Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. apríl 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 66 — 10. april 1991 Rækjukongurin Edmund Joensen: »Eg Skal ikki til Vagamar? —Eg avsanni øll tíðindi um, at vit hava ætlanir um at keypa rækjuvirkid i Midvågi. Vit hava ivaleyst vid okkara egna, sigur hann. Edmund Joensen Friggjadagin 19. april klokkan 10:45 verdur rækjuvirkið í Miðvági, North Atlantic Seafood selt á tvingsilssølu í Før- oya Rætti. Seinastu tíðina hava sýgur gingið um, at for- Rækjuvirkið í Miðvági maður sambandsflokksins og stjóri á rækjuvirkjinum á Oyri, Edmund Joensen hevur havt ætlanir um at keypa virkið. --Eg havið sjálvur hoyrt um hetta, men tað stutta av tí langa er, at onki er í tíðindunum. Vit hava onki stig tikid til at keypa rækjuvirkið í Miðvági og hava heldur ongar ætlanir um hetta, sigur Edmund Joensen. NOG MIKIÐ SUM ER —Vit hava nóg mikið við Rækjuvirkinum á Oyri. Hjá okkum hevði verið ynskiligt at koyrt við tveimum vaktum, men enn hava vit ikki havt um- støður til hetta. Her spælir marknaðarprísurin og råvørutilfeingid inn, sigur Edmund Joensen. --Í løtuni hava vit ov stóran kapasitet til tað råvøru sum vit hava. Men vit hava arbeitt allan vetur. Seinasta heyst keyptu vit stórar nøgdir av rækjum, sum vit síðan hava kókað og pilkað, sigur Edmund Joensen. --Vit keypa tað sum vit fáa frå føroyskum skipum, annars hava vit keypt frá russiskum, íslendskum og grønlendskum skipum. Eisini frá føroyskum skipum í Kanada, sigur hann. --Vit keypa rækjur á fría marknaðinum í kapping við aðrar, sigur Edmund Joensen. Annars frættir Sosi- alurin, at vinnulívsfólk úr Vágunum helst fara at bjóða uppá rækjuvirkið í Miðvági 19. apríl. jústinus Síða 3 Sigvør Lamhauge og Per Jacobsen å mark co = framtakinum. Mynd: Kalmar Lagaligt al spara Si naðardeildini hava staðið fyri nýggja Nýggj tilboð til ung millum 14-25 ár skuldu gjórt ung væl fyri at seta fót undir egið borð, sigur Per Jacobsen, marknaðarleiðari i Føroya Sparikassa Føroya Sparikassi vil hava tey ungu at spara og mottoið er, at tað skal vera lagaligt og hugaligt at spara. --Síðan 1960 hava vit givið gllum foreldrum møguleikan at geva barn- inum eina bankabók í vøggugåvu. Í 1960 iai Føroya - Sparikassi 10 krénur innå hesa b6k. I dag er upphæddin 100 krénur. Sidan tå hava millum 70-80 prosent av øllum - børnunum í landinum fingid stovnad eina bankabók, merkt vøggugåva, sigur Per Jacobsen, marknaðar- leiðari. i Føroya Spari- —Vøggugåvan var bund- in til børnini høvdu fylt 14 år. Og tað eru tey frå 14 og uppeftir, sum vit nú vilja hava hendur á, sigur hann. Tilboðið hjá Føroya Sparikassa eru tvær konto- ir, sum bera felagsheitið Piuss. Pluss 1. kontoin er ein samansparingarkonto við framúr góðari rentu. Kontoin skal bert nýtast til samansparing og er tí bundin til ein er fyltur 18 ár. Aftaná er uppsagnar- tíðin 12 mánaðir. Pluss 2 er ein lumma- konto, har unglingin kann nýta lummapeningin 0.2. Kontoin gevur nógv hægri rentu enn á eini vanligari bankabók. Hon gevur fyrst vanliga rentu og síðan pluss 3%. Hendan kontoin hevur eisini eitt kredittkort, og unglingin kann sostatt taka pening út í øllum sparikøssunum. Føroya Sparikassi hevur latið gera litfagrar plakatir og faldarar um nýggja tilboðið. Hetta er gjørt á Team 85 og prentað í Føroyum. Prentingin er á sera høgum stødid. jústinus