mikudagur 10. apríl 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
14720
Útgevari P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosiaturin
Prent P/f Pressan 1981
Bústaður: Argjavegur 26
Argir
Blaðfólk- Randi Jacobsen - Tórfinn Smith -
Dagny Joensen - Olavur W. Høgnesen -
Hilmar Jan Hansen - Jústinus Eidesgaard
Ábyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahl
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
ðindadað
Telefon Telefax:
ya
Hvørjum bíða
vit eftir
SUM ikki einaferð, so er Dimma i
oddagreinini i gjår påra samd vid ti,
vit so mangan hava borid fram,
snøgt sagt júkað upp i saman, at
skal hugsingur vera um nøkun-
lunda stovnsrøkt, so må trolara-
veidan minkast.
DIMMA åsannar sum rætt er, at vit
hava husast stak vånaliga vid okk-
ara avmarkada tilfeingi og at vit
bert hava okkum sjálvum fyri at
takka, at skilið er sum tað er. Hetta
tó at vit fullvæl kendu royndirnar av
fremmandari ovurfisking við troli
undir Føroyum eins væl sum eina-
standandi broytingarnar rætta veg-
in, tá slit kom í hesa ránsveiðu av
heimsbardøgunum báðum.
VIT vita, at tað tó íkki verður í
bræði, at vit við vanligum smábáta-
útróðri kunnu nøkta veiditørvin ella
bara eina sámuliga javna landingar-
gongd til fiskvirkini á landi. Men
hetta átti tó ikki at forðað okkum í
at hugsa í álvara um at fingið upp at
staðið ein nýmótans húkaveiðiflota
— kanska ikki í morgin, men eftir
stytst meguligari tíð.
DIMMA trívur í ymsu fiskimarkar-
broytingarnar upp til 200 fjórðings-
støduna í norðuratlantshavi, men
mm sosigaley
SS
>
av
S
av #
ger ikki sum so mangan, harmast
um hesar víðkanir, sum kanska á
einhvønn hátt eisini avmarkadu
møguleikar okkara aðrastaðni, men
viðurkennir verandi støðu og talar
nú inniliga og í álvara fyri at menna
húkaveiðuna og minka trolingina.
ÁBREIÐSLUR av alla handa slagi
tróta sjáldan, tá talað verður um or-
søkirnar fyri hesum vána standi.
Fleiri vilja vera við, at sølupolitikkur
okkara mestsum einsamallur hevur
dikterað verandi veiðimynstur við
nærum bara togarum — stórum sjó-
góðum og orkumiklum skipum,
sum torgað kunnu væl av veðri og
harvið tryggja javnastu tilgongd til
virkini á landi og sjálvsagt harvið
eisini sum best tryggja teir stórsátt-
málar, sum skuldu uppfyllast av
sølufyritøkunum. Stutt sagt at
hálvfabrikata-framleiðsla okkara,
hóast ivaleyst toluligar og arbeiðs-
tryggjandi langtíðarsáttmálar, hev-
ur verið álvarsligasta forðing okk-
ara fyri ynsktu broytingunum til
aðrar veiðihættir.
SJÁLVSAGT skulu allir sølusått-
málar uppfyllast, eisini teir, grund-
aðir á húkaveiðu, men verða teir í
framtíðini ikki meira fjøltåttadir,
stórri sum smærri, fer ikki at hepn-
ast okkum nóg væl at skifta dentin
frá troli til húkaveiðu.
DIMMA nevnir eisini ta vanlukku,
vit fóru út í, tá samtrolingin fekk
8 SR
SØ
SE
y >
høvdid fyri seg i Føroyum. Vit minn-
ast sjálvsagt oljukreppuna og skilja
við einum góðum vilja kanska teir,
ið tá hildu hetta vera bæði orku-
sparandi og skilagott annars. Helst
var tað tað, men vøksturin í hesi
partogaraveiðu eftir alt meiri studn-
ingskrevjandi og alsamt minkandi
fiski, er, saman við ivasomu, mang-
an vånaligu góðskuni, høvudsor-
søkin til ta vána støðu, eitt nú upsa-
stovnur okkara er í í dag. Her hjálpir
eingin burturforkláring — hetta hev-
ur verið ránsveiða við lít.
KJAKIÐ fyri og ímóti troli hevur
higartil verið lagt út sum stríð mill-
um manningarnar á hesum ymsu
førunum — sum eitt annað trúar-
stríð og kanska í so nógv merkt av
»antin ella«, men hóast hóttandi
støðuna, kunnu vit kanska loyva
okkum at siga, at hetta stríð »tibet-
ur« nú ikki er so hart longur. Veru-
leikin er jú tann, at eingin veit betur
enn okkara húka- sum trolfólk, at
broyting má koma í veiðimynstur
okkara og tað beinanvegin. Okkum
tørvar ikki longur húka- sum trol-
apostlar, sum hver í sínum lagi mala
sína egnu politisku køku, alt meðan
annar parturin verður settur upp í-
móti hinum.
TÍÐIN er snøgt sagt »veiduhugsjon-
arliga« búgvin til at gera stórbroyt-
ingar í veiðimynstri okkara — eitt
nú at geva húkinum munandi betri
rásarúm.
