mikudagur 10. apríl 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Feðgarnir Johan og Róland
Róland Michelsen
2. apríl andaðist Róland Michelsen, Tórs-
havn. Dáttliga komu boðini, tí hóast vit væl
vistu, at Róland hevði verið álvarsliga
heilsubrekaður í mong ár, so vistu vit ikki
betur, enn at hann nú mestsum hevði vunnið
á sjúkuni eftir sera strævnu og longu ára-
málini, hann hevði verið álvarsliga sjúkur;
eftir væleydnaða skurðviðgerð fyri 5 árum
síðani á Ríkissjúkrahúsinum fekk Róland
nýtt nýra og livdi væl eftir hetta, og kundi
nú taka hond í eitthvert, sum hann ikki
hevði verið mentur til i so mong ár, og í øll-
um hann tókst vid, var hann vælgjørdur.
Men nú skuldi so verða ødrvisi; kreftirnar
rukku ikki meira, nú hann aftur var undir
læknahond á Ríkissjúkrahúsinum, hóast tað
hesu ferð ikki vóru nýrini.
Róland var borin í heim 8. november 1929
og vaks upp undir tryggum korum; barna-
heim hansara er á horninum Tróndar-
gøta/Dr. Jakobsensgeta, foreldur hansara
vóru Frida, ættað úr Fuglafirði, og Johan,
vanliga nevndur Johan á Majarínum. Rólant
og systurin Bergtóra mistu móðurina longu í
1948. Tað eru 25 ár síðan Bergtóra doyði frá
manni og bernum, hon var gift til Klaksvík-
ar.
Rættuliga ungur fór Róland at arbeiða á
Majarínum í Havn, har pápin virkaði alla
sína tíð sum majaristur og margarinufabri-
kantur, til hann doyði fyri 23 árum síðani.
Tað mesta av hesi øldini var fyritøkan
Thorshavns Mælkeforsyning á Margarine-
fabrik A/S, Majaríið, av sterstu og týdning-
armestu arbeiðsplássum í Havn. Tað er ein
mikil fjøld av fólki, sum her hevur havt sitt
trygga og góða arbeiði.
Tórsgeta var getan burturav; har vóru
fyritøkur og handlar og handverk, her ferð-
aðust fólk, sum komu ella fóru úr Havn, og í
ellum hesum var Majaríið ein megintáttur.
Her virkaði faðir Rólands og inti sítt lívs-
verk, og her tók Róland eisini upp sín tátt.
Róland arbeiddi á margarinvirkinum til
hann mátti leggja frá sær av heilsuávum í
1972. ØIl hesi árini síðani, til hann i 1985
fekk nýtt nýra, mátti hann fyri stóran part
liggja í dialysuviðgerð, sum var lívstreyt
fyri hann.
Róland var fryntligur og vinsælur, hóast
heilsubrekaður, tyktist hann at hava tílíkan
""„svilja og lívstreysti, so tey, ið vóru uttan
n hann, mangan undraðust.
Vit siga tykkum, sum eftir sita, Oddver og
turnar báðar, okkara samkenslu og lýsa
frið yvir minnið um Róland Michelsen.
J. Lindenskov
Meiningskanningin hjá Studentaskúlunum:
Spurningarnir sum manglaðu
Tað er so populert við
meiningskanningum. Men
tað er eisini vanliga viður-
kent, at tað ber væl til við
eini meiningskanning at
seta spurningarnar á ein
slíkan hátt, at teir sum
skipa fyri fáa tað svar, teir
ynskja.
Eitt sera gott demi um
hetta er tann meinings-
kanning, sum studenta-
skúlarnir í Hoydelum og í
Getu hava skipað fyri.
Fólk hava m.a. verið
spurd um teirra meining
um almennan stuðul til
vinnulívið. Meira enn
helvtin av teimum, sum
hava svarað, hava sagt
seg vera ímóti stuðli til
vinnulívið yvirhevur.
Hetta úrslit má sigast
at vera ein stórsigur fyri
tann »akademiska« partin
av føroyingum, sum nú i
fleiri år hevur roynt at såa
illvild moti okkara
høvudsvinnu. Tann upp-
fatan breidir seg meira og
meira, at fiskivinnan er
bert til fortreð, og loysnin
upp á landsins trupulleik-
ar er „fleiri og nýggjar
skular«.
Hesin håttur at spyrja
fólk um teirra hugsan um
stuðul til vinnulívið er
nevniliga sera lættisoppa-
kendur, og stuðlar so av-
gjørt ikki kravinum um,
at tað eru fleiri studenta-
skúlar, vit hava brúk fyri.
Spurningurin um stuðul
til vinnulívið/fiskivinnuna
er sanniliga ikki so ein-
faldur, at tað ber til at
svara ja ella nei um vit
skulu hava stuðul ella
ikki. Stuðulin til fiskivinn-
una hevur havt tvey enda-
mál. Annað hevur verið at
tryggja fiskimonnum eina
rímiliga úrteku. Men hitt
Hverja stæðu hava tygum til, at landið veitir vinnuni stuðning ?
A. Studningur eigur ikki at verða latin ........
.......222029022222<—..=..>
8. Galdandí skipanir hava verið rimiligar......……………—————…—
C. Vinnan hevur krav upp á endurrindan frá tí almenna, tá á stendur....
D. Veft fkKI......
endamálið hevur verið at
tryggja arbeiðspláss til
føroyingar. Sjálvsagt skal
studningur latast við
skili, og her hevur mang-
an restað nakað væl í.
