týsdagur 30. mai 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 102 - 30. mai 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 102 - 30. mai 2000
sunnudagin 4. juni. Nær og
hvar verður lýst seinni.
Á konsertunum fer kórið
at syngja íslendsk og út-
lendsk løg.
Kórleiðari er Vilberg Vig-
gósson og tey, sum spæla
afturvið sanginum eru Á-
gota Joó á piano, Ásgeir
Gunnarson á harmoniku og
Gunnar Ingi Gudmundsson
spælir bass. Steinn Erlings-
son syngur solo.
Keflavík og Miðvágur eru
vinarbýir og tá ið íslendska
ferðalagið
kemur
við
flogfarinum, verður tað
bygdarráðið í Miðvági, sum
tekur ímóti.
Ferðalagið fer síðani út-
ferð til Bíggjar, áðrenn farið
verður í skúlan í Miðvági,
har kórið syngur nakrar
sangir.
Aftaná konsertina bjóðar
kommunan teimum okkurt
ÁKI BERTHOLDSEN
Í morgin kemur eitt væl-
manna íslendskt ferðalag til
Føroyar at vitja.
Talan er um einar 45
sangarar í Kallakóri Kefla-
víkar, sum koma higar at
hava konsert.
Annars eru eini 70 fólk í
ferðalagnum, sum fer av-
stað aftur týsdagin 6. juni.
Á Føroyaferðini skal
kallakórið hava fýra kon-
sertir.
Fyrsta konsertin verður í
Kommunuskúlanum í Havn
hósdagin 1. juni kl. 20.
Fríggjadagin 2. juni syng-
ur kórið á kórstevnuni í
Norðurlandahúsinum.
Triðja konsertin verður í
Miðvágs Kirkju leygardag-
in 3. juni kl. 16 og seinasta
konsertin verður á Norð-
oyastevnu
í
Klaksvík
45 íslending-
ar til Føroyar
at syngja
til matna.
Íslendingar siga, at teir
vóna eisini at síggja mið-
vingar í Keflavík onkuntíð,
tí tey vilja fegin styrkja
vinabýarsamstarvið.
Í Klaksvík er tað Klaks-
víkar Kommuna og Føroya
Bjór, sum taka ímóti.
At Føroya Bjór er við í
ÁKI BERTHOLDSEN
– Nú er tað skorið út í papp
fyri føroyingum: Taka vit
fullveldi, fáa vit ikki longri
skiftistíð enn trý fýr ár.
Tað hevur Edmund Joen-
sen, formaður sambands-
floksins, fingið burturúr
røðuni, sum danski forsæt-
isráðharrin, Poul Nyrup
Rasmussen helt í danska
fólkatinginum hósdagin, nú
tingsetan endaði.
Í røðu síni nam danski
forsætisráðharrin, ikki ó-
væntað, eisini við føroysk
viðurskifti og, ikki minst,
fullveldisætlanina hjá sit-
andi samgongu.
Og Poul Nyrup endurtók,
at vilja vit hava fullveldi,
verður skiftistíðin stutt og
Kallakór
Keflavíkar
móttøkuni hevur sína ser-
ligu orsøk. Tað er tí, at
ferðaleiðari hjá íslendingum
er Hjalmar Waag Árnason,
sum eisini er altingslimur.
Millumnavnið sigur okk-
um, at hann er ikki heilt
ókendur í Klaksvík.
Á Føroyaferðini fara ís-
lendingarnir eisini fleiri út-
ferðir, eitt nú til Gjáar,
Kirkjubøar, Tjørnuvíkar og
undir Vestmannabjørgini.
Tey fara eisini á hyggja
at kirkjuni í Gøtu og tey
støkka eisini inn á gólvið á
Tøtingarvirkinum.
Kallakór Keflavíkar varð
stovnað í 1953 og tað hevur
fyrr havt konsertir í sjey
londum, bæði í Evropa og í
Amerika.
Kórið hevur verið í Før-
oyum einferð fyrr, tað var í
1984, tá ið konsert var í
Havn, í Klaksvík og í Vági.
