Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. apríl 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 66 — 10. apríl 1991 ST skal steðga fólkamorði móti kurdum í norðurirak Grátandi og illa fyrikomin kurdisk bern við týðulig- um brennimerkjum av na- palmbumbum hava latið eyguni á vesturheiminum upp fyri teimum ræðuleik- um, sum fara fram í norðurirak, har vælút- gjørdar stríðstyrlur halda fram við at elta og myrða flyggjandi kurdar, ið royna at leita sær skjól í fjøllunum. Tað vóru tær ræðuligu og sigandi myndirnar í al- tjóða sjónvarpi, sum fingu vesturheimin at rakna við og geva fólkamorðinum móti kurdunum gætur. Staðan í norðurirak er ikki nógv broytt — annað enn tað, at bretsk og amerikonsk flutningsflog- for hesar seinastu dagar- nar hava tveitt niður yms- ar neyðsynjarverur til kurdisku flóttafólkini, ið telja fleiri hundraðtúsund — upp til 3 milliónir vilja nekur tíðindi vera við. Henda hjálpin kemur væl við hjá teimum, sum ikki hava fingið í munnin seinastu dagarnar, men fyri mong kemur hon ov seint. Túsundtals bern og gomul eru longu deyð í teimum veðurbardu fjell- unum. Alla staðni eru gravir við smábernum at síggja. Hóast Saddam Hussein nú um dagarnar lovaði kurdunum amnesty, vendu teir aftur til heim síni, so hava deildir hans- ara kortini gjør: av við hundraðtals kurlar, og hett: hevur av álvara fingið umheimin at gera vart við seg. EF tekur stig Tey 12 EF-londini hava á einum fundi í Luxem- bourg tikið undir við ein- um bretskum uppskoti um at ST-deildir skulu sendast til norðurirak at verja kurdarnar. Bretski forsætisráð- harrin, John Major, sum er komin við uppskotin- um, sigur, at tað er ikki meguligt at koyra Sadd- am Hussein frá, uttan at talan verður um eitt satt blóðbað. Men tá kann um- heimurin í hvussu so er verja teir mest forfylgdu bólkarnar í Irak. ST-trygdarráðið er sam- ankallað fyri at taka stødu til bretska uppskotið og verður tað samtykt, er tað fyrstu ferð í segu ST, at felagsskapurin leggur beinleiðis upp í í einum landi fyri at verja íbúgvar- nar móti teirra egna stýri. Tað er ivasamt, um trygdarráðið fer at góð- kenna uppskotið, tí higar- til hava bæði Sovjetsam- veldið og Kina aftrað seg at taka undir við uppskot- um, sum miða móti at leggja seg út í viðurskifti í einstøkum londum. Danski uttanríkisráð- harrin, Uffe Ellemann- Jensen, sum hevur verið nógv frammi i fjølmidlun- um í sambandi við kurda- málið, kundi hugsað sær at farið enn longur enn bretska uppskotið. Við danska pressu sigur hann, at talan er veruliga um eitt fólkamorð í Irak og at tað tí átti at verið lagt upp í við stríðsmegi. Hann heldur tó, at bretska upp- skotið um at skipa eitt stórt eki í norðurirak und- ir ST-verju er eitt stig á leiðini. Danmark hevur longu sagt frá, at tað er fyri at send danskar hermenn til norðurirak at luttaka í eini tílíkari ST-deild. EF samtykti á fundi sínum í Luxembourg at lata eina milliard krónur í hjálp til kurdarnar. Forfardur Baker Amerikanski uttanríkis- ráðharrin, James Baker, hevur júst verið á vitjan í Turkalandi, har hann hev- ur vitjað kurdisk flótta- fólk og hann hevur eisini havt høvi at flúgva yvir fjøllunum, har hundrað- túsundtals kurdar hava leitað sær skjól. — Eg eri forfardur. Hetta er ræðuligt. Hetta er einki minn: enn eitt fólkamorð, sum má og skal steðgast, segði Baker við tíðindamenn. Amerikanski forsetin George Bush segði í eini sjónvarpsreðu månadag- in, at spurningurin við- víkjandi kurdum er so mikið álvarsligur, at ST eigur at leggja upp í. Hann tók við hesum undir við teimum londum, sum halda, at talan er ikki longur um eitt innanhýsis mál, men um eitt mál, sum viðvíkur ellum heiminum. Steðan hjá teimum mongu kurdunum i Irak er tå enn tann sama. Teir verða