mikudagur 10. apríl 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ir. 66 — 10. april 1991 i
Seljarin mist tolið:
Stevnt byrådnum
Ítróttarhandilin hjá Thomas Dam er farin til sakfórara fyri at fáa
pengarnar fyri rennifjalabreytina, ið fór í sor fyri hålvum óðrum
ári síðan
Tað var eitt Gført keyp, helt
Heðin Mortensen, formað-
ur í mentanarnevnd Tórs-
havnar býráð, tá hann kom
við tíðindinunum um, at
býráðið skuldi keypa eina
rennifjalabreyt. Breytin var
bilig og fór at gleða børnini.
Rennifjalabreytin kom til
landið og varð sett upp í
Gundadali. Men tað vildi so
illa til, at stutt eftir kom
Odnarvedur, og tá fór breyt-
in í sor.
Síðan hevur Heðin Mort-
ensen havt lítlan hug at tosa
um rennifjalabreytin. Hann
vísir ul Poul Michelsen.
MenPoul Michelsen vil ikki
kennast við rennifjalabreyt-
ina, og hann vísir til Heðin
Mortensen.
Tað kom tó skjótt fram, at
býráðið ongantíð rindaði
fyri keypið av breytini, og
breytin varð heldur íkki
tryggjað.
Poul Michelsen hevur
áður sagt, at tað ikki finast
nøkur pappír, ið visa, at
býráðið átti breytina. Men
hetta samsvarar ikki heilt
við tað, seljarin hevur at
siga.
- Vit góvu býráðnum
tilboð uppá rennifjalabreyt-
ina, og býráðið góðtók tað
tilboðið, sigur Tummas
Hanus Dam, stjóri í ítrótt-
arhandlinum hjá P/F
Thomas Dam, sum útvegaði
breytina.
Hann er vorðin troyttur av
at bíða eftir býráðnum.
Hann hevði fund við bý-
ráðið, sum lovaði at gera
eina kanning. Henda kann-
ing er gjørd, men ítrót-
tarhandilin hevureinki frætt
aftur. Og nú er nóg mikið
drálað. Handilin hevur ú
heitt á sakførara sin um at
stevna býráðnum eftir
gjaldinum fyri breytina.
Rennifjalabreytin kostaði
umleið 200.000 krónur.
Sosialurin royndi í gjár at
fáa eina viðmerking frá
Heðin Mortensen, men
hann var ikki at hitta.
Tað er greitt, at renni-
fjalabreytin — íkki skal
brúkast aftur. Tað ljóðar, at
leivdirnar skuldu beinast
burtur nú, tí undirlendið
skal spreingjast.
randi
Kvinnurnar fund í dag
Arbeiðskvinnufelógini fara á fundi i dag at gera felags uppskot til
sáttmálasamráðingarnar við arbeiðsgevararnar
Nú stundar til, at fakfeløgini
skulu ul veruligar sam-
rådingar vid arbeidsgevar-
arnar um nýggjan sáttmála.
Havnar Arbeidsmanna-
felag hevur havt sin fyrsta
fund vid arbeiðsgevararnar,
og Føroya Arbeidarafelag
hevði fund í gjár vid mót-
parun.
Í dag hittast Havnar Ar-
beiðskvinnufelag, Klaks-
vikar Arbeidskvinnufelag
og — arbeidskvinnufelagid
Fjallbrúður í Vági á fundi í
Havn. Ætlan teirra er at seta
upp felags krøv til nýggjan
sáttmála.
Taðr ikki avgjørtenn, um
øll arbeidarafeløgini fara at
verða saman í samráðing-
unum, men arbeiðskvinnu-
leløgini og Føroya Arbeið-
arafelag vita í hvussu er av
hverjum ødrum.
Samráðingarnar = verða
ødrvisi í ár enn vanligt, av tí
at Klaksvíkar Arbeiðs-
mannafelag, sum einasta
arbeiðarafelag ikki hevur
sagt sáttmálan upp.
Arbeiðsgevarafelagið
hevur sent gllum arbeið-
arafeløgunum sítt uppskot
til nýggjan sáttmála.
randi
Meira røkt
Sía7
Sjúkrasystrafelag Føroya
harmast um.
at tað fyri-
byrgjandi arbeiðið verður
so nógv skert, stendur m.a.