Kórið hevur eisini givið
eina fløgu út, hon nevnist
Suðurnesjamenn og verður
at fáa á konsertunum.
Kallakór Keflavíkar er ikki ókent í Føroyum. Tað hevur verið her einaferð, men tað er langt síðani. Nú kemur tað aftur
at halda fýra konsertir í Havn, í Miðvági og í Klaksvík
tað verður ikki talan um, at
vit fáa keypt okkum eyka
skiftistíð við at útseta ígild-
iskomuna av einum full-
veldissáttmála.
Skorið út í papp
Edmund Joensen, formað-
ur sambandsfloksins, heldur
fyri so vítt ikki, at tað var
nakað nýtt í tí, sum forsæt-
isráðharrin førdi fram.
–Í røðuni, endurtók, und-
irstrikaði og staðfesti Poul
Nyrup Rasmussen bara tað,
sum stjórnin hevur boðað
frá undan samráðingum, í
samráðingunum og tað,
sum orðaskiftið á Christ-
iansborg vísti, at danska
fólkatinginum tekur undir
við.
– Og tað er, at taka vit
fullveldi, fáa vit ikki meiri
enn trý, fýra ár at laga
okkara búskap til tær
nýggju tíðirnar.
– Og tað koma ongar
snildar loysnir uppá tal fyri
at útvega okkum eina euka
skiftistíð.
Edmund Joensen hevur
eisini hevt seg við, at Poul
Nyrup Rasmussen eisini
boðaði frá, at tá skiftistíðin
er av, verða føroyingar at
rokna sum aðrir norðurlend-
ingar.
Samstundis er tað fram-
vegis onki sum bendir á, at
føroyingar fara at fáa ser-
sømdir av nøkrum slag.
Alt hetta sigur honum so
mikið sum tað, at eitt full-
veldi fer at skerja livifótin
so ógvusliga, at vit verða
sett nógv, nógv ár.
–Samstundis verður tað
týðiigari og týðiligari, at,
landsstýrið als ikki fer at
klára at liva upp til lyftini
um, at í einum fullveldi
verður tað føroyska sam-
felagið betri enn tað hevur
verið.
Tvørturímóti verður tað
alt sjónskari og sjónskari,
hvørjar avleiðingar tað fer
at fáa fyri livistøðið.
–Útrokningarnar vísa, at
sjálvt við eini skiftistíð upp
á 15 ár, fer livistøðið at
lækka so nógv, at vit kom
at darla nógv ár aftanfyri tey
lond, okkum dámar at sam-
meta okkum við, eitt nú á
heilsuviðurskiftum, pen-
sjónsviðurskiftum og út-
búgvingum.
Annars vísir Edmund Jo-
ensen á gularótina frá
Høgna Hoydal til donsku
stjórnina, at um vit fáa eina
skiftistíð uppá 16 ár, fer
dnski staturin at spara 20
milliardir afturímóti um vit
skulu hava blokkstuðul ó-
broytt tey næstu 20 árini.
Skar treytirnar út í
papp fyri føroyingum
–Hetta vísir bara, hvussu
nógv fullveldið fer at kosta
okkum- heilar 20 milliardir
t ey næstu 20 árini.
Hann er eisini ósamdur
við Høgna Hoydal, sum í
Sosialinum leygardagin fýl-
ist á, at føroyska andstøðan
–Nú er tað sagt
einaferð enn:
Taka føroyingar
fullveldi, fáa vit
ikki longri skiftis-
tíð enn trý, fýra
ár og tað verða
ongar snildar
loysnir gjørdar
fyri at sleppa
undan hesi á-
byrgd, sigur for-
maður sambands-
floksins, Edmund
Joensen
letur seg brúka í einum inn-
anhýsis donskum, politisk-
um talvi.
– Andstøðan í Føroyum
letur seg ikki brúka. Vit
hava sanniliga givið sam-
gonguni arbeiðsfrið. Vit
hava ongantíð verið í parti
við samgonguni. me nvit
hava ávara ímóti, hvat fór
at henda. Og tað er júst tað,
sum er hent, Tí er tað ikki
andstøðan, sum endurtekur
Poul Nyrup.