HÓAST mangan gyltan fongin hjá
verandi utrédrarførum, so munar
hesin floti ikki stórvegis í samlaðu
heildini. Um togarar skulu umbyggj-
ast fyri aðru ella tridju ferð til húka-
veiðu, er ilt at siga, men vist er, at
skjøtil átti at verið settur á hesa
endurnýgging fyri árum síðan við
hóskandi stórri håkaførum, ið torg-
að kundu so frægt av veðri, at rokn-
ast kundi við ngkunlunda regluligari
veiðu, hóast rusk onkuntíð.
STUÐUL er eitt ljótt orð í hesum
døgum, men hóast tað ber Dimma
møguleikar upp á mál. Hetta tó í
sambandi við umbygging av trolar-
um til línuveiðu. Henda meguleika
skulu vit kanska ikki útiloka, men
halda annars, at tað, hóast vánaligu
tíðirnar, ikki hevði verið burturvið
at veitt neyðuga stuðulin til bygg-
ing av onkrum spildurnýggjum
skipum til hesa framtíðar fiskiveiðu
okkara. Hartil hevði tað verið ar-
beiðsskapandi.
sjónvarpð kring alt
landið fyrr enn allar
føroyingar síggja Sjón-
Sosialistiskur
politikkur
Dimmalætting prentar i
gjår røduna, sum formadur
Sambandsfloksins, Ed-
mund Joensen, helt á
landsstevnu floksins á
Tvøroyri herfyri. Hann
segði m.a.:
Størsti trupulleikin á ti
borgarliga vonginum hev-
ur verið Fólkaflokkurin,
sum saman við Javnað-
arflokkinum hevur loyvt
hesum sosialistiska politi-
kkinum. Hesir flokkar hava
nú meiriluta einsamallir.
So vit kunnu bara vænta,
at sostalistiskur politikkur
heldur fram. Tað vita vit
av royndum.
Er Fólkaflokkurin størsti
trupulleikin á biorgarliga
vonginum duga vit ikki at
skilja, at Sambandsflokk-
urin leikaði í sum óður fyri
at fáa skipa eitt sokallað
borgarligt landsstýrið, har
Fólkaflokkurin og Sam-
bandsflokkurin skuldu
spæla fyrstu violin. Hetta
gjørdi Sambandsflokkurin
eftir at hava sitid i lands-
stýrissamgongu saman við
Fólkaflokkinum fleiri ferð-
ir og so seint sum fyri
fáum mánaðum síðani.
Men nú eru rgnniberini
sjálbandi súr.
Meira mist
enn vunnið
Finnbogi Arge, sam-
bandstingmaður, ivast í,
um rentuspekulatiónin er
so stór sum Líkningarráðið
vil gera hana til. Í Dimma-
lætting skrivar hann m.a.:
Umboð fyri Líkningar-
ráðið hava vissað skatta-
neyndina um, at avtøkan
av rentuspekulatiónini
saman við broytingunum
fyri nýtslulán og fríum
ágóðum fara at geva
landskassanum eina meir-
inntóku, sum megnar at
fíggja lækkingina í skatta-
stiganum og lækkingina í
marginalskattinum.
Heldur hendan fortreytin
ikki, so er meira mist enn
vunnið við broytingunum.
Teir fólkavaldu mugu so
sanniliga vóna, at skatta-
myndugleikarnir ikki yvir-
meta inntókrunar, sum
landskassin, tá ið av tor-
nar, fær burtur úr avtøkuni
av rentuspekulatiónini.
Finnbogi Arge leggur af-
trat, at hann tekur kortini
undir við uppskoti lands-
Styrisins hóast tað er eftir
hansara tykki, er ógvuliga
fløkjasligt. Hann Sigur
eisini, at málið Snýr seg
um at steðga rentuspeku-
latiónini, sum gjørdi tað
møguligt hjá teimum fáu at
sleppa sær undan at rinda
skatt og sum sostatt øktu
um byrðarnar hjá teimum
minni mentu.
Skilagóð tala. Tað má
sigast at vera hugaligt, at
sjålvt borgarligir politik-
arar eru raknaðir við tå
talað verður um at taka av
rentuspekulatiónina. Eitt
fyribrigdi, teir ongantíð
hava sagt vera til.
Sjálvstýrisflokkurin
hevur á tingid skotið
upp, at allir føroyingar
fáa møguleika til at
sIggJa
fy lgisveinasjønvarp.
Hetta sjónnarmið
kunnu vit bert taka
undir við. Neyvan
høvdu havnafólk, sum
nú hava møguleika at
síggja BBC og aðrar
rásir vilja verið hesar
fyriuttan, og lítið er at
Ivast í, at aðrir
føroyingar eisini vildu
havt hendan møgu-
leikan.
Ahugavert er tað sum
sjónvarpsstjórin førir
fram í hesum sam-
bandiunm í Dimma-
lætting í gjár. Hann
sigur, at tað eftir
hansara tykki er ort at
senda fylgisveina-
varp Føroya. Hann
leggur aftrat, at sjón-
varpið arbeiðir við at
fáa eina avtalu við
danska TV2 í lag so vit
fáa nakað av tilfari frá
teimum.
Ein kundi hugsa sær
at spurt hví ikki kann
arbeiðast samstundis
við fylgisveinasjón-
varpið til alt landið
samstundis sum arbeitt
verður við, at øll síggja
føroyska sjónvarpið.
Viðvíkjandi danska
TV2 í vast vit í, um
hetta er ein betri loysn
enn hin fyrrneynda. At
sjónvarp Føroya fer at
pilka okkurt burtur úr
TV2 fer ongantíð at
kunna samanlíknast við
tað úrval havnafólk í
dag hava til útlendsku
rásirnar.