Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. apríl 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 66 — 10. apríl 1991 TES »Faroe Prawn«, Eiler Jacobsen avsannar: Eg havi íkki keypt Skipið „Áhugi er til staðar, men einki endali gt er av- gjørt enn,« sigur Eiler Jacobsen. >Eg bíði enn, tí m.a. skulu bankar góðkenna keypið.< Í longri tíð hevur noski bankin Nordbanken arbeitt við at selt rækjutrolaran „Faroe Prawn« og skelja- trolaran >Ango<. Fleiri boð hava verið — bæði úr Føroyum og aðra- staðni — men enn eru skip- int ikki seld. Nú sær tó út til, at lítið restar í, at »Faroe Prawn« verður seldur Eileri Jacob- sen Sølan er ikki veruleiki enn, ti m.a. skulu bankar konfirmera« keypid, sum Eiler sjálvur tekur til. Kostar 55 milliónir Talan skal vera um ein keypsprís uppá 55 millión- ir krónur. Tað er enn einki enda- liga avgjórt, hvussu vorðið verður við keypinum,< sigur Eiler Jacobsen við Sosialin. »Men tað er einki dulsmál, at eg eru áhugað- ur.« Sjålvur roknar Eiler vid, at tad fer at ganga tad mesta av einari viku, áðr- enn málið liggur greitt. Aðrir føroyskir keyparar hava eisini í seinastuni arbeitt dúgliga fyri at fáa keypt >Faroe Prawn« >Ango<, og eisini hevur áhugi verið fyri at keypa báðar trolararnar saman. Men um tað nú verður Eiler, ið fer avstað við skipinum, verður tað helst eitt felag, ið keypir. Hevur rækjuloyvi Frammanundan eigur hann >Krúnborg< og ein triðing í >Norðborg<. Eisini hevur hann havt skip sum >Háborg< og >Sólborg<. >Sólborg< seldi Eiler til Grønlands fyri nøkrum ár- um síðani, og síðani hevur hann ikki havt nakran rækjutrolara. Keypir hann nú >Faroe Prawn«, skal skipið fiska rækjur í Eysturgrønlandi og Svalbard, har skipið hevur loyvi. hj. Enn hevur Eiler Jacob- sen ikki keypt >Faroe Prawn<, hóast áhugin er til staðar fyri at keypa. Mynd: Kalmar só Japanska skipið avstað aftur Bert 300 tons løgd upp í Føroyum Flakavirkini i Føroyum hungra eftir fiski. Eitt japanskt frystiskip vid 3000 tonsum av fiski frå Alaska umborð hevur síðan skírisdag ligið á Runavík. Skipið skuldi leggja 700 tons av fiski upp í Føroyum. Skipið er nú á veg til Noregs. Fyrst vórðu trupuleikar við flutningsgjaldinum. Japanar noktaðu at lata ein stert í land fyrr enn farmagjaldið var í lagi. Her kom tó ein semja. Síðan varð byrjað at landa. Men føroysku keypararnir vóru ikki nøgdir við góðskuna av fiskinum. Tað sigst, at fiskurin var ikki nóg væl blóðgaður og hartil var hann kroystur, helst trolarafiskur úr stórum hálum. Bert 300 tons vórðu uppskipaði í Frystigoym- sluna hjá Jóan Jakku í Runavík. Flakavirkini sum skuldu hava fiskin vóru tey í Sørvågi, Vági, Klaksvík og á Toftum. Fiskasglan hevur skipað fyri keypinum, men okkum eydnaðist ikki at fáa nakra viðmerking frá henni áðrenn blaðið fór til prentingar. jústinus — fimm ferðir um vikuna!