Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 51 - 14. mars 2003 Nr. 51 - 14. mars 2003 7 Eingin broyting Høgni Hoydal er ikki í iva um, at avgerðin hjá Annlis Bjark- hamar var røtt, tá hon setti Steffen Stum- mann Hansen í starv sum landsantikvar. Málið fer nú til Umboðsmannin LANDSANTIKVARUR Heri á Rógvi Mánadagin byrjar Steffen Stummann Hansen sum landsantikvarur og leiðari fyri Føroya Fornminnis- savn. Hetta er enn einaferð staðfest av Høgna Hoydal, virkandi landsstýrismanni í mentamálum. Hann hevur boðað Mag- istarafelagnum og almenn- inginum frá, at hann metir og hevur fult álit á avgerð- ini hjá Annlis Bjarkhamar, at seta Steffen Stummann Hansen í starv sum lands- antikvar, hóast ein setanar- nevnd tvær ferðir mælti til at seta Símun V. Arge í starvi. »Í hesum ítøkiliga máli kann undirritaði sum settur landsstýrismaður í menta- málum siga greitt, at und- anfarni landsstýrismaður hevur eftir míni meting og neyvu gjøgnumgongd av málinum, handlað rætt og við greiðum grundgeving- um í øllum málinum.« Soleiðis skrivar Høgni Hoydal í brævi til Magist- arafelagið. Við Sosialinum hós- morgunin sigur landsstýris- maðurin, at tað er fyri hon- um eingin ivi um, at Annlis Bjarkhamar hevur handlað rætt í málinum. – Eg havi lisið alt málið væl og virðiliga ígjøgnum. Hetta málið er sera væl dokumenterað, og eg havi staðfest, at Annlis Bjark- hamar hevur handlað rætt, sigur Høgni Hoydal. Virðingin fyri Annlis Bjarkhamar er størri enn nakrantíð. – Fyri at siga sum er, so havi eg havt stóra virðing fyri Annlis Bjarkhamar, og virðingin er vorðin enn størri, eftir at hava gjøgn- umgingið hetta væl grund- aða mál, sigur Høgni Hoydal. Løgmaður tók avgerðina at siga Annlis Bjarkhamar úr starvi útfrá politiskum atlitum. Og Høgni Hoydal vil ikki gera viðmerkingar til tann politiska partin, sum flokk- urin í løtuni viðger. Hann vil eisini siga nakað um tann fyrisitingarliga partin, har hann er komin til somu niðurstøðu sum Annlis Bjarkhamar. Magistarafelagið og starvsfólkið á Fornminnis- savnið hava fleiri ferðir heitt á landsstýrismannin um at fáa ógilda setanina, men hesa áheitan hevur Høgni Hoydal ikki valt at fylgt, tí hann kennir tað sum um, at alt er farið rætt fram í málinum. Harmligt Høgni Hoydal sigur seg harmast um, at málið er komið út alment, og ein tí- lík setan eigur ikki at verða viðgjørt í fjølmiðlunum. Magistarafelagið hevur eisini gjørt greitt, at felagið harmast um, at málið er vorðið so nógv viðgjørt í fjølmiðlunum. – Eg harmist stórliga, at málið er vorðið til eitt al- ment mál, tí hetta átti ong- antíð at verið komið fyri, og eg ætli mær eisini – eins og Annlis Bjarkhamar – at finna útav, hvussu hetta er komið út alment. Sam- stundis gevur hetta høvi til viðgera almenna setanar- politikkin. Eftir mínum tykki hevur Annlis Bjark- hamar ikki brotið nakra setanarpolitikk, sigur Høgni Hoydal. Landsstýrismaðurin heldur, at alt ov nógvar mýtur eru skaptar í sam- bandi við setanina, og hann vil fegin fáa hesar út av verðini. – Eftir mínum tykki er einki skeivt gjørt í málin- um. Málið skuldi bara ong- antíð verið komið út al- ment, sigur Høgni Hoydal. Til umboðsmannin Magistarafelagið ætlar ikki at sleppa málinum her, hóast tey ikki hava meira við Mentamálaráðið at tosa um. Felagið ger greitt, at tey fara at senda løgmanni eitt skriv, og málið verður eisini lagt fyri umboðsmannin. Løgtingsinsumboðsmað- ur, Joen H. Andreasen, sig- ur