Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 51 - 14. mars 2003 Nr. 51 - 14. mars 2003 5 NOREG Vilmund Jacobsen Tær báðar fyrstu vikurnar av februar høvdu skipini, sum royndu út fyri Vester- ålen og seinni Lofoten, veruligan rokfiskiskap. Hesar fjúrtan dagarnar fór veidda nøgdin av toski saman við tí, sum fiskað varð frammanundan, næst- an 8.000 tons yvir tað, sum fiskað varð um somu tíð í fjør. Síðst í februar var samlaða veiðan á leiðini tilsamans 41.849 tons av toski. Rokfiskiskapur Í byrjanini av februar var líkt til, at toskafiskiskapur- in útfyri Vesterålen og Lo- foten fór at gerast "van- ligur" í ár, men nøgdin av toski gjørdist nevniliga nógv størri, tá ið saman um kom. Rættiligur toskafiski- skapur tók seg upp við Vesterålen í byrjanini av februar. Hagtøl í Noregi vísa, at í 7. viku av árinum var saml- aða veiðinøgdin av toski á hesum leiðum heili 7.981 tons størri enn somu tíð í fjør. Lægri prísir Prísirnir, sum fiskimenn- inir fáa, er ikki tann sami sum seinasta ár. Virðið av toskafiskiskap- inum fram til 15. februar var 409.461 milj. norskar krónur. Hetta er stívliga 20 milj. krónur minni enn somu tíð í fjør, tá ið nógv færri tons vóru at selja. Meiri fiskur og minni prísur BRETLAND Vilmund Jacobsen Bretskir matvørumynd- ugleikar ávarða kvinnur, sum eru við barn og kvinnur, sum ætla sær at gerast við barn, ímóti at eta ov nógvan tunfisk. Orsøkin til ávaringina er, at tunfiskur er so mikið fongdur við kyk- silvur, at hann ikki er besta føði hjá kvinnum, sum vilja hava børn. Spanskir fiskimenn eru ónøgdir SPANIA Vilmund Jacobsen Spanskir fiskimenn liggja enn einaferð úti eftir at sleppa at fiska í sonevnda írska "kassan- um". Fiskimenninir vilja hava myndugleikarnar í Spaniu at fara til Evropa-dómstólin í Luxemburg við málin- um um atgongd til "kassan". Teir halda seg sum heild vera fyri vanbýti, tá ið ræður um fiskileiðirnar við Írland og Stórabretland. Tað eru bara írskir fiskimenn, sum hava atgongd til "kassan", og hesum vilja spanskir fiskimenn ikki finna seg í longur. Teir vilja heldur ikki finna seg í, at teir so at siga ikki sleppa at fiska í Norðsjónum. Teir vilja eisini hava málið um rættindini í Norðsjónum tikið upp hjá Evropa-dómstólin- um. ITALIA Vilmund Jacobsen Nakað herfyri varð før- arin á einum trailara hjá Thermo Transit, sum koyrir við turrum fiski til Italiu, steðgaður og álopin av tjóvum uttan fyri Napoli. Bilførarin í norska bilinum varð bukaður og sligin av yvirgangsmonnunum. Ótangarnir vistu ikki, at bilurin hevur eina ávaringarskipan, og at løgreglan kundi vera í hølunum á teimum. Tað var hon og stutt eftir álopið, vórðu yvir- gangsmenninir tiknir av løgregluni. Tjóvar lupu á trail- ara við turrum fiski Kalifornia steðgar rækjuveiði USA Vilmund Jacobsen Fiskiveiðimyndugleikar nir í statinum, Kaliforn- ia við kyrrahavsstrond USA’s, hava sett bann fyri trolveiði eftir rækj- um (spot prawns). Endamálið við av- gerðini er at verja nøkur fiskasløg, ið fáast sum hjáveiða í rækjufiski- skapinum. Í fjør varð trolveiða eftir botnfiski næstan steðgað útfyri strondini í Kaliforniu, veit tíðinda- tænastan, The Wave, at siga. Barnakonur skulu ikki eta tunfisk Niels Pauli í Heimi- stovu á Glyvrum, ið var annar maðurin, sum var við útróðrar- bátinum, Nósa, ið sakk á Norðhavinum mikudagin, misti herfyri beiggjan, Karl, sum var við línuskip- inum, Stapanum SKIPSBROT Vilmund Jacobsen Tveir mans vóru við út- róðrarbátinum, Nósa, sum sakk á Norðhavinum miku- dagin. Teir vóru gøtumað- urin, Snorri Joensen og glyvramaðurin, Niels Pauli í Heimistovu. Álvur Joen- sen í Norðragøtu átti bátin, ið