í yvirlýsing frá felagnum
Aðalfundurin6. apríl hjá
Sjúkrasystrafelag Før-
oya endurtók ynskið hjá
felagnum um at fáa ein
skipaðan heilsupolitikk.
- Broytta stødan í sam-
felagnum ávirkar
heilsustøduna hjá fólki
sum heild vegna ar-
beiðsloysi og ótrygg
framtíðar útlit. Sjúkra-
systrafelag Føroya
harmast um, at tað fyri-
byrgjandi arbeiðið, sum
heilsusystrar hava framt
í teimum føroysku
heimunum, verður skert
so munandi. Hetta stríðir
beinleiðis ímóti málu-
num hjá WHO, um "Al-
mannaheilsu ár 2000",
og tí ið stendur í sam-
gonguskjalinum, sigur
Sjúkrasystrafelagið í
yvirlýsing frá aðalfund-
inum.
- Politikarar vilja flyta
viðgerðina skjótari út av
sjúkrahúsunum. Men
justtiat fólk verða skjót-
ari útskrivað, hava tey
tørv fyri framhaldandi
serkønari røkt og vid-
gerd i heiminum. Skal
hesin politikkur eydnast
til fulnar, er bráðneyð-
ugt at Heilsu- og heima-
sjukrasystraskipanin
verður útbygd, m.a. vid
at døgnrøkt verður sett á
Stovn, so hesin stovnur
betur kann nøkta ver-
andi og komandi tørv
hjá sjúklingum.
- Arbeiðsbyrðan hjá
sjukrasystrum á sjúkra-
húsum er munandi økt,
færri fólk eru ul ar-
beiðis, nú øll yvirtíð og
sunnu- og halgidagar
Skulu avspåkast. Inn-
leggingartíðin er stytt
munandi, og hava sjúkl-
ingarnir ti tørv fyri
meira krevjandi røkt i
innleggingartidini.
- Sjúkrasystrafelag
Føroya vil framhaldandi
visa å skeivleikar og
tørvir í samfelagnum, ið
åvirka arbeiðs.gkið hjá
limunum. Og Sjúkra-
systrafelag Føroya vil
hava, at sjuikrasystrar fáa
beinleidis åvirkan å, at
tilfongið i sjúkrahús-
verkinum og primeru
tænastuni verður brúkt á
skynsamasta hátt, sigur
felagið í yvirlýsing síni.
AFTURVALD
TRíggir nevndarlimir
stóðu fyri vali á aðal-
fundinum hjá Sjúkra-
systrafelag Føroya. Tær
vórðu allar afturvaldar. Í
nevndini sita Paulina
Jakobsen, formadur,
Ragna Reinert, Birtha
Persson, Vilgerð Modi,
Tórunn Patursson,
Hildur við Høgadalså og
Kathrina L. Joensen.
Afturvaldir
Teir triggir nevndarlim-
imir i Føroya Arbeiðs-
gevarafelag, Oddfridur
Gregersen, Poul Mohr
og Sjúrður Jacobsen,
vórðu allir afturvaldir, tá
felagið hevði aðalfund
5. apríl. Hinir nevndar-
limirnir eru Dánjal Ják-
up Andreasen og Jógvan
Vágsheyg.
Tiltakslimirnir Svend
Thulesen og Árni Joen-
sen vórðu afturvaldur,
meðan Janus Norðberg
varð valdur til tiltakslim
fyri Johan Dahl.
Oddfríður Gregersen
er framvegis formaður.
Næstformaður er Jógv-
an Vágsheyg.
Poul Mohr, Armi
Joensen og Leivur D.
Michelsen vórðu somu-
leiðis = afturvaldir í
nevndina hjá Havnar
Arbeiðsgevarafelag.
Hinir = nevndarlimirnir
eru Kim Liizen og
Eyðun Waagstein.
Hjarnar Djurhuus
varð afturvaldur sum
ultakslimur. Hin tiltaks-
limurin er Tummas Sør-
ensen.
Nevndin í Havnar Ar-
beiðsgevarafelag hevur
skipað seg við Poul
Mohr sum formanni og
Kim Liitzen sum næst-
formanni.