týsdagur 30. mai 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
í Klaksvík
Orð: Eyðun Klakstein
og Fróði Løkságarð
Myndir: Eyðun
Klakstein, Fróði
Løkságarð og Bárður
Klakstein
(KLAKSVÍK) Hanus Lass-
en og familjan hjá honum
fingu ein kvøkk fyri lívið,
tá dreingirnir, sum gjørdu
um seg á Brekku í Klaksvík
sunnukvøldið, skutu við
riflu inn í køksvindeygað
hjá teimum.
- Eg hoyrdi skot uttanfyri
og fór í køksvindeygað fyri
at vita, hvat var áfatt. Tá sá
ein av dreingjunum meg, og
hann vendi rifluni beint í-
móti mær. Eg leyp úr
vindeyganum, men tá small
eitt skot, og ein kúla kom
sendandi
inn
gjøgnum
køksrútin, greiðir Hanus
Lassen frá.
- Eg fekk glassplintur í
kjálkan og bløddi eitt sind-
ur, men annars fekk ongan
skaða, sigur hann.
Smábørn í køks-
vindeyganum
Knappir tveir tímar eru
farnir síðani tilburðin, og
Hanus stendur í køkinum og
greiðir frá hendingini. Hann
hevur eitt plástur á kjálka-
num, har glasbrot raktu
hann. Skjúrtan og slipsið
eru blóðdálkað, og bæði í
køkinum og í stovuni síggj-
ast slóðirnar eftir kúlurnar,
sum vórðu sendar inn í hús-
ini.
- Vit høvdu tvey smábørn
í húsinum, og tey høvdu
Hanus leyp undan kúluni
Tá Hanus Lassen fór í køksvindeygað fyri at vita, hvat var áfatt uttanfyri, vendi ein av dreingjunum
rifluni ímóti honum og skjeyt
staðið frammanfyri køks-
vindeygað stutt framman-
undan, sigur hann.
Konan var eisini í húsu-
num, tá fyrsta kúlan kom
gjøgnum køksrútin.
- Tá fyrsta skotið kom,
leyp eg inn í stovuna at
goyma meg, og síðani
rýmdu vit úr húsunum,
greiðir kona Hanus, Elin,
frá.
Stutt aftaná skjeyt ein av
dreingjunum enn eitt skot
inn gjøgnum køksvindeyg-
að, men hesa ferð fekk eing-
in skaða av kúluni. Fimm
fólk vóru í húsunum, tá
fyrsta skotið varð vent móti
køksvindeyganum, men tey
rýmdu øll á dyr eftir hend-
ingina.
Tvørtur
ígjøgnum húsini
Í køkinum liggja glasbrot á
gólvinum. Tvey rund hol
eru í køksvindeyganum, og
í stovuni hava kúlurnar gjørt
nakað av skaða. Barometrið
er dottið á gólvið, stovu-
borðið hevur fingið eina
skeinu av einari kúlu, sum
síðani fór ígjøgnum ein rút
í stovuhurðini og upp undir
loftið.
Eisini á á loftinum hava
dreingirnir skotið eina kúlu
ígjøgnum vesivindeygað,
men har var eingin serligur
skaði hendur.
Í køksvegginum er prógv
um, at talan var um serlig
projektil, tí har kúlan er far-
in inn er eitt lítið runt hol,
og hinumegin veggin - inni
í stovuni - er eitt stórt hol,
har kúlan er farin útaftur, og
síðani hevur hildið leiðina
tvørtur ígjøgnum húsini.
- Hetta er óhugaligt. Eg
hevði aldri væntað, at slíkt
skuldi fara henda her, sigur
Hanus Lassen.
Hann og familjan fór inn-
aftur til sín sjálvs, eftir at
løgreglan hevði handtikið
teir fýra dreingirnar. Tele-
fonin ringdi alla tíðina, og
allan vegin gjøgnum húsið
sóust slóðirnar eftir deyði-
ligu kúlurnar, sum tíbetur
ikki raktu nakað fólk í hús-
inum.
Hanus Lassen við blóð-
dálkaðari skjúrtu framman
fyri køksvindeygað. Tvey
skot vórðu latin av eftir
Hanusi sum hann stóð
framman fyri vindeygað.
Men lukku tíð kláraði
hann at leypa undan
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 102 - 30. mai 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 102 - 30. mai 2000
Skutu við skørpum
eftir fólki
Trý fólk fingu smærri snuddir, tá fýra ungir dreingir skutu frá hond við riflum sunnukvøldið. Til-
burðurin, sum fór fram á Brekku í Klaksvík, fekk løgregluna at brynja seg við skotvápnum og
skottryggum vestum
(KLAKSVÍK)
Skotini
dundu,
kúlurnar
flugu
gjøgnum luftina, og millum
soraðar politibilar og brotin
húsavindeygu var tað eitt
undur, at einki fólk varð rakt
av kúlunum, tá fýra ung-
lingar gingu berserkagongd
við riflum í Klaksvík sunn-
ukvøldið.
Tveir politibilar vóru
gjøgnumgataðir av kúlum,
fleiri húsavindeygu í grann-
alagnum vórðu rakt av kúl-
um, og skotið varð eisini
eftir løgreglumonnum og
øðrum fólki.
Trý fólk fingu smærri
snuddir, men tað var um
reppið, at onkur varð raktur
av kúlunum. Tvey fólk klár-
aðu í seinastu løtu at flyta
seg undan skoti, tá dreing-
irnir skutu í vindeyguni hjá
teimum, og hesi fólkini
vórðu rakt av glasbrotum.
