fríggjadagur 5. apríl 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
áseymað mynd Bóndi og
- eftir Astrid Andreasen, sum Norðurlanda-
húsinum hevur valt at prenta í ár
Á hvgrjum ári letur Norð-
urlandahúsið prenta eina
ársplakat, og í ár er tað
"Fiskatræ," ið er áseymað
mynd hjá Astrid Andrea-
sen, listakvinnu.
Livandi útimynd inni
Motivið á plakatini er fis-
kur, sum hongur til turk-
ingar á einum svartmála-
ðum veggi.
Astrid Andreasen sigur
við Sosialin, at hon fyri
nógvum árum síðani fór
undir at veva fiskamar.
- Eg vav teir um ståltrå,
Jan Kløvstad, stjóri í
Norðurlandahúsinum,
sæst her við
ársplakatini, sum er
áseymað mynd hjá
Astrid Andreasen,
listakvinnu. Plákatin
kostar 80 krónur og fæst
til keyps í
Norðurlandahúsinum og
á Kunningarstovuni í
Havn
fyri at forma teir sum ver-
uligar fiskar, men tað
gjørdist alt ov drúgvt, so
eg gavst.
Kortini varðveiddi eg
hugskotið í minni mínum í
mong ár, meðan eg hugs-
aði um, hvussu eg skuldi
fáa gjørt tað til veruleika.
At enda gjørdi eg eina
áseymaða mynd ístaðin,
sum nú er vorðin plakat.
Serfsroyskt - litfagurt
- Eg haldi, at júst fiskur
er sera litfagur og serfør-
oyskt motiv, og tí havi eg
ikki enn slept ætlanini um
at gera vevmynd burturúr
hesum motivi.
Orsøkin til at listaverkið
"Fiskatræ" gjørdist árspla-
kat í Norðurlandahúsinum,
kom av, at listaverkið var
við á 6lavsøkuframsyn-
ingini í ár, og at stjórin í
Norðurlandahúsinum helt,
at tað hóskaði væl sum
plakat.
Astrid Andreasen sigur
at enda, at hon annars
hevði havt ætlanir um at
gera eina plakat av júst
hesum listaverkinum, men
at hon nú er fegin, at
Norðurlandahúsið hevur
gjørt ætlanina til veru-
leika.
Plakatin er úrskurður frá
tí upprunaliga listaverk-
inum. Plakatin er gjørd i
70x 100, vid tekstinum
Norðurlandahúsið í Føroy-
um á gllum norðurlendsk-
um málum.
Plakatin kostar 80 krónur
og er at fáa í Norðurlanda-
húsinum og á Kunning-
arstovuni.
Dagny
Síða 7
slaktari
Marita í Brekkunum , sum
um fýra mánaðir fer at taka
sveinaprógv, verður fyrsti
fóroyski kvinnuligi slakt-
arin. Annars er hon bóndi í
Hósvík. Sosialurin prátar
við hana í morgin
Býr nú I
Danmark
Johan Petersen, sum í 18
ár hevði Hotel Bella í
Norðdepli, flutti til Dan-
markar, tá hotellið varð
selt á tvingsilssølu fyri jól.
I Sostalinum í morgin sig-
ur hann frá, hvussu tað er
at fra frá øllum og flyta av
landinum sum pension-
Istur