fríggjadagur 5. apríl 1991síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Nr. 63 — 5. apríl 1991
Vesturheimurin tigandi
áskoðari meðan Saddam
Hussein ger av við kurdar
Tað er einki minni enn eitt fólkamorð, sum í hesum tímum
fer fram í Irak, har túsundtals kurdar verða dripnir frá
hond. Milliónir av teimum ella næstan allir kurdar í Irak
flýggja í lotuni undan vælútgjordu herdeildunum hjá
Saddam Hussein.
Útlendskir tíðindamenn,
sum hava verið í norðara
parti av Irak, siga allir
sum ein, at tað eru ræðu-
leikar, sum fara fram. Eitt
heilt fólk er um at verða
týnt og má rýma frá húsi
og heimi og sekja sær
skjól í fjøllunum. Kurdar í
hundraðtúsundataii bíða i
letuni at fáa innferðar-
loyvi til Turkaland, men
myndugleikarnir har hava
stongt marknaðarportrini
fyribils. Um somu tíð eru
irakiskir hermenn í helun-
um á kurdunum. Sjálvt
sivil, sum eru rýmd av
húsum av ótta fyri einum
nýggjum hópdrápi, verða
skotin og myrd á annan
hátt, siga útlendsku tíð-
indamenninir, sum júst
eru komnir úr Irak.
Tað sær ikki mætari út,
enn at Saddam Hussein
hevur givið herdeildum
sínum boð um einaferð
med alla at gera av við alt
tað kurdiska fólkið. Tað
eru bert fá ár síðani, at
hann gav nøkrum av her-
deildum sínum boð um at
myrða allar kurdiskar
íbúgvar í landsbýgdini
Hallabja við eiturgassi.
Tá stóð umheimurin sum
tigandi áskoðari — og tað
sama sær út til at henda
nú.
Hóast kurdar hava biðið
bæði USA og onnur lond í
Vesturheiminum leggja
upp í og forða fyri at beint
verður fyri ellum tí kurd-
iska fólkinum so hava hesi
lond ikki latið við seg
koma.
USA og Bretland siga,
at tey hava ongan rætt til
at leggja seg út í innan-
hýsis stríð í Irak. Kurdar í
útlegd eru ikki negdir við
hetta svar. Teir vísa á, at
amerikanski forsetin fyri
ikki so langari tíð síðani
bað irakar og harímillum
eisini kurdar um at gera
uppreistur móti stýrinum
hjá Saddam Hussein.
— Tað var júst hetta,
vit gjørdu, men hvat
kunnu vit gera, tá m.a.
sami George Bush óbein-
leiðis stuðlar Saddam
Hussein við at loyva her-
deildum hansara at brúka
tey mest nútímans vápn-
ini, eitt nú stríðstyrlur,
spyr ein kurdiskur politik-
ari í útlegd. Hann er sera
vónsvikin av tervandi
undirtøkuni frá USA ser-
liga, sum nú letur Saddam
Hussein gera av við eitt
heilt fólk.
Franski forsetin Mitte-
rand er ein av teimum leið-
arunum í Vesturheimin-
um, sum ikki heldur, at
tað ber til at sita og
hyggja at, meðan Saddam
Hussein fremur hópdráp
móti sínum egna fólki.
Hann hevur heitt á ST
um at fordøma irakisku
morðini, men enn er einki
hent, og eingin er komin
teimum hart trongdu
kurdunum til hjálpar,
ímeðan halda deildirnar
hjá Saddam Hussein fram
við at myrða allar kurdar
teir fáa eyga á. Eygleiðar-
ar halda, at Saddam Huss-
ein hevur í hyggju at gera
av við alt tað kurdiska
fólkið í Irak, sum telur 4
milliónir.
Hetta er hevnd fyri, at
kurdar eftir kríggið mill-
um Irak og teir sameindu
gjørdu uppreistur móti
stýrinum hjá Saddam
Hussein. Teir fyrstu dag-
arnar var eydnan við
kurdum fyri norðan og
shia-muslimum, sum
gjørdu uppreistur har suð-
uri í Irak. Tað eydnaðist
teimum at hertaka fleiri
býir og fáa nógvar av her-
monnunum hjá Saddam
Hussein í sín part. Men so
vendi krígseydnan. Sadd-
am Hussein var so mikið
heppin eftir tapið móti
teimum sameindu, at
hann fekk loyvi til at varð-
veita nakrar av sínum
best útgjerdu herdeildum.
