leygardagur 6. apríl 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ond
Ábyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahl
Fyritaksstjøri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
Blaðfólk
Randi Jacobsen - Tórfinn Smith -
Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen
Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard
Útgevari P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent P/f Pressan 1981
HH
Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76
Argir 110 Tórshavn
Telefon: 11820 Telefax: 14720
Glottar hóast
alt
KANSKA íkki enn munandi innan
føroyska fiskivinnu, men heldur
innan framleiðslu av útgerð til aðrar
til ta fiskiveidu, vit sjålvir so
skammiliga hava latið ligið á láni —
útróðurin
ENN ber ikki til at meta um, hvat fer
at spyrjast burturúr kunningarferð
skota í Føroyum fyri kortum, men
áhugi teirra fyri útgerð, vit kunnu
framleiða, var alstórur.
MEN onnur meira itøkilig útflutn-
ingsætlan av útróðrarbátum og -út-
gerð tykist eftir ollum at dama at
vera komin undir land. Talan er um
teir fjøruti 33 fóts AWI-båtarnar,
sum skulu latast amerikanarum við
allari hugsandi veiðuútgerð, útgerð,
sum eisini verður framleidd her á
landi.
ROYNDIR hava áður verið gjørdar
til at sleppa inn á útlendskar markn-
aðir við foroyskt framleiddum smá-
førum og útgerð, men higartil hevur
hetta ikki munað stórvegis í útflutn-
ingi okkara. Sigast má tí, at hesin 50
milj. sáttmáli er eitt týðandi stig
rætta vegin.
EISINI sigur hetta okkum so mikið,
at eisini aðrir, við nógv frægari
fiskameingi enn okkara, halda slík-
an fiskiskap vera skilagóðan og løn-
andi. Heilt samanbera kunn vit ikki
veiðilíkindini annars, so óstøðugt
veður okkara er í mun til so manga
aðrastaðni, men bíligara og skyn-
samara húkaveiðan tykist nú av álv-
ara at taka seg fram alla staðni, har
trolið higartil hevur verið einaráð-
andi.
HÓAST lítið hugaligt at útflyta okk-
ara besta og mest arbeidsføra fólk,
so eru ætianirnar um partvís før-
oyska manning til bátarnar rættu-
liga spennandi og avgjørt besti hátt-
ur til at prógva teirra vinnuliga virði.
TALAN hevur av og á verið um so-
kallað „joint venture«-avtalur við
onnur lond. Higartil er ikki tað
nógva spurst burtur úr fyri okkum
og heldur ikki eru tey so fá, ið lítið
høpi hava sæð í at læra onnur upp
at kappast á okkara egna marknaði.
MEN í so máta má sigast, at hesin
sáttmáli kundi vignast okkum mun-
andi frægari, um ætlanirnar um at
flyta tað nógva av hesum fiski til
virkingar í Føroyum, kann gerast
veruleiki. Spurningurin er so bert
fyri hvønn pris og um hesin kanska
kann sáttmálabindast fyri eitt hósk-
andi tíðarskeið.
UM bátarnir skulu gjaldast lutvíst
við hesum sama fiski, vita vit ikki,
men um so er, má síggjast til, at
eingir „leysir endar« ella ógreið
veðhald hanga við.
HELST dugnar tolllætti á råvøru og
nú ásetti útflutningsstuðulin hesum
tiltaki munandi. Hvussu skilagóð
hesi tiltøk eru, hava ymsar meining-
ar verið um, men kunnu tey í okk-
ara annars so arbeiðsfátæku tíðum
stuðla munandi framleiðslu av eitt
nú sjóvinnuútgerð til fremmandar
marknaðir, eiga vit bert at fegnast
um tiltakið — bert vit altíð hava fyri
eygað búskaparliga nettotýdningin
av hesum tiltøkum, og ikki bert
uppá kvamsvís veita hesar sømdir
til innflutning við útflutningi fyri
eygað bert eftir lítla meirviðgerð
her á landi.
SENEGAL-tiltakið eydnaðist tíverri
ikki so væl sum ætlað, bátafram-
leiðslan í Indiu stendur við, uttan at
vit tó hava hóming av, hvat hon
merkir búskaparliga fyri føroyingar.
Goodwill og áhuga annars fyri før-
oyskum reiðskapi hevur hon so giv-
ið okkum, men vón er kanska eisini
fyri, at nýggja tiltakið hjá Marin-
plast, nýggi útróðrarbáturin, sum
menn í hesum døgum kunnað eitt
nú portugisisku útróðrarmenninar
um, verður eitt líknandi ikast til før-
oyska útflutningin.
MEN umframt at liggja á takinum
marknadarliga er nú ikki minni
týdningarmikið, at vit síggja til, at
skúlaverk okkara veruliga ásannar
týdningin av bestu handverksligu
— og teknisku útbúgvingum okkara
annars. Tí hava vit ikki fólkið og
kunnu vit ikki fáa neyðuga fram-
haldið og áhaldandi handverksligu
menningina á hesum sum gðrum
økjum, er vandi fyri, at hesi huga-
ligu tiltøk fara at roynast eins og so
mong onnur — sum upplop.
