Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Oli Jensen og hinir hvalbingarnir fingu bæði stigini í ársins fyrsta dysti móti SÍ við at vinna 3-2. Mynd: Arni Johansen Royn- „SÍ, 2. deild 3-2 (3-1) Hvalbingar bæði stigini Royn-SÍ 3-2 (3-1) Målskjuttar: Royn: Ingi Mortensen 2, Dan Erik Johansen 1 SI: Jan Liitzen 1, Henriksen 1 Rói Leygardagin møttust tvey av teimum feløgunum, sum í skjótt rættiliga nógv ár hava verið fast inventar í 2. deild, Royn og SÍ. Dysturin varð spældur á Sevmýri, sum er heima- vøllur hjá Royn, til felagið fær ein ella annan nýggjan vøll í Hvalba. I fyrra hålvleiki royndist heimalidid betur, og gav tað fyri teirra viðkomandi eisini trý mál av sær. I tí eina av hesum trim- um førunum må verjan hjá SÍ beinleiðis átaka sær ábyrgdina, tí talan var um eina afturlegging, sum Ingi Mortensen uttan stórvegis hóvasták fekk fatur á, og so ráddi bert um hjá hon- um at útplasera málmannin hjá SÍ. Fyri hálvleik eydnaðist tó SI at minka um munin. | Seinna hálvleik hevði SÍ nógv meira spæl, og í fleiri fórum eydnaðist at pressa Royn rættiliga nógv, og tað eina málið kom burtur- úr. Men eftir kjansunum, so kundi SÍ saktans havt megnað javnleik, men til tess var eydnan ikki við, so sørvingar máttu leggja leiðina heimaftur við tóm- um stigaposa. hj. Nr. 65 — 9. apríl 1991 B-KÍ, 1. deild 2-2 (2-2 Fyra mål uppå hålva tid VB-KI 2-2 (2-2) 0-1 Petur Hans Joensen 0-2 Tódi Jónsson 1-2 Poul Thorsteinsson 2-2 Poul Thorsteinsson Ikki var sørt, at vágbingar kendu seg eitt sindur smá- snýttar eftir dystin á Eið- inum sunnudagin, ið end- aði við javnleiki 2-2. | M6tstødulidid var KÍ, og plaga hesir dystir ofta at vera rættiliga spennandi. Men tað, sum vágbingar vóru misnøgdir vid, var ikki mótstøðuliðið. Teir høvdu í fyrsta lagi hug at fílast á eitt brots- spark, KI fekk, og harnæst á, at dómarin kolldømdi eitt mål til VB, og heldur valdi at dóma fríspark enn at hava reglurnar um fyri- mun í huga. Lítið skil á Dysturin byrjaði sera rót- utur, og í fyrra hálvleiki bar illa til at tosa um nakað serligt spæl. Lidini høvdu møguleik- ar, men nakað sannførandi spæl var t6 ikki at siggja. Ikki fyrrenn i seinna hålvleiki komu øll fyra målini i dystinum, so teir áskoðarar, sum í vónloysi kanska valdu at leita sær til húsar heim, tá dysturin var hålvrunnin, mistu alt tað, ið hendi. Eftir at VB fyrst fekk eitt mål kolldømt vegna rang- stóðu, varð tað KÍ, id setti hol á málskjótingina. Hetta hendi, tá Kurt Mørkøre fekk eitt brots- spark dømt móti sær. >Upplagt< vildi onkur vera við — >filming< onkur annar. Hvussu var og ikki, so dømdi dómarin brotsspark, og tað setti Petur Hans Joensen í netið til 0-1. Mistu ikki mótið Løtu seinni eydnadist unga og evnarika Tóda Jónsson at dribla seg frían inni i brotsteiginum hjå VB og skjóta bóltin í málið til 0-2. Nú var lítið um vágbing- ar, tí tað, sum síðani hendi, var einki minni enn at ein av høvudsmonnunum á liðnum, Jóan Pauli Olsen, mátti út við skaða. Men kortini mentu teir seg, og skjótt var, at dugdu at útnytta tann stóra takt- iska brølaran, KI gjørdi vid at trekkja seg aftur, heldur enn at halda fast vid trýstið, liðið hevði uppbygt gjøgnum seinna hálveik. Hóast VB fekk áður um- rødda mál kolldømt, ti démarin valdi at stedga spælinum vid frisparki, heldur enn at lata fyrimun- arregluna koma VB til góða, mistu teir ungu vág- bingarnir ikki mótið, men herjaðu á av nýggjum. Skjeyt bæði málini Tað gjørdist Poul Thor- steinsson, ið gjørdist »matchwinner«, tå hann við tveimum góðum mål- um javnaði út fyri VB í seinastu 20 minuttunum. Fyrra málið kom eftir eitt gott innspæl frá Búa Dahl. Allan Mørkøre »åtti« bóltin, men brádliga var Poul yvir honum og stútaði bóltin í málið. Seinna mál hansara kom Nýggja »yvirraskilsi« hjá VB, Poul Thor- steinsson, gjórdi bart og sygrdi fyri báðum teimum útjavnandi málunum, VB fekk, eft- ir at KI var komið á odda 2-0. Mynd: Arni Johansen eftir eina fløkju inni í KÍ- brotsteiginum, har hann brádliga stóð við bóltinum, og so ikki hevði nógv ann- að at gera, enn at hamra til. Dysturin sum heild var ikki sért merktur av, at flestu spælararnir enn ikki eru í nóg góðum formi, og somuleiðis teir svørtu, sum vónandi munnu fara at finna betur útav tí, tá nakr- ir dystir eru farnir afturum. hj. Í ng KI-GI, 2. deild 2-2 (0-2) Tad er sjålvsagt bøtuflaki, at fótbóltsárið er spildur- nytt. Kortini skal tad sigast, at hvørki KÍ ella GÍ vístu nakað, sum er vert at taka fram. Spæl, ið var fullkomuliga uttan nakað sum helst hugflog og ætlan, eyðmerkti allan dystin, ið mest gekk fyri seg á midvøllinum. Und- antgkini vóru longu av- leveringarnar, sum GÍ royndi seg við til Kim Byrjanarstoði Petersen. Sigandi var tað eisini fyri dystin, at øll málini meir og minni stóðust av, at leikarar ikki løgdu upp fyri tí veruleika, at árið er nýtt. KÍ-verjan stóð pinna- still, tá Kim Petersen setti eina langa avlevering í netið tl 1-0. GÍ fekk tveymála- leiðslu, tá Jógvan Andrias Joensen - aftastur í fyrra hálvleiki - spældi av við bóltin á veg í álop, og tað takkaði Dánjal Jarnskor fyri eftir fráskila avlev- ering frá Heini Heinesen. I seinna hálvleiki datt spælið sjálvsagt meira á GÍ-helvtina, men uttan at minsta høpi var í álopsuppbygingini. Kortini mátti GÍ - púra óneyðugt - taka til takkar við javnleiki. Fyrst tók Eyðun Klakkstein bóltin av Petur Páll Mikkelsen, ið legði ov nógv fyri. Gøtumenn noyddist at fella tann knappskjóta klaksvíkingin, og Jógvan Andrias Joensen bøtti um mistak sítt við at skora trygt uppá brotssparkið. Løtu seinni máttu gølumenn enn eina ferð beta fyri seinføri í verjuni. Tilvildarliga KÍ-álopið endaði við at Fríðin Ziskason setti bóltin í netið. ówh