fríggjadagur 14. mars 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 51 - 14. mars 2003
Nr. 51 - 14. mars 2003
3
Tjaldursstova heilsar tjøldrunum
Børnini í Tjaldurs-
stovu í Santa Jósefs
Barnagarði í Havn
vóru grækarismessu-
dag vesturi í Vágum
og leitaðu eftir
tjøldrum
ÚTFERÐ
Flogvøllurin
– Vit hava sæð nøkur
tjøldur í dag. Beint við
vatnið, tá vit koyrdi hertil.
Tey eru væl nøgd við
dagin higartil, børnini í
Tjaldursstovu í Santa Jós-
efs Barnagarði í Havn.
Barnagarðinum hjá nonn-
unum.
Tey eru, sum tey plaga
hendan dagin, farin út at
feðast at vita um tey síggja
nakað tjaldur sjálvan græk-
arismessudag.
Í dag eru tey komin vest-
ur í Vágar gjøgnum undir-
sjóvartunnilin. Tað liggur
væl fyri. Ein praktikantur
er við. Hon er úr Sørvági.
Og tey ætla sær eisini at
vitja barnagarðin í Sørvági
seinnapartin, áðrenn tey
fara aftur til Havnar.
Nú eru tey á flogvøllin-
um. Fara at síggja, tá stóra
flogfarið, sum stendur á
vøllinum, fer avstað. Tey
eru spent og veittra til
teirra, sum fara við. Øll eru
tey ílatin høvuðprýði við
einum tjaldri á. Hava sjálv
gjørt til dagin.
Men tað er eisini annað,
sum er spennandi her í caf-
eteria á flogvøllinum í dag.
Tí í dag eru tey á útferð, og
tað merkir, at tey hava ikki
vanliga matpakkan við.
– Eg havi gingið ein 20
krónu frá mammu í morg-
un. So sleppi eg at keypa
chips, greiðir ein lítil
drongur sera spentur frá.
Og tey eta chips og pyls-
ur og drekka sodavatn og
hava tað óføra hugnaligt.
ej
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu tá okkara kæra
kona, dóttir, systir, mostur, fastir og abbadidd
Martha Johansen
Klaksvík
doyði og varð jarðað.
Tøkk fyri kransar, blómur og gávur til KFUM og K.
Ein serstøk tøkk til tykkum øll ið hjálptu til við
jarðarferðini og tykkum mongu, ið fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Egil
Tøkk
Hjartans takk siga vit øllum, sum sýndu okkum
samkenslu tá ið kæri maður, pápi, verpápi, abbi
og langabbi okkara
Óli Jóhan Láberg
Skopun
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum, ið hjálptu til.
Tøkk fyri kransar, blómur og aðrar heilsanir.
Eina hjartans tøkk til tykkum á Ellisheiminum á Skerði,
ið vóru so góð við hann ta tíðina hann var har.
Eisini til tykkum í Betania takka vit
fyri hjálpsemi og stuðul
Fyri tey avvarðandi
Konan,
Ove,Tórbjørn, Sólrun og Jónleif v/ fam.
Ráðharri steðgar nazi útvarpi
Ríkiskassin letur ár-
liga 78.000 krónur í
stuðuli til eina naz-
istiska úrvarpsstøð.
Hesum vil menta-
málaráðharrin steðga
ÚTVARP
Eirikur Lindenskov
Danskri
skattgjaldarar
skulu ikki longur finna seg
í, at staturin letur stuðul til
eitt nazistiskt útvarp, sigur
Brian Mikkelsen, menta-
málaráðharri í Danmark
við sjónvarpsstøðina TV2.
Einasta ríkisstuðla nazi-
útvarp í heiminum, Radio
Oasen í Greve, fær árliga
78.000 krónur í stuðuli frá
Mentamálaráðnum.
Hetta vil ráðharrin broyta.
Danski ríkiskassin hevur
stuðla nazi-útvarpinum við
sløkum 400.000 krónum
seinastu seks árini.
Í løtuni nýtir Radio Oasen
m. a. ríkisstuðulin til eina
vikuliga ungdómssending
við tónleiki, sum stuðlar
sonevndum »hvítum valdi«.
Ráðharrin vísir aftur, at
hann hevur heimild at taka
nøkur stig, og sendir bóltin
víðari til løgregluna.
– Løgreglan má hyggja
eftir, um tey senda nakað
ólógligt, og so má lokalút-
varpsnevndin taka stigið,
sigur
Brian
Mikkelsen.
Hann leggur undanfarnu
stjórnina undir at hava eina
»pladderhumanistisk holdn-
ing«, tí hon hevur givið
nazistunum sendiloyvi.
– Eg vil fegin seta strang-
ari krøv til, hvat sent verður,
og hvat vit kunnu lata stuðul
til. Men eg havi tikið yvir
eina lóg, sum eg eri ímóti,
frá undanfarnu stjórn, sigur
mentamálaráðharrin.
Leiðarin hjá nazistunum,
Jonni Hansen, vil hava góð-
ar orsøkir frá ráðharranum
fyri at steingja lokalút-
varpsstøðina hjá DNSB.
– Vit liva upp til tær
treytir, ið eru galdandi fyri
eina ikki handilsliga út-
varpsstøð við stuðuli, siugr
hann.
Bókaútgáva
Tíðindaskriv
Føroya Skúlabókagrunn-
ur hevur givið út ta
grundleggjandi undir-
vísingarbókina Skriva
týskt 1 eftir André
Niclasen lærara, sum er
ætlað næmingum, ið
hava ongan ella næstan
ongan for-kunnleika í
týskum. Hon er tí væl
hóskandi til byrjanar-
undirvísingina í týsk-
um í fólkaskúlanum
fyrst og fremst, men
kann eisini vera hent
hjá áhugaðum sjálv-
lestrarfólki yvirhøv-
ur, tá ið ræður um
grundarlagið í teirri
týsku mállæruni.
Tey ymsu økini í
mállæruni
verða
viðgjørd við frá-
greiðing, innseting-
ardømum og um-
setingum við til-
hoyrandi glosum.
Aftast í bókini eru
yvirlit við sterkt bendum sagnorðum og
tey vanligastu sambindingarorðini. Eis-
ini er ein føroyskur/týskur og ein
týskur/føroyskur orðalisti við í hesari út-
gávuni.
Skriva týskt 1 er 77 blaðsíður.
Hestprent hevur prentað. Bókin kostar
80 krónur og fæst í bókabúðunum um alt
landið.
C
M
Y
K
3
2