakkin, tann góða
kenda matstovan í Vági,
sum eisini virkaði sum
hotell, varð seld á
tvingsilssølu 21 mars og
síðan hevur verið øsku-
„ kalt
-Í fjør vóru næstan
ongir touristar her hjá
okkum og tá so virksemið
hjá Skipasmiðjuni
minkaði burtur í onki, so
var grundarlagið undir
hotellinum horvið, vit
kláraðu ikki longur at
svara hvørjum sítt, sigur
Hans J. Hjelm.
Vit kundu hýsa eini 40
fólkum og tað var serliga
arbeiðsfólk sum búði hjá
okkum. Seinastu tíðina
arbeiddu bert eg, konan og
ein kokkur, sigur Hans J.
Hjelm.
Fyrr arbeiddu vanliga
fimm fólk dagliga og
arbeiðsfólk búði á hotell-
inum alt árið. Hotellið
gjørdi døgverda hvønn
dag til millum 20-30 fólk.
Fyrr vóru touristar eisini
ein partur av viðskifla-
fólkinum og hotellið
kundi taka stórri bólkar
Annars skipaði hotellið
fyri fødingardøgum og
brúdleypum.
Hotellið var í fyrstu
atløgu eini privathús, sum
síðan vórðu bygd uppí.
Ætlar tå at keypa
hotellið aftur
Nei, tað síggi eg ongar
møguleikar fyri , sum
tíðirnar eru í dag, sigur
Hans J. Hjelm.
jústinus
Steðgurin á skipasmiðjuni
gjórdi enda á okkum, sigur
Hans J . Hjelm, sum seinastu
árini hevur rikið hotellið
Tað er ikki lætt at
skriva minningarorå
um Arna, ið nú er farin.
Tung vóru boðini at
hoyra, at The grand old
man ikki longur er mill-
um okkum, soleiðis
bleiv hann ofta nevnd-
ur tey seinastu árini,
hann sat sum stjórnar-
limur í Føroya Arbeið-
arafelag. Ikki var tað
so legið, at man nýtti
hetta orðalag, tá hugs-
að verður um, at Arni
sat sum stjórnarlimur í
FA í heili 42 ár og sum
formaður í Vestmanna
Arbeiðarafelag frá
1940 og fram til 1987.
Arni var fakfelagsmað-
ur burturav, og hevur
verið ein av teimum, ið
hava lagt lunnar undir
okkara fakfelagsrerslu.
Hann var tann elsti í
stjórnini í FA, og fekk
eg ta gleði at arbeiða
saman við honum í fe-
lagnum í fleiri ár. Hann
var ein góður stuðul og
ráðgevi fyri tey, ið
komu sum nýggj í
stjórnina. Eisini eftir
at hann hevði lagt frá
sær fakfelagsarbeiði,
fylgdi hann við øllum
tí, í hendi bæði innan
fakfelagsrersluna og í
samfelagnum sum
heild. Ein kundi altíð
ringja til Arna og fáa
eitt prát um tað, ið
hendi; altíð var hann
Minningarorð um
Arna á Rogvi
góður í ráðum.
Fakfelagsrerslan og
verkafólk okkara stóðu
hansara hjarta nær, og
var tað umráðandi fyri
hann, at felag okkara
var sterkt nokk til at
vinna verkafólki okk-
ara betri sømdir.
Vit saknaðu Arna, tá
hann gavst sum stjórn-
arlimur í FA, men ald-
urin var hegur, og
hann hevði so sanniliga
gjørt sítt arbeiði í tí fe-
lagsskapi, hann var so
knýttur at.
Ein álitismaður hev-
ur lagt árar inn, hans-
ara skeið var runnið
her á fold. Men ein
varði stendur eftir
hann, og vit hava øll
tey góðu minni eftir ein
av okkara undan-
gongumonnum. Vit
mugu framhaldandi
byggja víðari á tað,
hann var við til at
byggja upp, tí tað var
hansara ynski.
Við sterstu virðing
minnast vit okkara
góða felaga Arna.
Við sterstu sam-
kenslu við teimum av-
varðandi.
Friður veri við minn-
inum yvir Arna á
Rógvi.
Feroya Arbeiðarafelag
4. apríl 1991
Ingeborg Vinther
Tað verður kunngjert fyri ætt og vinum, at
kæri maður mín, pápi, abbi, versonur og ver-
faðir okkara
RÓLAND MICHELSEN
andaðist 2. apríl 1991 á Ríkishospitalinum í
Keypmannahavn.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju leygar-
dagin kl. 13.00.
Fyri tey avvardandi,
Oddver
Tey, ið ynskja at geva blómur og kransar
kunnu í staðin lata Nýrafelagnum eina gávu
— konto 4530750 í Feroya Banka.
Jóhannes av Skarði áttati
Sunnudagin 7. apríl fyllir mentamaðurin Jóhann-
es av Skarði áttati.
Hevuðsverk hansara eru tær báðar orðabekur-
nar, Danska-Feroyska, 1967 og Enska-Feroyska,
1984. Umframt hesi verk hevur Jóhannes skrivað
fleiri vísindaligar greinir og týtt fleiri bekur til
foroyskt, og sum háskúlakennari hevur hann
fram um mangar aðrar menn verið dyggur vernd-
ari málsins.