týsdagur 9. apríl 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 65 — 9. apríl 1991 -
NSÍ-B68, 1. deild 1-1 (1-1)
NSÍ-B68 1-1 (1-1)
1-0 Gestur á Liknagøtu
1-1 Jógvan Martin Olsen
Ikki man tað vera nøkur
loyna, at lagt var upp til
eitt rættiligt lokalbrak, tá
grannaliðini NSÍ og B68
sunnudagin hittust í Runa-
vík í fyrsta landskapping-
ardystinum teirra millum í
Hesir dystir eru vanliga
sera »heitir«, og so varð
eisini hesaferð.
Spælið var hart, og hóast
fleiri dómaraviðmerkingar
vóru at hoyra frá síðulinj-
uni, mundi ikki ein tann
einasti av áskoðarunum
ynskja seg í plássinum hjá
Baldvini.
NSÍ fekk betri byrjan
NSÍ byrjaði dystin við
stórum trýsti á B68, og
vóru runavíkingar fyrstu
20 minuttirnar fyrstir á
hvørjum bólti, og av hes-
um sama høvdu toftamenn
sera trupult við at fáa sett
nakað serligt spæl í gongd.
Sum heild vóru runavík-
ingarnir eisini nógv meira
ídnir enn grannarnir.
Tá dysturin var 18 min-
uttir gamal, eydnaðist fult
uppiborið NSI at seta hol
á.
NSÍ fekk hornaspark í
vinstru síðu. Bólturin kom
høgt innfyri, og meðan
B68-aramir stóðu stivir og
stillir og hugdu hvgr uppá
annan, fekk Gestur á
Liknagøtu funnið sær rætta
plássið og rætta vinkulin,
og so stútaði hann við ferð
bóltin í toftameskarnar.
Eitt gott mål, sum B68-
verjan tó má átaka sær part
av ábyrgdini fyri.
Fegnir toftamenn
Sum hálvleikurin gekk,
fingu toftamenn stórri og
størri lut í spælinum, men
kortini kann ikki sigast
annad, enn at hepni var vid
teimum, tå teir i 46. min-
uttinum fingu javnað út.
Jógvan Martin Olsen ser-
veraði ein bóltin móti mál-
inum, sum bæði sá út sum
Froðbiar
Sóknar
Javnaðarfelag
Aðalfundurin
ið verða skuldi 11. apríl er fyribils út-
settur.
Nærri verður lýst seinni.
Nevndin
Harður og
eitt skot uppá mál og ein
bóltur innfyri.
Urslitid gjørdist so tað
fyrra, tá bólturin rættiliga
ótarnaður kundi halda sína
leið í netið til 1-1.
Ikki sért, at landsliðs-
málverjin her átti sín part
av ábyrgdini.
Men frgin á toftamonn-
um var stór, og hetta mál
skuldi eisini vísa seg at
vera lukka teirra, hóast teir
eitt korter áðrenn høvdu
spilt ein opnan møguleika,
tá NSI-verjan blottaði seg.
Bólturin á stongina
Í seinna hálvleiki var
spælið heldur javnari enn í
fyrra, og nú bar eisini
betur til hjá B68, sum fekk
nøkur álop burturúr.
Størsta kjansin í seinna
hálvleiki átti NSÍ tó, tá
Gestur enn einaferð var
vandamikil við høvdinum
og fangaði Olaf Magnus-
sen á skeiva beininum.
Men bólturin rakti stong-
ina á opna málinum.
Sostatt fall eingin avgerð
Gestur á dL
slapp i 18. minutti 6-
tarnaður at seta høvd-
ið undir bóltin og
stúta hann í málið hjá
B68, so stødan gjørd-
ist til 1-0 til NSÍ.
Mynd: Hilmar Jan
i Runavik sunnudagin,
men tað kunnu báðir partar
stórt sæð vera nøgdir við.
Liðini hittast aftur í
steypakappingini Dýra-
biðidag á Svangaskarði, so
tá fer blóðið helst aftur
upp at kóka, og tey
hjartaveiku munnu helst
gera klókast í at halda seg
innandura.
Tað kann eisini verða ov
mikið av slíkum >heitum<
grannadystum.
hj.
ÆFA
Fríggjadagin 12. apríl
koma íslendingar til Før-
oya við sínum ung-
lingalandsliðið. Teir skulu
sama dag kl: 18:00 leika
móti úrvalsliðnum ( Oy-
ggjaleikalandsliðnum) og
sunnudagin 14 apríl kl:
15:00 móti A-lands-
liðnum. Báðir dystnirnir,
sum verða leiktir í Tórs-
havn, eru ætlaðir sum ein
fyrireiking til åvikavist
Oyggjaleikirnar og EM-
dystirnar i mei.
Broytingin er hendan:
Eingin dystur verður
leiktur í 1. deild sunnu-
dagin 14. apríl. Hesir
verða í staðin leiktir 5.
mei.
Dystirnir í aðru deild:
GI-IF og B71-SIF, sum
eru settir til 13. april,
verða fluttir til 9. mei.
Hinir wiggir dystirnir í
aðru deild verða leiktir
eftir upprunaligu kapping-
arskipanini.
Dystirnir í fyrstu deild,
sum eftir kappingarskip-
anini skulu leikast 4. og 5.
mei, verða fluttir soleiðis:
VB-MB verður leiktur
9. mei.
Hinir dystirnir verða
allir fluttir til 29 mei. Tó
so at tey feløg, sum ikki
koma í semifinaluna í
kappingini um Løgmanns-
steypið, hava møguleikan
at broyta sín dyst (29.
mei) ul 9. mei ella 5. juni,
sum eru dagarnir semifin-
alurnar um løgmanns-
steypið verða leikur. Hetta
er treytad av, at mót-
stødulidid ikki leikar i
semifinaluni, og at kapp-
ingarnevnd FSF's góð-
kennir broytingina.
Útbjóðing
Føroya Brunatrygging bjóðar út alment
at tekja
skrivstovubygningin
við
Smyrilsvegin í Havn.
Arbeiðið skal byrja í fyrstu viku av mai
1991 og vera liðugt í seinasta lagi 1. sep-
tember 1991.
utbjóðingartilfar fæst móti depositum
í krossaðum kekki,
venda sær til:
kr. 1.000,-, við at
P/f Arnfinn Setberg
Orknoyarvegi 12
100 Tórshavn
Tlf. 14654 - Fax 14407
Fyri Føroya Brunatrygging
P/f Arnfinnur Setberg
1
DE ET