Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. apríl 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Enn eru hús øk inni á Gøtu Umhvørvid er sera hugnaligt, við útsýni yvir Kaldbaksfjórð. - Randarhúsbyggingin hevur gingið eftir ætlanini, men seks hús eru ikki seld enn Um stutta tíð er Byggi- felagið G. Waagstein lið- ugt við arbeiðið inni á Gøtu, har 58 randarhús skulu byggjast. Fyribils eru múrarnir komnir upp og arbeiðið hevur higartil kosta 7,8 mió. krónur. Fýra eigarafeløg eru um byggingina, á tann hátt, at hver av teimum fýra eind- unum hevur sítt eigara- felag. Sethúsaeigarnir hava keypt grundstykki frá Tórshavnar Kommunu, og hava síðani gjørt felags sáttmála við byggifelagið. Øll hefta fyri planering og at fáa múrarnar upp, og síðani er ætlanin at býta útreiðslurnar millum set- húsaeigarnar. Trupulleikin er bert tann, at nøkur teirra, sum høvdu ætlað sær at búð inni á Gøtu, eru farin burturúr aftur. Tað merkir, at av teimum 52 húsunum, eru bert 40 seld. Hóast sethúsaeigarnir eru væl nøgdir við ar- beiðið, sum byggifelagið hevur gjørt, so er tað tó ein opin spurningur, hvussu fram skal farast, til tess at hvor húseigari ikki skal gjalda fyri meir enn egnu ogn. Av ti at eigarafeløgini yvirtóku byggimálið, hefta teir fyri endaliga upp- hæddina, tá avtornar. Tórshavnar Kommuna hevur tó sett seg fyri seks húsum, og so eru seks óseld hús eftir. Ein av formonnunum í eigarafelag inni á Gøtu, sigur við Sosialin, at teir møguliga kunnu fáa eina skipan í lag við Spari- kassan, har tey óseldu húsini verða goldin, so hvgrt sum tey verða seld. - Tað er eingin loyna, at tíðirnar til bygging eru vánaligar í løtuni, men vit hava tó góðar vónir um, at tað fer at eydnast at selja øll húsini kortini. Higartil hevur byggingin gingið væl, og fólk kunnu lættliga fáa húsini upp fyri einar 800.000 krónur, so tað skuldi borið til, sigur formaður í eigarafelag inni á Gøtu. Samlaða upphæddin fyri tey 52 randarhúsini verður væntandi góðar 52 mió. krónur, og um tey seinastu seks húsini ikki verða seld og eigarnir - um illa veit við - skulu býta írestandi skuldina millum sín, verð- ur roknað við, at talan er um 2 % av savnaða byggi- kostnaðinum. Tá skal hver einstakur sethúsaeigari inni á Gøtu gjalda 30.000 krónur eyka. Dagny Nr. 66 — 10. apríl 1991 Nýggja ferðaætlan 14. apríl - sjey bussar fara burturúr skipanini, men enn er ikki avgjórt, hvórjar rutur verða skerdar Føroya Bussfelag hevur í vikuni havt fund við arbeiðsbólk, sum Lands- stýrið hevur sett at arbeiða við sáttmálanum, ið Buss- eigarar hava við Bussleið- ir. Í nevndini sita: Finnur Johansen, leiðari á Samf- erðsluskrivstovuni, Súsan- na Danielsen, fulltrúi og Tummas Magnussen, full trúi. Ætlanin er at bjóða Buss- leiðir út í lisitatión av nýg- gjum, sum ikki hevur verið roynt seinastu 10 árini. Essa Petersen, formaður í Bussfelag Føroya sigur við Sosialin, at teir vístu nevndini roknskapir, sum prógvaðu, at busseigarar fingu als ov lítla upphædd, fyri at reka rutusambandið. Samtykt varð at leingja gamla sáttmálan til 31. desember 1991. Annað punkt á fundar- skránni var at tosa um teir sjey bussarnar, sum sam- tykt er at taka úr skipanini. Bussfelag Føroya góð- tekur skerjingina, men vil ikki visa á persónar í hesum spurningi. felagið visti hinvgein á stød, har busseigarar sjålvbodnir vildu fara burturúr. - Essa Petersen: - Orsøkin til at vit ikki vildu vísa á ávísar busseigarar er tann, at vit vilja vissa okkum, at Landsstýrið vil hjálpa busseigarum, sum koma ill fyri av arbeiðs- missinum, av tí at teir hava keypt nýggjar bussar, og tí ikki kunnu sleppa snikka- leysir, um teir selja teir, vegna tær avskrivingar O.a. teir hava fingið um lógina fyri vinnutól. Essa Petersen: - Vit skilja heldur ikki, hvussu tað ber til hjá Lands- stýrinum at góðtaka eina ferðaætlan, sum leiðarin á Samferdsluskrivstovuni samstundis alment sigur, ber til at broyta so hvørt, sum tað vísir seg, at mis- tók eru gjørd. Tummas Magnussen, fulltrúi á samskiftisdeildini i Tinganesi, sigur við Sos- ialin, at tað neyvan ber til at gera eina so fullfíggjaða ferðaætlan, at ikki onkur broyting kemur í. Tummas Magnussen: - Landsstýrið kann góðtaka eina ferðaætlan, hóast hon ikki verður fyld út í æsir. Tað kann ongantíð verða uppgávan hjá einum Landsstýri at sita og kan- na, um ruturnar kring land- ið nú eru eftir ferða- ætlanini, sum er lýst. Bert fyri at taka eitt dómi: - Um tað er neyðugt at broyta eina ferð við strandfaraskipi - eitt nú um skipið skal hava heila ella hálva manning aftrat sambært teirra vaktarkip- an, fyri at fylga ferða- ætlanini, so er greitt, at vit noyðast at flyta fráfaring 0.a. í hesum sambandi, og tað noyðist Bussleiðir at góðtaka. Dagny Nýtt Ravnating Tónaverkið 'Ravnating," eftir Kristian Blak, tónaskald, verður nú at hoyra kring landið, tå framførslur verða í summar. Umframt tónleikur, er eisini myndrød eftir Philippe Carré, ið eisini varð framsýnd, tá tónaverkið varð frymframført í ] 983 ; Plátufelagið Tuil hevur gjørt nýggja innspæling av tónleikinum til "Ravna- ung,” efur Kristian Blak. letta tónaverkið = varð skrivad í 1982 og framiørt i fyrsta sinni i Utvarpshøllini. I samband vid hesa fram førslu var eisini myndarød, sum Philllipe Carré lista madurhevdi 1983 i gjørt. Hetta vóru ljósmyndir av fuglum og serliga ravninum, so- leiðis sum hann virkar í umhvørvi sínum. Ein sera vøkur náttúrulýsing. Nýggja innspælingin Ravnating, sum Kristian Blak og Sunleif Rasmus- sen hava gjørt, kemur út á ljómflogu og plåtu, og kostar 110 krónur at ogna I samband við nýggja tón- leikin, er ætlanin at fara út á bygdirnar í Føroyum at iramføra "Ravnating." Hetta verður gjørt í ár, og myndargðini hjá Phil- ippe Carré verður víst samstundis. Upplýst verður í tíðinda- skrivi frá Tutl, at ætlanir eisini eru um ferðasýning við Ravnatingi í Norður- londum. Dagny