– Tað er øvugt, sigur
Edmund Joensen.
Vælumtókta H-vindeyga í nýggjum búna
Nýggja H-vindeyga, ið er klætt við aluminium á útsíðuni, gevur framúr viðlíkahalds
fyrimunir, samstundis sum umhvørvi og trivnaður innandura verður gingin á møti
við límtræði. Nú kanst tú eisini velja millum topp- ella síðusving vindeygu, ið kunnu
snarast runt, so tey eru løtt at vaska.
Vindeygað verður liðugt viðgjørt - lakk-sproytað - bæði innan og uttan, síðan verður
tað klætt við aluminium í tí liti, tær dámar best.
Ring á 33 21 77 og bið om brochuru og legg summarfrítíðina til rættis!
Vatnsoyra
Vatnsoyra Snikkaravirki pf.
H
www.h-window.fo
10 ára trygd
stephanssons hús
Træverja ella sólkrem?
Í dag verjir Jan Arge Jacob-
sen, fiskifrøðingur, doktar-
aritgerð (dr.scient.) við
Lærda Háskúlan í Bergen.
Ritgerðin, ið er um villan
laks, hevur heiti: „Aspects
of the marine ecology of
Atlantic salmon“.
Opponentar verða: Dave
Reddin,
granskari
við
Northwest Atlantic Fisher-
ies Centre, Canada
Anders Klemetsen, Pro-
fessari við Universitetið í
Tromsø, Noreg.
Endamálið við kanning-
unum var at lýsa leiklutin
hjá laksi í vistfrøðiligu skip-
anini norðan fyri Føroyar.
Kannað er, úr hvørjum
londum laksurin norðan fyri
Føroyar stavar, føðin hjá
laksi, laksalús og lutfallið
av rýmdum alilaksi í veið-
uni.
Eisini er gongdin í før-
oyska laksafiskiskapinum
lýst.
Doktararitgerð um laksa-
kanningar norðanfyri
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað var eftir øllum at døma
ein pláta á komfýrinum,
sum festi í tilfar, sum eigar-
amaðurin hevði lagt í so nær
plátuni. Tá løgreglan og
sløkkiliðið fekk boðini
hevði eldurin fingið fasta-
tøkur og húsini stóðu ikki
til at bjarga.
Tað var beint áðrenn
klokkan eitt fríggjadagin, at
løgreglan fekk boð um, at
tað brann í einum sethúsum
á Norðskála.
Løgreglan og sløkkilið
fóru beina leið á staðið, men
tá løgreglan kom til Norð-
skála, var einki at gera. Hús-
ini stóðu í ljósum loga, og
tjúkkur svartur roykur stóð
úr teimum. Sløkkilið royndi
alt sum teir vóru mentir,
men teir fingu ikki forða
fyri, at alt brann innanúr
húsunum.
Av løgreglustøðini í Run-
avík frætta vit, at orsøkin
til eldin eftir øllum at døma
var, at maðurin, sum hevði
rudda í húsunum, var komin
undir komfýrin. — Tað er
ikki óhugsandi, at hann ó-
viljaður hevur tendrað eina
plátu, sum síðani hevur fest
í tilfari, sum hann ruddaði
upp. Nakað av tí tilfarinum
hevur ligið ov nær plátuni,
og vit meta, at tað er so-
leiðis, at eldurin hevur fest
í, sigur vakthavandi á støð-
ini í Runavík.
Eldurin byrjaði við komfýrin
Eini sethús á Norðskála brunnu í grund fríggjadagin. Eftir øllum at døma er
onkur komin undir knøttin til eina plátu á komfýrinum, sum síðani hevur fest í
Jan Arge Jacobsen, sum í dag skal verja doktararitgerð í
Bergen um laksin norðan fyri Føroyar
Tubbaksráðið – spurningar og
svar um tubbak: »At gevast!«
Hví er so ringt
at gevast at
roykja?