Tað eru hesar deildir og
eitt stórt úrval av teimum
nýggjastu
vápnunum,
Sorte Hav sam
på
hamrer, Á
Á KURDISTA
så ?
250k
sum Saddam Hussein
hevur brúkt at berja niður
alla mótsteðu í landinum.
USA sgjerdi tíðliga
greitt, at tað fór at leggja
uppí, um Saddam Hussein
gjørdi brúk av flogførum.
Tað hevur hann gjert,
men USA hevur kortini
ikki lagt uppí. Hetta eru
kurdar sera vónsviknir av.
Eisini skulu deildirnar hjá
Saddam Hussein hava
brúkt eiturvápn móti
kurdum, men hesi tíðindi
eru ikki váttað.
Hóast fleiri áheitanir frá
kurdum um hjálp hevur
umheimurin valt at vera
tann tigandi eygleiðarin.
Tað einasta landið, sum
hevur hjálpt uppreistrar-
monnunum har suðuri í
landinum, sigst vera Iran,
sum fegið sær, at shia-
muslimar koma til valdið í
Irak.
Men Saddam Hussein
tykist tá avtornar fram-
vegis at vera tann sterki
maðurin i Irak.
Eygleiðarar siga, at
steðan hjá USA er rætti-
liga ørkymlandi og marg-
háttlig. Fyrst heitti ameri-
kanski forsetin á fólkið í
Irak um at gera uppreist-
ur móti Saddam Hussein
— fyri síðani tigandi at
hyggja at, meðan hesin
ynskti uppreistur verður
niðurbardur við harðari
hond. USA sá heldur, at
tað vóru herovastar hjá
Saddam Hussein, sum
settu hann frá, enn at
kurdar ella shia-muslimar
gjørdu hetta.
Tað er tí greitt, at USA
er komið í eina torfera
steðu. Kurdar og shia-
muslimar vóru teir ein-
astu, sum tordu at lurta
eftir áheitanini frá Bush
Nærri um arbeiðið fæst við at venda sær
til heimið á tlf. 32600 og 32603.
Møgulig tilboð skulu vera inni áðrenn
22. apríl kl. 13.00. Stýrið fyri heimið skil-
ar sær rætt til at velja ímillum tilboðini
ella einki at taka.
Ellis- & Avlamisheimið
í Vágum
Ætlanin er at mála húsið uttan og rekk-
verkið, ið gongur oman við.
um at gera uppreistur
móti stýrinum. Og nú hes-
ir eru við at tapa, letur
USA sum einki var hent.
Mangur iraki, sum áður
helt, at amerikanarar vóru
bjargingin, sigur nú, at
amerikanarar eru svíkjar-
ar.
Neyvan var hetta held-
ur ætlanin hjá amerikan-
arum og man gongdin í
Irak neyvan heldur vera
partur av teirri friðarætl-
an, sum USA hevur skotið
upp fyri alt mideysturøk-
ið.
Tað er greitt, at her er
talan um stórveldapoli-
tikk. USA hevur ikki vilj-
að stuðlað shia-muslimum
í Suðurirak, tá tað hevði
kunnað gjørt Iran nógv
sterkari í økinum, nakað,
sum amerikanarar ikki
ynskja. Og amerikonsk
hjálp til kurdar hevði
neyvan fert til, at Iran
fekk eina nýggja leiðslu,
sum var fer fyri at halda
landinum saman, meta
menninir í Hvítu Húsun-
um. Teir hava tí av ellum
illum valt ikki at blanda
seg upp í borgarakríggið
fyri harvið at lata ein
veingjaskerdan Saddam
Hussein vera vid valdið í
Irak.
Men úrslitið av hesum
taktisku og stórvelda-
politisku metingunum
kann tó blíva tað ræðu-
liga, at eitt heilt fólk verð-
ur týnt.
Kanska er tað segan,
sum er við at endurtaka
seg. Vit eru meguliga eyg-
leiðarar til eitt nýtt Halla-
bja ella nakað nógv verri.
Eitt heilt fólk verður ofrað
á tí stórpolitiska altarin-
um!
í
j
4
i