týsdagur 30. mai 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 102 - 30. mai 2000
SMS · Tel. 353535· Fax 353536
E-mail: tryarin@post.olivant.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Fólkafloksmaður
hartar »sínar« egnu
TAÐ verður mangan sagt, at formaðurin í fíggj-
arnevndini, er ein tann mest týðandi persón-
urin í politisku skipan okkara, hóast hetta ikki
er nakað, sum vit geva gætur dagliga. Tá
uppfata vit løgmann og landsstýrismenninar,
sum mest týðandi persónarnar í samfelagn-
um.Tá hetta er sagt mugu vit eisini gera
okkum greitt, at tingumboð og landsstýris-
umboð hava hvør sína uppgávu at røkja.
Kortini er tað ein sannroynd, at eitt landsstýri
situr, tí tað hevur ein meiriluta aftanfyri seg í
tinginum. Nú er formaðurin í fíggjarnevndini
ikki meirilutin í tinginum, og heldur onkur, at
man skal ikki taka tað hann sigur fyri annað
enn ein vanlig meining. Kortini má sigast, at
úttalilsi hjá einum so týðandi politiskum leiðara
í sjálvum løgmansflokkinum kunnu ikki annað
enn verða tikin sum álvarsorð og sum ábend-
ingar um, hvussu er stætt í samgonguni.
BJARNI DJURHOLM hevur fleiri ferðir verið
frammi og talað „Roma beint ímót“. Tvs. ikki
sjálvum løgmanni, sum er ein av hansara
egnu, men her serstakliga fíggjarmálaráðharr-
an, sum hoyrir til samgonguna. Nú ger hann
so aftur vart við seg. Í Dagblaðnum í gjár
sigur formaðurin í Fíggjarnevndini, at lands-
stýrið hevur sovið í tímanum. „Longu í 98 var
greiði boðskapurin úr Danmark, at búskapar-
liga skiftistíðin fór at verða 3-5 ár. Kortini er
einki gjørt til tess at tillaga føroyska búskapin
til eina so stutta skiftistíð, og tí má sigast, at
landsstýrið hevur sovið í tímanum“. Hetta er
tað ein av leiðandi monnunum í løgmansflokk-
inum sigur við beinleiðis adressu til sam-
gonguflokkin, sum eigur fíggjarmálaráðharr-
an. Hann roknar eisini við, at tá árið er farið,
verður meirnýtsla landskassans í 99 og 2000
millum 400 og 500 mill.kr. samanborið við
nýtsluna í 98. Hann ivast ikki í, at neyðugt
verður við álvarsligum inntrivum í búskapinum
skulu vit megna eina so stutta skiftistíð, sum
lagt er upp til. Tað fer at hava við sær, at
livistøðið fer at lækka. Síðani leggur hann
eisini eftir Tjóðveldisflokkinum fyri ikki at hava
framt broytingar í almenna bygnaðinum til tess
at tálma útreiðslurnar. „Ikki eitt einasta upp-
skot um tillaging og rationalisering av almenna
sektorinum er komið í tingið“. Hann endar við
at vísa á „at fyri summi tykjast broytingarnar í
ríkisrættarligu viðurskiftunum bert at vera ein
trúðarspurningur. Nú er sjón fyri søgn, at
einvegis politisk dogmatisma ikki førir okkum
á mál.“ Tað er eingin ivi um, at tingmaðurin
við orðinum „summi“ sipar til Tjóðveldisflokkin
og tjóðveldisfólk. Nú mugu vit rokna við, at
Bjarni Djurholm og løgmaður javnan tosa
saman, og at teir sum partamenn eru samdir
í tí, ið kemur út alment á slíkan hátt. Tí mugu
hesi orð hansara takast sum ein verulig ávar-
ing til Tjóðveldisflokkin og harvið sum ein út-
strakt hond til andstøðuna. Kanska tað eisini
er eitt fyrsta tekin til, at samgongan er ikki so
intakt longur. Tað sær ikki mætari út enn, at
fólkafloksmenn desperat leita eftir einum høvi
til at sleppa sær av við Tjóðveldisflokkin.Trup-
ulleikin er ansa eftir ikki at missa andlit í full-
veldismálinum.
