týsdagur 30. mai 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 102 - 30. mai 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 102 - 30. mai 2000
EDVARD JOENSEN
So stór er misnøgdin við
prestarnar í Klaksvík, at
vanlig kirkjufólk beinleiðis
rýma undan teimum. Prest-
arnir hava prædikað Christ-
ianskirkjuna tóma við præ-
dikum, sum litaðar eru av
egnum klandurssemi.
Soleiðis sigur Asbjørn
Lómaklett, sum er ein teirra,
ið stendur aftan fyri undi-
skriftainnsavningina, sum
fer fram í Klaksvík um dag-
arnar.
Hann sigur, at hann er
púra samdur við konuni,
sum í Útvarpinum í seinastu
viku segði, at prestarnir í
Klaksvík hava prædikað
kirkjuna tóma. Vanligt var
fyrr, sigur hann, at eini 300-
400 fólk komu í kirkju í
Klaksvík
ein
vanligan
sunnudag. Nú er tali fallið
til umleið helvtina. Prestar-
nir hava stygt fólk burtur
við síni fundamentalistisku
framferð.
Misnøgdin við prestar-
nar í Klaksvík er so stór, at
nógv fólk fara bara í
Christianskirkjuna, tá lestur
verður lisin. Aðrar dagar
fara tey aðrastaðni í kirkju.
Eitt nú til Viðareiðis, sigur
Asbjørn Lómaklett.
Nú er komið so vítt, at
krkjufólk í Klaksvík bein-
leiðis
heita
á
Føroya
biskupp um at taka teirra
egnu prestar av ræði.
Asbjørn Lómaklett í
Misnøgdin við prestarnar í Klaksvík
er so stór, at fólk rýma undan teimum
og fara aðrastaðni í kirkju. Prestar-
nir hava tømt Christianskirkjuna við
sínum prædikum, har persónligt
klandur við biskuppin alla tíðina
skínur ígjøgnum
Klaksvík, hevur sjálvur fyrr
verið deknur í Christians-
kirkjuni. Hann sigur, at tað
tó er sum vanligur kirkju-
gangari, hann er við í hesum
tiltakinum, og at hendingin
við Viborg bispinum bert
var dropin, sum fekk
bikarið at flóta yvir. Hann
sigur, at áheitanin á Føroya
biskup um at fáa Karsten
Nissen, biskup í Viborg, til
Klaksvíkar á hvítusunnu, er
ein máti at vísa, at tað eru
aðrar meiningar í kirkjulið-
num í Klaksvík, enn tær
fundamentalistisku,
sum
prestarnir og partur av
kirkjuráðnum umboða.
Hesi, sum nú skriva
undir, halda tað vera stóra
skomm fyri Klaksvíkina at
sýta donskum biskuppi at-
gongd til kirkjuna, tí prest-
arnir har klandrast við teirra
egna biskupp.
Tey, sum savna undir-
skriftir, hava ikki fínkembt
Klaksvíkina, sigur Asbjørn
Lómaklett. Tey eru bara
farin til fólk, sum tey vita
vanliga plagdu at ganga í
kirkju. Og eingin ivi er um,
heldur hann, at onkur er
lopin um, sum annars hevði
havt skrivað undir. Umleið
500 undirskriftir eru higartil
savnaðar, og tær verða
sendar bispi fyrsta dagin.
Tey, sum skrivað hava undir
áheitanina á biskupp, eru øll
fólk yvir 18 ár.
Asbjørn Lómaklett sig-
ur, at kirkjufólk í Klaksvík
eru vorðin kedd av, at prest-
arnir sunnudag eftir sunnu-
dag brúka prædikustólin til
at leggja egnar meiningar
um klandur teirra við
biskuppin út. Prædikurnar
eru heilt greitt litaðar av
prestanna persónligu sjón-
armiðum, og boðskapurin,
teir annars áttu at lagt út,
dettur líkasum burturímill-
um. Hóast teir ikki nevna
nøvn, er eingin ivi hjá
kirkjufólkinum um, hvat
teir vilja við sínum prædik-
um. Og tað tíma fólk heilt
einfalt ikki at hoyra longur,
sigur Asbjørn Lómaklett.
EDVARD JOENSEN
ÚR DUBLIN
Maersk Air hevði í 1999 eitt
yvirskot upp á 648 milliónir
krónur áðrenn avskrivingar.