Men kunnu vit við at lata
1 kr. i studningi fáa t.d. 2
kr. aftur í samfelags-
ágóða, so vil hetta loysa
seg. ja, tað vil loysa seg so
leingi vit fáa kr. 1,01 aftur
fyri hverja studnings-
krónu.
Alternativið til studn-
ing er arbeiðsloysi. Tó
neyvan hjá teimum, sum
hava skipað fyri hesi
meiningskanning. men vit
eru fleiri, sum halda, at
tað almenna eigur at gera
alt, sum gerast kann, at
útvega fólki arbeiði, held-
ur enn at lata tey gerast
partue av hagtelunum hjá
almannastovuni.
Fyri at henda meinings-
kanning skuldi givið eina i
hvussu er toluliga mynd
av hugsanini hjá fólki um
studningsspurningin,
mangla í hvussuer fylgj-
andi 3 spurningar:
1. Hver er tað, sum hevur
svarað „ongan studn-
ing<? Í hvussu stóran
mun munnu hesi hava
sítt »å tí turra< uttan
mun til gongdina ann-
ars?
2. Hvat hevdu hesi fólk
Tað ber til at spyrja, so ein fær tað svar ein vil hava,
sigur Óli Jacobsen, ið tekur kanningarúrslitið hjá HF-
arunum og studentunum sum akademikaraillvild
mótvegis fiskivinnuni
svar-
møguleikar
persónar
svar
me
ongan studning
gott, sum er
um å stendur
veit ikki
512
180
319
236
tilsamans
Av teimum, ið høvdu eina steðu, hildu 50,6 %, at hitt al“
menna ikki skal stuðla vinnulívinum. Hesi eru serliga
búsitandi í Suðurstreymi.
svarað, um tey vórðu
spurd, um tey heldur
vildu hava arbeiðsloysi
í landinum, enn studn-
ing til fiskivinnuna?
3.Og hvat hevði svarið
verið, um tey vórðu
spurd, um teirra egna
arbeiði var treytað av
almennum stuðli til
vinnulívið?
Tíverri fingu tey spurdu
ikki hevi til at svara hes-
um spurningum, og tá
settu spurningarnir íhes-
Til Jákup Danielsen
um máli eru merktir av
»akademikaraillvild« móti
fiskivinnuni, er úrslitið
heldur ikki nakað serliga
nógv vert.
At enda skal sigast, at
so frægt av hugflogi er áð-
ur komið úr »gamla« og
»nyggja« skúla við Gøtu-
gjógv, sjálvt áðrenn hann
gjørdist »Studentaskuli
og HF-skeid«!!!
Oli Jacobsen
Nú komst tú, Jákup
Danielsen, at skriva um
»Ondsinnada« skriving i-
moti tær, nå Ketty Viderø
skrivadi eina grein um, at
tå var komin til skorin og
seymað klæði. Men tað
hon skrivaði, var jú tann
reini sannleiki,
Sjálvt um tú kom til
seymað og skorin klæði,
ert tú líka so nakin sum
keisarin í sínum nýggju
klæðum, sum bert eitt
barn fyrst kundi síggja, at
hann var púra nakin.
Trýrt tú, Jákup Daniel-
sen, at vit øll eru menning-
artarnað, um tú væntaði,
at øll hesi brøgd, sum tú
hevur útint, fóru at bera
til
Sjálvur ert tú útbúgvin
á Almannastovuni, og eft-
ir hvat ið varð útvarpað í
Danmark, tá tú var niðri í
vetur, segði tú teg hava
arbeitt í 10 ár á Lands-
styrets Socialforvaltning
på Færøerne.
Vorðin sum útbúgving,
sum skapar eitt slíkt úr-
slit sum teg Jákup
Danielsen, men tú hevur
væl fingið innblást henda
serliga anda í onkrum um-
hvervi, sum ikki er best
sinnað móti okkum
blindu.
Tú Jákup Danielsen
dittar tær at svara ordi-
ligum fólki aftur, nú
Ketty Videre skrivaði les-
arabræv og speirak teg
eitt sindur.
Hvert orð, hon skrivaði,
er sannleiki, munurin á
tykkum er sum nátt og
dagur, hon hevur hjálpt
okkum og stuðlað okkum
síðani 1985, meðan tú og
fylgisneytar tínir hava
gjørt tverturímóti.
Ja, so ósmæðin ert tú, at
tín líki finst neyvan, bjóð-
aði fyrst til framsýning av
tær sjálvum á Blinda-
stovninum, tosaði so fyrst
í útvarpi í Danmark og so
aftur her um alt tað, sum
nú skuldi setast í gongd,
alt hetta sum tú inntil nú
hevur ligið omaná og forð-
að. Einki reyp varð spart.
Og ongini ivi er um, at
Feroya fólk eisini her
skuldi gjalda hesa tína
agitatión bæði í Danmark
og her í Útvarpi Feroya,
ja, eisini teir skatta-
borgarar, sum nú ikki eiga
breyð í munnin, hava
verið við at gjalda tína
ferð til Danmarkar fyri at
spilla meg út í mínum
egna felag.
Lítið roysnisverk var
tað fyrr i Føroyum roknað
=