leygardagur 6. apríl 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið Sosialurin —— Nr. 64 — 6. apríl 1991
Annað páskakvold var stór páskakonsert á
Hálsi fyri tey meira rockáhugaðu, og ikki
kann annað sigast, enn at her var nógv
gott at hoyra hjá teimum, ið leggja oyru til
slíkan tónleik.
Bólkarnir, ið ráddu yvir pallinum, vóru
føroysku Hjarnar og danski bólkurin Fiel-
fraz, ið er á veg fram í danska og kanska
eisini europeiska tónleikaheiminum.
Tey, ið hoyrdu konsertina, skilja væl-
saktans eisini lættliga, hví so er.
Og eins óskiljandi er tað, at Hjarnar ikki
nú beinanvegin skunda sær at geva okkurt
út, nú teir »å gamalsaldri« ongantíð hava
verið betri enn tað sama.
Fingið nýtt »sound«
Tað, at klaksvíksbólkurin nú leggur hart
út við hvert givið høvi og tekur stórar av-
bjóðingar við sær á pallin, fellur sanniliga
væl í oyra hjá áhoyrarunum.
Hetta merktist væl á songræddarkon-
sertini á Kambsdali herfyri, og ikki minni
á páskakonsertini, ið snøgt sagt var til
UG!
Sum áður er nevnt her í blaðnum, hevur
blásaraeindin í Hjarnum givið bólkinum
eitt heilt nýtt »sound«, uttan at her tó skal
vera sagt á nakran hátt, at Hjarnar ikki al-
tíð hava megnað at borga fyi góðsku á
tónleikagkinum.
»Breakin' My Heart<
Jú, framtíð er í fortíðini fyri teirra við-
komandi, tí framvegis sveimar ein heil
hell í ðrum heimi, tá teir senda
>Breakin' My Heart< út í teir risastóru
hátalararnar.
Hetta lagið tykist vera eitt ævigt »hit«,
men hevur tó ikki gjørt, at teir eru steðg-
aðir á, uttan at vilja longur fram á leiðini
og geva áhoyrarunum nýggj løg og nýggj-
ar sangir at frøast yvir.
Besta dómi um hetta var frálíki nýggi
landsliðssangurin, Hjarnar framførdu á
Hálsi annað påskakvøld.
Appelerandi tónleikur
Tað, sum helst var mest óheppið við
hesari annars frálíku konsertini hjá FUT
var, at Hjarnar innleiddu hana.
Tí tað vísti seg nevniliga, at teirra tón-
,
leikur appeleraði 100% til teir 949 áhoyr-
ararnar, meðan Fielfraz í so máta høvdu
ein trupulleika.
Hóast als einki bagdi tónleikagóðskuni
hjá fjónbúgvunum, sum eru sera væl um-
tóktir á »hjemegnen«, slerdi hesin tónleik-
urin tíverri ikki igjøgnum hjá meiniga
manninum á Hálsi hetta kveldið.
Teir spældu ótrúliga væl, og serliga vísti
tað seg, at grundin í tónleikinum var sera
góð.
Væl fyrireikaðir
Løgini vóru ikki nøkur, ið folk kendu
frammanundan, so hetta var sum at skula
hoyra fyrilestur å fremmandun måli fyri
tey, ið ikki duga at njóta tónleik, bert tí
tey ikki hava hoyrt hann fyrr.
Spell, ti teir fýra virkaðu sera væl fyri
og hartil sera væl fyrireikaðir til konsert-
ina.
Í øllum fórum skulu teir vera vælkomnir
aftur eina aðra ferð, tí teir spæla tónleik,
sum føroyskir tónleikarar heilt víst kunnu
læra nakað av.
Tí hevði tað heilt avgjørt verið rættari at
Orð % myndir:
Hilmar Jan
goymt Hjarnar til seinna hálvleik, tí tað
var hóast tónleikur, fólkið kendi, og sum
fólkinum dámdi sambært omanfyri
nevndu prinsippum.
A pínubonkinum
Hinvegin tykist lítið høpid vera í, at
Hjarnar halda okkum, ið hoyra heima á á-
hoyraraplássunum, á pínubonkinum.
Nú máttu teir skunda sær at givið okkurt
út, so vit onnur kundu hoyrt meira til teir í
bilum, stovum, útvarpi og á øðrum góðum
stóðum, ið ikki krevst atgongumerki til.
Eitt hugskot hevði kanska verið at tikið
onkra av konsertunum upp »live«, og so
sent úrslitið á marknaðinum í plátu-,
banda- ella fløguliki.
Hetta er bíligari í heum trongu tíðum,
og eingin sum helst ivi er um, at verandi
góðska, ið Hjarnar servera frá pallinum,
kann bera at koma út á hendan hátt.
Tí hendan umbøn: Góðu Hjarnar, nú
bíða vit eftir onkrum frá tykkum!