Nettoúrslitið var 112 milli-
ónir danskarkrónur.
Tað var ein nøgd leiðsla
í Maersk Air, sum legði hesi
tølini fram á pressufundi í
Dublin hósdagin.
Um Føroyarutuna segði
forstjórin í Maersk Air, Ole
Sera gott ár hjá Maersk Air
Tað var ein nøgd Maersk Air leiðsla, sum hósdagin legði
besta úrslitið hjá felagnum nakrantíð fram á tíðindafundi
í Dublin
Dietz, í
samrøðu við Sosialin, at har
er ferðafólkatalið vaksandi
í sama mun, sum búskap-
arstøðan í Føroyum batnar.
Um kappingina, sum nú
er íkomin millum feløgini,
sum flúgva til Føroya, segði
hann hann, at hon verður
verðandi. Maersk Air fer at
kappast við Atlantsflog um
ferðafólkini til Føroya. Men
tað verður á handilsligum
grundarlag. Og hann legði
Skrivstovan
hjá
Royal
Greenland yviri við Strond
í Havn verður nú afturlatin.
Erland Søndergaard frá
rakstrareftirlitinum
hjá
Royal Greenland, sigur við
Tíðindablaðið Sosialin, at
leiðslan í fyritøkuni hevur
gjørt av at broyta bygnaðin
soleiðis, at deildin í Før-
oyum verður afturlatin.
Handilssambandið við før-
dent á, at tað avgjørt er pláss
fyri báðum feløgunum.
Ferðfólkatalið er til tvey
feløg, segði Ole Dietz við
Sosialin í Dublin hósdagin.
Maersk Air fer als ikki
á nakran hátt at royna at
troðka Atlantsflog út av rut-
uni, hóast Maersk Air er
nógv sterkari fíggjarliga,
enn Atlantsflog er, segði
Ole Dietz.
oyskar fiskaseljarar og onn-
ur viðskiftafólk verður í
framtíðini røkt úr Aalborg,
har høvuðsskrivstovan er.
Eitt fólk hevur starvast
hjá Royal Grennland í Før-
oyum, og tað fólkið er sagt
úr starvi.
Erland Søndergaard sig-
ur, at hann er komin til Før-
oya at avgreiða flytingina á
ein skilagóðan hátt. Hann
sigur seg vera komnan
hendan vegin at gjalda tær
rokningar, sum liggja, so-
leiðis, at farið kann vera úr
Føroyum við skili, sum
hann tekur til.
Eingin dagur er ásettur
fyri, nær latið verður aftur.
Tað verður, tá tað er »prak-
tiskt gjørligt«.
ej
Royal Greenland fer úr Føroyum
Royal Greenland letur skrivstovuna í Havn aftur. Handils-
sambandið til Føroyar verður í framtíðini stýrt úr Aalborg
Klaksvíkingar rýma
undan presti
Heykavegur 1 • 100 Tórshavn • Tel. 311400 • Fax 315574
th-dam@post.olivant.fo
Sosialurin - 311820
Vit hava eisini:
• Urtagarðshegn
• Trillubørur
• Urtagarðsamboð
P-øki
Joh.
Berg
R. C. Effersøesgøta
Thomas Dam
Havnar
Timbur-
handil
Føroya
Tele
Poul
Hansen
Skemman
Sláimaskinur
Sláimaskinur
Teir
kunnu
ikki
revsast
(KLAKSVÍK) Hóast
teir verða funnir sekir í
drápsroynd ella øðrum
lógarbroti,
kunnu
dreingirnir, sum skutu
eftir løgreglumonum
og øðrum fólki í Klaks-
vík sunnukvøldið, ikki
revsast.
- Tað ber ikki til at
revsa nakran, sum er
undir 15 ár, og tí kunnu
hesir dreingirnir ikki
revsast, hóast talan er
um eitt álvarsmál, sigur
Sigmund Poulsen, løg-
frøðingur.
- Lógin sigur, at
drápsroynd skal revsast
eins hart og eitt dráp,
men ofta verður revs-
ingin niðursett, tá talan
er um drápsroynd. Har-
afturat kunnu onnur
viðurskifti hava ávirkan
á revsingina, men í út-
gangspunktinum
er
revsingin úr fimm árum
og uppeftir.