Demokratiið er komið til Føroya!
Nakað herfyri bað sjónvarp-
ið okkum tey tíðindi, at tele-
slynga var løgd í tingsalin.
Hetta vóru gleðiboð fyri
okkum í Felagnum fyri
Hoyribrekað! Alt síðan fe-
lagið varð sett á stovn fyri
8 árum síðani, hava vit gjørt
vart við, hvussu stóran týdn-
ing tað hevur, at teleslyngur
verða lagdar, har nógv fólk
savnast.
Hetta
er
eitt
lutfalsliga bíligt hjálpartól
Javnaðarflokkurin hevur nú
sett floksskrivar í fulltíðar-
starv í sambandi við, at Før-
oya Løgting hevur útvegað
tingmanningunum fíggjar-
ligar møguleikar til tess.
Skrivarin fer at starvast á
Gamla Apoteki, og hevur
Javnaðarflokkurin gjørt av
at seta Hans Jørgensen, lær-
ara úr Miðvági í starv frá 1.
juli í ár.
Talan er um fulltíðarstarv,
tí Hans Jørgensen skal um-
framt at vera skrivari hjá
tingmanningini eisini røkja
uppgávuna sum skrivari hjá
sjálvum flokkinum.
Hans Jørgensen
floksskrivari
Javnaðarfloksins
Hans Jørgensen úr Mið-
vági verður frá 1. juli
fulltíðar skrivari hjá Javn-
aðarflokkinum
Føroyafrádrátturin fer ongan veg
Lesandi úr 17 londum fáa
tað, vit so heimføðisligt
rópa ”føroyafrádrátt” í Dan-
mark. Hesin rættur fer ong-
an veg, fyri tað um Føroyar
fáa fullveldi
Týsdagin hevur Sosialur-
in enn eina oddagrein um
teir ræðuleikar, sum fara at
raka okkum, um vit taka á-
byrgdina av okkara egna
landi. Endamálið er — sum
tað hevur verið nú í tvey ár
— at ræða fólk.
Týsdagin er tað m.a. rætt-
urin hjá lesandi føroyingum
til at vinna eina ávísa upp-
hædd skattafrítt í Danmark
— tann sonevndi føroyafrá-
drátturin — sum verður
umrøddur. Og tey, sum
skulu forskrekkjast, eru tey
ungu, sum eru ella ætla sær
undir útbúgving í Danmark.
Blaðið skrivar, at fáa før-
oyingar framyvir somu
lestrarmøguleikar í Dan-
mark sum aðrir norðbúgvar,
fer tað at hava við sær, at
vit missa rættin til føroya-
frádrátt. Hvør skal siga:
Hesi rættindi eru treytað av,
at Føroyar eru undir donsk-
um valdi.
Norðurlendskur sáttmáli
Sum so mangt annað er eis-
ini hesin pástandur grund-
aður á skeivleikar.
Sáttmálin, sum tryggjar
føroyingum rætt til føroya-
frádrátt, hevur einki við
okkara ríkisrættarligu støðu
at gera. Hetta er partur av
dupultskattaavtaluni, sum
vit í norðurlendskum høpi
hava gjørt við Danmark og
onnur norðurlond.
Danmark hevur gjørt slík-
ar dupultskattaavtalur við
75 lond. Skattafrádráttur
fyri lesandi er við í 17 av
hesum avtalum. Londini,
sum hava hesi rættindi, eru
so ymisk sum t.d. Ísland,
Kina, Ísrael og Spania.
Nalvaskoðanin
Føroyafrádrátturin er sostatt
ikki eini serlig rættindi, sum
føroyingar hava fram um
onnur, tí vit eru undir
donskum valdi.