framvegis ålopnir av herdeildunum hjá Saddam Hussein og mangir doyggja av sjúku og svongd í fjøllunum. Annars hevur Iran aftur latið síni marknaðarport- ur upp fyri kurdisku flóttafólkunum. Kurdar royna at sleppa til Iran og Turkalands fyri har at sekja sær friðskjól móti teimum irakisku herdeild- unum. Men tað er lættari sagt enn gjørt. Fleiri hundrað kurdar, serliga kvinnur og bern, sum í vikuni royndu at sleppa til Iran, doyðu ella vórðu særd, tá tey traðkaðu á minur, sum vóru lagdar út í stórum tali undir kríg“ num millum Irak og Iran. Síða 13 Ísrael framvegis 5” imoti altjóða friðarráðstevnu — men vil ganga við til eina regionala ráð- stevnu — hesum eru palestinarar ímóti Amerikanski uttanríkis- ráðharrin, James Baker, hevði í gjár fundir við um- boð fyri ísraelsku stjórn- ina og fyri palestinarar í teimum hersettu økjun- um. Hetta er aðru ferð, hann vitjar Ísrael eftir flógva- kríggið, men eygleiðarar siga, at fáir glottar eru fyri framman fyri eini loysn á palestinaspurning- inum. Á fundi við ísraelska uttanríkisráðharran fekk Baker at vita, at Ísrael er tilreiðar at við í eini regionalari Levi vera sokallaðari friðarráð- A stevnu, ein rað- t.v.s. stevnu, har luttakararnir eru Israel, palestinarar og møguliga næstu granna londini. Israel sigur har- afturímóti avgjørt nei til at vera við í eini altjóða friðarráðstevnu, har allur tann arabiski heimurin kann vera við. Israel vil heldur ikki luttaka i nøkr- um samrådingum vid pale- stinarar ella arabarar, um PLO er umboðað. Hetta er nakað av tí, Levi og Shamir, forsætisráðharri, hava gjørt Baker greitt. Palestinarar hinumegin siga, at PLO er teirra um- boð, teir siga, at treytin fyri eini loysn á kreppuni er ein altjóða friðarráð- stevna, og teir siga at enda, a* ein tílík friðarráð- stevna má hava til enda- túsinum hvønn máls at geva teimum tey hersettu økini aftur. Pale- stinarar hava eisini sagt frá, at ein regional ráð- stevna er ikki nokk. Tað var tí greitt, at Bak- er fær onga friðaravtalu við sær heim aftur til Washington — heldur ikki hesaferð. Annars hava EF-londini eisini umrett Palestina- Ísrael-spurningin á fundi teirra í Luxembourg her- fyri. EF-londini heita í eini samtykt a partarnar um at brúka tíðina nú eftir flogvakriggiå at loysa kreppuna teirra millum EF-londini siga, at tíð hevur tíð ve ongan rið so góð sum nú til at fáa partarnar til samráðingarborðið Tey minna eisini Ísrael á ST-samtyktirnar um at tað skal taka seg av teim um hersettu ekjunum fyr at ein loysn kann fáast Um somu tíð gera tey greitt, at Israel skal fáa fulla viðurkenning av grannum sínum til rættin at vera til sum tjóð. Men hvat enn Baker og Bush og EF-londini hava at siga, so tykist tað kort- ini standa fast, at ísra- elska stjórnin, sum er treytað av stuðlinum frá sera hegrasinnaðum jed- um, neyvan fer at vika seg so mikið sum ein tumma í spurninginum um um- reddu mál. Eisini fóroyingar kunnu hjálpa kurdum: Tørvar hjálp straks Í fleiri londum verður nú skipað fyri peningainu- savning til frama fyri kur- isku flóttafólkunum. Í Danmark heitir Dansk Flygtningehjælp á allar danir um at lata pengar til at hjálpa kurdum. Roknað verður nevniliga við, at tað skjótt eru meira enn ein mill. kurdisk flóttafólk í Turkalandi og í Iran. Eisini feroyingar hava møguleika at hjálpa. Tey, ið vilja lata pening, skulu senda hann til giro: 1323334, Dansk Flygn- ingehjælp, Borgergade 10, 1300 Kebenhavn K, undir merkinum »Kurdiske Flygtninge«. Formadurin i Dansk Flygningehjælp, Arne Piel Christensen, heitir i blødunum å allar danir um at studla hjålpararbeidin- um í sambandi við kurd- isku flóttafólkini. Bæði í Feroyu= og Grenlandi plaga eisini mong fólk at senda stovn- inum pengar til ymisk hjálpararbeiði.