Eitrið, sum er í tubbaki,
er ikki minni turvelvandi
enn heroin og kokain. Tá
ið tú roykir tubbak,
kveikjast mótstøðustøð í
nervalagnum í heilanum.
Tá ið móttøkustøðini ikki
fáa nóg mikið av tubbaks-
eitri, verður tú illa fyri.
Kroppurin tørvar tubb-
akseitur bara til at føla seg
vanligan.
Er vanligt, at tú merkir,
at tú roynir at gevast?
Ja, nógv ymisk eg eyð-
kenni hoyra vanliga til, tá
ið tú roynir at gevast. Ikki
øll føla tað sama. Nøkrum
fellur tað merkiliga lætt.
Hjá øðrum stendur ikki so
væl til í nakrar dagar.
Hvørji felagseyðkenni
eru og hvat fái eg gjørt,
so eg megni tað?
Verður tú erkvisin – far
ein gongutúr, far í brúsu-
bað, anda djúpan, jagla
tyggigummi við nikotini
í. Verður tú eitt sindur í
ørviti, flyt teg eitt sindur
spakuligari, skift spaku-
liga støðu. Fært tú ilt í
høvdið, anda djúpan, fá
tær eina aspirin. Møðist
tú, syrg so fyri at tú fært
góðan svøvn, fá tær ein
eyka blund, royn og slepp
tær undan trýsti, jagla
tyggigummi við nikotini
í.
Kemur svøvnloysi á
teg, drekk so ikki kaffi
eftir kl. 18, anda djúpan.
Fert tú at hosta, drekk
so nógv vatn, fá tær hosta-
bomm ella kandissukur.
Fært tú ikki savnað
tankarnar, royn at lætta
um
arbeiðsbyrðuna
í
nakrar dagar, slepp tær
undan trýsti.
Broytist
sodningin,
drekk nógv vatn, et frukt
og grønmeti saman við
hinum, tú etur.
Kennir
tú
svongd,
drekk nógv vatn, hav
munnbitar hjá tær, sum
ikki er fullir av kalorium
og feitti.
Leingist tær eftir tubb-
aki, stand ímóti trongd-
ini;
tubbakshungurin
minkar.
Hvussu leingi merkir
tú, at tú nýliga ert givin?
Eyðkennini eru bara í
byrjanini! Fyrstu tveir
dagarnir eru vanliga teir
ringastu. Tað er tíðin, tað
tekur at skola tað mesta
av tubbakseitrinum burtur
úr kroppinum. Tær næstu
tvær vikurnar siga roykj-
arar seg kenna færri og
færri árin.
Hvussu »dragi eg and-
an djúpan«?
Set teg niður ella legg
teg og royn at hvíla. Fá
hugin at klárna. Fyll lung-
uni spakuliga, meðan tú
telur upp í 5, halt anda-
num, meðan tú telur upp
í 3 til 5. Blás so spakuliga
luftina út, meðan tú telur
upp í 5. Ger hetta 5 ferðir
umaftur. At draga andan
djúpa fyllir blóðið við súr-
evni og hevur tað við sær,
at blóðtrýstið lækkar.
Roykjarar kunnu læra seg
hetta sum partur av fyri-
reikingunum til at gevast.
Tað er gott at duga hjá
øllum, sum royna at
sleppa undan trýsti!
Næstu ferð: »Hví tað
loysir seg at gevast«
GSM • NMT 450
Sosialurin - 311820
NOKIA 3210
Kr. 1.895.-
GSM
NOKIA 6150
Kr. 3.195.-
GSM
NOKIA 650
Kr. 3.995.-
NMT
450
NOKIA 640
Kr. 2.995.-
NMT
450
NOKIA 8210
Kr. 4.295.-
GSM
NOKIA 8850
Kr. 6.645.-
GSM
NOKIA 7110
Kr. 3.495.-
GSM
BYRJUNARPAKKI TIL TÍNA
NOKIA FARTELEFON:
Taska, head-set og billøðari
EINANS
kr. 278,-