Ein kona, sum kom koyr-
andi fram við í einum bili,
fekk snudd í lærið, tá ein av
dreingjunum skjeyt inn í
førarahurðina. Kúlan streyk
fram við konuni og inn í
girkassan.
Konan, sum ikki varð
greið yvir, hvat varð hent,
steðgaði bilinum og fór út
at hyggja eftir hurðini, og
tá varð aftur skotið eftir
henni. Hon slapp sær til
rýmingar og slapp undan
kúlunum, men hon noyddist
á skaðastovuna, tí hon hevði
fingið brot frá hurðini inn í
lærið.
Skutu eftir løgregluni
Fólk í umráðnum vóru
skelkað av hendingini, og
meðan skotini rungaðu,
rýmdu grannarnir á dyr fyri
at leita sær skjól.
Ein av grannunum var á-
vegis til húsa, meðan skot-
tilburðurin fór fram, men tá
hann sá, hvussu støðan var,
leitaði hann sær skjól og fór
at ringja til onnur fólk í um-
ráðnum fyri at ávara tey.
Løgreglan kom á staðið
um hálvgum nýggju tíðina,
men tá løgreglumenninir
komu á dyr á húsunum, har
dreingirnir vóru staddir,
vórðu teir bidnir um sleppa
sær avstað, og síðani fóru
dreingirnir at skjóta eftir
teimum.
Løgreglumenninir vórðu
noyddir at flýggja og leita
sær skjól nærindis. Løgregl-
ubilarnar
vórðu
síðani
gjøgnumskotnir.
Rútar,
dekk og hurðar vórðu skot-
in, og annar av løgreglubil-
unum hevði hol eftir fleiri
enn 30 kúlur.
Løgreglumenninir bóðu
síðani um styrk, og trý løg-
reglufólk komu á staðið aft-
urat. Løgreglufólkini brynj-
aðu seg við skotvápnum og
skottryggum vestum, men
løgreglan lat einki skot av.
Teir royndu at tosa
dreingirnar til rættis, og tað
eydnaðist, at fáa dreingirnar
at leggja vápnini. Dreingir-
nir royndu at sleppa sær til
rýmingar. Tríggir teirra
flýddu oman móti býnum,
men fólk, sum var á stað-
num, helt eftir teimum.
Dreingirnir vórðu fangaðir,
og løtu seinni hevði løgregl-
an eisini fingið fatur á fjórða
dreinginum.
Teir vórðu allir fluttir á
løgreglustøðina, har teir
vórðu avhoyrdir sunnu-
kvøldið og mánanáttina.
Kúlurnar fóru
ígjøgnum bilarnar
Undir
skottilburðinum
fjaldi eitt av løgreglufólku-
num seg undir vegginum á
einum grannahúsi, og í hes-
um veggi standa í dag greið
boð um, at skotið var eftir
hesum løgreglumanni. Stór
hol eru í vegginum eftir
skotinum frá kraftmiklu
vápnunum.
At talan var um ógvuslig
vápn sást millum annað av,
at kúlurnar fóru inn í aðari
síðuni av løgreglubilunum
og útaftur hinumegin.
Dreingirnir skutu eisini
eftir
Sjómansheiminum,
sum liggur einar 400 metrar
frá húsunum, har teir vóru
staddir. Ein rútur varð
skotin inn á kamarinum hjá
fyristøðufólkunum, og glas-
brot sløddust um alt kamar-
ið, har eingin tíbetur stadd-
ur, tá kúlan kom og send-
andi gjøgnum rútin.
Eisini varð skotið oman í
býin, men eingin varð raktur
av hesum kúlum. Løgreglan
ráddi fólki, sum koyrdi í bý-
num, um at sleppa sær til
húsa.
Ólógligar riflur
Dreingirnir høvdu fingið
fatur á vápnum og lóðri inn
hjá skyldmanni hjá einum
av dreingjunum. Hesin
maðurin varð burturstaddur
sunnudagin, og unglingar-
nir vóru farnir inn í húsini,
haðani teir skutu við skørp-
um.
Tá løgreglan kom á staðið
kókaði rættiliga yvir, tí tá
fóru dreingirnir at skjóta
eftir fólki, bilum og húsum.
Bara smávegis fólkskaði
hendi undir skottilburði-
num, sum samanlagt í einar
tveir tímar, men tað var
meira eydnan enn skilið
sum gjørdi, at eingin varð
niðurskotin.
Løgreglan vil ikki upp-
lýsa, hvørji og hvussu nógv
vápn dreingirnir høvdu,
men talan er um kraftmiklar
riflur, sum ikki eru loyvdar
í Føroyum. Løgreglan váttar
eisini, at nógv lóður var í
húsunum, og eftir skottil-
burðin lógu patrónhylki og
sløddust kring húsini.
Teir fýra dreingirnir eru
allir undir 15 ár, og tí kunnu
teir ikki rættarfylgjast. Løg-
reglan, sum heldur fram at
kanna málið, hevur latið
Barnaverndini og sosialu
myndugleikunum í Klaks-
vík málið.
Barnaverndin var við til
forhoyrini eftir tilburðin, og
í gjár fundaðust tey um mál-
ið. Formaðurin í Barna-
verndini vildi ikki gera við-
merkingar, tá vit tosaðu við
hana á middegi í gjár.
Niðan fyri vegin var ein
kúla farin ígjøgnum eitt
kamarsvindeyga og
endaði í vegginum
oman fyri bamsuna
Tveir løgreglubilar vóru
gjøgnumholaðir av kúlum.
Yvir 30 kúlur raktu
hendan bilin