Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. apríl 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 k re" —— So fór bólturin aftur á rull... I påskahalguni byrjaði steypakappingin í fótbólti og í farna vikuskiftinum fór so landskappingin í gongd aftur. Kring alt landið situr hópin av fólki, ið roynir at fylgja so væl við sum gjørligt. Tey flestu fylgja serliga væl við liðnum, ið er frá teirra egna plássi ella nærhendis, men kortini vil áhugin altíð vera stórur fyri at vita, hvussu gongst hinum liðunum við. Aftur í summar fer Sosialurin eftir føri- muni at standa í fremstu rød fyri at bera trúgva lesaraskara blaðsins tey tíðindi, ið nú einaferð eru at frætta innan ítróttin, og serliga fótbóltin. Her á blaðnum fara fólk at skriva um ítrótt, og eisini fara vit at royna at hava eitt so gott samarbeiði sum gjórligt við skrivandi fólk kring landið — og ikki minst við heimildarfólk okkara á ymsu pláss- unum. Ikki at gloyma eru eisini tey, ið stuðla okkum við góðum myndum frá teimum ymsu dystunum, har tað nú ber til. Samanumtikið ætla vit, at alt hetta fyrst og fremst skal koma lesarunum til góða, so teir alla tíðina verða væl kunnaðir um tað, ið fer fram. Fyri at fáa eitt gott úrslit, vilja vit eisini taka ímóti ráðum og kritikki frá lesarum og ødrum, ið kanska halda hetta vera neyðugt og gagnligt. Gott hevði eisini verið, um lesarar og onnur høvdu komið við onkrum uppleggi til kjak um ítrótt og ymist ítrótti viðvíkj- andi. Ítróttur er jú annað enn bert tær hend- ingar, ið fara fram á volli og í dysti, og júst við at koma nærri inná tey einstóku málini, ið kunnu hava áhuga, ber frægast til at lýsa føroyska ítróttarheimin út í æsir. Vónandi fer at eydnast okkum at geva lesarunum eitt undirhaldandi ítróttar- summar í orðum og myndum, sum allir partar kunnu vera nøgdir við. Gott ítróttarsummar! Ítróttar-Sosialurin Nr. 66 — 10. apríl 1991 Bergur er aftur farin at Venja Roknar við at vera klárur at fara á vøllin um einar tveir mánaðir Tá Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum á sumri 1989 var tað serliga tann eini spæl- arin, ið gjørdi vart við seg á fótbóltslandsliðnum, sum í stórum stíli vann kapp- ingina uttan at seta nakað stig til. Tað var Bergur Magnus- sen, ið annars spældi við B36 í 1. deild. Tey allarflestu minnast óivað, hvussu hann i ti eina dystinum skjeyt seks mål. Dysturin endaði 7-1. Síðani Føroyar fóru við í EM-kappingina, hevur ver- ið tosað dúgliga um evni til fremsta álopsplássið á liðnum, uttan at tað skal skiljast sum at verandi spælarar ikki eru nóg góð- ir. Drúgvur skaði Tá hoyrist mangan navn- ið Bergur Magnussen havt á lofu, men nær fáa vit hann aftur at síggja? »Hesin skaðin, eg havi, hevur verið drúgvur,< sig- ur hann. >Tað byrjaði alt samalt við, at eg skuldi leggjast undir skurð fyri menisk, men síðani fór ein kapsil, ið alla tíðina gav vætu frá sær, at gera vart við seg, men hann er nú skorin burtur.< Í fjør kom Bergur ongan- tíð av álvara fyri seg í landskappingini. Hann spældi bert ein heilan dyst, og so einar tríggjar, har hann ikki var við fulla tíð. Síðani hevur einki verið at hoyrt ella sæð til hans- ara, men nú er farið at ganga framá: Farin at venja aftur »Eg eri so spakuliga far- in undir at venja aftur, og tað fái eg nú gjørt, uttan at hava stórvegis pínu,< sigur Bergur Magnussen, B36 ið her dystast við Pjotr Kra- kowski, er nú farin at venja aftur, og verður helst dystarklárur um einar tveir mánaðir. Mynd: Hilmar Jan hann. >Tað mesta av sjálv- um skaðanum er nokk far- ið framvið, vónandi. So nú ræður um at koma í form aftur.< Landsliðssessur Bergur dugir ikki at siga, nær hann aftur er komin so væl fyri seg, at hann kanska kann byrja at spæla av álvara, men roknar við, at einir tveir mánaðir skulu ganga. Fert tú tá kanska at satsa uppá fast pláss á landslið- num aftur? >Nei, tað veit eg ikki. Tað má tíðin heldur sleppa at vísa, tá vit einaferð koma hartil,< sigur Bergur Magnussen at enda við So- stalin. Fyri lítlari viku síðani nevndi landslidsvenjarin Berg Magnussen i sam- bandi vid sinar framtidar- ætlanir, so tad kundi hent, at Bergur kemur fyrr »i eldin«, enn hann roknar við. hj. Jón Pauli Olsen,VB skaddur Vandi fyri liðbondum >Ég verði neyvan klårur til dystin móti B36, men so vónandi tann næsta.< Heita sigur ein av mest týðandi spælarunum á lið- num hjá VB, framherjin Jón Pauli Olsen. Hann var í dystinum sunnudagin móti KÍ so 6- heppin at traðka skeivt á bóltin, fáa mein í fótliðin. »Eg havi í morgun verið hjá lækna, og hann bað meg bíða eina viku við at fara í røntguna, so vit fyrst kundu síggja, hvussu skað- in fór at laga seg,< sigur Jón Pauli. Alvarsligur skaði Sum er, sær tó út til, at skaðin er eitt álvarsligur. Møguliga er okkurt lið- band farið, men tað er ikki greitt enn. >Tað er sjálvandi altíð keðiligt at fáa skaða, men ongantíð verri sum nú. Kappingin er jú ikki av álvara komin í gongd enn,< sigur Jón Pauli, sum nú heldur ikki fær høvi at vera við móti íslendska U21-liðnum. Hann hevur sagt Páll Guðlaugsson frá skað- anum, og fekk hann iá at vita, at hann bara skuldi siga frá, tá hann var klárur aftur. I løtuni fær Jón Pauli so viðgerð fyri skaðan. Hann hevur havt ís liggjandi á, men nú er pínan so at siga burturi. hj. ÍSF stjórnarfund í dag Fimm gerast limir Seinnapartin í dag fer stjórnin í ÍSF at viðgera viðmældar umsóknir frá fimm feløgum kring landið, sum vilja gerast limir í ítróttarsamband- inum. Tey fimm felggini eru Kollafjarðar Judo- felag, flogbóltsfelagið Nøvan av Oyrarbakka, flogbóltsfelagið Fossa- nes, fimleikafelag i Fuglafirði og Ung- mannafelagið Strålan av Strondum. Hetta seinast nevnda felagið hevur latið bát byggja, og ætlanin er at rógva kapp við honum í summar. Talan er um eitt seksmannafar, ið bæði meldar mans- og kvinnumanningar til. Umframt hesi fimm omanfyri nevndu feløg hevur eisini dansifelag- ið Dansifrøi søkt um limaskap í ÍSF. Stjórnarfundurin i dag skal eisini viðgera sáttmálan við Útvarp Føroya, sum ætlanin er at gera fyri try tey næstu árini. Hetta er stórt sæð sami sáttmáli, sum hev- ur verið galdandi hetta seinasta skeiðið. hj.