Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Utlendskur fiskur SN s0sialurin Kann gerasi ein ongd leið Norðmenn keyptu í fjór 30.000 tons av fiski uttanlanda, serliga úr Alaska frystiskipið Askihio Maru liggur í Japanska løtuni á Runavík og uppskipar 728 tons av avhøvdadum toski, sum Fiskasølan hevur keypt úr Alaska. Eitt sindur av trupu- leikum stóðust, tá íð teir skuldu byrja at landa skipið. Japanar kravdu, at farmagjaldið skuldi gjald- ast áðrenn ein stertur kom uppá land. Men hetta er nú komið í rætt lag. Farmagjaldið er tvær krónur fyri kiloið. Umboð fyri Bacalao hevur verið í Alaska og kannað møguleikarnar fyri at keypa fisk. Í næstum koma nakrar bingjur við fiskaroyndum til Bacalao. --Tað eru møguleikar fyri at keypa góðan fisk, men eisini vánaligur fiskur er á marknaðinum. Í Alaska verður roynt við troli, línu, gørnum og rúsum eftir toski. Toskur hevur als ikki verið útfluttur seinastu trý árini. Toskurin hevur verið nýttur sum agn í krabba- rúsum, verður sagt av Bacalao. Ein av trupuleikunum við fiski úr Alaska er, at Saltfiskalínuskipini Hampuligan = fiskiskap - Tey føroysku saltfiska linuskipini sum royna å Flemmish Cap hava hampuligan fiskiskar Reiðaríðið Joensen á farið og Hans Erik og sum reiðir Borðoyarnes út justinus J hann i stødum er plågadur av sandmadki. Norðmenn keyptu í fjør 30.000 tons av fiski år Alaska og teir komu illa fyri å italska og spanska marknaðinum, tí tann saltaði fiskurin varð seldur sum atlantshavs- fiskur og ikki sum kyrrahavsfiskur. Av Bacalao verður mett, at keyp av fiski uttanlanda er ein gongd leið fyri føroyingar, serliga nú vit fáa so lítið av fiski av okkara egnu grunnum. Bacalao keypti í fjør 300 tons av frystum fiski frá russum. Her liggur Akishio Maru og landar í Runavík. Mynd: Hilmar Jan Fiskurin, sum Fiskasglan hevur keypt úr Alaska skal seljast víðari til føroysk flakavirki. Dimmalætting skrivar, at Fiskasølan hevur ætlanir um at keypa fleiri lastir av frystum fiski úr Alaska, men enn er ongin á veg. Í gjár var ongin møguleiki at fáa nakra viðmerking frå Føroya Fiskasølu, topparnir sótu á fundi allan dagin. jústinus Nr. 63 — 5. apríl 1991 ldealistur slóknaður Knappliga frættust boðini, at D.P. Danielsen, sak- førari og rithøvundur ikki longur er okkara millum í heimsins nalva Havnini. Ein knappligur deyði skakar, serliga tá ein býarmynd so bráddliga hvørvur, ein maður sum ein legði merki til, stillfórur í grøna jakka- num , gráa skegginum og við mappuni undir hondini. Undirritaði kendi ikki nógv ul D.P. eitt sindur gjógnum tað hann hevur skrivað gjøgnum árini. Og nú hann trein fram í fjølmidlunum aftaná at verða heiðarur við eini békmentavirdisløn, fekk eg beinanvegin tokka til mannin. Tað sum eg beinanvegin legði merki til var, at her var talan um ein reindyrkaðan idealist, ein hugsjónarmann, íð trúi uppá eitt samfelag, eina samfelagsskipan við lív og sál. Einaferð var eg samdur við honum, tað eri eg ikki longur, nú sosialistiska hugsjónin ikki tóktist at bera ta frukt, sum grundstuðlarnir Marks og Engells einaferð droymdu um. Men eg eri heldur ikki idealist og havi hug at reka undan lotinum. Hvussu nógvir polit- ikkarar í Føroyum eru idealistar. Tí verri eru teir so fáir, at teir neyvan telja allar fingrarnar á ein- armaða kríggsgudinum í okkara norrønu gudalæru. Vit eiga breyðpolit- ikkarar, sum bert eru í einum flokki, tí ein møguleiki er fyri at egna sær og sínum. Fyrst verður hugsað um hvussu langt eg kann koma upp eftir stiganum í flokkinum, áðrenn listanavnið verður valt. Tá hetta er sagt, so skal leggjast afturat, at her hugsi eg um fram- herjarnar, ikki meiniga veljaran. D.P. var idealístur burturav og hansara ar- beiði fyri fiskimannin og minni menta er ein vakur minnisvarði yvir ein, sum hevði allar fortreytir fyri at gerast ein av samfelagsins sjakalum, men heldur valdi at verja áhugamál arbeiðaranna. Tøkk D.P Jústinus