Tað einasta, sum er ”ser-
ligt” í hesum spurningi, er
tann heimføðisliga heims-
myndin hjá sambandsflokk-
unum. Teir hyggja bara at
sínum egna heimastýris-
nalva og gerast meira og
meira sannførdir um, at
hetta ikki bara er vakrasti,
men eisini einasti nalvi í
heiminum.
Soleiðis er tað ikki. Tað
finst ein stórur heimur utt-
anfyri heimastýrisskipan-
ina.
Karsten Hansen
landsstýrismaður
Viðmerkingar:
til okkum, ið av einihvørji
orsøk ikki hoyra væl. Ein
stórur partur av føroyingum
hevur niðursetta hoyrn, og
eingin orsøk er til at halda,
at hetta ikki eisini kann raka
tinglimir – kanska serliga,
tá teir eldast.
Nakað seinni frættu vit
eisini, at Læraraskúlahøllin
endiliga hevur fingið tele-
slyngu, eftir at ein av næm-
ingunum staðiliga hevur ar-
beitt fyri hesum. Tað er
eisini at fegnast um.
Á stovnandi aðalfundi
okkara vóru gestir úr hinum
norðurlondunum til staðar.
Formaðurin í danska felag-
num fyri hoyribrekað tók tá
soleiðis til: »Í einum landi,
sum ikki hevur teleslyngu í
sínum parlamenti, har virk-
ar demokratiið ikki!« Hetta
hava vit mangan tikið til
okkara millum, og tí vilja
vit nú ynskja føroyingum til
lukku við, at demokraitið er
farið at virka. Vónandi fara
tey bøttu hoyrilíkindini
eisini at merkja, at Føroya
Løgting í framtíðini fer at
hava eitt opið oyra fyri
teimum brekaðu her á landi!
Felag fyri hoyribrekað
í Føroyum
Sum øllum kunnugt, so
byrjar
Norðoyastevnan
longu í dag. Nógv tiltøk
verða allar dagarnar – bæði
út og inni. Eitt tiltak, sum
fyrstu ferð varð roynt síðsta
ár, var ein fótbóltskapping
millum flakakvinnurnar á
Kósavirkinum og Royki-
virkinum og millum kvinn-
urnar á Klaksvíkar Sjúkra-
húsi og Norðoya Røktar-
heimi. Hetta tiltak fekk so
mikið góða undirtøku, at
Skemtifótbóltsdystir í Klaksvík
Aftur í ár skipar Lions Club í Norðoyggjum saman við teirra lionessum fyri einari skemtifótbólts-
kapping. Kappingin byrjar kl. 18.30 við skrúðgongu.
fyrireikarnir aftur í ár hava
gjørt av at skipa fyri hesari
kapping.
Í stuttum tíðindaskrivi frá
Lions Club verður sagt, at
tiltakið byrjar í dag kl.
18.30. Tá fara allar kvinn-
urnar í skúðgongu frá park-
eringsplássinum niðan fyri
Klaksvíkar Sjúkrahús heim
á fótbóltsvøllin. Fyrsti dyst-
urin, sum er millum kvinn-
urnar á Kósavirkinum og
Roykivirkinum byrjar kl.
19.00. Síðani spæla kvinn-
urnar á Sjúkrahúsinum og
Røktarheiminum.
Triði
dysturin verður ímillum tap-
arnar, og fjórði og seinasti
dysturin verður millum
vinnarnar.
Eftir kappingina fær vinn-
arin ferðasteyp handað.
Síðsta ár vóru tað kvinnur-
nar á Norðoya Røktarheimi
sum fór avstað við steypi-
num. Spennandi verður í ár,
um tær aftur í ár fara at
vinna hetta steyp. Eins og
seinast er meiningin at fáa
onkrar framstandandi per-
sónar at verða linjuverjar
og dómari.
Áðrenn og undir dysti-
num verða lutaseðlar seldir.
Drigið verður beint eftir
dystin. Allir peningurin sum
inn kemur fer til vælgerð-
andi endamál.