Barnaverndin uppí
Tá slík mál sum við
teimum ungu dreingju-
num í Klaksvík stinga
seg upp, fær Barna-
verndin ein sentralan
leiklut. Barnaverndin
skal verða við til av-
hoyringarnar, og ofta er
tað hon, sum skal taka
um endan í slíkum mál-
um.
Barnaverndin var eis-
ini við til avhoyringar-
nar, sum vóru á løgregl-
ustøðini í Klaksvík
sunnukvøldið og mán-
anáttina.
- Tey, sum eru undir
15 ár, hava øll tey van-
ligu rættindini, sum
fólk hava, tá løgreglan
skuldsetir tey. Men tá
tað ikki ber til at revsa
tey fyri nakað lógar-
brot, ber sjálvsagt held-
ur ikki til at varðhalds-
fongsla tey, sigur Sig-
mund Poulsen.
- Tað er eitt rættiligt
álvarsmál, um fólk
verða funnin sek í
drápsroynd, men er
tann seki undir 15 ár,
so fellir øll revsing
burtur, sigur hann.
ek
Telefonin gløddi
(KLAKSVÍK)
Mána-
morgunin var trupult at
sleppa ígjøgnum til Hans
Djurhuus, sýslumann í
norðoyggjum. Allan fyrr-
apartin gløddi telefonin á
løgreglustøðini, tí fjøl-
miðlar í Føroyum og utt-
anlands vildu hava fatur
á honum.
Danskir
fjølmiðlar
frættu mánamorgunin um
hendingina í Klaksvík, og
teir stóðu í kø fyri at fáa
fatur á løgregluni í Klaks-
vík.
Longu mánamorgunin
hevði Jyllands-Posturin
fyrstu greinina um skot-
tilburðin í Klaksvík, og
øll tey stóru donsku bløð-
ini og sjónvarpsstøðirnar
leitaðu eftir upplýsingum
í Klaksvík í gjár.
Vápnini vóru ólóglig
Tá teir fýra ungu dreingirnir í Klaksvík sunnukvøldið fóru at skjóta til máls eftir bilum og fólki,
var tað ikki við vanligum høglbyrsum, men ólógligum riflum
(KLAKSVÍK) Sundirskotn-
ir løgreglubilar, brotnir rútar
og uppgataðir húsaveggir,
bera boð um, at tað gekk
harðliga fyri seg, tá fýra
ungir dreingir fóru at skjóta
til máls eftir bilum og fólk-
um á Brekku í Klaksvík
sunnukvøldið.
Politiið í Klaksvík váttar,
at ólóglig vápn vóru uppi í
vandamikla leikinum, tó
vilja teir ikki siga, hvat slag
ella hvussu nógv vápn, teir
hava lagt hald á. Tó verður
sagt av politistøðini, at talan
var um riflur og ikki van-
ligar høglbyrsur.
Dreingir høvdu fingið
hendur á vápnunum og lóðr-
inum í einum húsum hjá
einum skyldmanni hjá ein-
um av dreingjunum. Hesin
maður hevði eftir øllum at
døma fleiri riflur og lóður
til hesar liggjandi í húsinum
hjá sær.
Riflur eru kraftmikil skot-
vápn, sum kunnu drepa fólk
heilt upp til 800 metrar hað-
ani skotið verður latið av.
Hesar riflur eru strangliga
bannaðar at eiga og brúka í
Føroyum.
Ólógligu vápnini
Skottilburðurin í Klaksvík
setur av nýggjum ljóskast-
aran á spurningin um tey
ólógligu vápnini, fólk kring
landið liggja inni við.
Ein partur av hesum ólóg-
ligu skotvápnum eru komin
til landið við føroyskum
sjómonnum, sum hava siglt
í Grønlandi og New Found-
landi, har hesi vápn eru fult
lóglig og kunnu fáast til
keyps av einum hvørjum, ið
hevur áhuga at ogna sær eitt
av hesum vápnum.
Føroyska
vápnalógin
loyvir bert vanligum høgl-
byrsum. Hetta eru byrsur,
sum lógliga kunnu keypast
av fólki, sum eru yvir átjan
ár og verða nýttar til veiðu
av fugli og øðrum. Hesar
høglbyrsur mugu heldur
ikki kunna skjóta meiri enn
tvey skot, áðrenn tær skulu
løðast av nýggjum.