var ein føroyskt bygdur deksbátur. Báturin minti um Hjøllubátin, sum eisini er bygdur í Føroyum. Slagsíðu og sakk S j ó b j a rg i n g a r s t ø ð i n , MRCC Tórshavn, fekk boðini um støðuna kl. 12.23. Tað var Politistøðin, sum boðaði frá, at Nósi var um at koppa, stívliga 3 fjórðingar í ein landnyrð- ingnorðan úr Rivtanga. - Vit settu okkum í sam- band við Tjaldrið, sum var á leiðini og Tórshavn Radio, sum sendi út neyð- arkall til skip og bátar. Aðrir bátar vóru á leiðini, og ein bátur nærindis boð- aði frá, at Nósi lá við 80 stigum slagsíðu. Somu- leiðis boðaði báturin frá, at menninir stóðu til reiðar at fara í bjargingarbátin. Klokkan 12.45 fekk MRCC Tórshavn boð um, at útróðrarbáturin, Jastrid, hevði tikið menninar upp, og at vandin var av. - Løtu seinni var Tjaldrið á leiðini, men Nósi sakk, áðrenn teir fingu sett á bátin, sigur MRCC Tórs- havn. Veðrið var einki serligt á leiðini, útsynningur og ein- ar 15 metrar um sekundið. Misti tvíburða- beiggjan Fiskiskapurin hjá Nósa hevði verið slakur, og sum skilst, var hetta ikki orsøkin til, at báturin fekk slagsíðu og sakk. Óvist er, hví hetta hendi. Tíbetur spældi alt væl av hjá Snorra og Niels Paula, sum herfyri misti tvíburða- beiggjan, Karl, ið var við Stapanum í Íslandi. Tað er ikki langt síðan, at Niels Pauli eisini misti mammu sína í góðum árum. Bjargaðir úr báti sum sakk Nósi sakk, áðrenn Tjaldrið fekk sett fast á bátin Hóast samlaða toskaveiðan við Vesterålen og Lofoten fram til 15. februar í fjør var sløk 8.000 tons minni enn somu tíð í ár, var søluvirðið í fjør kortini 20 milj. norskar krónur størri Søgan um eina øðrvísi grótlampu Lampur úr føroysk- um gróti verða sýnd- ar fram á einari for- vitnisligari fram- sýning í Smiðjuni í Lítluvík um viku- skiftið. Eyðun Dal Christiansen hevur tilevnað sjáldsomu lampurnar, sum hann sjálvur hevur fingið hugskotið til. Høvi verður at fylgja ar- beiðnum frá byrjan til enda LAMPULIST Ingi Rasmussen Ein søga verður søgd. Frá rávøru til úrslit. Frá gróti til lýsandi lampu. Um vikuskiftið kemur Smiðjan í Lítluvík rættiliga til sín rætt, tá 47 ára gamli havnarmaðurin Eyðun Dal Christiansen hevur eina forvitnisliga framsýning, har gamla smiðjan var. Sýndar verða sjáldsamar lampur úr føroyskum gróti, sum Eyðun sjálvur hevur fingið hugskot til. Tað finn- ast neyvan líkar lampur aðrastaðni í heiminum, tora vit at siga. – Alt byrjaði við, at eg fjasaðist við at laða heima í garðinum hjá mær sjálvum. Eg fór at royna meg fram við at gera lampur sjálvur, og sum frá leið birtist hetta hugskotið, sigur Eyðun. Lampurnar, sum fyrst og fremst eru ætlaðar uttan- dura, eru umleið ein metur høgar, og ikki ein er eins. Eyðun hevur handtikið steinarnar, sum eru skornir til við vinkulslípara. Arbeitt verður við skeivum vinkl- um, og tað vil siga, at tá Eyðun hevur lagt teir nið- astu steinarnar, so mennir verkið seg partvíst sjálvt. Lampurnar eru mest álíkar standmyndum, ið bæði leiða tankarnar á neytakonur, huldufólk og traðarmenn. Reyði, grái og svarti liturin, sum føroyska grótið hevur, gevur lamp- unum eitt litspæl, sum er serliga hugtakandi, tá væta kemur til. Ovast er ein rørkonstruktión, við hatti úr gróti omaná og einari lykt undir. Sostatt kunnu lampurnar geva ljós í myrkri og brúk- ast til uttandura prýði í dagsljósi. – Í fyrstuni gjørdi eg beinar lampur, sum vóru 8, 9- ella 10-kantaðar. Men tá eg fór at arbeiða við skeiv- um vinklum gjørdist tað rættiliga spennandi, haldi eg sjálvur. Tá tóku tær líka- sum sítt egna skap, sigur Eyðun. Hann hevur arbeitt við lampunum uttan fyri hjá sær sjálvum úti í Norðasta horni, og hvør