RN
gb
#
ED MIÐ SS Mi
> Sg“ S
SV á
fS
£
Okkurt
Aftur i
midøldina
Oddagreinin i Dagblad-
num i gjår snyr seg um
føroyska skúlan. Odda-
greinskrivarin heldur ikki
nógv um føroyska skúlan í
dag. Serliga ikki tær skap-
andi lærugreinirnar. Dag-
blaðið mælir til, at før-
oyski dansurin fær betri
innivist í skúlanum:
Í hesum tíðum er "svarti
skulin” lagdur aftur um
bak, og vit brúka miljónir
til at læra tey tónaleysu at
syngja fyrræddad, tann
handliga gávaða til vón-
leysar 2-grads líkningar,
tann litblinda at mála og
tann andliga gávaða at
evna við sínum tummil-
fingrum. Vit hoyra um
"heimstaðarlæru", hóast
eingin veit bygdina næst
eftir Fuglafjørd á leið
norður gjøgnum Djúpini
(hvat er tað, forrestin?).
Eitt eitur "samtíðar-
kunning“, sjålvt tað verður
dult fyri teimum, at bæði
Albania og Kambodia
hava roynt sosialismu sum
búskaparskipan. "Landa-
læra" er somuleiðis lokað
land, helst tí eingin skal
vita, at Elben eisini er
dálkað á leið síni gjøgnum
sostalistiska Eystureuropa
At føroyski dansurin fær
bestu møguleikar - eisini
innan skúlagátt, er ikki
annað enn ein sjålvfylgja
og heilt nátúrligt.
Annars kunnu mangar
meiningar vera um skúlan
í dag, men ein tílík niður-
gerðing av bæði skúla,
lærarum og næmingum
hevur neyvan áður verið at
sæð á prenti. Men nú vita
vit í hvussu er hvat
Fólkaflokkurin stendur fyri
í skúlamálum.
Villeiða
hyggjaran
Oyggjatíðindi skriva í gjár
um sjónvarpið og spon-
sorpengar. Við blaðið
sigur forkvinnan í sjón-
varpsnevndini, Kristianna
Rein, m.a.:
Skal talan verda um at
legalisera sponsoreradar
sendingar, so skulu greið-
ar linjur vera fyri hvussu,
hvat og hvør kann gjalda
seg inn á skermin.
Hyggjarin má og skal
hava tíðiliga fráboðan um,
hvor tað er ið betalir seg
inn í hvørja stovu í land-
inum, ella verður hann
villeiddur. Og tað kann
ikki vera meinignin.
Uppá fyrispurning um
sjónvarpsgjaldið ikki kann
fara niður, um sjónvarpið
sjálvt finnur alternativar
inntøkumøguleikar, sigur
Krisitanna, at tað er eisini
nakað ið eigur at takast
upp.
Sambært Oyggjatíðind-
um sigur forkvinnan í
sjónvarpsnevndini, at øll
nevndin er samd um, at
greidar reglur mugu gerast
hesum vidvikjandi. Hesum
kunnu vit sjålvandi taka
undir vid. Vit halda eisini,
at reglunar greitt skulu
siga, at sjónvarpssendingar
als ikki skulu sponsorerast.
Sjónvarpsneyndarforkvi
nnan heldur, at fær hyggj-
arin ikki at vita nær og
hvør sponsurerar eina
sending, so verður hyggj-
arin villeiddur. Samd! Men
lítið frægari man vera, at
ein sending byrjar t.d. við:
Sendingina hevur Føroya
Banki sponsorerað. Og so
síggja vit eitt ella annað
um hvussu stuttligt tað er
at lána pengar.
Hvat skal hyggjarin
brúka hesa upplýsing til?
Kanska er sendingin 100%
villeiðandi. Kanska er hon
100% saklig og upplýs-
andi? Eingin veit, - men
sendingin er við hesum
tileinkisgjørd í trúvirði.
Annadhvørt hava vit eitt
sjónvarp óheft av áhuga-
bólkum, ella privatiserið
tað við rubb og stubb.
at læra
Tað er altíð hugaligt at
frætta tá føroyingar fáa
okkurt herðaklappi. Tað
fingu vit millum annað
frá luttakarunum í send-
inevndini frå skotsku
útoyggjunum, sum júst
eru farin av landinum
aftur.
Í sjey dagar ferðaðust
skotsku oyggjamenninir
kring landið og vitjaðu
mong virki, sum hava
eitthvørt við fiskivinnu-
na at gera.
Herðaklapp fingu vit i
samband við veiðu og
at framleiða útbúnað til
fiskivinnuna. Men teir
hildu seg eisini kunna
læra okkum eitthvørt.
Og tað eru teir og øll
onnur eisini vælkomin
til.
Millum at gera meira
burturúr og marknað-
arføra fisk. Serliga
undraðust teir seg yvir
føroysku blokkfram-
leidsluna av fiski og
ikki minni, at vit seldu
hesa vøru av landinum
aftur - sum blokk.
Við í stóra ferða-
lagnum vóru
tíðindafólk frá BBC og
Fishing News. Ivaleyst
fara eisini teir at gera
sinar søgur um hesa
vitjan og vónandi kann
hetta hava vid sær, at
vørur okkara fåa
nýggjar útflutnings-
møguleikar.
Um blokkin og mark-
nadarføringina mugu
vit bert vóna, at eisini
hetta kann geva okkum
eitt spark í dyntilin so
meira kann fáast
burturúr.
Tað er einki minni
enn eitt brotsverk móti
okkara náttúrugivnu
møguleikum, at vit ikki
fáa meira burturúr
okkara fiskavørum enn
vil gera.