Strangar lógir
Tó eru undantøk í vápna-
lógini. Eitt nú kunnu alibrúk
fáa undantaksloyvi til at
liggja inni við riflu til at
verja seg ímóti eitt nú kópi,
Umfatandi skaðar
Bilar og sethús fingu skaða, tá skotið varð við skørpum í Klaksvík sunnukvøldið
sum ger seg inn á aliringar.
Strangar reglur eru tó fyri
hesum vápnum. Loyvi er
bert at nýta riflurnar innan
fyri eitt ávíst øki, og serligt
loyvi skal havast frá politi-
num, hvørja ferð alibrúkini
skulu hava nýggj skot til
hesar riflur.
Tað eydnaðist okkum ikki
at fáa nakra viðmerking
hvørki frá politinum ella
fútanum um hvørja revsing
tey, ið liggja inni við
ólógligum vápnum, kunnu
vænta sær fyri hetta, ella
hvat er røtt mannagongd,
um tú hevur hug at burtur-
beina ólóglig vápn.
(KLAKSVÍK) Umfatandi
skaðar stóðust av skottil-
burðinum í Klaksvík sunn-
ukvøldið.
Tveir løgreglubilar og ein
persónbilur, ið kom fram-
við, vóru raktir av skotum.
Serliga harðliga gekk tað
útyvir teir báðar løgreglu-
bilarnar, sum nærum vórðu
skotnir í sor. Skotið var hol
bæði á rútar og dekk, um-
framt at meiri enn 30 skot-
hol vóru í skrokkinum á tí
eina av løgreglubilinum.
Av politistøðini frættist,
at hvørgin bilurin koyrir eft-
ir skottilburðin, og at teir
hava verið noyddir at læna
ein bil úr Havnini.
Eisini fleiri av húsunum í
grannalagnum vóru rakt, og
nógvir rútar brotnaðu. Ser-
liga grannahúsini sunnan-
fyri, har skotið varð, fingu
stóran skaða. Trý skot vórðu
skotin inn ígjøgnum vind-
eygu í húsunum, umframt
at fleiri skot eisini raktu bet-
onggrundina.
Eitt skot fór gjøgnum ves-
vindeygað á loftinum, og
tvey gjøgnum køksvind-
eygað við tí úrsliti, at skotini
gjørdu skaða á innbúgvið.
Tað eina skotið fór lúkst inn
gjøgnum veggin millum
stovuna og køkin. har skot-
ið, áðrenn tað endaði uppi
undir loftinum í sunnara
enda av húsinum, gjørdi
skaða á bæði stovuborðið,
ein stól og knústi eina glas-
hurð.
Kanska endur-
gjaldskrav
Fleiri av hinum húsunum í
grannalagnum vóru eisini
rakt. Fleiri rútar brotnaðu,
umframt at hol eisini kom á
tekjuna á onkrum av húsu-
num.
Eisini longur burtur frá
staðnum, har tilburðurin fór
fram, stóðst skaði av skotu-
num. Klaksvíkar Sjómans-
heim sum liggur einar 400
metrar frá staðnum, har
skotini vóru latin av, varð
eisini rakt. Vindeygað í
hjúnarrúminum hjá fyri-
støðufólkunum var skotið
inn, og kúlan endaði í kam-
arshurðini. Til alla lukku var
eingin staddur inni í kam-
aranum, tá skotið varð
ígjøgnum vindeygað.
Enn er eingin endalig
uppgerð gjørd yvir skaðar-
nar, sum stóðust av skottil-
burðinum, og ikki er vist,
at alt er komið undan kavi
enn. Sosialurin hevur verið
í samband við annað av
tryggingarfeløgunum, og
har siga tey, at skaðar á ogn,
sum er umfatað av teirra
pakkatrygging, elvdir av
skotum, eisini verða endur-
goldnir av hesi trygging. Tó
kunnu hann ella tey, sum
elva til slíkan skaða vænta
sær endurgjaldskrav frá
trygginginarfelagunum.
Fleiri av húsunum í grannalagnum vóru rakt, og nógvir rútar brotnaðu. Serliga grannahúsini sunnanfyri, har skotið varð, fingu stóran skaða. Trý
skot vórðu skotin inn ígjøgnum vindeygu í húsunum, umframt at fleiri skot eisini raktu betonggrundina