smálutur er hugsaður væl ígjøgnum. Á framsýningini fæst ein fatan av, hvussu Eyðun ar- beiðir. Bæði hálvlidnar og lidnar lampur vera sýndar fram, amboð og tilfar ligg- ur frammi, so áskoðarin sær, hvussu arbeiðið byrjar, hvussu tað mennir seg, og hvussu tað endar. Framsýningin gevur eina fatan av, hvussu nógv stríð liggur aftanfyri. Tí tað er tíðarkrevjandi at fáast við slíkt arbeiði. Eyðun metir leystliga, at millum 50 og 60 arbeiðstímar liggja í hvørjari lampu. Til hvørja lampu verða brúktir einir 100 steinar, sum eru skorn- ir til og skulu fáast at passa saman sum eitt putlispæl. Íslendingar hava sýnt ar- beiðnum áhuga, og helst fer framsýningin til Íslands seinni í summar. Á fram- sýningini í Smiðjuni í Lítluvík um vikusktið verð- ur høvi at práta við Eyðun, meðan verkið verður skoðað. Eyðun Dal Christiansen hevur sniðgivið og gjørt eina serstaka lampu úr føroyskum gróti. Um vikuskiftið kann verkið skoðast, frá rávøru til úrslit, í Smiðjuni í Lítluvík Framsýningin í Lítluvík er opin so- leiðis: Fríggjadagin 14. mars kl. 15-19. Leygardagin 15. mars kl 10-13 og 16-19. Sunnudagin 16. mars kl. 14-19. Fakta Tá føroyingar eru viðurkendur sum tjóð av øllum pørtum, verður tað helst nógv lættari at finna loysnir og mýkja ósemjur, heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur SJÁLVSTÝRI Ingi Rasmussen Málið um, hvørt føroyingar eru tjóð er framvegis ógreitt millum Føroyar og Danmark. Danir hava ikki viljað viðurkent føroyingar sum tjóð, og fyrr enn tað er gjørt, er torført at fáa glið aftur á sjálvstýrismálið, heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur – Hvør ætlan so verður løgd fyri framtíðina, so fer spurningurin áhaldandi at stinga seg uppaftur, um føroyingar eru viðurkendir sum tjóð sambært altjóða lóg. Bæði av okkum sjálv- um og donsku stjórnini. Ongin nýggj skipan er hugsandi uttan hesa viður- kenning, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøð- ingur, sum legði fram á altjóða grundlógaráðstevn- uni í Norðurlandahúsinum hósdagin. Tjóðarspurningurin sæst aftur í heimastýrislógini. Í donsku útgávuni, sum er samtykt á Fólkatingi, er ansað væl eftir, at orðið »nation« ikki verður brúkt. Í staðin verður sagt, at føroyingar eru »et selv- styrende folkesamfund«. Løgtingið samtykti hinveg- in eina heimastýrislóg, ið lýsir føroyska fólkið sum eina tjóð – føroyska heitið fyri »nation«. Danska stjórnin hevur higartil ikki viljað broytt støðu í hesum avgerandi spurningi, og samráðingar- nar í 2000 strandaðu uttan semju um hesum máli. Men tjóðarspurningurin er kort- ini ikki ein danskur trupul- leiki, heldur Jógvan Mørk- øre, men heldur ein innan- hýsis føroyskur trupulleiki. – Hóast samgongan strongdi á fyri at fáa viður- kenningina í 2000 og form- liga hevur fingið undirtøku frá løgtinginum fyri, at al- tjóða samfelagið skal boð- ast frá, at føroyingar síggja seg sjálvar sum tjóð, so hevur landsstýrið ikki vilj- að handlað hareftir, sigur Jógvan Mørkøre. Uppaftur verri hevur gingist at fáa greitt tjóðar- spurningin uttan fyri sam- gonguna í Føroyum, vísir Jógvan Mørkøre á, tí stóru andstøðuflokkarnir hava verið ógvuliga varnir við at nevna orðið tjóð í øllum sínum uppskotum til økt sjálvstýri og hava bert víst til føroyska tekstin í heima- stýrislógini. Jógvan Mørkøre trýr ikki upp á loysnir, fyrr enn gomlu syndirnar eru fingn- ar av vegnum. – Tá føroyingar eru viðurkendur sum tjóð av øllum pørtum í viðurskift- unum millum Føroyar og Danmark, verður tað helst nógv lættari at finna loysnir og mýkja ósemjurnar, sigur Jógvan Mørkøre. Tjóðarspurningurin er ein føroyskur trupulleiki C M Y K 5 4