við Sosialin, at hann kann viðgera málið og siga sína hugsan, men hann hev- ur onga heimild at broyta eina fyrisitingarliga avgerð. Samanumtikið Niðanfyri prenta vit síðsta part av brævinum hjá Høgna Hoydal til Magist- arafelagið. Skrivið er ov drúgt at prenta í fullar longd, so vit hava tikið eitt brot burturúr. »Samanumtikið kann verða sagt, at landsstýris- maðurin ikki hevur gjørt nakað brot í hesum máli, ella hevur gjørt annað enn at tryggja eina javnbjóðis, væl grundgivna og skjal- festa viðgerð av umsøkjar- um. Landsstýrismaðurin hevur setanarrættin og fyri- sitingarligu ábyrgdina í hesum máli. Avgerðin varð tikin eftir at landsstýris- maðurin hevði sett seg so væl inn í málið sum gjørligt – fyri at taka røttu avgerð- ina. Harafturat kann vera sagt, at landsstýrismaðurin metir tað vera ein stóran trupulleika í hesum máli og fyri starvsfólkapolitikk og trygd umsøkjaranna sum heild, at ein almenn viðgerð er farin fram av umsøkjar- um, sum ikki kunnu verja seg, og har sjálvsagt ikki er møguligt at fáa allar faktu- ellar upplýsingar fram í einum starvssetanarmáli. Summir upplýsingar, ið eru fevndir av tagnarskyldu, eru eisini lagdir fram í al- menninginum, og lands- stýrismaðurin hevur tikið stig til at kanna, hvussu hetta er hent. Viðgerðin av hesum máli gevur eisini góða orsøk til at viðgera setanarpolitikk og mannagongdir sum heild, soleiðis at ongar mis- fatanir eru millum setanar- myndugleikan, fakfeløg, umsøkjarar og almenning. Í hesum ítøkiliga máli kann undirritaði sum settur landsstýrismaður í menta- málum siga greitt, at und- anfarni landsstýrismaður hevur eftir míni meting og neyvu gjøgnumgongd av málinum, handlað rætt og við greiðum grundgeving- um í øllum málinum. Annars er at siga, at Mentamálaráðið fegin frættir aftur frá Magistara- felagnum. Møguleiki er eisini fyri fundi partanna millum, um Magistarafel- agið er áhugað fyri hesum. Vónandi letur hetta sam- skifti millum landsstýris- mannin og Magistarafelag- ið upp fyri eini virðiligari loysn fyri allar partar í málinum.« Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá løgmanni áðrenn evsta- mark. Formaður Tjóðveldisfloksins og virkandi mentamálaráð- harrin slær fast, at avgerðin hjá Annlis Bjarkhamar var røtt, tá hon setti Steffen Stummann Hansen sum landsantikvar. Hann sigur seg hava enn størri virðing fyri henni sum persóni, eftir at hava sett seg inn í málið. Mynd: Jens Kristian Vang. Tað verður ein øðiligur samanbrestur Tað er lagt upp til eitt stríð av teimum heilt stóru, tá fótbólts- kappingin fyri tón- leikarar verður í ítróttarhøllini á Kambsdali um 10 dagar. Nógv spenn- andi lið hava teknað til kappingina, og Dynamitt lovar at spreingja alt í luftina MUSIKALSKUR FÓTBÓLTUR Pop.fo Um 10 dagar verða strikur- nar kritaðar, bólturin verður pumpaður við luft, og liss- urnar á skónum budnar fastar. Pallurin verður ítróttar- høllin á Kambsdali, høvið er fótbóltskapping fyri tón- leikarar, og undirhaldið verður betur enn nakratíð. Soleiðis er støðan, nú niðurteljingin av álvara er byrjað til stóra tiltakið, sum skal geva eina ábending um, hvussu kendir tónleik- arar standa seg á einum fótbóltsvølli. Kappingin verður á Kambsdali leygardagin 22. mars frá kl. 12.00, og tón- leikarar, fjølmiðlafólk og onnur við tilknýti til tón- leikalívið fara at kappast. Higartil hava fleiri enn 80 mans teknað til kappingina, og liðini eru sera áhugaverd. Stjørnulið