leygardagur 6. apríl 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 64 — 6. apríl 1991
BIN sasiatrn
Løgmadur
Síða 3
Atli Dam, lógmaður er 58
ára gamal og hevur nú
fingið nýggja
skurðviðgerð, eftir at
viðgerðin í februar
miseydnaðist. Hann hevur
góðar vónir og heldur at
tað nú gongur framá
fingið nýggja
skurðviðgerð
- vónar at sessast aftur í løgmanssessin um einar
tríggjar vikur
Hóast Tingið er saman og
arbeiðið gongur sína van-
ligu gongd, so er Atli
Dam, løgmaður ikki til ar-
beiðis.
Heilsan hevur ikki verið
góð í seinastuni, og av-
leiðingin bleiv, at Atli
Dam í februar í ár noyddist
undir skuð í rygjageisl-
unum á Ríkishospitalinum.
Atli Dam: - Eg eri nú
innlagdur aftur å Rikis-
hospitalinum, av tf at
skurðviðgerðin í februar
ikki var so væleydnað.
Miseydnaðist
Nakrar skrúvur, sum vóru
settar inn í ryggjageislar-
nar dragnaðu.
Nú hava læknarnir á
Ríkishospitalinum roynt
nýggja skurðviðgerð, har
nakrir geislar í rygginum
eru lagdir saman.
Tað tykist sum skurð-
viðgerðin hesaferð er væl-
eydnað, og eg fari at vera
innlagdur her í einar 14
dagar aftrat.
Hevur tú møguleika at
fylgja við tí, sum fer fram í
Tinganesi og í Tinginum?
- Jú, tað ber væl til. Ég
havi telefon og telefax á
sjúkrastovuni, og kann
hava regluligt samband til
Føroya. Tað eri eg nøgdur
við.
Jógvan Sundstein segði í
"Degi og viku" í gjár, at
ymisk mál vóru løgd til
síðis, sum samgongan ikki
kundi semjast um. Er tað tí
Atli Dam ikki er tókur?
- Tað er ikki óvanligt at
bíða við at taka avgerð um
okkurt mál, til Landsstýrið
er fullmannað.
Ikki óvanligt at bíða
Tað nýtist ikki at vera
vegna tað, at løgmaður er
sjúkur. Tað hendir ofta at
ein landsstyrismadur ikki
er heima, og at mál steðga
upp, til Landsstyrid er
fullmannad.
Ert tå nøgdur vid ta
arbeidid sum Landsstyrid
hevur avvrikad, meðan tú
hevur verið burtur?
- Tað havi eg onga
viðmerking til, men eg
havi fult álit á teimum,
sum sita har.
Nær verður løgmadur
aftur arbeidsførur?
- Tað verður væntandi
ikki ov leingi. Fyribils
komi eg heimaftur um ein-
ar 14 dagar og um einar
triggjar vikur, kann eg í
smáum byrja at arbeiða,
sigur Atli Dam í telefonini
á Ríkishospitalinum.
Dagny
Longu farin
Eigindómsmeklarin, sum fkom
til Fóroya fyri tveimum mán-
aðum síðan og bjartskygdur
helt væl bera til at selja hús í
Fóroyum, er longu farin aftur
til Danmarkar
Per Skovsen, statsgóðkend-
ur eigindómsmeklari.
Skelti við hesum navni
varð fyrst í februar mánaði
sett á húsini í Tréndargøtu
57 í Havn.
Men fyri viku síðan varð
skeltið pilkað niður og
hurðin læst TIf. 18944
svarar ikki.
Per Skovsen hevði stórar
ætlanir, tá hann kom til
Føroy. Tað skuldi verið úr
av gjørt hjá einum fakmanni
við kunnleika til keyp og
sølu, og sum er vanur við at
meta um hús og kanna
figgjarøguleikar, segði
hann m.a. í samrødu við
Sosialin, tá skrivstova
hansra læt upp 8. februar.
Eitt málið var at fáa
prisirnar á sethúsum og
føstum ognum í trygga leg.
Hann skuldi eisini verið
førur fyri í summum fórum
at forða , at hús fóru á
tvingislssglu, helt hann.
Hann var eisini á fundi við
landsstýrinum um at broyta
lógina, so tað kundi gerast
loyvt at taka realkredittlán
til sethús eisini.
Men uppgávan var ikki so
løu, sum maðurin væntaði.
Fyri páskir flutti hann aftur
til Danmarkar.
Per Skovsen arbeiddi í
Føroyum saman við Bjarna
Thomsen, vinmanninum.
Teir stovnaðu í felag P/F
Beinsvórð, sum stóð
aftanfyri fyritøkuna. Hetta
partafelag skuldi keypa
húsini i Tréndargøtu 57.
Handilin skuldi ganga frå 1.
april, men teir fingu loyvi at
flyta inn fyrr.
Húsini blivu kortin
ongantíð keypt, tí áðrenn
komið varð til 1. apríl, góvu
teir Føroya Banka lyklarnar
til húsini aftur. Føroya
Banki lýsir nú enn einaferð
húsini til sølu.
Efur stendur Bjarni
Thomsen einsamallur við
P/F Beinsvørd. Per Skovsen
og hann er ikki ósamdir, og
Per Skovsen hjålpir Bjarna
við teimum málum, teir
høvduum hendi. Tad er ikki
nøkur løtt uppgåva at selja
hus i dag, sannar Bjarni
Thomsen. Nógv vilja selja,
men keyparamir eru fåir, ti
tað er so torført at fáa
figging. Hann heldur seg
kortini væltil atavgreiðatær
uppgåvurnar, sum teir
fingu.
Skrivstovan hjá P/F
Beinsvørd er nú flutt heim
til Bjarna Thomsen, sum er
at hitta á síni egnu telefon.
randi
Per Skovsen hevdi stórar ætlanir, tá hann kom til
Føroya. Men tað gekk ikki long tíð at síggja, at Føroyar
ikki eru nakað gulldám hjá einum eigindómsmeklara.
Hann pakkaði alt sítt niður og flutti til paskar niður
aftur