úr Sortudíki Útvarpið hevur manna eitt dreymalið av útvarpsvert- um, og teir ætla sær ikki lítið, hava vit frætt frá álít- andi keldum í Sortudíki. Royndir tónleikarar bjóða eisini av, og teir í Mjølnir siga, at teir verða í øllum førum tryggir vinn- arar, tá ið tað skal vigast aftaná kappingina. MC Hár bjóða seg eisini fram, og tað sigst, at Niels Uni ætlar at spæla í klæðum allatíðina. Harafturat hava nólsoyingar eisini tekna eitt lið til – altso bara eitt. Vandamikið evni Eftir drúgvar samráðingar hava teir tiltiknu Dyna- mitt'arnir gjørt av at tekna seg til kappingina, og teir lova at spreingja alt í luftina. Niklas Heri Jákupsson og hansara menn er kendir fyri at fáa lív í eina áhoyrara- fjøld, og tá ið fótbóltskapp- ingin er av leygardagin, verður kósin sett ímóti pall- inum í Mentanarhúsinum í Fuglafiði, tí umframt fót- bóltskappingina verður eisini veitsla við køldum borði í Mentanarhúsinum. Aftaná verður almennur dansur, har tónleikararnir sleppa at jamma. Eisini verður ein plátuvendari við. Freistin longd Nú rættilig ferð er komið á tilmeldingarnar, hava fyri- reikararnir gjørt av at leingja freistina í nakrar dagar, so áhugaðir tónleik- arar fáa møguleikan at smekka til og tekna seg til kappingina. Tilmeldingin kann gerast umvegis heimasíðuna www.pop.fo, og freistin fyri at tekna til fótbólts- kappingina og veitsluna er sett til týsdagin 18. mars. Niels Uni og hinir í MC Hár fara at royna seg sum fótbóltsspælarar í serligari innandurakapping, sum verður um eina góða viku Liðini Her er eitt yvirlit yvir liðini, sum longu hava teknað til kappingina. Mjølnir 1. Hermund Jacobsen 2. Petur Mohr Reinert 3. Arnbjørn Sivertsen 4. Ragnar Rubeksen 5. Torkil Johannesen Devalu 1. Líggjas Olsen 2. Flóvin E. Viderø 3. Rúni W. Højgaard 4. Bárður Johannesen 5. Rógvi Rasmussen 6. Jan Zachariasen MC Hár 1. Heri Reynheim 2. Jónas Bloch Danielsen 3. Poppers á Heygum 4. Rani MC Hammershaimb 5. Niels Uni Dam Lawetz 1. Sveinur Dam 2. Ísak Sambleben 3. Høgni Fagraberg 4. Høgni Reistrup 5. Dávur Juul Magnussen 6. Torkil V. Rasmussen Ludomania 1. Kristian í Vági 2. Mikael Blak 3. Halgir Arge 4. Uni Debes 5. Sveinur Gaard Olsen 6. Hallur Johannesen Grót 1. Niels Pauli Lamhauge 2. Sólarn Solmunde 3. Petur Pólsson 4. Símun Skorðastein 5. Jens L. Thomsen 6. Hansmar Poulsen Mentanarhúsið í Fuglafirði 1. Eyðun Hansen 2. Jan Jacobsen 3. Samson Nesá 4. Jan Rúni Poulsen 5. Jóhannus Steingrund All That Rain/Masha 1. Henning Hjalt Nicodemussen 2. Jens Tummas Ness 3. Hans Ravnsfjall 4. John Jacobsen 5. Alvin Wang Ísakson Ataja 1. Allan Hjaltalin 2. Petur Háberg 3. Pætur á Borg 4. Bogi á Borg 5. Kristoffur Mørkøre Dryspell 1. Jóannes Lamhauge 2. Sámal Rasmussen 3. William Souvy Olsen 4. Martin Andreas Kruse 5. Dan Bláberg Playmate 1. Ragnar Djurhuus 2. Tróndur H. Olsen 3. Jógvan Jacobsen 4. Nikolaj Falck 5. Rógvi Johansen Terji Rasmussen 1. Magnus Johannesen 2. Rógvi á Rógvu 3. Hjalti Joensen 4. Johannus á Rógvu Joensen 5. Terji Rasmussen Radiohøvdini 1. Jákup Magnussen 2. Rúni Jákupsson 3. Bjarni Mohr 4. Heðin Arge 5. Búgvi Øster FC Nólsoy 1. Súni Joensen 2. Brian Hansen 3. Mikkjal Holm 4. Bjarni Hansen 5. Petur Hans Poulsen Blood of Lucifer 1. Oddur Olsen 2. Óli Joensen 3. Johnny Djurhuus 4. Hjalmar Holm 5. Esben Debes 6. Tróndur Johannesen Dynamit 1. Niklas Heri Jákupsson 2. Ingi Isaksen 3. Hans Jákup Nystrøm 4. Jógvan Mørkøre 5. Jógvan Hansen C M Y K 7 6